Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 Á byrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamen: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, upseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Herðaklap og ámining Eg vil hervið mótmæla, at farið verður undir at roynd- arbora á Føroyska land- grunninum og á tí øki, sum nátturliga hoyrir til Suður- oynna, tí at hettar ikki verð- ur gjørt út frá Suðuroynni. Oljumálastýrið er lagt í miðstaðarøkinum og eru longu tredivu fólk í starvi har er mær fortalt. Hesi størvini áttu at verið her í oynni, alt annað er ónattúr- ligt í mínum eygum. Oljan er í okra sjóøki, sjálvandi átti umsitingin eins væl og oljuhavnin at verið her. Tað má koma til tað, at okur Suðuroyingar fara at krevja, at øll umsiting av oyggj okra, bæði á landi og sjógvi, verður í oynni. Út- skriving av fiskiloyvum eins væl og oljuloyvum á okra leiðum gongur út herfrá, og øll umsiting annars verður her á staðnum. Bara sølan av tunfiska- loyvum og svartkjaftaloyv- um í okra sjógvi hevði verið nokk til at rikið Suðuroyar Sjúkrahús og alla oynna annars fyri. Nú ganga ávísir menn við hesum loyvum í lummanum og selja út til hægstbjóðandi, ongin veit, hví teir hava fingið tey, men teir selja so føroyska fiska- tilfeingið fyri egnan vinn- ing. Oljan og fiskatilfeingi- rundanum Suðuroynna er meir enn nokk til, at onkur kundi klárað okkum sjálv. Tí mugu okur krevja, at ok- ur skulu umsita tilfeingið sjálvi, soleiðis at okra ung- dómur kann fáa arbeiði í Viðm. til Jógvan K. Mørkøre formann í Føroya Kommunufelag Tað sær út til at verða púra ómøguligt at verða ósamdur við Jógvan K. Mørkøre, form. í Føroya Kommunu- felag, tí hann hevur eina meining í dag og aðra í morgin. Tí má eg spyrja um hvussu nógv veit J. K. Mør- køre um viðurskiftini á økinum, sum hann úttalar seg um, vegna allar komm- ununar í Føroya Kommunu- felag. Tann skipanin ið er gald- andi við 3 býtinum av út- reiðslunum hevur virkað væl. Sum leiðari av dag- røktarskipan og dagstovni á bygd, havi eg altíð fingið góða og holla vegleiðing frá Stovnsdeildini og tí pedag- ogisku ráðgevingini á Al- mannastovuni. Tó má sig- ast, at eftirlitið hevur bert verið økonomiskt. Viðv. tí innihaldsliga partinum, virkseminum á stovninum hevur als onki eftirlit verið. Pedagogiskt eftirlit eksister- ar ikki í Føroyum. Tó vil eg meta, at økið er væl skipað, tó at vit sum arbeiða á gólv- inum fegin vildu haft at eitt eitt pedagogiskt eftirlit var, sum kundi verið við til at birt undir menning og fram- burð. Tí eri eg fegin um upp- skotið til nýggja løgtings- lóg um dagstovnar og dag- røkt. Hon gevur okkum teir tiltrongdu karmarnar, ið vit hava mangla síðani fyrsti barnagarðurin í Føroyum var stovnaður í 1931. Men hvat er so tað, sum fær ein til at hugsa bíða bíða. – Jú tað er, at landið yvirletur alla ábyrgd uppá ein gang til kommunurnar, bæði stórar og smáar. Bæði tær, ið hava stóra central- umsiting og tær, hvar um- sitingin er so lítil, sum hon kann verða. Ampin gongur eisini uppá tann hugburðin, sum Jógvan K. Mørkøre er so heitur talsmaður fyri – at »tey ið gjalda eisini skulu valda« tvs. at kommunur við sínum 70% av rakstrar- gjaldinum kunnu finna uppá at brúka hvat sum helst til dagstovn. Hetta fer í ringasta falli at merkja, at tað sum er bygt upp verður syndrað. Ítrótt- arhús, samkomuhús, ítrótt- arhallir, bygdarhús - you name it - alt kann nýtast til endamálið. Tey krøv, ið enn eru gald- andi og vónandi framhald- andi fara at verða galdandi til stovnsetan av stovnum, nemliga góðkenning frá Landslæknanum, Brunaum- sjón Landsins og Arbeiðs- eftirlitinum, eru garantiurin fyri at kreativar loysnir ikki síggja dagsins ljós - og tó t.d. Nólsoy - Útjaðaraøkið tvs. teir smáu dagstovnarnir og dag- røktirnar úti á bygd hava ringt við at fáa útbúgvið fólk, vit hava ikki í sama mun tiltrekningskraft sum stovnarnir í Havn og á stór- bygdum. Tí má ansast eftir at útjaðarin ikki fellur púr- asta burturímllum og at tann framburður ið er, ikki syndr- ast. Tí eitt er greitt, at upp- gávan fyri útjaðarastovnarn- ar ofta er tung, tí umsitingin í kommununum er lítil og harafturat skal stovnurin ofta røkja uppgávur viðv. børnum, við serligum tørvi fyri umkringliggjandi kom- munur, ið ongan dagstovn hava. Tí er tað ikki nokk sum Jógvan K. Jørkøre framførir, at bara leiðarin er útbúgvin, so er alt í fínasta lagi. Erfaringin sigur mær, at uppgávan er størri enn sum so. Tað skulu bæði væl- útbúnir pedagogar og hjálp- arfólk afturat leiðaranum. Er tað ringt at fáa útbúgv- ið fólk at arbeiða á bygd í dag, so verður tað púra ómøguligt um tann dag- stovnurin sum skal byggj- ast/stovnsetast eftir høvdin- um hjá Jógvan K. Mørkøre nakrantíð sær dagsins ljós. Tá fara eisini vit sum ar- beiða á bygd at hugsa okk- um væl um. Fyri mær er málið at vit framhaldandi menna bygd- irnar, at ung fólk kunnu seta búgv og at møguleiki er fyri at børnini kunnu verða ans- aði undir tryggum og menn- andi umstøðum, í hølum, sum eru ætlaði til endamálið og við nærløgdum starvs- fólki. Vinarliga Súsanna Holm, umsitingini her á staðnum og ikki noyðast at flyta ov oynni fyri at fáa arbeiði. At oyggin fer at doyggja út um nøkur ár við núver- andi gongd eru nokk flest samd um. Lat okkum eisini blíva samd um at loysa frá restini avoyggjunum og nýta tað ríkidømi, ið natúr- liga hoyrir oyggj okra til, tá verður liviligt her at vera. Svenning Borg, Vágur Suðuroy og framtíðin IKKI kann sigast annað enn, at Vaktar- og Bjarg- ingartænastan og her ikki minst manningarnar á vaktarskipunum hava gjørt eitt gott arbeiði, nú tað er komið undan kavi, at fleiri útlendsk skip hava fiskað meira, enn tey høvdu loyvi til. Hendingarnar í seinastuni, har ikki færri enn trý norsk línuskip eru tikin, og tvey teirra hava havt ov stóra hjáveiðu, eru dømi um, at okkara vaktar- og eftirlitsmynd- ugleikar á sjónum fungera. Og hetta eiga fólkini á hesum stovni rós uppiborið fyri. Ikki minst tá hugsað verður um tær umstøður, sum okkara politikarar og myndugleikar annars hava boðið teimum nú í langa tíð - og her serstakliga eftir at vaktarskipið Ólavur Halgi varð seldur av landinum. Loksins eydnaðist tað so at fáa Gorm inn í flotan, men hóast talan er um ein gamlan Gorm, so hevur tað kortini víst seg at vera eitt effektivt skip - við effektivari manning. NÚ verður so nýtt vaktarskip bygt. Tað er greitt, at Føroyar sum tjóð hava á ongan hátt ráð til at vera eina góða vaktar- og eftirlittænastu fyriuttan og eiheldur eina skerda tænastu. Við okkara geo- grafisku støðu í Atlantshavi og við ábyrgd fyri einum av heimsins ríkastu havøkjum, er ein mun- adygg tænasta av hesum slag altavgerandi. Talan er jú um at verja okkara egna tilfeingi og her ikki minst við komandi ættarliðum í huga. Tað átti at verið ein grundfestur regul, at seinasta stað, har sparast skal á tí almenna økinum, er nettupp innan Vaktar- og Bjargingartænastuna. So er tað sagt. Og her eiga vit so eisini at hava eina komandi frálandavinnu í tonkunum, tí tá farið verður at leita eftir olju, kemur hesin stovnur at hava alstóran týdning til tess at tryggja umhvørvi og fólkini, sum arbeiða í hesi vinnu. So eisini hesin útviklingurin krevur av politikarunum, at teir geva stovnum sum V&B ans. Talan verður her um at hava eina 100% effektiva tilbúgving. Og verður nakað slingur í valsinum her, so fáa vit tað aftur í gráum kolskinni. Tá vit tosa um sjóverjuna í dag, so er ikki bara talan um at vera á varðhaldi eftir útlendskum og fyri tað eisini føroyskum veiðutjóvum. Talan er so sanniliga líka nógv um at kunna veita okkara fiskimonnum eina tænastu, sum teir hava krav uppá. Her verður hugsað um at hjálpa fiskiskipum í trupulleikum av ymsum slag, og ikki minst at hava eina tænastu, sum vendir sær til heilsuna og gerandistilveruna hjá hvørjum einstøkum av okk- ara sjómonnum, meðan teir eru úti á havinum. SPURNINGURIN um donsku sjóverjuna undir Føroyum er tí eisini nakað, sum eigur at verða tikið fram, tá tosað verður um umrødda mál. Og her vita vit, hvussu stóran týdning danska sjó- verjan hevur havt og hevur. Miðjað verður so ímóti, at føroyingar skulu kunna yvirtaka størri og størri part av tí, sum aðrir hava gjørt, og er hetta sjálvandi rætt og rímuligt. Men her er eisini talan um krevj- andi og kostnaðarmiklar uppgávur, so talan kann ikki verða um at kvetta á stokkinum frá degi til dags. Vónandi kunnu danskir og føroyskir mynd- ugleikar á hesum økjum halda fram við tí góða samstarvinum í framtíðini eisini.Spurningurin um tyrlutænastuna hevur verið nógv frammi júst í hesum sambandi. Og her mugu vit bara síggja til, at tað ikki bráddliga verður eitt hol í skipanini. Her má ikki slakast ein tumma. Veitingarnar, sum tyrlurnar hava staðið fyri og sum hava so ómetaliga nógv at siga fyri sjófólk okkara og ikki minst fyri sjúkraflutning millum oyggjarnar eisini, mugu ikki skerjast. ÓLAVUR Í BEITI Tað er rættiliga nógv komið fram um royndarfiskiskapin eftir tunfiski seinastu dag- arnar, har tað eisini er kom- ið fram at rættiliga fitt av peningi er í hesi vinnu, ikki minst til teir sum loyvini hava. Í spølni førdi onkur fram, at hevði Fiskimála- stýrið sjálvt havt loyvini og seldi tey víðari og fekk allan ágóðan av søluni, stóð ikki á at bygt minst eitt vaktar- skip aftrat tí nýggja, sum verður bygt í løtuni. Valdi at halda fram Jørgen Niclasen, fiskimál- aráðharri, sigur, at nú verur alt viðvíkjandi royndarfiski- skapinum eftir tunfiski kannað og enn er ikki av- gjørt, hvat hendir í ár. – Eg var nýggjur lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum og valdi tí at halda fram við verandi skipan, men nú er so spurningurin, hvussu langt vit eru komin, um vit hava fingið nóg mik- ið av vitan av royndarveið- ini, um vit hava fingið nóg mikið at vita um fiskileiðir- nar í okkara sjógvi, markn- aðin og annað mangt tengt at hesum fiskiskapi. Lært okkum nógv – Tað er eingin ivi um, at japanar hava givið okkum sera stóra vitan um henda fiskiskap, og spurningurin er tí eisini, um vit hava fing- ið nóg mikið til at kunna kára alt sjálvir. Og aftrat hesum koma so mangir aðr- ir spurningur, eitt nú spurn- ingurin viðvíkjandi ICCAT, har vit enn ikki hava lima- skap. – Okkara fremsta mál er at fáa tunfiskaveiðina til eina lønandi vinnu, og tí ræður um at leggja alt so væl til rættis sum gjørligt. Vit krevja okkara rætt til hetta tilfeingi og tí ræður eisini um at gera tað rætt, og tað kann verða ringt, sig- ur Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharri. – Tá ið vit hava fingið mest møguliga vitan og at- gongd til røttu marknaðir- nar verður ikki talan um nakra royndarveiði, men spurningurin verður nú kannaður, um vit eru komn- ir hartil, leggur Jørgen Nicl- asen at enda aftrat. Royndarfiskiskapurin eftir tunfiski kannast