Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 27. august 2007 19 tíðindi Hóast illveður, so spældi Fjarðafesti­ valurin heilt væl av við 2.800 gestum leygarkvøldið og fleiri heilt góðum framførslum Samanumtikið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Keldan veitir so góðar karm­ ar, at til ber at flyta nærum alt innandura, uttan at hetta gongur nógv útyvir góðsk­ una, og hetta varð gjørt fríggjadagin á Fjarðafesti­ valinum. Tað stendur tó greitt, at áskoðaratalið iva­ leyst hevði verið hægri, um sólin hevði skinið frá einum bláum himmali alt viku­ skiftið í Skálabotni. Fyri okkum, ið vanliga ikki ganga á møti, er Fjarða­ festivalurin eitt kærkomið høvi at fáa innlit í, hvat rørir seg á kristiliga tón­ leikapallinum. Ársins Fjarðafestivalur bjóðaði okkum fleiri minniligar løtur og stórar tónleikaupp­ livingar, so sum framførsl­ una hjá stjørnuskotinum Kristinu Bærendsen, ið gjørdist yndismál hjá teimum ungu autografveiðu­ monnunum eftir sína fram­ førslu. Hon er ein ung kvinna, ið umframt at vera sera vøkur, syngur væl og útstrálar eitt sjálvsálit, sum fá onnur. Credo, við sínum kon­ tanta rokki og orkufullu framførslu vístu, at kristi­ ligur tónleikur saktans kann sparka reyv. Heine Lützen vísti, hví hann enn er eitt av fremstu nøvnunum á kristi­ liga pallinum. Ungi gøtu­ maðurin Martin í Grund, stóð, við greiðum Nick Cave íblástri, fyri eini teirri mest serligu framførslunum á festivalinum. Fyri ikki at tosa um Petur Háberg, ið mundi standa fyri bestu framførsluni á ársins Fjarða­ festivali. Alt hetta eru nøvn, ið saktans kunnu klára seg á verðsliga tónleikapalli­ num. Ikki alt var gott Tó vóru eisini fleiri bólkar, ið neyvan vóru slopnir gjøg­ num góðskukrøvini hjá hinum verðsligu festivalu­ num. Bólkar, ið á onkran hátt settu boðskapin fremst uttan at megna at gera form­ in áhugaverdan. Men hetta verður altíð vandin, tá man ger ein smalan festival í einum lítlum landi. Útlendsku nøvnini vóru av ymiskari góðsku. Høv­ uðsnøvnini Pillar og Jerusa­ lem leveraðu tað, sum tey sum høvuðsnøvn áttu at gera: Góðar rokkkonsertir, ið fingu fjeppararnar við. Trond Erics gjørdi eisini júst tað, ið vit kundu rokna við frá teimum, við sínum gjøgnumførda dansband poppi, sum fekk fjøldina við. Munandi verri stóð til hjá svensku Charizma, ið megnaðu at tøma Keldu salin. Tað er nærliggjandi at spyrja, hví fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum tíma at flyta eitt tílíkt navn til landið. Samanumtikið var skráin tó fjølbroytt og áhuga­ verd. Illveðrið spilti Áðrenn Fjarðafestivalin skemtaði onkur um, at festivalurin hevði breiðband uppeftir, og at hetta fór at tryggja festivalinum gott veður. Men sum veðrið skikkaði sær, kann bara staðfestast, at hesin breið­ bandsveitarin, ikki velur at geva sínum viðskiftafólki nakrar sersømdir. Veðrið var av tí sera keðiligt á Fjarðafestivalinum. Tað byrjaði væl hóskvøld. Í dýrdarveðri fór festivalurin í gongd, men av tí, at skráin øll var innandura hóskvøld­ ið, so var veðrið ikki so týdningarmikið. Fríggjadagin skuldi úti­ pallurin takast í nýtslu, men nógvi vindurin forðaði fyri hesum, so illa stóð til, at ein stórur stápul av hátalarum koppaði, og endin kundi verið galin, eitt av teimum 250 trygdarfólkunum mundi ligið undur, tá hátal­ arnir duttu. Hóast veðrið spakuliga gjørdist betur, so var ikki ráðiligt at fara út á útipallin fyrr enn leygardag­ in. Fríggjadagin var talið av áhoyrarum tó somikið lágt, at tað ikki var nakar trupul­ leiki at hýsa øllum í Keld­ uni. Leygardagin var vindurin munandi minni, men ístaðin var regnið komið, og kon­ sertirnar á stóra útipallinum gjørdust vátligar og kaldar upplivingar. Tó var áhoyr­ aratalið hendan dagin 2.800 fólk, so tí var tað gott, at úti­ pallurin kundi takast í nýtslu til størru konserti­ rnar. Ljóðið so sum so Ljóðið á ársins Fjarðafesti­ vali var ikki av tí besta. Í nærum øllum framførslu­ num, tók tað fleiri løg, áðrenn bólkarnir byrjaðu at ljóða væl, men vanliga gjørdist ljóðið betur, sum fráleið. Serliga illa stóð til, tá Jerusalem spældu. Teir høvdu stórar tøkniligar trupulleikar. Eitt nú hoyrdist bassurin als ikki undir nærum allari konsertini. Bólkurin noyddist at enda at gevast, tí at gittarin helt uppat við at ljóða. Um tað var regnið, ið var orsøk til trupulleikarnar hjá Jerusa­ lem, vita vit ikki, men tað var sera keðiligt. Góð fyriskipan Festivalurin tyktist annars sera væl fyrireikaður, nakað av seinkingur vóru fríggja­ dagin, men hetta komst av, at stóri uttandura pallurin ikki var opin. Fyrireikararnir dugdu væl at taka hond um teir trupulleikar, ið stóðust av veðrinum. Lukkutíð gjørdist uppmøtingin rími­ liga góð leygardagin, so tað er at vóna, at hesin festi­ valurin er komin fyri at vera. Fjarðafestivalurin farin aftur um Høvuðsnavnið Pillar endaðu Fjarðafestivalin við eini góðari rokkkonsert Mynd: Álvur Haraldsen Regnið darvaði festivalin nakað, men hóast hetta vóru 2.800 áskoðarar á Fjarðafestivali. Mynd: Álvur Haraldsen