Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 164 - 27. august 2007 tíðindi Amerikansku Pillar stóðu fyri einum orkufullum enda á Fjarðafestivalinum. Í oysregninum megn­ aðu teir at spæla upp um umstøðurnar Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað krevur sín mann at standa fremst á pallinum og av øllum hjartanum syngja. rappa og brøla í útvið hálvan annan tíma, meðan kaldi føroyski vindurin blæsur oysregnið beint inn í andlitið á tær. Uppaftur meira krevur tað, tá tú til dagligt býr í nógva hitanum í Kalifornia, og bert 48 tím­ ar frammanundan ert farin úr 36 hitastigum. Sangarin í Pillar viðgekk eisini, at hann var sera kaldur, har hann stóð at kroppi. Men hetta hoyrdist ikki á fram­ førsluni. Heldur ikki hoyrdist tað, at teir høvdu jet­lag av longu ferðini úr Kalifornia til Føroyar, umvegis Berg­ en. Pillar er NU­metal, í stíl við bólkar sum Linkin Park og Limp Bizkit. Gjøg­ numført og væl spælt. Fullkomiliga rock’n’roll Í samrøðu við Portalin fríggjakvøldið segði trummuleikarin í Pillar Lester, at teir fóru at geva áhoyrarunum rock’n’roll, og tað var júst hetta vit fingu, framførslan var full­ komiliga rock’n’roll. Teir buldraðu og brakaðu og fingu nokkso gott lív í áhoyrarafjøldina, sum hesa løtuna var rættiliga stór. Ikki minst orsaka av frálíka trummuspælinum hjá Lest­ er, ið spældi við stórum yvirskoti. Hóast tað oysti niður megnaði Pillar at halda áhoyrarunum á festi­ valplássinum. Tað kemst tó ikki uttanum, at regnið ávirkaði lagið millum fólk nakað, og framførslan kundi verið uppaftur betur, um verðrið var til vildar. Lat tað vera sagt, at Pillar á ongan hátt er ein nýskapandi bólkur, einki sum teir gjørdu, kundi ikki eins væl verið gjørt av ein­ um øðrum av rúgvuni av amerikanskum NU­metal bólkum, men á okkara leið­ um var hetta ein forkunnug uppliving. Pillar vóru sann­ førandi, ikki minst tí rávøran var góð, løgini vóru góð NU­metal løg, fleiri vóru sera fangandi og syngi­við­góðskan í niður­ løgunum var høg. Orkufullur endi NU­metal er orka og Pillar er nógv orka, sum endi á einum festivali, hevur orkan nógv at siga og á hesum veðurbarda festivali, var gott at uppliva orku, ið ikki var natúrorka. Stutt sagt, var framførslan hjá Pillar ein góður endi á Fjarðafesti­ valinum 2007. Candela gjørdu skjótt av Ímillum konsertirnar á útipallinum leygardagin, kundu festivalgestirnir fara innar at síggja ein leik við dramabólkinum Candela úr Klaksvík Umrøða Oddur á Lakjuni planet@sosialurin.fo Ungu fólkini úr Klaksvík høvdu eittans drama á skránni. Afturvið dramatiskum tónleiki framførdu tey eitt drama um menniskju, sum vóru í neyð. So við og við vórðu nøkur bjargað. Onkur teirra kom so at hjálpa til við bjargingini, meðan onnur fóru at gera okkurt annað; at taka myndir av teimum neyðstøddu, telja hvussu nógv tey vóru, og at koma við dømandi prædikum. Inntil alt knappliga endaði. Aftaná leikin greiddi ein av leikarunum frá drama­ num; hvussu týdningarmikið tað er at verða frelstur, og eisini at tey kristnu eiga at verða við at boða evan­ geliið, so onnur kunnu verða bjargað. Tað vardi bara eina lítla løtu, og alt var liðugt, meðan fólk enn vóru á veg inn at hyggja. Man sat eftir við kensluni av, at tað var yvirstaðið alt ov skjótt. Fólk vórðu sitandi eina løtu, at vissa seg um, um hatta veruliga var alt. Men tað var einfalt og boðskapurin greiður, hóast tað bara vardi nakrar minuttir. Orkufullur endi Tað oysti niður, og ættin lá beint inn á pallin, meðan Pillar í hálvan annan tíma rokkaðu Fjarðafestivalin at enda. Mynd: Álvur Haraldsen