Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 165 - 28. august 2007 Núverandi stríð millum løgmann og løgtingsformann varpar, sambært polit­ iskum eygleiðarum og serfrøðingum, ljós á veikleikar í politiska landslagnum. Men politikarar vilja ikki viðgera tey tungu mál­ ini og renna heldur eftir stuttskygdum vinningum, sigur Kári á Rógvi politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Tað undirgravar politisku skipanina, at sjálv valskip­ anin hongur í leysari luft minnið enn eitt hálvt ár áðrenn komandi løgtingsval. Hetta er tekin um politiskt óskil, heldur Kári á Rógvi, løgfrøðingur. ­ Vandi er fyri, at Føroyar fara at líkjast londum sum Italia og Frakland, har val­ skipanin verður broytt mill­ um hvørt val, og fólk missa álit á skipanina, tí hon altíð verður broytt av sitandi meiriluta, sigur Kári á Rógvi, sum var skrivari í grundlógarnevndini, sum varð sett í 1999, og næst­ formaður í stjórnarskipanar nevndini, sum handaði løg­ manni álit um føroyska stjórnarskipan í desember 2006. Aðrir serfrøðingar og politiskir eygleiðarar halda eisini, at núverandi støða kastar ljós á veikleikar í politiska landslagnum, men teir halda tó ikki talan vera um vandastøðu fyri sjálvt fólkaræði. Bjørn á Heygum, løgfrøð­ ingur, sigur, at Edmund Joensen setur samgongu­ samstarvið í vanda og undir­ gravar samgongu og løg­ mann. Men hetta er eitt politisk spæl og ein spurn­ ingur um loyalitet. Tað er onki ólógligt ella ódemo­ kratisk í tí, leggur hann dent á. Men Edmund Joensen brýtur, sambært Bjørn á Heygum, óskrivaðar reglur. ­ Siðvenja er, at parla­ mentsformenn eru neutralir og semjusøkjandi. Hesa sið­ venju brýtur Edmund Joen­ sen við at leggja eitt so kon­ troversielt mál fyri ting, heldur Bjørn á Heygum. Ein annar politiskur eyg­ leiðari, stjórnmálafrøðing­ urin Sjúrður Skaale, er grundleggjandi ósamdur við Bjørn á Heygum um leiklutin hjá Edmundi Joen­ sen. ­ Edmund Joensen brúkar sín lógarfesta rætt at leggja eitt mál fyri ting. Hann visti, at ein meiriluti í tingi­ num var fyri uppskotinum, og veljarakanningar hava eisini víst, at ein meiriluti av Føroya fólki stuðlar upp­ skotinum. Edmund Joensen er tí tann demokratiski vinn­ arin í hesum spæli, metir Sjúrður Skaale Samgonga ræður í tinginum Sjúrður Skaale heldur, at um vit skulu tosa um hóttan­ ir móti fólkaræðinum, so eru politisku avtalurnar í samgonguni nógv meira relevantar. ­ Tá samgongan ger inn­ anhýsis avtalur, sum laga seg til persónlig áhugamál hjá onkrum einstøkum sam­ gongulimi, sum tildømis Marjus Dam ella Gerhard Lognberg, so er hetta ein størri hóttan ímóti fólka­ ræðinum, metir Sjúrður Skaale. Kári á Rógvi trýr ikki, at fólkaræðisligt umhugsni er drívmegin handan uppskot­ ið hjá Edmundi Joensen, men hann er samdur við Sjúrða Skaale um, at núver­ andi støðan vísir, at sam­ gongan stýrir bæði í lands­ stýrinum og í løgtinginum. At samgongulimir siga seg vera frítt stillaðir í nú­ verandi málið er ikki annað enn náttúrligt, tí sambært stýrisskipanarlógini kunnu tinglimir ikki binda seg til politiskar avtalur. Men hóast stýrisskipanin leggur upp til, at tey 32 ting­ fólkini skulu tosa seg til sættis frá máli til mál og eru frítt stillaði, so er tingið í veruleikanum stýrt av politiskum flokkum og av­ talum, og tí hevur samgong­ an, og harvið landsstýrið, so stórt vald. ­ Hetta er ikki bara gald­ andi fyri núverandi løgmann og sitandi landsstýrið. Tá Edmund Joensen sat sum løgmaður, hótti hann eisini fleiri ferðir við at upploysa landstýrið, um samgongu­ limir ikki aktaðu, sigur Kári á Rógvi. Stuttskygdir politikarar Føroyskir politikarar eru, sambært Kári á Rógvi, so stuttskygdir, at teir duga ikki at viðgera yvirskipað týdningarmikil mál. Sum dømi nevnir Kári á Rógvi 266b, sum vísti at politikarar duga væl at taka støðu til einstøk mál, men kjakið um mannarættindi í Føroyum sum heild hava teir ongan áhuga fyri. Tað sama sást í viðgerðini av stjórnarskipan og val­ skipan, heldur hann. Onki verður gjørt, fyrr enn per­ sónlig áhugamál sum aftur­ val koma uppí, og so skal alt skundast ígjøgnum. ­ Hetta skapir óstabilitet og misálit, staðfestir Kári á Rógvi. Maktstríð avdúkar veikleikar Føroyskir politikarar eru, sambært Kári á Rógvi, so stuttskygdir, at teir duga ikki at viðgera yvirskipað týdningarmikil mál. Bara tá persónlig áhugamál sum afturval koma uppí, kemur gongd á. Hetta skapar óstabilitet og misálit, staðfestir hann Siðvenja er, at parlamentsformenn eru neutralir og semjusøkjandi. Hesa siðvenju brýtur Edmund Joensen við at leggja eitt so kontroversielt mál fyri ting, heldur Bjørn á Heygum Politisku avtalurnar í samgonguni, sum laga seg til persónlig áhugamál hjá onkrum einstøkum samgongulimi, eru ein hóttan ímóti fólkaræðinum, heldur Sjúrður Skaale Nýggj frálærubók útkomin Á sætta sinni hevur Gunnvá Dam, lærari í Kollafirði, sett saman skrivligar uppgávur til miðdeildina í føroyskum í fólkaskúlanum. Talan er um einnýtisbókina, »Eg skrivi«, við útfyllingarfyrisagnum og tekningum hjá Edwardi Fuglø. Bókin er partur í eini røð av mállærubókum. Fyrsta bókin í røðini kom í 2003. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Í røðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymsar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum og eru í einum serstøkum hefti lagdar við útgávuni. Umframt røðina »Eg skrivi« hevur Gunnvá Dam, sum er ættað úr Fuglafirði, eisini gjørt bókarøðina »Firvaldsbøkur«. Á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni eru teldutøkar uppgávur til tríggjar tær fyrstu bøkurnar í røðini »Eg skrivi«, skrivar grunnurin í tíðindaskrivi.