Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 164 - 27. august 2007 ] Fingu glið á spælið Við steypasigrinum fyri nærum tveimum vikum síðani munnu tey flestu vera samd um, at árið hjá EB/Streymi er mest sum bjargað. Men hóast hetta, so fegnaðust teir á felagslið­ num um stigini, sum vórðu vunnin í Gøtu sunnudagin. ­ Tað, sum vit kanska eru fegnastir um, er, at vit veruliga fingu glið á spælið seinna partin av dystinum. Fyri tað mesta hevur spælið hjá okkum als ikki koyrt nóg væl í ár, men hetta líka sum prógvaði, at vit enn duga, heldur Egil á Bø. Og hann slær fast, at enn hevur EB/Streymur nógv at spæla fyri. Eisini hóast europiska luttøkan longu er tryggjað. ­ Nú vilja vit hava ein góðan endaspurt. Líka­ mikið, hvussu langt tað røkkur, so vil tað vera eitt sera gott punktum fyri árið, um vit gera eitt gott hál seinastu dystir­ nar. Saman við HB, so er tað fyrst og fremst brons­ an, sum EB/Streymur hevur at spæla fyri. Men hóast hóast teir als ikki vilja tosa um heiðurs­ merki av nøkrum slag, so vóna teir i EB/Streymi sjálvsagt tað besta. ­ Tað mugu vit bara síggja. Vit taka ein dyst í senn, og hóast munurin er átta stig, so kann nógv henda. Eg trúgvi nú ikki, at bæði B36 og NSÍ fara at snáva so øgiliga nógv. Men rennur annað av teimum seg í nøkur vána­ lig úrslit, so er kanska møguleiki at toga seg enn longur upp. Men tað er so ikki upp til okkum. Vit kunnu bara gera okk­ ara, og her ræður fyrst og fremst um at gera eitt gott arbeiði seinastu dyst­ irnar av kappingarárinum, heldur Egil. -mørk AaB vann uttan føroyingar Hvørgin av føroysku sáttmálaspælarunum hjá AaB spældu við, tá ið felagið var í Esbjerg og royndi seg um vikuskiftið. Leingi sá tað út til, at heimaliðið skuldi fara við øllum, men seinastu minuttirnar av dystinum vendi AaB alt á høvdið. Fyrst gjørdi Esbjerg sjálvmál, og síðan kundi Rade Prica tríggjar minuttir fyri leiklok tryggja AaB øll stigini. Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen vóru ikki við í hópinum til dystin. Chelsea eftir Ronaldinho Søgurnar um kendar fótbóltsspælarar eru nógvar, og nú vil spanska blaðið AS verða við, at enska felagið Chelsea er til reiðar at gjalda út ímóti eina hálva millard fyri brasilska stórspælaran Ronaldinho, ið spælir fyri spanska felagið FC Barcelona. Sagt verður, at Barcelona umhugsar at selja Ronaldinho fyri eina slíka upphædd, tí so kann felagið fáa pengar til at keypa Daniel Alves úr Sevilla. Eftir tættan 1. hálv­­ leik v­ístu steypa­ v­innararnir eftir steðgin, at teir eisini í landskappingini ætla sær heiðurskrónur Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Munurin á teimum, sum kappast um heiðursmerkir og fyri stuttum hava vunnið steypakappingina, og á teimum, sum tað fyri fleiri umførum síðani er steðgað upp hjá, varð eyðsýndur seinna partin av 2. hálvleiki í Sarpugerði í gjár. Gøtumenn megnaðu leingi at fylgja væl við EB/ Streymi. Men sum 2. hálv­ leikur leið, kom tað alt meiri til sjóndar, hví EB/ Streymur er topplið, og hví GÍ stútt og støðugt dettur alt longri niður á støðutalv­ uni. Lyklaspælararnir hjá steypavinnarunum vóru pro­ filarnir, sum tað kann rokn­ ast við, nýggju ungversku spælararnir skapa størri breidd í hópinum, og tað ber við sær, at teir, sum higartil hava átt fast pláss, men sum nú mugu taka til takkar við innskiftingar­ møguleika, eru sera svangir og gera stóran mun, tá ið teir verða settir inn. GÍ hevur fingið tríggjar nýggjar spælarar í summar­ steðginum, men higartil hevur tað ikki givið stig á kontina, at Christian Lund­ berg, Magnus Skoralíð og Hendrik Rubeksen, sum allir vóru ímillum teir fyrstu ellivu í gjár, eru komnir at hjálpa til. Inntil miðskeiðis í 2. hálv­ leiki helt heimaliðið tørn um 1­1, ið var støðan eftir 1. hálvleik. GÍ hevði tíðliga í 2. hálvleiki bóltin í máli­ num eftir horna, men dóm­ arin kolldømdi, tí hann metti fríspark at vera framt ímóti málverjanum. Gøtu­ menn fegnaðust og vóru síðani í øðini, tí teir vildu vera við, at dómarin hevði peikað á miðjuna. Tað segði hann seg ikki hava, og undir øllum umstøðum ber tað honum til at broyta dómin, inntil spælið er tikið upp­ aftur. So tiltuskaði Sorin Ang­ hel sær brotsspark, tá ið hann í vinstru varð togaður niður, og Sorin Anghel umsetti sjálvur til mál, og eftir leiðslumálið var ferðsl­ an stór ímóti GÍ málinum. Innskifti Arnbjørn Han­ sen tryggjaði EB/Streymi sigurin, tá ið hann mið­ skeiðis í 2. hálvleiki eftir innlegg úr høgru skoraði til 3­1, og í yvirtíðini var Hans Pauli Samuelsen á blettinum eftir stikkbólt og syrgdi fyri eyka fagnaði millum teir myrkt stríputu á og kring vøllin. Tá vóru bara tíggju gulir á vøllinum, tí miðverj­ in Atli Gregersen eftir tvey gul kort var sendur undir brúsuna. Tá vóru heimamenninir vornir moyrir. Lítil luft og væl upplagdir mótstøðu­ menn bar við sær, at nógv varð oyst omanyvir dómar­ an, og harvið sektaði GÍ seg eyka undan síðstu og torføru umførunum. Í 1. hálvleiki leikaði javnt á. Gøtumenn vóru væl upp­ lagdir. Sámal Joensen var komin afturíaftur eftir skaðasteðg, og tað sást væl, hvussu stóran týdning lið­ formaðurin hevur sum inn­ pískari, bóltvinnari og spæl­ stýrari. Tað kom avgjørt ikki óvart á, tá ið heimaliðið smáar tíggju minuttir undan steðginum setti hol á. Málið átti EB/Streyma málverjin sín stóra lut í. Christian Lundberg sendi fríspark úr stórari fjarstøðu í vinstru ímóti málinum. Eingin vandi tóktist at vera, tá ið bólturin spakuliga sigldi inn ímóti René Tór­ garð, men málverjin var óheppin og misti bóltin í málið. Stórur fagnaður framman fyri felagshúsið og millum teir gula og bláu á vøllinum. Men bara í fýra minuttir. Gøtumenn høvdu ikki meiri enn fingið armarnar niður um aftur høvdið, tá ið tað aftur var javnt. Sorin Ang­ hel, sum í síðstu viku skriv­ aði undir uppá, at hann eis­ ini næsta ár skal hjálpa EB/ Streymi at skjóta mál, skor­ aði eftir skot úr høgru og hálvbjarging. GÍ-EB/Streymur 1-4 (1-1): Sundalagið er komið aftur á beint EB/S GÍ EB/Streymur heldur enn kósina í stríðnum móti HB um bronsumerkini Mynd: Sofus Debes Johannesen