týsdagur 28. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 165 - 28. august 2007
Í sambandi við tema
dagin um føroyskt
gjaldsindeks greiddi
stjórin í Intrum
Justitia frá, at kann
ingar vísa, at um 60%
av øllum rokningum
verða ikki goldnar til
tíðina við vilja
GJALDSmynStur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í sambandi við temadagin á
Hafnia fríggjadagin greiddi
stjórin í Intrum Justitia,
Jákup Jensen, frá teimum
royndum, sum fyritøkan
higartil hevur gjørt sær á
føroyska marknaðinum.
Gongdin
hevur
verið
soleiðis, í góðu gomlu 80-
unum ráddi um fyrst og
fremst
at
hava
stóran
umsetning, og nógv orka
varð løgd í at náa løgdu sølu-
ætlanini. Útistandandi peni-
ngur kom so í aðru røð.
Í 90-unum, tá kreppan av
álvara gjørdi um seg, bleiv
fokus skift frá sølu til at
stýra útistandandi. Ofta var
tað eftir paroluni »pengarnar
fyrst«.
Nú sær so hinvegin út til,
at myndin líkist 80-unum
aftur, við nógvari ferð á
búskapinum, og ymsum
tilboðum fyri at fáa fólk at
keypa.
Her er vandin so fyri,
vísti Jákup Jensen á, at ansa
fyritøkur ikki eftir sínum
útistandandi, er vandi í ring-
asta føri fyri, at tær kunnu
fara á heysin. Hetta er ser-
liga galdandi fyri smærri
fyritøkur, sum fokusera ov
nógv á sølu og ov lítið á úti-
standandi.
Missa ikki
Ein ógvuliga stórur vandi í
hesum sambandi er, at fyri-
tøkur ofta eru nøgdar við at
fáa peningin inn, sjálvt um
hetta hendir eitt ár ov seint.
»Vit hava ikki mist nakrar
pengar upp á skuldarar, vit
fáa allar pengarnar inn,
men viðhvørt tekur tað
langa tíð«.
Her vísti stjórin á Intrum
á, at tá peningurin ikki
kemur inn frá kundunum til
tíðina, versnar gjaldføri, og
so má peningurin – alt ann-
að líka – koma aðrastaðni
frá.
Her er vert at hava í huga,
at tað førir nógv eyka
arbeiði og kostnað við sær,
tá neyðugt er at senda rykkj-
arar og kontoavrit út. Eisini
minkar ikki innkomin pen-
ingur um møguleikarnar at
gera íløgur og menna fyri-
tøkuna,
segði
Jákup
Jensen.
Grundirnar fyri ikki at
gjalda til tíðina kunnu vera
fleiri.
Kundarnir
vita
kanska, at fyritøkan góð-
tekur, at farið verður út um
freistina, og hartil eru fleiri
fyritøkur, ið ikki tilskriva
rentu, um goldið verður ov
seint.
Alt hetta er við til at
vikna um gjaldsevnini hjá
fyritøkuni, og kann sum
nevnt í ringasta føri senda
fyritøkuna á heysin.
Jákup Jensen førdi síðani
fram nøkur góð ráð í sam-
bandi við ógoldnar rokning-
ar og vísti á, at Intrum Just-
itia hevur góðar royndir við
at fáa pening inn. Um 80%
av øllum peningi, sum fyri-
tøkan krevur inn, verður
goldin.
Fólk velja frá
Jákup Jensen, stjóri á Intrum
Jutitia í Føroyum
Mynd: Leo Poulsen
Norðoya Javnaðar-
felag uppstillingarfund
Annar – og møguliga triði uppstillingarfundur hjá Norðoya
Javnaðarfelag verður í hølunum hjá Klaksvíkar
Húsmøðrafelag í Bøgøtu í Klaksvík hósvøldið. Vilhelm
Johannesen, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin í
Norðoyggjum á tingi síðani 1980, stillar ikki uppaftur
hesaferð eftir higartil 27 ár á tingi. Fundurin verður
hóskvøldið 30. august kl 20 – og felagið heitir á fólk um at
møta fjølment!
Fyrilestur um hjartasjúku
Mikukvøldi 5. septembur klokkan 19.00 skipar Árnafjarðar
Róðrarfelag fyri fyrilestri í nýggja róðraneystinum í Árnafirði.
Tað er 27 ára gamli Ólavur Thune – ella Ólavur í Streymnesi – ið
fer at greiða eitt sindur frá lívi sínum, síðani hann gjørdist
álvarsama hjartasjúkur. Ólavur Thune verið í Keypmannahavn
síðani mai 2005 og bíða eftir nýggjum hjarta. Lívið, síðani
sjúkan varð staðfest, hevur haft sínar upp- og niðurtúrar. Men fyri
einum ári síðani fekk hann eitt heartmate, eitt eftirgjørt hjarta, ið
heldur honum á lívi. Í samband við fyrilesturin koyrir bussur frá
bókasavninum í Klaksvík klokkan 18.30.
Gjaldsindeksið, sum
Intrum Føroyar hava
gjørt, vísir, at før
oyingar eru raskastir
í Norðanlondum at
»gloyma« at gjalda
rokningar. Men
støðan er kortini
frægari enn har,
ringast stendur til
GJALDSmynStur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein av føstu táttunum hjá al-
tjóða fyritøkuni Intrum Jus-
titia, er at kortleggja gjalds-
mynstur fyri hvørt landið
sær, har fyritøkan virkar. Nú
er so eisini eitt gjaldsindeks
gjørt fyri Føroyar.
Hesi gjaldsindeks verða
gjørd á tann hátt, at til ber
at samanlíkna hesi við
indeksini í hinum Intrum-
londunum.
Í
Norðanlondum
er
gjaldsmynstrið samlað á
einari leið, tó at Finnland
liggur klárt best fyri, meðan
Føroyar eru á aftarsta plássi
í so máta.
Gjaldsmynstrið í Norðan-
londum vísir, at føroyingar
eru tann privatkunda bólkur,
ið hevur longsta tíð at gjalda
sínar rokningar. Meðal fyri
Føroyar eru 34,3 dagar. Fyri
finskar privatkundar er sama
meðaltal 19,6 dagar.
Hetta merkir so, at finn-
lendingar gjalda sínar rokn-
ingar áðrenn vanliga gjalds-
freistin er úti. Føroyingar
lata tað heldur fara nakað út
um
tíðina,
áðrenn
teir
gjalda.
Sama mynstur
Eisini tá tað kemur til virk-
iskundar og til almennar
kundar, er tendensurin hin
sami. Finnland liggur best
fyri, meðan Føroyar eisini
á hesum økinum eru vána-
ligastu gjaldararnir.
Nú hoyrir tað sjálvandi
eisini við í myndina, at í
Finnlandi er traditión fyri,
at fyritøkurnar eru ógvuliga
skjótar við rykkjarum og
løgligari innheintan. Mun-
andi skjótari enn í hinum
Norðanlondunum. Tað gev-
ur
sjálvandi
kundunum
eina rættiliga motivatión at
gjalda rættstundis.
Hetta mynstrið merkir so
eisini, at Finnland er tað
Norðanlandið, har fyritøk-
urnar
missa
lutfalsliga
minst pening upp á kundar
sínar. Bert 0,7% av útistand-
andi í Finnlandi verður
mist, meðan talið í Føroyum
og Íslandi er 1,5%. Hetta
merkir, at ein fyritøka í Før-
oyum í meðal hevur tørv á
einari meirsølu upp á 15%
fyri at bøta um eitt tap av
skuldarum upp á 1,5%.
Stefan Schär, sum greiddi
frá gjaldsindeksinum, segði,
at í teimum tjúgu londunum,
sum Intrum virkar í, er eftir-
støðan
av
ógoldnum
rokningum í dag so stór sum
1850 milliardir. Eitt tal, sum
frá 2003-06 er vaksið við
185 milliardum krónum.
Hann segði, at ringast
stendur til í Portugal, með-
an Føroyar altso liggja mitt
í hesum yvirlitinum av Intr-
um-londum tilsamans.
Føroyar í tyngra endanum
Stefan Schär er úr Sveits, og
er serfrøðingur hjá Intrum
Justitia í gjaldsindeksi
Mynd: Leo Poulsen