Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 27. august 2007 21 tíðindi Framførslan hjá Credo á Fjarðafesti­ valinum var eitt kærkomið høvi at hoyra ein tann mest lovandi kristiliga tónleikabólkin í Føroyum Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Credo hevur evnini at gerast nógv tann besti kristiligi rokkbólkurin í Føroyum, hetta vístu teir fýra tónleik­ ararnir í bólkinum á fram­ førsluni í Kelduni fríggja­ kvøldið. Grundin í bólki­ num eru teir fýra Leivur á bassi, Rógvi á gittar, Hans Andrias á trummum og Alvin á gittar. Teir spæla væl og liva fullkomiliga við. Stutt sagt so rokka teir. Tónleikurin er orkufullur og teir fýra eru ikki minni orkufullir. Nýtt Credo Frásøgumaðurin Helgi Abrahamsen kunngjørdi, at her var talan um eitt heilt nýtt Credo. Við sær á pall høvdu teir fýra í bólkinum tvær songkvinnur, ið eftir øllum at døma eru vorðnar partur av Credo, í mun til restina av bólkinum, sum veruliga rokkaði tyktust hesar báðar als ikki at vera við uppá tað og stóðu nokkso hjálparleysar á palli­ num. Tær báðar Asta og Signa syngja sum so væl, men teirra røddir hóska ikki til tónleikin hjá Credo. Hóast at vit í fyrsta lagnum fingu ávísar Evanescence referansur, av røddini hjá Astu saman við harða rokki­ num, so bar røddin ikki heilt hesa samanbering. Leitandi fótafet Stílmessiga var framførslan hjá Credo rættiliga leitandi, tey ferðast innan fyri nógvar ymiskar tónleikagreinar, og hóast løgini flest øll vóru sera góð, so er greitt, at ein sterkari reyður tráur hevði verið góður, tað virkaði stutt sagt sum fimm ymiskir bólkar. Bólkurin hevur ikki verið so virkin seinastu árini, og roynir nú at taka síni fyrstu fótafet í langa tíð, tað er tí rættiliga natúr­ ligt, at hesi fet eru eitt sind­ ur leitandi. Tað var ein sterk Prix Føroyar kensla yvir fram­ førsluni, kontanti rokkurin undir hesum kvinnurøddum virkaði ørkymlandi á sama hátt, sum Prix Føroyar vete­ ranarnir úr MMM virkaðu á sinni. Í tí eina friðarliga lagnum riggaðu kvinnurødd­ irnar tó væl. Trummuleikarin fram á pallin Í lagnum Stuck vísti Credo tó veruliga, hvussu góður bólkurin er, trummuleikarin sang, og hann hevur eina ordiliga feita og egna rødd, hóast hann sat aftanfyri trummurnar, var eingin ivi um, at hetta var oddamaðurin í Credo. Ynskiligt hevði verið um Credo lærdi av bólkum sum White Stripes og 200, og fluttu trummu­ spæli fremst í pallmyndina, so kundu kvinnurøddirnar flutt aftur á pallin og aftur í ljóðmyndina ella kanska heilt av pallinum. So tær ikki stóðu fyri oddamannin. Torir bólkurin at gera neyð­ ugu broytingarnar, kann hetta gerast ein av okkara allar bestu bólkum. Í Stuck var nýtslan av forritaðum tónleiki serliga væleydnað, og hetta gav lagnum karak­ ter og riggaði ótrúliga væl. Sølu­ búðirnar vórðu fluttar inn Nógvar ymiskar búðir vóru á Fjarða­ festivalinum, upp­ runliga skuldu tær vera á økinum frammanfyri Kelduna, men í illveðrinum vóru tær fluttar inn Søla Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fjarðafestivalurin var ikki bert tónleikur, sum ein rættur festivalur hevði Fjarðafestivalurin ymiskar búðir, ætlanin var upprunaliga, at økið frammanfyri Kelduna skuldi vera søluøki burt­ urav. Men av tí at veðrið gjørdist, sum tað varð, so varð alt handilsvirk­ semið flutt inn í Kelduna, og tann ætlaði talent­pall­ urin varð avlýstur. Eisini gekk hetta útyvir festi­ valbúffarnar hjá Hotel Norð, ið vóru avlýstir vegna veður, tað bar illa til at grilla teir inni, og hugsingur var ikki um, at gera nakað tílíkt uttan­ dura. Hinar búðirnar vóru, eftir eitt væleydnað hós­ kvøld í teltinum fluttar inn. Í sølusalinum kundi man t..d. klippa sær, ella vitja Gjamma, ið selur alt innan kristiligan tón­ leik, millum annað útgáv­ ur hjá luttakandi bólkum. Til bar eisini at keypa sær eina nýggja troyggju ella skóleistar frá Tøting, ella okkurt av hinum, ið ymisku búðirnar høvdu at bjóða. Nógva regnið leygar­ dagin gjørdi tó, at ein vøra var nógv tann mest populera, tað vóru regn­ skjólini, ið tíanverri dek­ an ov tíðliga vórðu útseld. Hóast Proclaim er ein bólkur av ungum, so er tað ikki ungdómsins eksperimentarandi hugur, ið merkir teirra tónleik, ið bæði var konservativur og lítið egin Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sprottin úr Heimamissións umhvørvinum er Proclaim av fólki, ið eg havi tosað við ofta lýstur, sum nýggju stjørnurnar innan tónleik í Heimamissiónshøpi. Ser­ liga er tað songrøddin hjá sangaranum, ið verður lov­ prísa. Á Fjarðafestivalinum slapp eg fyrstu ferð at upp­ liva bólkin á konsert, og lat tað vera sagt beinanvegin, sangarin syngur sera væl. Men annars hevur bólkurin sera lítið at bjóða­ Proclaim eru skjótt fløgu­ aktuellir, og á Fjarðafesti­ valinum var høvi at hoyra løg av komandi útgávuni hjá hesum nógv hypaða bólki. Streymurin hvarv Framførslan var nógv seink­ að av tøkniligum trupul­ leikum. Streymurin til stóra ljóðpultin fór undir ljóð­ royndini. Tað tók yvirrask­ andi langa tíð at loysa henda trupulleika, men nærum ein hálvan tíma seinkaður byrj­ aði bólkurin at spæla. Proclaim eigur rós fyri, hvussu væl teir loystu upp­ gávuna at halda lagið gott millum áhpyrararnar, ið trúgvir bíðaðu eftir, at bólkurin skuldi byrja at spæla. Við dansi og song­ spølum var tað eitt sindur sum at vera á ungdóms­ legu. Lítið egnir Proclaim er ein rættiliga ungur bólkur, og tí var tað undrunarvert at hoyra, at bólkurin ljóðaði so gamal. Fyrsta lagið minti óvanliga nógv um klaksvíksbólkin Aria, niður í minstu detalju, og eina løtu helt eg, at Jógv­ an Hansen var komin á pall. Í næsta lagi skifti stílurin nakað, og restin av konsert­ ina var sum at hoyra Taxi. Løgini mintu sera nógv um løg hjá Prix Føroyar vinnara­ num 1999, bæði í stíli og tíanverri eisini ofta í formi, tó utttan at Proclaim tøkni­ liga vóru líka væl fyri sum Taxi. Teir spældu tó væl. Í stuttum ljóðaðu ungu menn­ inir sera lítið originalir. Veðrið var vátt, og hetta gjørdi, at mannfjøldin ong­ antíð gjørdist ordiliga stór. Men lagið tyktist gott mill­ um fólk. Ungir menn við gomlum ljóði Lovandi rokkur Credo spælir harðan og kontantan rokk Mynd: Álvur Haraldsen Proclaim spælir væl. Men tað er serliga røddin hja sangaranum, ið skarar framúr Mynd: Álvur Haraldsen