mánadagur 27. august 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 164 - 27. august 2007 ]
Christian til Århus
Christian Lamhauge Holst skal mánakvøldið royna seg í
dysti í superliguni. Lyngby, sum seinasta mátti leggja
rygg til stórtap, skal mánakvøldið spæla á Århus Stadion.
AGF flutti upp í superliguna í summar, og tað gjørdu teir
saman við júst Lyngby. Tí liggur ikki sørt av týdningi í
dystinum í kvøld, tí roknað verður við, at bæði AGF og
Lyngby koma at stríðst fyri at yvirliva í superliguni í
hesum kappingarárinum.
Eriksson rósar
Schmeichel
Ungi Kasper Schmeichel stendur seg í hesum døgum væl
í enska felagnum Manchester City, har hann nakað óvænt
að hevur fingið kjansin á besta liðnum. Leygardagin
bjargaði hann millum annað brotsspark í dysti ímóti
Arsenal. Venjarin hjá Manchester City, SvenGøran
Eriksson, rósar Schmeichel fyri avrikini. Hann er ikki
av størstu málmonnum, men hann er djarvur, sigur
Eriksson um unga danan.
Taka tað
róligt
Nei. Nú mugu tit
slappa eitt lítið sindur
av. Her er so einki tos
um nakað meistaraheit
ið.
Svarið er bæði flenn
andi og álvarsamt, tá
Rógvi Jacobsen verður
spurdur, hvørt hann og
HB eru í ferð við at end
urtaka bragdið frá enda
spurtinum í fjør.
Sjálvandi spæla vit
fyri møguleikanum, so
leingi hann er til staðar.
Men har eru altso tvey
góð lið, sum eru átta
stig framman fyri okk
um, so har skal henda
heilt, heilt nógv, um vit
á nakran hátt skulu tosa
við um tann spurningin,
heldur Rógvi Jacobsen.
Men tað tykist í øll
um førum, sum spæla
tit meira frítt nú, enn tit
hava gjørt?
Ja. Eg haldi, at vit
hava funnið spæligleð
ina aftur. Tað ger av sær
sjálvum, at spælið gong
ur betri, og tá vit so
eisini hava hildið so
hampuliga tætt í verju
partinum, verður alt so
nógv lættari. Enn hava
vit eisini nógv at spæla
fyri. Vit kappast við
EB/Streym um bronsu
plássið, og vit hava eis
ini møguleikan at arga
B36 og NSÍ eitt sindur,
so vit koyra á við fullari
ferð. Men hvussu langt
tað røkkur fara vit altso
ikki at tosa um. Vit taka
ein dyst í senn, og í
teimum
spæla
vit
hvørja ferð fyri sigrin
um, sgur Rógvi Jacob
sen.
Nú nervarnir eru
burtur, hevur HB
veruliga fingið glið
á. Og tó at munurin
upp er stórur, so
verður spakuliga
tutlað um endurtøku
av fantastiska
endaspurtinum í fjør
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hjá flestu fótbóltshugaðum
føroyingum – og í øllum
førum hjá HBfjepparum –
fer endaspurturin av lands
kappingini 2006 at standa í
minninum sum árið, tá HB
framdi tað ógjørliga. Hetta
tá teir í míggju umførum
kvettu átta stiga munin til
EBS/treym burtur, soleiðis
at enn eitt meistaraheitið
kundi vinnast til mest sigurs
vanda felag í landinum.
Við sjey dystum eftir av
ársins Formulakapping er
HB nú átta stig aftan fyri
oddaliðini. Tað gevur í sjálv
um sær eitt enn verri útgangs
støði, enn teir høvdu í fjør.
Og við tveimum liðum í odd
inum, eru fortreytirnar enn
verri. Men eftir eina meira
enn trilvandi fyrru hálvu eru
nú aftur tey, sum halda, at
HB er í ferð við at gera tað
ógjørliga.
Glið á
Kanska er tað júst tankin
um, at trýstið nú er burtur,
sum ger, at HB veruliga
hevur fingið glið á. Uttan
kontanta kravið um eitt
FMheitið hangandi á sær
tykjast spælararnir í øllum
førum at trívast munandi
betri á vøllinum, og sunnu
dagin gjørdist talan um
tryggan sigur á Skála.
Til tíðir varð bólturin
koyrdur runt í reyð/svørtu
røðunum í vøkrum mynstr
um, tað er valla ein Skála
fjeppari, sum við góðum
vilja fer at siga, at gestirnir
ikki áttu stigini uppiborið.
Tað tók tó sína tíð, áðrenn
hol kom á. Men stutt fyri
hálvleik bar tó til. Innskifti
TórIngar Akselsen breyt
ígjøgnum, og tá Predrag
Markovic bert kundi hálv
bjarga skotroyndini, var
Andrew av Fløtum skjótur
á returinum, so hann kundi
senda sítt sætta mál í fýra
dystum í meskarnar.
Heilt tannleysir vóru vert
irnir tó ikki, og stóran part
av seinna umfarinum royndu
teir at trýsta. Tað vildi tó
ikki geva úrslit, og gott
korter fyri leiklok var tað
ístaðin HB, sum setti trumf
á. Í einum góðum mótálopi
gjørdist Rógvi Jacobsen
blankur, so hann kundi økja
til 20, og tá Milan Kuljic
við fløtum skoti skoraði til
30 fór seinasta luftin úr
Skála. At Pauli G. Hansen
beint undan leikloki minkaði
um munin, hevði sum so
onga ávirkan.
Formula fótbóltur
næsta ár varð so at
siga tryggjaður, tá ið
B68 vann í Gundadali,
meðan bæði ÍF og
FSV04 einki fingu
burturúr
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er stórur møguleiki fyri,
at B68 longu komandi leyg
ardag fær fulla trygd fyri, at
tað næsta ár verður sunnu
dagsfótbóltur
á
Svanga
skarði. Fyrr í summar er
onkra ferðina nevnt her, at
sannlíkið var stórt fyri, at
toftamenn fóru at tryggja sær
uppflyting, áðrenn august
mánaður var liðugur. Nú
verður tað ikki í august, men
tað verður eftir øllum at
døma leygardagin 1. septem
ber!
Leygardagurin var so góð
ur hjá B68, sum einki annað
umfar hevur verið í ár. B68
vann tepran sigur á HB í
Gundadali. Tað leikaði javnt
á, og sigursmálið bíðaði, inn
til tað restaðu sjey minuttir.
Dánial Hansen sendi frí
spark í brotsteigin, og Jósup
Henriksen sneiddi við høvd
inum bóltin í málið.
Tá ið næstu kappingar
neytarnir hjá B68 – ÍF og
FSV04 – bæði taptu sínar
dystir, bar tað við sær, at nú
tað resta seks umfør, er B68
fimtan stig undan ÍF og
sekstan stig undan FSV04.
Hesi bæði feløgini skului
hittast í Sandavági í 24.
umfari. Tí kann tað væl fara
at vísa seg, at tað hjá B68
bara er neyðugt at vinna eitt
stig afturat fyri at tryggja
sær uppflytingina.
Sjálvandi vilja toftamenn
flyta upp við manér. Leygar
dagin fer TB at vitja á Svanga
skarði, og hóast einki alment
verður sagt um tað, so skuldi
tað ikki undra um rakettir
vera í onkrum bilum og task
um á Svangaskarði.
TB spældi framúr væl í 1.
hálvleiki, tá ið teir blástu ÍF
av Sevmýri. Støðan var 30,
og TB spældi seg ferð eftir
ferð ígjøgnum ÍF verjuna.
Eftir steðgin, tvær útskifting
ar og umskipingar fótaði ÍF
sær, og tað var um reppið, at
fuglfirðingar rættiliga fingu
um endan. Eftir tíggju minutt
ir minkaði Nenad Saric um
munin, og tríggjar minuttir
undan leikloki gav støðugt
ÍF trýst aftur mál. Eftir at
Høgni Zachariassen hevði
minkað um munin til 32,
hevði ÍF tvær ferðir bóltin í
ÍF málinum, men báðu ferðir
nar kolldømdi dómarin.
Í staðin var tað sera vanda
mikli Sasa Jovanovic, sum
við sínum triðja máli stað
festi TB sigurin, tá ið ÍF
hevði spent álopsbogan so
nógv, sum tað bar til.
Sjálvandi hjálpti tað upp á
lagið á fuglfirðingum, tá ið
tað frættist, at FSV04 hevði
tapt 21 á heimavølli ímóti
NSÍ, sum seinastu ferðirnar
hevur havt trupulleikar. Ann
ar av FSV04 venjarunum,
Jákup Eli Olsen, segði seg í
síðstu viku úr starvinum. Jan
C. Dam er nú einsamallur
venjari. Teir báðir hava verið
miðverjar, men nú er hvørgin
teirra á liðnum. Jan C. Dam
varð skaddur í Sørvági
næstsíðsta leygardag.
Heron legði FSV04 á odda
við skoti úr vinstru og í
handara síðunetið, tá ið stórt
korter var farið. NSÍ javnaði,
tá ið FSV04 var so óheppið
eftir frísparksinnlegg at gera
sjálvmál. Avgerandi var tað,
at FSV04 orsakað av hevni
søku misti ein mann seint í 1.
hálvleiki. Í 2. hálvleiki
royndu undirmannaðu heima
menninir at trýsta. Men NSÍ
var sera vandamikið í skjót
um mótálopum, og unglinga
spælarin Klæmint A. Olsen
stútaði sigursmálið eftir frí
sparksframlegging úr vinstru
frá veteraninum Eddie Mikk
elsen.
Í Leirvík vóru fleiri klass
ar á muni, tá ið LÍF vann 92
á SÍ. LÍF hevur mist so nógv
fyrr í summar, at møguleikin
fyri
heiðursmerkjum
og
uppflyting er burtur. SÍ er í
vanda fyri at flyta niður, men
sørvingar kunnu við heima
sigri á botnliðnum B36 næsta
leygardag lyfta seg nærri
bjargingini.
B36 misti ivaleyst møgu
leikan fyri at varðveita
plássið í deildini, tá ið KÍ
fór við øllum stigunum úr
Gundadali. Klaksvíkingar
vóru omaná í 1. hálvleiki,
tá ið Otto Jacobsen legði
teir á odda.
Eftir steðgin var B36
ógvuliga framrættað, og
beinanvegin javnaði verju
spælarin Bárður H. Joensen,
sum var fluttur langt fram á
vøllin. Hjá B36 var tað bara
sigurin, sum taldi. Tí hildu
teir fram við nógvum fólki
frammarlaga og fáum monn
um aftarlaga á vøllinum.
Tað sektaði KÍ. John Hamm
er, sum síðstu tíðina hevur
verið nógv á besta liðnum,
legði KÍ framum, og í síðstu
løtu staðfesti Jákup Hansen,
sum spælir í vinstru, sigur
in, ið bar við sær, at KÍ kom
nærri bjargingini. Men enn
restar nógv í hjá klaksvík
ingum, áðrenn teir hava
tryggjað sær eitt ár afturat i
næstbestu deildini.
Besta vikuskiftið hjá B68 í ár
Skála-HB 1-3 (0-1):
Meistararnir spæla nú frítt
Talan er sjáldan um lættan
dyst hjá HB á Skála, men
sunnudagin vunnu teir trý
væl uppiborin stig
savnsmynd
Skála
HB