mánadagur 27. august 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 164 - 27. august 2007
tíðindi
Tað var ongantíð
ætlanin, at tað skuldi
verða nýskapandi
ella avbjóðandi, tá
ið Trond Erics fóru á
innipallin í Kelduni.
Tað var góður gamal
dansibandstónleikur
við øllum, sum har til
hoyrir
Ummæli
Oddur á Lakjuni
planet@sosialurin.fo
Fríggjadagin var skrái á
Fjarðafestivalinum
broytt
nakað, tí at tað var heldur
illfýsið til konsertir á úti
pallinum.
Trond
Erics
skuldu tí á innipallin, og tað
tók sína tíð at fáa útgerðina
klára.
Ein steðgur uppá ein tíma
var í skránni, meðan dansi
bandið úr Noregi gjørdi
klárt. Og so komu teir endi
liga á pallin. Trond Erics,
sum framvegis bera hetta
navnið, hóast Trond Erik
Grundt sjálvur ikki er við
longur.
Tónleikurin var rættiliga
sterilur og koyrdi í tí sama
alla konsertina. Teir spældu
tó einfalda tónleikin heilt
væl – sum ein maskina,
sum hevur gjørt tað sama í
meira enn 20 ár.
Og fólkinum tyktist eisini
at dáma tað. Høvuðsorsøkin
til hetta var kanska, at teir
fyri tað mesta spældu sang
ir, sum tey flestu kenna úr
samkomuhøpi. Og løttu
løgini vóru spæld einfalt og
beinleiðis, so tað var ikki
trupult at fáa fólkið at vera
við uppá tað. Til kendar,
andaligar sangir sum ”Sam
band undurfult”, og ”Perlu
portrið” sang mest sum
allur salurin við á norskum.
Lars Espen
sjarmeraði
Lars Espen Skogvold er
sangari og oddamaður í
Trond Erics, og hann sang
Við skemti, dansi,
upplestri og góðum
tónleiki gav Mart
in í Grund eina
spennandi og fjøl
broytta framførslu,
sum boðar frá ein
um neyðugum og
annarleiðis íkasti til
kristna tónleikapallin
í Føroyum
Ummæli
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Martini í Grund hevur spælt
í ymsum bólkum gjøgnum
tíðirnar, men sum einstak
lingur hevur hann ikki gjørt
so nógv um seg. Men tað
sást ikki aftur fríggjakvøld
ið.
Við sjálvsáliti og stórari
innliving stóð hann á palli,
sum um hann ikki hevði
gjørt annað. Tað sást, at
hann treivst í pallljósinum
og nógva roykinum. Millum
sangirnar greiddi hann frá,
hvat teir vóru um á ein oft
ani skemtingarsaman hátt,
og hetta kom hann eisini
væl frá.
Tónleikurin minti eitt
skifti um Boys In A Band,
men oftari leitaðu tankarnir
til karismatiska Nick Cave.
Eins og Cave, syngur Mart
in við einari djúpari og ofta
eitt sindur ótamdari rødd.
Mitt í einum sangi fór
gøtumaðurin av pallinum
og tók ein dans við systir
síni. Eitt annarleiðis og
frískt íkast.
Í einum øðrum sangi fekk
hann hjálp frá Annbritt Poul
sen, sum sang sera væl og
gav eitt klárt og vakurt
mótspæl til djúpu og villu
røddina hjá Martini.
Spennandi
verður
at
fylgja unga manninum í
framtíðini. Og hevur ein í
huga, at hetta er fyrsta fram
førslan hjá Martini og bólki
num, so var tað ein ómeta
liga góð byrjan, og ein kann
bara vænta, at framtíðin er
ljós hjá teimum.
Ov nógvir málarar
oyðileggja
málningin, segði
ein. Men hóast
Kristina Bærendsen
hevði stóran bólk
aftrat sær, var talan
um eina frálíka
framførslu, har øll
kendu sín leiklut
Ummæli
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Eitt tað besta við at um
mæla, er at lurta eftir ein
um bólki ella einstaklingi,
sum tú ikki hevur stórvegis
vónir til og síðani verða
tikin á bóli.
Fríggjakvøldið var tað
Martin í Grund, sum var
stóra yvirraskilsi, og leyg
ardagin var tað Kristina
Bærendsen.
At hjálpa sær á palli
hevði Kristina ein stóran
bólk. Tríggir strúkarar,
tríggir kórsangarar, bass,
gittar og trummur. Hetta
sá eitt sindur stórt út og tí
ivaðist man í, um hetta fór
at hanga saman. Tíverri er
tað ofta so, at jú fleiri fólk
eru á palli, tess fleiri trupul
leikar eru, og ljóðið líður í
síðsta enda.
Men hesin fordómurin
var skjótt dripin og jarð
aður, tí framførslan var
heilt einastandandi góð.
Alt
riggaði
sum
tað
skuldi.
Groovaðu
ólógliga væl
Brandur Jacobsen, trumm
ur, og Eyðun Johannesen,
bass, løgdu ein fastan og
væl sitandi botn. Serliga í
lagnum ‘Tú hevur virði
stórt’ groovaðu teir ólóg
liga væl.
Rúni Eysturlíð kryddaði
við smakfullan gittarspæli,
og strúkararnir komu við
sínum pena ískoyti inní
millum.
Kórsangararnir
bakkaðu Kristinu væl upp
og góvu henni fríar teymar
til at improvisera.
Sum heild slættaði bólk
urin Kristinu gøtur og gav
henni góðar karmar. Øll
kendu sítt tilfar, sín leiklut
og komu við sínum listar
liga ískoyti. Ein fullførd
og samstundis ikki ov full
ljóðmynd.
Gávurík genta
Fyrsta lagið bygdi seg
spakuliga upp. Við bongo
trummu, tjanti og strúkar
um var tað okkurt etniskt
yvir tí. Ein spennandi og
forkunnug byrjan.
Restin av framførsluni
var meiri stílrein. Mest
poppur, men eisini eitt
bluegrass lag sníkti seg
inn. Fjølbroytt, men ikki
vilst.
Kristina hevur ein sera
stóra og vakra rødd. Og
hevur ein í huga hennara
unga aldur, so kundu tú
ikki annað enn lata teg
bergtaka.
Hon syngur púra reint
og ger nakrar vælsitandi
krúllur innímillum, sum
vísa, at her talan um eina
fantastiska
songkvinnu
við eini lovandi framtíð.
At hon samstundis eisini
sá knasandi gott út, gjørdi
tað ikki verri.
Avgjørt eitt av hæddar
punktunum á festivali
num.
Ein grundleggjandi
annarleiðis Martin
Tann eitt sindur
einsljóðandi, kristni
tónleikapallurin í
Føroyum hevur funnið
eitt frískt íkast í
Martini í Grund
Mynd: Álvur Haraldsen
Dansiband
samkomu
Vøkur rødd í
vakrari ljóðmynd
Kristina syngur eins væl og hon er vøkur
Mynd: Álvur Haraldsen