mánadagur 27. august 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 164 - 27. august 2007 ]
Símun skoraði
Keflavík, sum spælir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini,
hevði í gjárkvøldið vitjan av Váli, og tað gekk einki
serligt hjá heimaliðnum, har vágbingurin Símun
Samuelsen er ein av spælarunum. Válur dró longra stráið
og vann dystin. Válur var á odda 3-0, áðrenn júst Símun
Samuelsen minkaði um munin til 3-1, ið gjørdist úrslitið
av dystinum.
Brøndby stríðst
uttan eydnu
Danska superligaliðið Brøndby hevur stórar trupulleikar
við at vinna dystir á útivølli. Sunnudagin fingu teir ein
nýggjan kjans í dysti ímóti Horsens. Heimaliðið legði
bragdliga fyri og kom fram um 2-0. Teir á Brøndby-liðn-
um góvu ikki upp, og teir megnaðu at vinna seg innaftur
á Horsens. Seinasta partin av dystinum fall alt til jarðar, tí
Horsens gjørdi tvey mál afturat og vann sostatt 4-2.
Brøndby liggur sum nummar 9 av 12 liðum í superliguni.
Tvey mál
frá Johan
Ellingsgaard
vissaðu AB
trý kærkomin
stig í Vági.
Enn hevur AB
vónina, men tað
tykist alt minni
sannlík, at teir
ikki skulu spæla
fyrstudeildarfótbólt
komandi kappingarár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Her á síðunum tóptu vit
dystin fyri eitt ervi, og
fyri taparan mundi hetta í
øllum førum kennast sum
ein veruleiki sunnudagin.
Gaman í hevur VB/Sumba
enn matematiska møgu-
leikan at hanga fast í For-
mula-deildini, men við
sjey dystum eftir og 11
stigum upp til B71 tykist
tann uppgávan meira enn
møtumikil.
Tað ger hon sum so eis-
ini hjá AB, sum hóast sigur-
in enn hevur átta stig, sum
skulu vinnast aftur í somu
sjey dystum. Men hóast alt
hanga teir enn fastir í
vónini um, at tað skal
eydnast at lívbjarga sær.
Tvey misnýtt
brotsspørk
Á vøllinum tóktust báðir
partar tó hava alt at spæla
fyri. Frá fyrsta bríksli varð
nógv lagt fyri, og tað gekk
heldur ikki long tíð, áðr-
enn vertirnir høvdu lagt
seg á odda. Dan Djurhuus
fekk møguleikan úr ellivu
metrum, og hann sveik
ikki álitið.
Sama møguleika fekk
Allan Mørkøre stutt fyri
hálvleik. Men eydnan var
ikki við veteraninum hjá
AB, og so vóru vertirnir á
odda í steðginum.
Eftir steðgin snaraði
dysturin tó heilt. Johan
Ellingsgaard var atvold til
mikið kjak, tá hann sendi
bóltin í netið til 1-1. Linju-
verjin hevði flaggið á
lofti, tí hann helt talan
vera um rangstøðu. Men
tað helt dómarin tó ikki,
og so kundu vágbingar
mótmæla tað, sum teir
vildu.
VB/Sumba fekk tó enn
eina ferð møguleikan frá
brotssparksblettinum,
men tá Dan Djurhuus
skuldi royna seg seinnu
ferðina, stóð Magnus E.
Poulsen í AB-málinum
fyri. Tað gav argjamonnum
møguleikan at taka alt
norður, og enn eina ferð
varð Johan Ellingsgaard
rætti maðurin á rætta
staðnum, tá hann við 2-1
málinum sendi VB/Sumba
í kolkjallaran.
Hava møguleikan
Umboð fyri bæði liðini
søgdu í Útvarpinum, at so
leingi, sum vónin er til
staðar, verður spælt fyri at
halda fast um sessin í For-
mula-deildini.
Her hevur AB enn vón-
ina, og hóast tað eisini her
er trupult, so er talan ikki
um heilt so vónleysa
støðu. Her verða teir báðir
komandi dystirnir tó sera
avgerandi. Tá hevur AB
heimavøll móti ávíkavist
GÍ og KÍ, og megnar liðið
at fáa seks stig úr teimum
VB/Sumba-AB 1-2 (1-0):
AB heldur
um vónina
AB
VB/S
Valdi rætt
Stóra hetjan hjá B36 eftir dystin móti KÍ var bert 18 ára
gamli Jóan Pauli Jacobsen, sum við brotssparksbjargingini
í yvirtíðini helt B36 á oddasessinum í landskappingini.
Sjálvur tóktist unglingin tó hava bæði beinini væl og
virðiliga á jørðini, eftir at hann fyri triðju ferð í tvey ár
mátti traðka inn av beinkinum fyri Jákup Mikkelsen.
- Hesa ferðina var kanska nakað øðrvísi, enn tað
hevur verið hinar báðar ferðirnar. Fyrst og fremst tí
meira tíð var eftir av dystinum. Og at trýstið tí gjørdist
størri.
Og hvat hugsaði tú so, tá KÍ fekk brotsspark í yvir-
tíðini?
- Eg veit ikki, um eg hugsaði so nógv. Sjálvandi vildi
eg bjarga, og tá Heðin er lámur, roknaði eg við, at hann
skeyt handan vegin.
So tú hevði valt síðu, áðrenn hann skeyt?
- Ikki heilt. Men tað var í øllum førum tað, sum eg
roknaði við. Og tíbetur var tað rætt gitt, segði Jóan Pauli
eftir dystin.
-mørk
Hyggja uppeftir
Heðin av Lakjuni var sjálvandi ikki nøgdur um, at hann
ikki tók av, tá møguleikin beyðst at taka trý stig við sær
úr Havnini. Men tá ringasta vónbrotið var sodnað, helt
hann kanska, at hetta var til at liva við hjá KÍ.
- Sjálvandi vilt tú altíð vinna. Og eitt brotsspark eigur
at geva mál. Men sum støðan var undan dystinum, so
vildu vit sagt ja takk til ein javnleik á útivølli móti
B36.
Sæð í mun til KÍ fyri tveimum mánaðum síðani, so er
gongdin hjá tykkum munandi betri. Er tað eisini
stuttiligari at spæla fótbólt í KÍ nú, enn tað var?
- Heilt avgjørt. Tá úrslitini eru við, verður hugurin
sjálvandi tað betri. Nú vilja vit bara vita, hvussu langt
vit kunnu røkka, og tann spurningurin hevði sæð enn
betri út, um vit vunnu í dag. Vit tosa kanska ikki um
heiðursmerki, men tað er líka langt upp til tey, sum tað
er niður til niðurflytingarstrikuna. So vit halda, at vit
eins væl kunnu hyggja uppeftir, sigur KÍ-liðskiparin.
-mørk
u eygum, tá Petur Reinert eftir 43 minuttum gav honum marchordrar í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen