mánadagur 27. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 164 - 27. august 2007
tíðindi
Í blaðnum mikudagin
Sosialurin
fer aftur um
politisku
flokkarnar
Sum uppfylging til greinarøðina fer Sosialurin
at skipa fyri Trapputingi og orðaskifti í
Miðlahúsinum seinnapartin í september
Nú stundar móti løgtingsvali, sum í
seinasta lagi verður 19. januar, fer
Sosialurin undir eina nýggja greinarøð
um politisku flokkarnar.
Tað er ein av okkara mætastu sam
felagsfrøðingum og politisku viðmerkj
arum, Jógvan Mørkøre, sum skrivar
greinarøðina ið byggir á samrøður við
floksformennirnar fylgt upp við einum
søguligum yvirliti yvir einstaka flokkin.
Fyrsta greinin var í blaðnum mikudagin,
og onnur greinin skuldi koma í blaðnum í
dag, men orsakað av forfalli, er hon útsett
til mikudagin.
Dálkingin av Havnar
vág er munandi størri
enn fyrst væntað,
10.000 litrar olju eru
tiknir upp av vágni.
Garnarskipið Nim
eigur í øllum førum
part av dálkingini,
men hvussu stóran
part, veit reiðaríið
ikki at siga
Umhvørvi
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Uppruddingin eftir umfat
andi
oljudálkingina
av
Havnarvág gongur sambært
innsatsleiðaranum hjá Tórs
havnar
sløkkilið
væl.
Sløkkiliðið hevur higartil
tikið 10.000 litrar av reinari
olju upp, so dálkingin var
munandi størri enn mett var
av fyrstan tíð.
Greitt er, at garnaskipið
Nim, eigur ein part av dálk
ingini. Men sambært reið
aranum Gudmundi Morten
sen, so eiga teir ikki alla
oljuna. Meðan skipið lá við
bryggju í Havn, fleyt olja
yvir umborð og rann á
sjógv. Spurdur um, hvussu
stóran part av dálkingini
Nim eigur, sigur Gudmund
Mortensen, at tað veit hann
ikki.
Ikki eftirmett enn
Gudmundur Mortensen við
gongur tó, at meistarin á
Nim veit, hvussu nógv olja
var í skipinum, áðrenn lekin
hendi, og teir tí hava møgu
leika at staðfesta, júst
hvussu nógv er farið fyri
borð. Men hann vísir á, at
reiðaríið hevur ikki enn
eftirmett hendingina saman
við meistaranum, og hann
kann tí ikki enn siga hvussu
nógva olju, skipið hevur
mist.
Fríggjadagin metti sløkki
liðið, at munandi minni av
olju, eini 2.000 litrar vóru
farnir á sjógv, og longu tá
varð sagt frá Nim, at teir
ikki áttu alla oljuna.
Folk hevur boðað sløkki
liðnum frá, at tey hava sæð
olju á sjónum, longu áðrenn
Nim kom at bryggju, og
hetta gevur ábendingar um,
at fleiri keldur kunnu vera
til dálkingina.
Heilsufrøðiliga starvsstov
an hevur tikið royndir av olj
uni við Eystaru bryggju, í
Vágsbotni og við Skinnara
skerð fyri at sammeta hana
við oljuna umborð á skip
um, ið kunnu hava staðið
fyri dálkingini.
Menniskjaligur feilur
Talan er sambært reiðara
num hjá Nim um ein menn
iskjaligan feil, ið er orsøk
til oljulekan, men hann hev
ur ikki hug til at siga meira
um orsøkina til lekan. Gud
mund Mortensen sigur, at
trupult er at gera naka fyri,
at heilt beina fyri tílíkum
feilum, men at teir sjálvandi
fara at tosa við manning
ina.
Gudmundur Mortensen
vísir á, at nýggj skip eru
bygd til at taka ímóti olju,
ið flýtur yvir, men at
soleiðis er ikki umborð á
Nim, ið er ein eldri garna
bátur.
Um orsøkina til, at teir
umborð á Nim ikki sjálvir
boðaðu myndugleikunum
frá um dálkingina beint tá
óhappið hendi, sigur Gud
mund Mortensen, at teir
ikki vóru varðir við lekan
fyrr enn um morgunin.
10.000 litrar av olju
tiknir upp
Óli Hans Hammer
Olsen takkar fyri seg
tann 1. desembur
Uppsøgn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at Skipa
eftirlitið skal hava nýggjan
stjóra.
Óli
Hans
Hammer
Olsen, sum hevur verið
stjóri á Skipaeftirlitinum
frá tí at tað varð yvirtikið
fyri seks árum síðani,
hevur gjørt av at siga seg
úr starvi frá 1. desember
at rokna.
Men hann klamsar ikki
við hurðinum nú hann fer
og uppsøgnin hevur onki
við ónøgd at gera.
Hetta er ein avgerð, eg
havi hugsað bæði væl og
leingi um, sigur hann.
Hann vísur á, at hann
hevur altíð hildið, at fimm
ár í einum almennum leið
arastarvi eru nóg mikið, tí
tað er strævið. Men nú
hevur hann verið stjóri á
Skipaeftirlitinum í seks
ár.
Og tí ið eg sum almenn
ur stjóri fari at hugsa um
at slaka av, er tíðin komin
at gevast og at lata frískar
kreftir sleppa framat.
Annars hevur honum
dámað sera væl á stovni
num og starvið hevur ver
ið avbjóðandi.
Men skuldi ein nýggjur
stjóri fingið brúk fyri onkr
um upplýsingum, verið eg
saktanst til taks til tað,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at tíðin er
ikki búgvin til at avdúka,
hvat hann nú fer at gera –
men tað hevur onki við
skip at gera, leggur hann
afturat.
KUnningarferð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í næsta mánaði kemur ein
tór sendinevnd úr Hetlandi til
Føroya at kunna seg um,
hvussu føroyingar hava bund
ið landið saman við undir
sjóvartunlum.
Miðvísa arbeiðið í Før
oyum hesi seinastu árini at
binda landið saman við undir
sjóvartunlum, hevur vakt ans
í Hetlandi.
Ansurin er so stórur, at í
næsta mánaði kemur ein
níggju manna stór sendi
nevnd úr Hetlandi til Føroyar
at kunna seg um undir
sjóvartunlar.
Eisini Hetlendingar royna
at samanbinda landið, men
higartil hava teir mest hugsað
um brýr og seinastu árini hev
ur landið næstan verið í tvín
ingum um eina brúgv, sum
tosað hevur verið um at gera
tvørtur um havnina í Lerwick
til Brassay, sum er oyggin
beint uttanfyri Lerwick.
Men teir hugsa eisini um
fast samband ímillum aðrar
oyggjar og hetlendska megin
økið
Fyri at fáa nakað nýtt upp í
kjakið, koma hetlendingar til
Føroya á kunningarferð og
teir vilja vita um undirsjóvar
tunlarnir, sum eru gjørdir í
Føroyum, er nakað, tey
kunnu brúka í Hetlandi.
Vit kundu eins væl farið
onkra aðrastaðni, eitt nú til
Noregs, men vit hava gjørt av
at fara til Føroyar, tí tær eru
eitt lítið oyggjaland, akkurát
sum Hetland, sigur Allan Wis
hart við Shetland News.
Allan Wishart er stjóri í
ZetTrans, sum er ein het
lendskt flutningssamtak.
Hetlendingar hava sum
fyrimynd teir føroysku tunlar
nir, sum gera fjarskotnum
bygdum tættari samband við
meginøkið og á Føroyaferðini
vilja teir hava at vita, hví før
oyingar hava valt tunlarnar
framum brýrnar.
Teir vilja eisini hava at
vita, hvørjum støði, føroysku
tunlarnir eru á.
Tunlarnir hava verið eitt
munandi framstig og hevur
givið nógv lættari atgongd til
almennar tænastur, eitt nú
útbúgving, frítíðarítriv og
heilsuverk.
Gott ferðasamband hevur
avgerðandi týdning, sigur
Allan Wishart við Shetland
News.
Í Føroyum er endamálið at
síggja so nógvar tunlar sum
gjørligt og at tosa við avvarð
andi politikarar og verk
frøðingar, sum hava verið við
í arbeiðnum.undirsjóvartunl
um tí kanska er hetta nakað,
eisini teir kunnu brúka .
Stjórin í Skipaeftir
litinum sagt upp
Stjórin í Skipaeftirlitinum,
Óli Hans Hammer Olsen,
leggur nú frá sær og ta
næstu tíðina skal hann onki
hava við skip at gera, sigur
hann
Oljan fleyt fríggjadagin tjúkk um alla Havnarvág
Mynd: Niels Uni Dam
Hetlendingar til Før
oyar at kunna seg um
undirsjóvartunlar