mánadagur 27. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 164 - 27. august 2007 ]
Skerdir til
oddabrakið
Komandi Formula-umfarið
líkist í mangar mátar sann-
leikans tíma. B36 og NSÍ
eru í løtuni ájøvn í oddinum
við 44 stigum hvør, og júst
tey bresta saman við Løkin
í Runavík komandi sunnu-
dag.
Men tað er ikki heilt
frítt, at teir í B36 nú hugsa
um, hvussu liðið skal set-
ast saman til tann dystin.
Umframt leikbannið, sum
Jákup Mikkelsen fær fyri
sítt reyða kort, hevur B36
eisini tvey onnur leikbann
til trupla útidystin. Bæði
Mikkjal Thomassen og
Alex José dos Santos vóru
á markinum undan dystin-
um móti KÍ sunnudagin,
og við hvør sínum gula
korti standa teir báðir nú
eisini á listanum yvir spæl-
arar, sum ikki kunnu taka
lut í komandi dystinum.
-mørk
35 tímar
uttan brots
spark
2.115 minuttir ella 35 tím-
ar og eitt korter. Somikið
leingi skuldi KÍ bíða,
áðrenn teir aftur fingu eitt
brotsspark í sín lut.
Seinast KÍ fekk brots-
spark í landskappingar-
dysti, var nevnliga tann 24.
september í fjør, tá teir í 24.
umfarinum av Formula-
deildini vunnu 2-1 á NSÍ.
Ta ferðina setti Atli Dani-
elsen bóltin í meskarnar
handan Jens Martin Knud-
sen, men somu eydnuna
hevði Heðin á Lakjuni so
ikki, tá hann royndi seg
móti Jóan Paula Jacobsen í
B36-málinum í yvirtíðina
av dystinum sunnudagin.
Hagtølini í so máta eru tó
bara galdandi fyri lands-
kappingina. Í steypakapp-
ingini fekk KÍ nevnliga
brotsspark móti júst B36, tá
teir tann 14. oktober spældu
finaluna
um
løgmans-
steypið móti B36. Eisini ta
ferðina skoraði Atli Daniel-
sen. Og so var talan sjálv-
andi eisini um nógv brots-
spørk, tá KÍ fyrr í ár tapti
fyri Skála eftir brotssparks-
kapping í kappingini um
Løgmanssteypið.
-mørk
Ein kontroversiell
útvísing av Jákupi
Mikkelsen festi
eld í Gundadal
sunnudagin. Men
við 10 monnum
sýndi B36 mest sum
ræðandi kropsliga
styrki, hóast KÍ
við misnýttum
brotssparki var næst
sigrinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er neyvan nakar ivi um,
hvat kjakið snýr seg um, tá
tosað verður um dystin í
Gundadali
sunnudagin.
Reyða kortið, sum Jákup
Mikkelsen fekk eftir 43
minuttum festi eld í sinnið
bæði á og uttan fyri vøllin.
Í fyrstu atløgu fekk Jákup
Mikkelsen kort, tí hann
kom rennandi út at siga
dómaranum sína hugsan
um tacklingina, sum Símun
Joensen hevði givið Herbert
í Lon Jacobsen. Jákup hevði
tó ikki fingið orðið upp,
fyrr enn fyrra gula kortið
varð slongt eftir honum, og
tá hann so segði sína hugsan
um hetta, rak Petur Reinert
málverjan av vøllinum.
Dómarar hava ta reglu, at
teir bíða 48 tímar, áðrenn
teir úttala seg um dømingina
í einstøku dystunum, og tí
fekst Petur Reinert ikki at
gera viðmerkingar.
- Jákup veit væl, hví hann
fekk reyða kortið. Annars
havi eg ongar viðmerkingar
fyrr enn mikudagin, var tað
einasta, sum hann vildi siga
um hendingina. Men heilt
so sparin við orðunum var
B36-venjarin, Kurt Mørk-
øre, ikki.
- Sum eg havi sagt. Tá
dómarin hevur bestemmað
áðrenn, hvør skal vinna
dystin, so er tað forbannað
ringt hjá B36 at gera nakað,
segði
hann
við
kyk-
myndirnar hjá portalinum
eftir dystin.
Og fyri eygnavitnini tókt-
ist talan í øllum førum vera
um eina sera bráðsinta
avgerð frá dómaranum. Eina
avgerð, sum hann uttan iva
hevur sínar orsøkir at halda
fast í. Men sum samstundis
gjørdi uppgávu hansara sein-
astu 47 minuttirnar óneyð-
uga trupla. Og í øllum førum
ein avgerð, sum í ævir kann
diskuterast sum vigan mill-
um paragraff-ryttarí og pli
fyri spælinum.
Skil á KÍ
Gjørdist upggávan truplari
fyri dómaran, so gjørdist
hon tað eisini fyri B36.
Fyrri hálvleikur hevði í aðr-
ar mátar gingið mest sum
eftir vild hjá oddaliðnum.
Við vanligu uppskriftini,
har tol, trygt verjuspæl, hart
arbeiði og kvikleikin hjá
Sylla teljast millum týdn-
ingarmestu komponentar-
nar, tóktust teir enn einaferð
stevna móti trimum stigum.
Klaksvíkingar vóru vanda-
miklir við deyðbóltum, men
meira enn tað sama gjørdist
tað ikki til, og tá Mikkjal
Thomassen kanóneraði tvør-
bólt frá Sylla í meskarnar
úr 16 metrum, vendi alt
rætta vegin.
Sammett við KÍ-liðið,
sum fyrsta partin av kapp-
ingini var í svárari kreppu,
so er skipanin á bláa liðnum
í dag nakað nógv betri. Og
tað gav eisini liðnum møgu-
leikan at gagnnýta støðuna,
nú teir vóru í yvirtali. Ikki
minst tí innskiftingin av
Denni Conteh, sum tó
noyddist út eftir bert fimm
minuttum, broytti uppstill-
ingina til nakað, sum líktist
4-2-4.
Við B36 í verjustøðu
gjørdist talan frá fyrsta
bríksli av seinna hálvleiki
um trýst frá KÍ, og eftir 20
minuttum hevði hetta eisini
kastað tvey mál av sær. B36
hevði annars hildið KÍ frá
fatinum, men tá Ovi Nysted
fyrst javnaði úr spískum og
stuttari fjarstøðu, tótkist
skipanin á liðnum eina løtu
fara. Og tað gjørdi Clapson
sær dælt av, tá hann fekk tí
at snara sær, áðrenn hann
við góðum skoti langaði
bóltin í meskarnar.
Ræðandi kropsstyrki
At B36 kortini megnaði at
stríða seg til eitt stig, hevur
fyrst og fremst tvær orsøkir.
Onnur var, at Kurt Mørkøre,
sum annars eisini varð rip-
aður út um girðingina í
heitu løtuni fyri steðgin,
spenti álopsbogan nógv. Í
leitanini eftir sigrinum varð
kompakta 4-5-1 uppstilling-
in broytt til 3-3-3!, og hetta
sendi undirhaldsvirðið í
dystinum væl uppeftir baro-
metrinum.
Og hartil sýndi B36 eina
mest sum ræðandi kropsliga
styrki.
Sum
minuttirnir
gingu, var tað fyrst og
fremst KÍ, sum sýndi troytt-
leikatekin.
Ikki
minst
framdi Klæmint Matras eitt
mest sum ófatuligt arbeiðs-
avrik á miðvøllinum. Og
saman við drúgvu Fróða
Benjaminsen og Inga Høj-
sted. Støðugt avbjóðandi
Johan V. Gunnarsson og
Santos og so sjálvandi hótt-
anin frá Sylla kom B36 alt
nærri útjavningini.
Tá hendan kom, var talan
tó um eitt brotsspark av tí
heldur óneyðuga slagnum.
Heldur enn at fremja frí-
spark – og ivaleyst fáa sær
gult kort – uttan fyri brots-
teigin, royndi Kaj Ennigarð
at tackla Sylla, tá hesin
hevði runnið gøtumannin
hjá KÍ av, og tað kostaði.
Brotssparkið sendi Fróði
Benjaminsen í netið, og so
setti B36 øll segl til í roynd-
ini eftir øllum stigunum.
Tað var eisini um reppið,
at hetta gav úrslit, men
Kenneth Jacobsen var ikki
nóg kaldur, tá Sylla hevði
gjørt forarbeiði og stóð til
reiðar at fáa bóltin aftur. Og
ístaðin kundi KÍ so iðra seg
mest. Í seinasta kontra-álop-
inum skreiddi Herberg í
Lon í fullari ferð beinini
undan Kristoffur Jacobsen,
og so var tað upp til Heðin
á Lakjuni at skjóta øll stig-
ini norðureftir. Jóan Pauli
Jacobsen hevði tó lúrt KÍ-
liðskiparan av, og so var tað
ístaðin hann, sum fekk fagn-
aðarrópini frá áskoðarunum
eftir dystin.
Hans var á beinkinum
Hans Jørgensen var ein av ungu føroysku spælarunum,
sum í summar fór til FCAmager at spæla. Um vikuskiftið
var hann eykamálmaður hjá FC Amager í dysti í donsku
2. deild. Tað var um reppið, at boð vóru eftir Hans, tí
málmaðurin hjá Amager fekk ein dyggan snudd undir
dystinum, men hann helt tó fram at spæla. FC Amager
misti síni fyrstu stig í hesum dysti, sum endaði við
javnleiki, men liðið liggur framvegis fremst í deildini.
Claus og teir taptu
Sløk 25.000 fólk hugdu, tá ið Blackpool spældi á útivølli
ímóti Wolverhampton í næstbestu ensku fótbóltsdeildini
leygardagin. Blackpool stóð seg væl í trupla útidystinum,
men mátti lúta 2-1. Fyrrverandi føroyski landsliðs-
spælarin Claus Bech Jørgensen var á beinkinum, men
hann varð sendur á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki. Hetta
var fyrstu ferð í 13 dystir, at Blackpool tapti.
B36-KÍ 2-2 (1-0):
Reyða kortið
stjól myndina
Landsliðsmálverjin trúði valla sínum egn
KÍ
B36