Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 165 - 28. august 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Amon Djurhuus á Glyvrum andaðist mánadagin 27. aug 80 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Glyvra Kirkju mikudagin kl. 17.00 Jarðarferin verður úr Glyvra Kirkju hósdagin kl. 13.00´ Tey í vilja minnast Amon kunna senda eina peningagávu á konto í Eik Arnhold Jespersen, Trongisvági, andaðist í heim­ inum mánadagin 27. august, 93 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður lýst seinni. Kistan við Theanu Follend kemur í Vestmanna kirkju í kvøld klokkan 19. Jarðarferin verður miku­ dagin klokkan 14. Andlát og jarðarferðir Líradagur er hann nevndur, árið nítjan seytjan er. Skálafjørður allur fevndur fjøllum av, her vakurt er. Bygdin armar sínar breiðir, sólin stavar himni frá. Nýslignir nú liggja teigar, Oyran breið við baldursbrá. Framvið sandurin so langur sum ein bordi – prýðir teg. Alt av summarlýðku angar, løkurin sær trilvar veg. Onki stóð í stjørnum skrivað, - um tað undur, hent nú var - Fødd var genta, kom at liva hesi náttúru so nær. Vaks so upp í tryggum heimi, friður fylti hvørja lund. Hildu tykkum rætt at gleimi styttu so um manga stund. Várið kom, og menn teir fóru Suðurland var teirra mál. Børn og eldri eftir vóru, arbeiddu øll sum ein sál. Sildin skuldi hvønn dag førast Stórhús í við árabát. Lotið undan tók at rørast, settu segl og sigldu kát. Saltfiskin tit eisin´ greiddu vaskaður á Stóraskerð. Á Oyruna tit út hann breiddu, slíkur dagur strævin er. Øksnagjógv við Typpafossi - hesi støð ei lógu fjar - Valla nevnt varð hetta plássið, áður torv í huga var. Vit ei mega gloyma hoyggið, Stórateigi nógv var á. Tit av sonnum fingu toyggið, nulvast hvør ein teigur má. Skúlatíðin var hin besta, tá tú livdi mitt í verð. Nærløgd og í huga festi, alt sum lærast kundi her. Mangt eitt vetrarkvøld varð bundið vøttir, hosur, annað við. “Upp á gólv” viðhvørt tit mundu treða dansin lið um lið. Tíðliga legði tú frá landi, út at tæna leiðin bar. Arbeitt varð í góðum anda, álítandi altíð var. Í Kirkjubø var gott at vera, hetta heim tú gloymdi ei. Bønirnar her mundu bera signing yvir tína leið. Toftabygd vit nevna vilja - her tú tænti Regni á - Hvør sum vil, hann man tað skilja, avgjørd lagna tín varð tá. Her tú møtti sveini unga, knýttu tit her ástarbond. Festu seinni búgv á Dunga ríkt vælsignað av Guds hond. Børnini – fjølment í tali spreiddu gleði, lív um seg. Knoss tað var tey at uppala, ongantíð tú spardi teg. Hendurnar tú góðar hevur, mangt eitt plaggi virkað her. Onga mynsturbók tú krevur, alt í høvdinum jú er. Men í lívsins skúla harða sjúka gjørdi nógv um seg, millum tey tú av manst varða, torført var at greiða veg. Nøgdsemi er dýrur farmur, takklæti av øllum ber. Innanfyri hesar karmar trygt tú livir lív títt her. Gávumild tú ert av lyndi, gevur har ið treingir til. Vinstra hond hon má sær linda, hvat ið høgra geva vil. Mál tú sett tær fyri hevur, vilji tín útinna má. Nógv tú av tær sjálvum krevur, alt skal vera snøgt at sjá. Um tign og mynduleika tosar vakri høvuðburður tín. Vakrast ert tú, tá tú brosar, eygu tíni bjørt sum vín. Trúgvin man tær uppihalda hvønn ein dag, ja hvørja stund. Á tann Gud sum øllum valdar, javnt tú leitar á hans fund. Tú til hann oss lærdi venda hug og sál í bøn til hann. So vit øll í himli lenda, móðirbøn Gud hoyra man. Nú í dag tú níti rundar - hábærslig sum altíð er - Og tað móti kvøldi stundar, vilja vit teg heiðra her. Takka vilja vit øll fyri stuðul, vegleiðing og ráð. At vit kundu leggja byrði vára – tínar herðar á. Vit nú kvøðu okkar´ enda, ynskir hvør av hjarta blítt. So Gud framvegis má senda signing yvir lívskvøld títt. Ynskja børnini Hansina Joensen Toftir 90 ár Kvøða til móður okkara á níti ára degnum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og sonur okkara Hans Jacob Sigvardsen lærari, Argir andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Sverra Steinhólm og Hans Jacob Joensen fyri góð og troystarrík orð til jarðarferðina. Stóra tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri vitjanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur til kirkjurnar við Gjógv og á Argjum. Stóra tøkk fyri vøkur minningarorð í bløðunum. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Rigmor, Karl Erik, Inna, Rói við familjum og Karl Jacob Dagurin 29. august. Jóhannes hálshøgdur. Dagurin hildin til minnis um at Heródes læt Jóhannes Doyparan hálshøgga. Samveldissáttmáli varð gjørdur í Bergen millum Noreg og Danmark hendan dagin í 1450. Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára føðingardegi mínum 19. juni, takki eg hjartaliga. Bestu heilsanir Ragnhild Hansen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Amon Djurhuus Glyvrar andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimið mánadagin 27. aug 80 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík mikudagin 29. aug kl. 17.00 Jarðarferðin verður úr Glyvra Kirkju hósdagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Kona, børn, svigarbørn, abba- og langabbabørn Lesið -so eru tit við! -har tað hendir