týsdagur 28. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 165 - 28. august 2007
Kristianna Rein
heldur tað vera eitt
frálíkt hugskot at
gera ein kvinnulista
í flokkunum. – Hetta
hevur verið uppá tal
fyrr, og er als onki
reyðsokkahalløj,
men ein reellur og
lógligur møguleiki at
fáa kvinnur inn, sigur
hon
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kristianna Rein, fyrrverandi
býráðslimur
fyri
Tjóð
veldisflokkin í Havn, og
virkin innan javnstøðuøkið í
mong ár, heldur tað vera eitt
frálíkt hugskot at gera ein
innanhýsis kvinnulista. Hon
greiðir frá, at tað fyrr hevur
verið upp á tal at stilla tveir
listar upp. Eisini sigur hon,
at hon hevur altíð verið heit
fyri
einum
uttanflokka
kvinnulista, men at tað eisini
hevur verið tosað um at
stilla
kvinnulistar
upp
paralelt við vanliga listan.
Hetta er ikki nakað reyð
sokkahalløj, men ein reellur
møguleiki hjá kvinnum at
koma fram, sigur Kristianna
Rein, sum eisini heldur, at
við einum reinum kvinnu
lista høvdu kvinnurnar í
valfeløgunum eisini havt
betri møguleika at sloppið
framat í valstríðnum. Tað
hevði verið løgið, um listin
ikki varð boðin við til ymsu
tiltøkini í valstríðnum. Og
tað er ein sannroynd, at tá
stóru fundirnir eru, eitt nú
síðsti stóri fundurin í Norð
urlandahúsinum, er kríggj í
flokkunum um at sleppa
við. Og sjálvandi eru tað
oftast mannligu atkvøðu
slúkarnir, sum troka seg
framat tá, sigur hon.
Ikki troka hvørja aðra
Í Sosialinum í gjár greiddu
vit frá um lógargrein í val
lógini, sum heimilar polit
iskum flokkum at stilla upp
fleiri listar til løgtingsval. Í
hesum sambandi greiddi
Ingrid Henriksen úr Suður
streymoyar
Javnaðarfelag
frá, hvussu tað kann koma
kvinnuligum valevnum til
góðar, um flokkurin ger av
at stilla tveir listar upp í
Suðurstreymi. Tá eiga báðir
listarnir sínar atkvøður, og
valevnið við flestum atkvøð
um á hvørjum lista fær sess,
á sama hátt, sum tá roknað
verður við ymsum flokkum.
Samfelagsfrøðingurin
Jógvan Mørkøre segði, at
tað geniala er, at kvinnurnar
á einum internum kvinnu
lista ikki oyðileggja tað fyri
hvørji aðra, fyri á tann hátt
bert at slóða fyri monnunum.
Samstundis gevur tað tí
veljaranum, ið vil atkvøða
kvinnu inn, trygd fyri, at
atkvøðan
kemur
einari
kvinnu til góðar.
Sterkur listi
Kristianna
Rein
heldur
eisini, at tað tá er týdningar
mikið at fáa ein góðan og
sterkan
kvinnulista,
við
kvinnum, sum vilja vera
virknar í valstríðnum.
Um kvinnur ætla sær
framat, skulu tær gera sær
greitt, at tað er neyðugt at
brúka albogarnar, og vísa,
at tær veruliga ynskja at
verða valdar, eins og menn
inir, sigur Kristianna Rein.
Hon sigur, at kvinnur, sum
velja at bjóða seg fram
skulu hava eitt veruligt
ynski um at verða valdar,
og gera sær púra greitt, hví
tær vilja gera seg galdandi.
Kristinanna Rein sigur
seg ivast í, um føroyskar
kvinnur veruliga ynskja at
vera við í politikki.
Nógvar kvinnur bjóða
seg fram innan leiðslu á
almenna og privata arbeiðs
marknaðinum.
Men
tað
letur til at vera torført at fáa
tær at bjóða seg fram í poli
tikki, sigur hon.
Lága støði
Spurd, hví hetta man vera
so, sigur hon seg ivast.
Men kanska er tað polit
iska klimaið, og støðið,
sum sýnist ógvuliga lágt til
tíðir. Tí eg dugi við mínum
besta vilja ikki at síggja,
hví ein politisk karriera ikki
skal kunna sameinast við
familjulívið, sigur Kristi
anna Rein. Og hon vísir á,
at tað snýr seg um at skipa
tað soleiðis, at tá nógv fund
arvirksemi er, so taka onnur
yvir, um smá børn eru í
familjuni.
Tí tað tekur nógva tíð,
ongin ivi er um tað. Men
hyggja vit til dømis at
Annitu á Fríðriksmørk, sum
fær mammu sína at hjálpa
sær, tá maðurin er til sjós.
Og hjá mær sjálvari var tað
púra natúrligt, at maður
mín Marius tók sítt tørn í
heiminum, eins og eg sjálv,
sigur Kristianna Rein.
Hon endar við at senda
eina áheitan til yngri kvinn
ur, um at taka stríðið fyri
javnstøðu í politikki upp.
Mín tíð er farin. Eg havi
gjørt mítt gjøgnum mong
ár, og kundi hugsað mær, at
yngri kreftir tóku yvir. Tey
hugsa sjálvandi øðrvísi og
hava ein annan inngang til
alt øki, og hava óivað onnur
hugskot og aðrar arbeiðs
hættir eisini, sigur Kristi
anna Rein, sum heldur tað
vera eins týdningarmikið
nú sum fyrr, at fáa kvinnur
valdar.
Men eg havi varhugan
av, at fólk eru vorðin meiri
tilvitað um, hví tað er so
týdningarmikið við kvinn
um, sæð úr einum fólka
ræðisligum sjónarhorni.
Ongan
avgjørda
meining
Formaðurin fyri
javnaðarflokkin á
Løgtingið hevur onga
avgjørda meining
um tankan at gera
kvinnulistar inni í
Javnaðarflokkinum,
tí hetta er so nýtt
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kristian Magnussen, for
maður fyri Javnaðar
flokkin á Løgtingi, hevur
ikki gjørt sær nakrar
avgjørdar
niðurstøður
um tankan um at gera
ein reinan kvinnulista
innan fyri í Javnaðar
flokkin, sum vit umrøddu
í Sosialinum í gjár.
Hetta er hugskotið er
so spildurnýtt fyri mær,
at eg havi ikki havt stund
ir at gera mær nakra
greiða niðurstøðu um
hetta, sigur hann.
Men í fyrstu atløgu er
tað hansara grundleggj
andi hugsan, at tey, sum
fáa flest atkvøður eru
tey, sum vera vald og at
tey skulu øll vera á ein
um lista.
Hann leggur kortini
dent á, at hetta skal ikki
skiljast sum um at hann
er ímóti at gera kvinnu
listar, tí hann hevur ikki
havt stundir at taka eina
støðu og spurningurin er
heldur ikki viðgjørdur
innanfloks.
Hinvegin heldur hann
eisini, at flokkarnir eiga
at hugsa meiri um javn
støðu, tá ið valevnislistar
verða mannaðir og álitis
størv í flokkinum annars
verða sett.
Milliónir til kvinnubókmentir
Grunnurin A.P.Møller og Hustru Chastine McKinney Møllers Fond til
almene Formaal hevur gjørt av at stuðla norðurlendskum
vinnubókmentum við góðum trimum milliónum krónum. Peningurin
verður latin til dansktsvenska samstarvsætlanina, Nordisk Kvindelitteratu
rshistorie på Internettet. Visiónin er, at ein kvinnubókmentaportalur á
donskum, svenskum og eingilskum máli skal gera norðurlendska
kvinnubókmentasøgu 15 ókeypis atkomuliga fyri øll.
Fundur um kvinnur í politikki
Í kvøld, týskvøldið, kl. 19.30 verður almennur fundur í Losjuni í Havn
um kvinnur í politikk. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at ásannandi, at
einans 3 kvinnur hava sæti í løgtinginum, og eingin kvinna er í
landsstýrinum hevur Javnstøðunevndin arbeitt við ymsum uppskotum,
ið kunnu stimbra undir gongdina at fáa fleiri kvinnur at luttaka í
landspolitikki. Á fundinum fer formaðurin í Javnstøðunevndini, Kári á
Rógvi, løgfrøðingur, at greiða frá hugskoti, sum kann vera við til at fáa
betri javnvág millum kvinnur og menn í politiska arbeiðinum í
løgtinginum. Eftir framløguna verður høvi til at seta spurningar og gera
viðmerkingar. Tað eru politisku flokkarnir, sum standa fyri tiltakinum. Tó
ikki Miðflokkurin.
Kvinnulistar ein
reellur møguleiki
Í Sosialinum í gjár greiddu
vit frá um lógargrein í
vallógini, sum heimilar
politiskum flokkum at stilla
upp fleiri listar til løgtingsval.
Kristianna Rein heldur, at
á kvinnulistanum høvdu
kvinnurnar eisini havt betri
møguleika at sloppið framat í
valstríðnum