Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 165 - 28. august 2007 tíðindi Eingin veðurstøð Danir og kanadiumenn høvdu lagt ætlanir um at byggja eina felags veðurstøð á oynni Hans Ø, sum er í tí smala Nares-sundinum millum Grønland og kanadisku oynna Ellesmore Island, og sum bæði londini siga seg hava ræðisrættin yvir. Men nú er ætlanin slept, tí kanadiumenn siga seg ikki hava stundir til at flyta ta neyðugu útgerðina til oynna. Kanadiumenn ætlaðu, at støðin á Hans Ø skuldi koma ístaðin fyri eina støð á oynni Pim Island. Nógv tvøst á goymslu Í Ný Sælandi er stjórnin sera fegin um, at íslendski fiskimálaráðharrin, Einar Guðfinsson, hevur gjørt av at nokta hvalabátunum at veiða teir 23 stórhvalirnar, sum eru eftir av ársins kvotu. Ráðharrin hevur tikið avgerðina, tí eftirspurningurin eftir tvøsti er lítil og eingin. Ný sælendska stjórnin sigur í einari viðmerking, at ráðharrin hevur tikið ta røttu avgerðina, tí umleið 40.000 tons av stórhvalatvøsti liggja í frystigoymslum í Japan, siga hon. - Er semjan í sam- gonguni fokin, eigur løgmaður av álvara at umhugsa at útskriva nýval beinanvegin, heldur formaðurin fyri tingmanningina hjá Javnaðarflokkinum. Hinvegin heldur hann, at atburð- urin hjá Sambands- flokkinum seinastu tíðina, kann vera ein forðing fyri at samgongan kann halda fram eftir løgtingsvalið Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vísir tað seg nú, at tinglimir eru farnir at bakka úr semj- uni, sum samgongan gjørdi á kreppufundi í farnu viku, eigur løgmaður av álvara at umhugsa at útskriva nýval beinanvegin. Tað heldur partamaðurin hjá løgmanni, Kristian Magnussen, sum eisini er formaður fyri tingmanning- ini hjá Javnaðarflokkinum. Og Kristian Magnussen heldur, at hendan vikan fer at vera rættiliga avgerðandi fyri politisku støðuna. - Tað fyrsta løgmaður eigur at gera, tá ið hann er komin heimaftur úr Álandi, er at kalla samgonguna til fundar at fáa fulla greiði á, um samgongan stendur aft- anfyri semjuna, sum varð gjørd í samgonguni í farnu viku um ætlanin at gera Føroyar til eitt valdømi. - Verður niðurstøðan tann, at onki hald er í semj- uni, eigur løgmaður av álv- ara at umhugsa at útskriva nýval, heldur formaðurin í tingmanningini hjá Javn- aðarflokkinum. Sostatt veksur skarin alsamt av politikarum, sum halda, at teir næstu dagarnir eiga at vera avgerðandi fyri, um stundin er komin at lata veljaran sleppa at tala fyri at reinsa politisku luftina og slóða fyri eini nýggjari samgongu. Semjan, sum hann sipar til, er at Føroyar skulu ikki vera eitt valdømi frá hesum Løgtingsvalinum, men frá næsta vali. Hinvegin skal Suður- streymoy beinanvegin fáa ein tinglim afturat, tí val- dømið er undirumboðað í Løgtinginum. Slíta hvønn annan upp Kristian Magnussen sigur, at vísir tað seg, at samgong- an ikki longur stendur aftan- fyri semjuna, er tað ein spurningur um tað yvir- høvur loysir seg at halda fram við samstarvinum í samgonguni. - Tað er ongin orsøk til at slíta hvønn annan so illa upp, at luftin verður so for- pestað, at tað kann forða fyri einum samstarvi eftir næsta løgtingsval, sigur hann. Samstundis váttar hann, at hann hevur sæð fyri sær, at hendan samgongan kundi hildið fram eftir løgtings- vali. Hinvegin heldur hann, at ein fortreyt fyri tí er, at teir tríggir flokkarnir ikki koma so illa upp á tvørs av hvørj- um øðrum, at eitt samstarv verður ómøguligt eftir valið. - Tað skal vera eitt lív eft- ir løgtingsvalið og tí hevur tað eisini týdning, at luftin ikki verður forpestað meiri enn neyðugt er. - Spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi ella ikki, er so grundleggjandi fyri nógvar tinglimir, at fáa vit ikki vissu fyri, at vit hava eina haldgóða semju, verður tað ikki livandi í heyst og so er tað ein spurn- ingur um vit ikki eiga at fáa nýval beinanvegin. Løgin atburður Men tá ið hann tosar um semju í samgonguni, er hann eisini fullgreiðir yvir, at tað eru ávísir tinglimir í samgonguni, um ikki taka undir við ætlanini at útseta at gera Føroyar til eitt valdømi. - Tað snýr seg um at fáa vissu fyri, at vit fáa meiri- luta í Løgtinginum fyri at bíða við at gera Føroyar til eitt valdømi til eftir hetta løgtingsvalið. Tað er framvegis endamálið at fáa meiriluta fyri at fáa tað útsett at gera Føroyar til eitt valdømi. Ongin hevði nakr- antíð væntað, at Edmund Joensen, Páll Michelsen og kanska aðrir, fóru at taka undir við at útseta málið. Men tað eru eisini tinglimir í andstøðuni, sum taka und- ir við at útseta tað og spurn- ingurin er um vit kunnu fáa vissu fyri, at vit hava meiri- luta í Løgtinginum fyri at útseta tað. Men nú er ósemja um, hvat semjan í veruleikanum er um í samgonguni. Eitt nú hevur formaður Sambands- floksins boðað frá, at hann tulkar semjuna soleiðis, at semja er um, at tað nettupp ikki skuldi vera eitt sam- gongumál, men at hvør tinglimur skuldi atkvøða eftir egnari sannføring ? - So minnist hann illa. Harafturat heldur formað- ur fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum, at nettupp atburðurin hjá Sam- bandsflokkinum hesa sein- astu tíðina, kann vera ein forðing fyri, at samstarvið kann halda fram. - Eg haldi, at atburðurin hjá Sambandsflokkinum seinastu mánaðirnar hevur verið sjálvsøkin. Hann heldur, at fráboðan- irnar frá nýggja landsstýris- manninum hjá Sambands- flokkinum, um at útseta Sandoyartunnilin og annað mangt, hava verið undar- ligar. Men serliga heldur hann, at framferðin hjá sjálvum løgtingsformanninum er atfinningarsamur. - Alt Løgtingið hevði álit á løgtingsformanninum. Men ístaðin fyri at vera tann savnandi kraftin, sum skal borga fyri góðum arbeiðsumhvørvi í Løg- tinginum, gongur hann at odda fyri at skræða Løg- tingið sundur í tvey. Tað er løgið, at løgtingsformaðurin av øllum, gongur á odda í slíkum, sigur Kristian Magnussen. Hann leggur tó dent á, at eftir eitt val, eru allar dyr gloppaðar og ongin sam- starvsmøguleiki er avskriv- aður frammanundan. Hinvegin hevur hann ikki serliga stórar vónir til at tað eydnast at gera nakra fram- rættaða fíggjarlóg, sum støðan er nú. - Eg vænti, at fíggjarlógin verður bara nakrar fram- skrivingar og eg vænti ikki, at nakrar serligar raðfest- ingar vera, sigur hann. Ongin grund at slíta hvønn annan upp - Framferðin hjá Sambandsflokkinum seinastu tíðina hevur verið sjálvsøkin og stimbrar ikki uppundir møguleikarnar at halda fram við samstarvinum eftir løgtingsvalið, sigur Kristian Magnussen, sum er formaður fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum