týsdagur 28. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 28. august 2007
13
viðmerkin-
Í meira enn trý ár hevur
sambandsflokkurin umsitið
fíggjar- og skattamál í
Tiganesi.
Sambandsflokkurin hev-
ur dúgliga lovprísa hesum
góða politikki og frálíka
fíggjarmálaráðharra sínum
- og rætt skal vera rætt, av
røttum, tí búskaparliga
hevur verið framgongd
hesi ár og stórur búskapar-
ligur útviklingur í okkara
samfelag.
Ein kann so siga, at tað
ikki bert er fíggjarmála-
ráðharranum fyri at takka.
Gaman í, men var tað
øvugta hent, at tað hevði
gingið aftureftir búskapar-
liga, so hevði fíggjarmála-
ráðharrin fingið høvuðs-
skuldina - tí eigur hann
høvuðsæruna fyri góðu
gongdina.
Ein partur av hesum
útviklingi og hesi búskapar-
gongd er skattalættin, sum
samgongan og sambands-
flokkurin harvið hava latið
føroya fólki og sum sam-
bandsins fíggjarmálaráð-
harri hevur biðið løgtingið
viðtaka. Men nú kemur ein
nýggjur fíggjarmálaráð-
harri úr sama sambands-
flokkinum og fortelur
okkum, at politikkurin var
skeivur, sum flokkur hans-
ara og partamaðurin hava
ført og sett út í kortið? Er
tað ikki undarligt? Trúvirði
floksins?
At skattalættin var illa
fordeildur millum inntøku-
bólkarnar skal her vera
kvittað fyri, men um hann
prinsipielt var skeivur, tað
ivist eg í, tó eg var umhugs-
in frammanundan. Men at
sami flokkur kann báði
reypa sær av brøgdunum
hjá Bári Nielsen og sam-
stundis taka fult undir við
Magna Laksafoss, tað
meira enn undrar. Og at
Sambandsflokkurin nú -
fyri at rætta upp á sín egna
skatta- og fíggjarpolitikk -
loypir frá samgonguavtal-
uni um Sandoyartunnilin,
tað er átalu vert, tí sam-
gonguskjalið hevur verði
til í skjótt 4 ár; hvar er
trúvirðið?
Hvat er so galið við
búskapinum?
Yvirupphiting? Av hvørjum
er hon komin og hvussu
kann hon loysast? Eitt
úrslit av góðu inntøku
føroyinga og góðu láni-
møguleikum okkara hevur
ført við sær, at innflutning-
urin er vaksin skjótari enn
útflutningurin, tí okkara
forbrúk er stórt - kanska ov
stórt. Men hvat kann
sandoyartunnilin bøta her
um? Lítið og einki. Tí
hann verður gjørdur av
maskinum og tólum - fáum
monnum, og bert krútið
verður innflutt, alt hitt er
her frammanundan.
Hattar er ikki loysnin -
skalt tú lætta um trýstið á
handilsjavnaðinum og
víðari á gjaldsjavnaðin, so
mást tú antin minka
innflutningin ella vaksa
útflutningin. Tað gerst ikki
við at útseta Sandoyar-
tunnilin - og tað gerst als
ikki við at flyta peningin
til alment forbrúk, sum nú
hoyrist. Men torir Sam-
bandsflokkurin og fíggjar-
málaráðharri hansara at
gera tað, sum neyðugt
møguliga er, at tálma
innflutninginum? Tað er
spurningurin, tí tað rakrar
eisini miðøkið, sum er
friðhalga av Sambands-
flokkinum? Tó ymiskir
møguleikar eru.
Tað skal neyvan tað
stóra inntrivið til, men torir
Sambandsflokkurin og
løgtingið tað nú beint
áðrenn valið? Tað fáa vit at
síggja. Tað er skeivt at
útseta Sandoyartunnilin og
betranina av undirstøðu-
kervinum og tað bjargar
ikki búskapinum. Er alt
bert lótir?
Sambandslótir
Ein undarligur flokkur - undarligur flokspolitikkur
Birgir Mohr
Skelkandi kanningarúrslit
Í Dimmalætting fyri 21.
august 2007, verður sagt
frá tveimum ymiskum
kanningum av føroyskum
skúlaungdómi.
Onnur kanningin er
sálarlig heilsukanning av
øllum 8. flokkum í øllum
fólkaskúlanum í Føroyum,
og vísir hon, at fimti hvør
næmingur er sálarliga
sjúkur og hevur hjálp fyri
neyðini.
Hin kanningin er um
lesivanar hjá børnum úr 4.
til 10. flokki í føroyska
fólkaskúlanum, og vísir
hon, at Bíblian og annar
átrúnaðarligur lesnaður er
høvuðslesnaðurin hjá
hesum ungdómum.
Sanniliga eru hetta
skelkandi kanningar, sum
vísa, at her er okkurt sum
ikki ruggar rætt. At her er
okkurt, sum er farið av
sporinum, og sum má fáast
aftur á beint.
Bíblian, ikki nøkur
barnabók
Tann, sum lesur Bíbliuna
uttan fordóm, dugir skjótt
at síggja, at hon er ótespi-
ligur lesnaður og ikki er
ein bók fyri viðbrekin
børn. Full, sum hon er av
hori og hópdrápi, drykku-
skapi og blóðskemd,
píning og neyðtøku og svik
og hevnd.
Sjálvur havi eg ikki
avmarkað lesnaðin hjá
mínum egnu børnum, men
um tað var komið til
lesnað av Bíbliuni, hevði
eg helst gjørt tað, tí at eg
haldi, at hon er so rá og so
sera óhóskandi lesnaður
fyri viðkvæmar barnasálir.
Vissuliga verður sagt, at
børn duga at skilja millum
fiktión og fakta, men í
hesum førinum verður
trúttað niður í barnið, at
tað er sjálvur Gud hin
altvaldandi, sum sigur frá.
Ikki løgið, at barnið gerst
ørkymlað og tungt í huga.
Tvær sorgarhøgtíðir
Sum smádrongur var eg í
kirkju so at siga hvønn
sunnudag. Mangan dagin
fór eg hugtungur aftur úr
kirkju. Serliga vóru tað
tvær høgtíðir, sum eg
óttaðist, og sum tungt var
at koma ígjøgnum. Tað
vóru jólini og páskirnar.
Jólini, tí at tá varð sagt frá
barnamorðunum í Betla-
hem. Tá øll dreingjabørn
har í ávísum aldri vórðu
myrd, tí at frelsarin var
føddur. Søguliga er einki
hald í søguni, men tað
kundi eg ikki vita tá. Eg
hugsaði um allar tær
syrgjandi mammur, sum
sótu grátandi eftir, tí at
synir teirra vórðu tiknir frá
teimum og myrdir. Og
okkurt tárið rann niður
eftir kjálkanum, men tað
mátti dyljast, tí tað var
skomm at gráta.
Páskirnar vóru eisini
tungar at stríða seg ígjøgn-
um. At sita og hoyra um,
hvussu Guds sonur varð
plágaður og píndur til
deyða var ikki nøkur jalig
uppliving hjá einum
viðbreknum barni.
Um tú hevur trúgv og
tekur fyri fult tað, sum í
Bíbliuni stendur, er tað
ræðandi lesnaður og er lætt
hjá viðbreknum barni at
fáa skør í sálina av.
Loystur úr hafti
Ein maður segði mær,
hvussu nógv glaðari hann
gjørdist, tá hann hevði mist
trúnna. Frammanundan
hevði hann alla somlu
tíðina eina kenslu av at
verða eftiransaður av Gudi.
At verða jagstraður. Sjálvt
tá hann var á vesinum.
Hann tordi ikki at fríggja
og enn minni at onanera.
Hann segði, hvussu tað
lætnaði tá trúgvin var farin,
og hann kundi fara undir at
liva eitt vanligt lív. Tá
kundi hann hugsa fúlar
tankar uttan samvitskubit.
Á denn lætti!
Verða støðugt álopin av
trúgvandi
Ung genta hevur greitt
mær frá, hvussu lærari
hennara í kristnitímanum í
barnaskúlanum loypti ræðs-
lu á allan flokkin, tá hann
greiddi teimum frá, hvussu
dómadagur fór at vera. Nú
er viðkomandi persónur
sálarliga robustur og gjørd-
ist úrslitið, at hon vendi
sær frá kristindóminum.
Men ikki er so við øllum.
Summi fáa skelk fyri lívið.
Slíkir lærarar eru
óegnaðir til frálæru í
kristni, men tíverri er tað
so, at summir av teimum
síggja seg sjálvar sum
Guds stríðsmenn og brúka
skúlan sum pall at prædika
sína egnu kriplaðu trúgv.
Í almenna rúminum, her
hugsi eg serliga um okkara
almenna útvarp, verður tú
eisini alla somlu tíðina
undirdíktur av kristiligari
propagandu av missioner-
andi ørvitisknokkum, sum
siga tær, hvat tú skalt halda
og trúgva. Og eingin sigur
ímóti. Eingin torir ella tím-
ir at mæla ímóti fyri ikki at
verða stigmatiseraður.
Bíblian – ikki lesnaður fyri børn
A. guttorMur
Djurhuus
Í nógv umtalaðu veljara-
kanningini hjá gallup siga
føroyingar heilt greitt noy
til Føroyar, sum eitt val-
dømi - men Sosialurin
hevur fingið annað burtur
úr tølunum.
Hóast forsíðan á Sosiali-
num mikudagin 22. august
vísir eitt kort, sum sigur at
bert eru sandoyingar og
suðuroyingar, sum ikki
taka undir við einum val-
dømi - so siga tølini hjá
Gallup greitt - at tað er bert
miðøkið í landinum, sum
tekur undir við at skipað
Føroyar sum eitt valdømi.
Greinarøðin í Sosialinum
kann bert tulkast sum
propaganda til frama fyri
Føroya sum eitt valdømi, tí
hóast tað bert eru
valdømini í Eysturoynni og
Streymoynni sum taka
undir við at skipa Føroyar
sum eitt valdømi, so verður
ein heilt annar boðskapur
proklameraður á forsíðuni
og inni í Sosialinum.
Kanningin hjá Gallup
vísir, at veljarar í Norð-
oyggjum, Vágum, Suðuroy
og Sandoy siga noy til eitt
valdømi, meðan miðøkið
(Streymoy og Eysturoy)
siga ja.
Norðoyggjar noy
35% ja
38% noy
27% veit ikki
Eysturoy ja
59% ja
22% noy
19 veit ikki
Vágarnar noy
33% ja
41% noy
23% veit ikki
Suðuroy noy
38% ja
55% noy
8% veit ikki
Norðurstreymoy ja
57% ja
15% nei
27% veit ikki
Suðurstreymoy ja
72% ja
14% nei
14% veit
Sandoyggin noy
Ja 30%
Nei 48%
Veit ikki 22%
Tølini tala sín greiða
boðskap
Viðmerking:
Ganga ikki ørindi fyri
nakran
Seinastu tíðina hevur
Sosialurin havt tvær søgur
um hugburð føroyinga til
eitt valdømi, grundað á
Gallup-kanning. Onnur
yvirskriftin var: Suður-
føroyar kenna seg hóttar
og hin var Føroyingar fyri
einum valdømi.
At vit velja at vinkla
yvirskriftirnar soleiðis,
kemst stutt og greitt av, at
hetta eru mest markantu
niðurstøðurnar í
kanningini.
Í greinini um at Suður-
føroyar kenna seg hóttar,
stendur longu í undiryvir-
skriftini, at kanningin
eisini vísir: at tess nærri
fólk eru at høvuðsstaðnum,
tess meira eru fólk fyri
einum valdømi. Sostatt er
munurin millum tey sum
siga ja og nei minni í
Vágum og í Norðoyggjum,
enn í miðstaðarøkinum.
Av tí, at so stórur partur
av fólkunum í hesum
landspørtum ikki hevur
tikið støðu enn, hevði tað
verið óseriøst at vinkla
yvirskriftina uppá, at
útjaðarin er ímóti einum
valdømi, tí niðurstøðan har
er als ikki greið, sum í
Suðurføroyum.
Við at prenta úrslitini av
kanningini hava vit júst
lagt upp til, at fólk eisini
kunnu gera sínar egnu
niðurstøður, men
journalistiskt skulu
søgurnar sjálvandi
vinklast.
Veljarin ynskir ikki eitt valdømi
Norðoya
Sambandsfelag
john WilliAM
joensen
SO280807xx.indd 13
28-08-2007 12.18.55