Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 165 - 28. august 2007 Á Atlantic Supply Base í Runavík gera teir nú klárt til kom­andi leitibor­ ingina á føroyska landgrunninum­, og leygardagin var bulkskip við 1200 tonsum­ av tilfari Oljuleiting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin var niður­ lendska bulkskipið Ritske á Runavík við tilfari, sum skal nýtast til komandi bori­ virksemið hjá BP seinni í heyst ella í vetur. Skipið hevði tilsamans 1200 tons av sementi, barite og bentonite, ið verða brúkt, tá borað verður. Níggju av silounum hjá Atlantic Supply Base á havnalagnum hjá Runavíkar havn, eru til turrtilfar og fimm tangar eru til flót­ andi. Gera klárt ­ Vit eru nú um at verða klárir á basanum til leitibor­ ingina, sum stundar til. Enn restar tó okkurt í, sum vit skulu fáa upp á pláss. Stjórin á Atlantic Supply Base, Eli Lassen, vissar kortini um, at støðin í góð­ ari tíð stendur til reiðar við øllum tí, sum skal til, tá tíð­ in kemur. ­ Nú virksemið á basanum av álvara fer at taka seg upp­ aftur, er altíð nógv at takast við, serliga í byrjanini. Síð­ an stabiliserar virksemið seg aftur, tá ið gongd er komin á, sigur stjórin. Hann vísir á, at tað er ógjørligt at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at bora hetta seinasta holið í hesum umfari, men væntar, at tíðin man fara at liggja um einar tríggjar mánaðir ella stívliga tað. ­ Hetta veldst tó alt um, hvussu tað fer at gangast at bora, sigur Eli Lassen. Spenningur Eins og onnur, ið fylgja við gongdini innan oljuleiting um okkara leiðir, er stjórin á Atlantic Supply Base eis­ ini spentur upp á júst hesa leitiboringina, nú Cheveron hevur funnið brunnar í bretskum øki beint hinu­ megin markið. Eli Lassen heldur eisini, at geografiska plaseringin hjá Føroyum er sera áhuga­ verd, nú oljuøkini nærkast okkum sunnaneftir, og stórt virksemið eisini er longur norðuri. ­ Hetta gevur okkum nýggjar og bjartar vónir um økt tænastuvirkisemi í olju­ vinnuni, sigur stjórin á Atlantic Supply Base. Stuttligir ella bara keðiligir? Fyrireikararnir av tiltakinum »Føroya Stuttligasti Politikari« boða nú frá, at tiltakið, sum skuldi verða á Giljanesi 1. september, er avlýst. ­ Vit, ið hava fyrireikað tiltakið, eru sera hørm um hetta. Eftir at bløðini hava skrivað um tiltakið, plakatir hongdar upp, atgongumerki løgd út á sølustøðini, hava vit fingið skriv frá Bill Justinussen, sum vegna seg , Jørgen Niclasen, Vilhelm Johannesen, Kára P. Højgaard og Torbjørn Jacobsen boðar frá, at teir ikki vilja luttaka. Grundgeving teirra er, at teir ikki vilja kappast um heitið: Føroya stuttligasti politikkari. Vit hava inniliga heitt á teir um at endurmeta støðutakanina, og hava boðað teimum frá, at einki er til hindurs fyri at taka kappingarelementið av skránni, men uttan úrslit. Og av tí, at fráboðan teirra kemur so seint, er vónleyst at broyta konseptið. Tey, ið hava keypt atgongumerki, fáa pengarnar aftur, har hesi eru keypt, siga fyrireikararnir. Um teir ikki halda seg vera nóg stuttligar ella óttin fyri komandi løgtingsvali spælir teimum eitt puss, sigur søgan onki um, men bæði Bill Justinussen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard, Torbjørn Jacobsen og Vilhelm Johannesen (einasti av hesum, sum ikki stillar uppaftur), hava allir givið avboð til tiltakið »Føroya Stuttligasti Politikari« á Giljanesi 1. september. Bulkskip við tilfari til leitiboring Á Atlantic Supply Base í Runavík rigga teir nú til hesa seinastu leitiboringina á føroyska landgrunninum á hesum sinni Mynd: Vilmund Jacobsen Niðurlendska bulkskipið Ritske var á Runavík leygardagin við 1200 tonsum av tilfari, ið skal nýtast til borivirksemið, sum stundar til á føroyska landgrunninum Mynd: Eli Lassen – Vit arbeiða við ym­iskum­ m­øguleik­ um­, og vit vænta, at okkurt verður greitt skjótt, m­en beint í løtuni er eingin endalig avgerð tikin, sigur John Hendrik Holm­ Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í november í fjør gjørdu trý sjálvstøðug feløg í Vági avtalu við hetlendingar um keyp av trolaranum Sun­ beam, men tað tók fýra mánaðir, áðrenn skipið kom til Føroya. Upprunaliga ætlanin hjá eigarunum var, at skipið skuldi koma í flotan fyri djúpvatnstrolaran Roc Ama­ dour, og sum skilst var einki til hindurs fyri hesum. Seinni broyttu eigararnir umsóknina til Fiskimála­ ráðið, tí teir mettu, at fyri­ treytirnar hjá teimum vóru broyttar. Nú ynsktu eigar­ arnir, at Sunbeam í staðin kemur í flotan fyri djúp­ vatnstrolaran Sancy. Men tað vildi Fiskimála­ ráðið ikki góðtaka, tí útrokn­ ingar, sum myndugleikarnir brúka, vístu, at Sunbeam er ov stórur at seta inn fyri Sancy – eisini, hóast maskin­ an á trolaranum er plombað niður á 1800 HK. John Hendrik Holm sigur, at Sunbeam framvegis ligg­ ur á Vági, og beint í løtuni er endalig avgerð ikki tikin um, hvussu verður. ­ Vit arbeiða við ymiskum møguleikum og vænta, at ein endalig avgerð verður tikin heilt skjótt. Hann sigur, at skipið hevur verið lýst til sølu og eru framvegis á sølulista. ­ Vit eru greiðir yvir, at vit fáa ikki Sunbeam inn fyri Sancy. Tann parturin er yvirstaðin. Vit eru ikki argir inn á Fiskimálaráðið, um treytirnar eru, sum tey siga, at tær eru. Hinvegin skulu øll viðgerast eins í skip­ anini. Spurdur, um hann ivast í, um feløg ella persónar fáa ymiska viðgerð í politisku og umsitingarligu skipanini, sigur John Hendrik, at tann spurningin hevur hann onga viðmerking til. Sunbeam, sum framvegis liggur á Vági, er eitt lutfalsliga nýtt skip, smíðaður í 1997. Eingin endalig avgerð um Sunbeam Sunbeam liggur framvegis, og enn hava eigararnir, sum eru trý sjálvstøðug feløg í Vági, ikki tikið endaliga avgerð um, hvussu skipið kann fara til fiskiskap