mánadagur 27. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 164 - 27. august 2007
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Bendix Bærentsen fer til gravar úr Vestmanna
kirkju týsdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast
Bendix, kunnu lata eina gávu til Eldrasambýlið í
Vestmanna. Konto í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
28. august. Augustinus, deyður ár 430. Føddur í Tagaste
í Norðurafrika. Eftir mongum ymiskum vegum gjørdist
hann kristin og endaði biskupur í Hippo í Norðurafriku.
Hann doyði tá ið vandalakongurin Geiserik kringsetti
staðin. Augustin var mætasti kiskjulærarin í fornkirkjuni
og hevði tær komandi øldirnar mikla ávirkan á kristna
heimspeki og guðfrøði.
Skipsføraraprógv
Tann 22. juni tók Brian Anthoniussen prógv sum skips
førari á Vinnuháskúlanum í Havn.
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at
okkara góði pápi, verpápi og abbi
Bendix Bærentsen
Vestmanna
andaðist á Landssjúkrahúsinum
fríggjakvøldið 24. august 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
týsdagin 28. august kl 14.00.
Familjunnar vegna
Masa og Uffe
Tey, ið vilja minnast Bendix, kunnu lata eina gávu til
eldrasambýlið í Vestmanna konta í Eik
Leygarkvøldið
luttók
fimtan ára gamli Jógvan
Gunnarsson í stóra Stand
up festivlinum í Oslo, har
fleiri av kendastu norsku
skemtarunum eisini vóru
staddir.
Orsøkin til luttøkuna hjá
Jógvani, sum býr á oynni
Bømlo í Norra, var at hann
meldaði seg til eina skemt
arakapping gjøgnum stóra
norska dagblaðið VG, og
mikudagin í síðstu viku
ringdu tey frá VG og søgdu,
at hann hevði vunnið kapp
ingina,
tí
dómsnevndin
metti, at hann hevði ta bestu
framførsluna.
VG skrivaði, at Jógvan
varð kosin vinnari tí hann
dugir sera væl at føra seg
fram og at herma eftir
kendum fólkum, og hann er
so róligur og tryggur á pallin
um, sum er heilt óvanligt
fyri ein so ungan persón.
Í hesum sambandi var
Jógvan boðin til Oslo leygar
kvøldið, har hann var á
pallinum á Stand Up Festi
valinum í Oslo. Kendasti
skemtarin í Norra, Jon
Schau, sum eisini sat í dóms
nevndini fyri VG, segði eftir
at Jógvan hevði framført í
Oslo ”Ikke bare har han en
fremtid som standupkomik
er, men standup har en frem
tid i Norge kanskje mye på
grunn av ham”. Jon Schau
er norska svarið upp á Amin
Jensen í Danmark.
Jógvan byrjaði sína kari
eru sum skemtari fyri tveim
um árum síðan, tá hann
framførdi í skúlanum. Síðan
hevur hann eisini framført
til brúdleyp og aðrar veitslur
í heimbýnum Bremnes á
oynni Bømlo. Hetta var
nakað heilt serligt fyri hann
at framføra á Stand up festi
valini í Olso fyri fleiri
hundrað fólkum.
Jógvan gongur í løtuni í
10. flokki, og hann kundi
hugsað sær at farið á fram
haldsskúla við sjónleiki
sum sergrein.
Jógvan
er
føroyingur,
foreldrini eru LisMaria og
Jørgin Gunnarsson úr Havn.
Jógvan er yngstur av seks
systkjum. Familjan hevur
búð á Bømlo síðan 1994.
Grein um Jógvan og
videoklipp av framførsluni
eru at síggja á www.vg.no
mg
Føroyingur framtíð
sum skemtari í Norra
Jógvan varð kosin vinnari,
tí hann dugir sera væl at
føra seg fram og at herma.
Hann er róligur og tryggur
á pallinum, sum er heilt
óvanligt fyri ein so ungan
persón, skrivar VG
Lesið
-so eru tit við!