mánadagur 27. august 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 164 - 27. august 2007 ]
Atli misti á stokkinum
Danska felagið Frem spældi í gjár ímóti Silkeborg í
næstbestu deildini. Silkeborg flutti niður í Superliguni í
summar, og teir vunnu eisini dystin í Valby í gjár. Frem
var aftanfyri bæði 0-1 og 1-2, men báðu ferð megnaðu
teir at javna. Fimm minuttir fyri tíð gjørdi Silkeborg tó
eitt mál afturat, og so vunnu teir 3-2. Atli Danielsen
spældi á miðvøllinum hjá Frem, men hann varð skiftur út
eitt korter fyri tíð, tá ið støðan var 2-2.
Gongur strúkandi hjá Vejle
Vejle hevur fingið góða byrjan í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini. Í summar flutti Vejle úr Superliguni og niður
í næstbestu deildina, men jútska felagið hevur sett beina kós
ímóti superliguni aftur. Sunnudagin spældi Vejle fjórða dystin
í 1. deild, og fyri fjórðu ferð vunnu teir – hesaferð 5-3 ímóti
Hvidovre. Ein av spælarunum hjá Vejle er fyrrverandi NSÍ-
spælarin Ulrik Balling, men hann spældi ikki við um
vikuskiftið.
Ofta hava vónirnar í Runa-
vík verið stórar, men fram
til í ár hava hesar tó ikki
hildið allan vegin. Tí hóast
NSÍ støðugt hevur verið
millum fremstu liðini í
skjótt nógv ár, so hevur
FM-gullið enn ikki vunnið
veg fram til vespurnar.
Tað eru tó ábendingar
um, at 2007 kann gerast
árið, har NSÍ loksins fær
gullið. Ikki minst hevur lið-
ið sýnt evni at vinna dystir-
nar, sum at kalla javnviga á
vágskálini, og í so máta var
talan um enn ein av slagnum
á Sandi sunnudagin.
- Hetta gjørdist júst so
trupult, sum vit óttaðust.
Vit upplivdu longu í fyrsta
dystinum í ár, hvussu sterkt
B71 er, men at talan mest
sum gjørdist um kopi av tí
dystinum, vardi okkum sjál-
vandi ikki, sigur Óli Han-
sen.
Spurdur, hvør orsøkin er,
til at NSÍ brádliga er farið
at toga marginalarnar í sín
part, heldur Óli, at orsøkin
fyrst og fremst er venjingar-
støðan.
- Eg haldi, at vit í ár eru
betri fyri. Tað hevur heilt
víst
verið
ein
fremstu
orsøkunum til, at vit einar
3-4 ferðir hava megnað at
koppa dystum til okkara
fyrimun móti endanum. Og
tá so er, so fært tú sjálvandi
eisini trúnna uppá, at tað
kann eydnast.
At tosa um onnur úrslit,
plagar ikki at vera góður fót-
bólts-siður. Men tað skerst
ikki burtur, at Óli Hansen
heldur úrslitið í Gundadali
kom væl við.
- Tað var í øllum førum
rættiliga óvæntað, og tað
leggur upp til eitt ordiligt
brak komandi vikuskiftið.
Tað er ein dystur, sum vit
gleða okkum til, men tað
verður so avgjørt ikki nøkur
løtt uppgáva, tí B36 hevur
eitt serstakliga sterkt lið.
Og eru fólk á Runavíkar-
leiðini spakuliga farin at
tosa um FM-møguleikan?
- Nei. Í øllum førum haldi
eg, at tær vónirnar sum so
eru rættiliga dempaðar mót-
vegis okkum spælarum. Eg
veit ikki, um áskoðararnir
eru vónbrotnir ov ofta, men
vit kenna tað so ikki, sum
liggur nakað trýst á okkum
í so máta. Vit taka ein dyst í
senn, og so mugu vit síggja,
hvussu langt tað fer at røk-
ka, sigur Óli.
-mørk
Fysikkurin er fremsta orsøkin
Christian Høgni
Jacobsen syrgdi við
fínum máli fyri tí,
sum hann í summar
varð fingin aftur til
barndómsfelagið at
gera
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var sera gott lag í NSÍ
leguni, tá ið 23. maðurin á
vøllinum fyri síðstu ferð
hevði blást í Traðardali sun-
nudagin. Eftir nógv stríð
hevði NSÍ við 3-1 sigri
tryggjað sær gott útgangs-
støði undan toppbrakinum
um eina viku, tá ið B36 fer
at vitja við Løkin.
Ikki minst hevði tað stór-
an týdning, at oddaliðið
megnaði at reisa seg eftir
óvæntaðu heimatapið ímóti
Skála næstsíðsta umfar. Joh-
an Nielsen plagar at spæla
við sama liðnum mest sum
hvørja ferð. Hesa ferð hevði
hann umskipað verjuna eitt
sindur, og tað eydnaðist.
At NSÍ fór av Sandi við
øllum stigunum ber mót og
dirvi við sær, og harvið eru
fyritreytirnar undan odda-
brakinum og stríðnum um
FM heitið so góðar, sum
tær kunnu vera.
Tað stóð nógv á, men tað
eydnaðist hjá NSÍ, og síðstu
løtuna sást, hvør munurin
er á oddaliði, sum hevur stó-
ra breidd, og á uppflytaraliði,
sum stríðist fyri at spæla
ungar menn inn á liðið, og
sum er rættuliga sárbært
yvirfyri leikbannum.
Tá ið mest stóð á, spenti
NSÍ álopsbogan, og hann
helt. Í summarsteðginum
varð Christian Høgni Jacob-
sen fingin inn aftur til Runa-
víkar eftir HB útferð fyrra-
partin av kappingarárinum.
Setningurin hjá Christian
Høgna er at skjóta málini,
sum skulu til fyri at vinna
stigini, ið eru neyðug, um
fyrsta FM heitið nakrantíð
skal vinnast til Runavíkar.
Tá ið tað bara restaði ein
lítil løta, gjørdi landsliðs-
maðurin tað, sum tað verður
roknað við, at hann skal
gera, og sum hann í fleiri ár
í NSÍ hevur víst, at hann er
bestur til. Eftir langa fram-
legging tamdi Christian
Høgni bóltin, áðrenn hann
snaraði um seg sjálvan,
kom sær í góða støðu og
smekkaði bóltin upp undir
nettakið aftanfyri Símun
Rógva Hansen, sum er við
at mennast til sannan álitis-
skansa millum B71 stólpar-
nar.
Málið hjá Christian Høg-
na var avgerandi. NSÍ hevði
góða løtu trýst fyri at fáa
sigursmálið, men marginal-
irnir høvdu ikki verið á teir-
ra síðu, tá ið eitt nú innskifti
Øssur Dalbúð úr góðari
støðu sendi dygst skeivu
megin stólpan.
Í slíkum støðum er tað, at
tann, sum ætlar sær at vinna
FM, skal vísa format, og
tað gjørdi NSÍ. Sandoyingar
vóru vónbrotnir og royndu í
yvirtíðini at flyta nógv fólk
fram á vøllin í vónini um,
at tað skuldi eydnast at jav-
na. Í staðin var tað ein annar
av teimum, sum er fingin
til Runavíkar fyri at vera
við til at vinna fyrsta FM
heitið til NSÍ, sum gjørdi
um seg. Hjalgrím Elttør
skoraði til 3-1. Hann skræd-
di seg leysan av verjuni og
var heppin, tá ið hann royn-
di sjálvur ímóti málinum.
Tveir viðspælarar vóru púra
blankir og bíðaðu eftir bólt-
inum!
NSÍ legði seg á odda, tá
ið tíggju minuttir vóru eftir
at 1. hálvleiki. Málskjútti í
tí førinum var Jónhard Fred-
eriksberg. Eisini hann er
komin til Runavíkar fyri at
vera við til at gera NSÍ til
meistara. Higartil hevur
úrtøkan hjá skálamanninum
ikki verið stór, um roknað
verður í málum, og um sam-
mett verður við tað, sum
hann áður hevur avrikað á
Skála. Men hesa ferð var
Jónhard á rætta staðnum í
røttu løtuni, og so beindi
hann úr stuttari fjarstøðu
bóltin í málið.
Sutt eftir steðgin kom
rættuligt lív i aftur, tá ið
B71 javnaði. Talan var um
rimmar mál frá einum av
ungu monnunum, sum sand-
oyingar royna at seta við.
Eftir horna og út frá smekk-
aði Gudmund Nielsen í bes-
ta Drogba stíli til, og bóltur-
in sigldi yvir mannamúgvuni
í NSÍ brotsteiginum og yvir
høvdinum á Jens Martini
Knudsen, sum mundi síggja
bóltin ov seint.
So var tað, at Christian
Høgni vísti, at hann fram-
vegis er førur fyri at taka
søkina í egnar hendur, og
fyri aðru ferð í ár tryggjaði
NSÍ sær sigurin á Sandi í
evstu løtu.
Hagtølini siga, at ein stór-
ur partur av fótbóltsdystun-
um verða avgjørdir síðstu
fimm minuttirnar. Tá eru
tað ofta, at tað koppar teim-
um til fyrimunar, sum hava
breidd og tyngd, og soleiðis
B71-NSÍ 1-3 (0-1):
NSÍ og yvirtíðin eru í parti á Sandi
Fagnaðurin var ovurstórur hjá NSÍ, tá teir enn einaferð vissaðu sær sigurin í yvirtíðini á Sandi
savnsmynd
NSÍ
B71