mánadagur 27. august 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 164 - 27. august 2007
tíðindi
Tað, ið eftir ætlan
skuldi vera ein innilig
og andalig konsert við
Martini Joensen, varð
oyðilagt av óljóðinum
av áskoðarum, ið ikki
høvdu hug at vera
áhoyrarar
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lagt var upp til eina heldur
intima framførslu, tá Martin
Joensen, skuldi á pall í
Kelduni, tí var tað heldur
undrunarvert, at hann ikki
var settur á skrá hóskvøldið,
tá stólarøðini vóru inni í
salinum í Kelduni, ístaðin
fyri fríggjakvøldið, tá Keld
an var gjørd klár til eitt
rættiligt rokkkonsert set
up.
Í rokanum av fólki, ið
júst var komi á festival og
hittist við vinum og kenn
ingum, gjørdist framførslan
hjá Martini eitt stríð móti
ljóðinum. Fyrstu løtuna
stríddist Martin Joensen og
vælleikandi bólkurin móti
ringa ljóðinum, ið var domi
nerað av einum rungandi
bassi. Keðiligt og spell,
men hetta gjørdist tó betur
eftir nøkur løg. Tað skal sig
ast, at hetta við ringum ljóði
tey fyrstu løgini var gald
andi fyri nærum allar fram
førslurnar á festivalinum,
men í flest øllum førum
gjørdist tað, eins og hjá
Martini, betur eftir eina
løtu.
Eitt suð av óljóði
Hin ljóðtrupulleikin var eitt
suð av óljóðið úr salinum,
fólk, ið prátaðu, børn, ið
spældu og bara generellur
larmur av fólki, ja, suðið
var so ógvisligt, at eg bert
havi hoyrt líknandi í stórum
handilshúsum
uttanlands.
Hetta gjørdi tað nærum
ómøguligt at liva seg inn í
inniligu og hjartaligu fram
førsluna hjá Martini og
bólkinum. Ójóðið tók ikki
móti frá teimum, teir strídd
ust manniliga.
Martin presenteraði seg
sjálvan, sum Martin hjá
Mili hjá Mili hjá Hannu úr
Vestmanna. Við sær hevði
hann, tríggjar dugnaligar
harrar. Eyðun Hansen á
gittara var sum altíð fralíkur.
Tað klæddi tónleikinum, at
hava frálíka dobro spælið
hjá Jákupi Zachariassen
við. Teir báðir Jónleif Jen
sen á trummum og Pauli
Magnussen á bassi, ið van
liga spæla saman við Mart
ini, vóru ikki við. Trumm
urnar vóru sleptar til hesa
konsertina og nýggjur mað
ur á bassinum var sonur
Martin, Sakaris Joensen, ið
nokk best er kendur sum
bassleikari í Lama Sea og
hjá Guðrið Hansdóttir.
Innilig løg
Martin og hinir borðreiddu
við eini sangskrá, ið var
rættiliga friðarlig, og hetta
gjørdi bara óljóðið uppaftur
týðiligari. Á skránni vóru
rættiliga nógv løg av nýggj
astu fløguni hjá Martini.
Fyri okkum, ið ikki eru
heilt ung longur, var tað
stuttligt, at ikki færri enn
trrý løg úr sangleikinum
Skuggagestir, ið Martin
skrivaði fyrst í nítiárunum
sluppu við. Eisini vóru nøk
ur onnur løg, ið hóskaðu til
eina inniliga konsert á
skránni.
Tað var bert í teimum
meira rokkendu løgunum
sum Einsamallur og Masku
spæl, at Martin og teir
megnaðu at spæla uppum
larmin í salinum. Eg byrj
aði at ræðast, at tað kravdi
eitt undur, at steðga larmi
num, men lukkutíð átti
Martin eitt undur í ermuni.
Tí tá hann endaði konsertina
við Morgun, tagnaði larm
urin.
Óljóðið spilti løtuna
Hóast orkan var í lagi,
so var tónleikurin hjá
svensku Charizma
ikki nakað at skriva
heim um. Fangaðir
millum 80’ini og
nútíðina megnaðu
teir ikki at halda fast í
fjøldini, sum minkaði,
so hvørt framførslan
leið
Ummæli
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Vegna veður varð alt flutt
inn fríggjakvøldið, og gav
hetta eitt sindur av seink
ingum í skránni. Alt gekk
nú fyri seg á einum palli.
Seinkingar eru ongantíð
ynskiligar, men sum veðrið
var hetta kvøldið, gjørdi tað
ikki so nógv. Karm ella
bíða eina løtu eyka?
Upp móti 400 áhoyrarar
vóru savnaðir í salinum, tá
ið sviarnir í Charizma fóru
í gongd. Skjótt gjørdist
greitt, at hetta ikki fór at
teljast millum bestu fram
førslurnar á festivalinum.
Í tvístøðu
Hóast bólkurin spældi væl
saman, so var talan um tann
leysan og einkisigandi tón
leik. Tá skal sigast beinan
vegin, at her verður bara
hugsað um tónleikin, tí eing
in ivi var um, at teir meintu
tað teir sungu. Millum
sangirnir
varð
dúgliga
práta, og mitt í framførsluni
hevði ein av limunum eina
talu.
Men tónlistarliga var tað
tíverri einki at reypa av.
Sangarin sang einki serliga
væl. Kýtti seg eitt sindur ov
nógv og rakk til tíðir ikki
upp á tónarnar. Hinvegin
var hann í gongd alla tíð og
dugdi væl at fáa samband
við áhoyraran.
Charizma hevur verið til í
meiri enn tjúgu ár. Teir
byrjaðu sum tungrokkarir í
80’unum, men hava so flutt
seg yvir í popp. Og tað
kennist eitt sindur sum at
teir eru fangaðir mitt mill
um hesi: 80’ara rokk og
nútímans popp. Ein sjúka,
sum hevur verið mongum
bólki at bana.
Klæðini og look’ið hjá
bólkinum
byggir
eisini
undir
hetta
uppáhaldið.
Bassleikarin var íklæddur
ein leðurjakka, pannuband
um høvdið og sólbrillur
omaná
pannuband(!).
Trummarin var sum tikin úr
80’unum við bleiktum hárið
og stroppatroyggju. Hin
vegin var sangarin smartur
og væl klæddur. Tvey tíðar
skeið í einum. Og í hesum
føri ein vánalig blanding.
Skjótt svenskt snakk
Millum sangirnar prátaðu
teir sum nevnt dúgliga, og
tað er nakað, sum ein til
tíðir saknar í framførslum.
Men alt var á svenskum.
Á skjótum svenskum. So
tekur tú fólkatutl, mikrofon
skurr og ein skjótttosandi
svia, so skulu oyrini spílast
rímiliga væl út, um tú skalt
skilja nakað.
Fleiri av vanligu spurning
unum sum ‘Eru tit við uppá
tað?’ og ‘Orka tit meiri?’
flugu beint yvir høvdini á
teimum flestu, við tí úrsliti,
at eingin svaraði aftur.
Spurningurin er so, um tað
veruliga var tí, at fólki ikki
var við uppá tað ella ikki
orkaðu meir. Men kenni eg
føroyskar áhoyrarar rætt, so
fáa tílíkir spurningar eitt
brølandi ‘JAAAA’ ella eitt
floyt ella eitt klapp ella
okkurt annað. Enskt hevði
uttan iva riggað betri.
Sum
framførslan
leið
minkaði
áhoyrarafjøldin,
og tá ið síðsta lagið varð
spælt, vóru tað ikki nógv
meiri enn fimti fólk í sali
num.
Framførslan hjá Charizma
fer ikki at renna hesum
ummælaranum í hug, tá ið
hugt verður aftur á hæddar
punktini fyri Fjarðafesti
valin 2007.
Tannleysur poppur
Hóast orkan var í lagi, so var tað ein heldur løHk framførsla, tónlistarliga sæð, hjá svensku Charizma
Mynd: Álvur Haraldsen
Martin hevði sonin Sakaris
Joensen við sær á pall hetta
kvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen