leygardagur 19. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 35 - 19. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 35 - 19. februar 2000
ç GlaÝsheyggi ¥ Box 30 ¥ FO-110 Trshavn
Tel. (+298) 31 10 17 ¥ Fax (+298) 31 10 18
E-mail: rasmussen@rasmussen.fo ¥ Http://www.rasmussen.fo
GrannskoÝarafelagiÝ
RASMUSSEN & WEIHE
Statsaut. Revisorar
An associated firm of
Kundi t hugsaÝ t¾r
at veriÝ rvalsliÝi ?
ç virki okkara eru ngvir gÝir leikarar. Men taÝ er fyrst
og fremst gj¿gnum samarbeiÝi, at vit hava skapt eitt sterkt
liÝ. N hava vit plss fyri n¿krum leikarum afturat, og vit
sknast t eftir evnarkum persnum viÝ r¾Ýi, ambitinum
og hugi at vera viÝ einum liÝi, har ngv er at gera, og har
arbeitt verÝur einum gÝum og htÝarligum umhv¿rvi.
Rasmussen & Weihe er eitt grannskoÝara- og rÝ-
gevingafelag, sum varÝ stovnaÝ 1968. Umframt at gera
lgarbundna grannskoÝan rÝgeva vit ymsum ¿kjum, t.d.
viÝvkjandi roknskapi, bkhaldi, stovnan av virkjum,
rakstrar¾tlanum, skattamlum v.m. Umframt h¿vuÝs-
skrivstovuna Trshavn hava vit eisini skrivstovuh¿li
Saltangar.
Ein tbgving hj okkum gevur eisini m¿guleikar
uttanlands. ê altjÝa h¿pi er felagiÝ limur heimsins st¿rstu
grannskoÝarafyrit¿ku PricewaterhouseCoopers, iÝ hevur
meira enn 150.000 starvsflk 150 ymsum londum, og
hetta samstarv gevur okkara starvsflkum m¿guleikar at
fa s¾r arbeiÝsroyndir uttanlands - princippinum alla-
staÝni, har PricewaterhouseCoopers er umboÝaÝ.
Sjlvandi dmar okkum best, at starvsflk, iÝ gera eitt gott
arbeiÝi, ynskja at verÝa verandi virkinum hj okkum. Men
vit mugu sanna, at ngv virki leita s¾r eftir dugnaligum
starvsflki hj okkum. Hevur t viljan og evnini til at
gj¿gnumf¿ra eina tbgving hj okkum, hevur t ivaÝ
ngvar m¿guleikar framtÝini. Hugsar t frammanundan
um vÝari tbgving tlondum, tti t kanska staÝin at
hugsa um at komiÝ liÝiÝ hj okkum.
Sjlvt um vit til¾tlaÝ gera alt fyri at varÝveita okkara gÝa
og htÝarliga arbeiÝsumhv¿rvi, m sannast, at grann-
skoÝan sjlvum s¾r er eitt lvarsml. EndamliÝ viÝ
grannskoÝan er at gera taÝ arbeiÝi, iÝ er neyÝugt fyri at
tekna upplàsingar fr einum virki til umheimin. Ein
tekning, iÝ sigur, um upplàsingarnar eru r¾ttvsandi. ê
hesum sambandi er neyÝugt at l¾ra, hvussu grannskoÝanin
skal tinnast, og hvat krevst fyri at gera eina tekning. ê
okkara arbeiÝi verÝur t eisini ofta neyÝugt at rÝgeva
innan ymisk ¿ki, og hartil krevst eisini teoretisk og
praktisk vitan. Lggvan setir str kr¿v til fakliga st¿ÝiÝ
hj einum grannskoÝara, men innanhàsis setir felag okkara
enn st¿rri kr¿v til dygdina av t arbeiÝi, iÝ gj¿rt verÝur.
Talan er eisini um str kr¿v til persnligu eginleikarnar hj
einum grannskoÝara. Hann skal m.a. vera byrgdarfullur,
ltandi, trverdur og skilja tàdningin av tagnarskylduni.
Fakliga
st¿ÝiÝ
verÝur
uppbygt
gj¿gnum
teoretiska
tbgving og starvsvenjing - sigast m t beinanvegin,
at neyÝugt er, at t sjlv(ur) tekur eitt strt tak.
Vit v¾nta at t hevur tikiÝ ella tekur students-, HF ella
HH prgv summar, og at t ert hugaÝ(ur) eini
bskaparligari tbgving. T var/er eisini millum tey
stinnastu flokkinum hj t¾r og hevur hug at sameina eina
teoretiska tbgving viÝ eina praktiska tbgving. Eisini
heldur t taÝ vera spennandi at sleppa at virka vinnu-
lvinum.
Vit bjÝa t¾r eitt l¾ruplss, har t fyrstu syftu kanst lesa
HD, samstundis sum t vinnur pening. Vit geva t¾r
m¿guleika fyri eini bskaparligari tbgving, iÝ ikki f¾st
betri F¿royum, og sum til fulnar er sama st¿Ýi sum taÝ,
iÝ verÝur bjÝaÝ aÝrastaÝni. Aftan HD hevur t fleiri
m¿guleikar. Velur t at lesa cand. merc. aud. sum full-
tÝarlesandi Danmark, kanst t fa farloyvi, og kanska
kunnu
vit
tvega
t¾r
arbeiÝi
lestrartÝini
hj
PricewaterhouseCoopers Danmark. T kanst eisini velja at
lesa cand. merc. aud. sum sjlvlesandi, samstundis sum t
arbeiÝir F¿royum. Aftan cand. merc. aud. er m¿guleiki
at gerast statsautoriseraÝur grannskoÝari. Hevur t vilja,
evni og r¾ttan hugburÝ, stuÝla vit t¾r sjlvsagt so ngv sum
gj¿rligt at fullf¿ra taÝ, sum t setur t¾r fyri.
St¿rvini skulu setast eftir summarfrtÝina r 2000, men
longu aprl mnaÝi kunnu vit gera eina setanaravtalu.
Ynskir t aÝrar upplàsingar, kanst t ringja til okkara og
seta teg samband viÝ Ole Guldborg Nielsen ella Klaus
Rasmussen.
Skrivlig umskn viÝ prgvum og ¿Ýrum upplàsingum skal
vera okkum hendi seinasta lagi ultimo mars 2000.
Sosialurin - 311820
HANS
PîL
BçRÜUR
KAYSTEN
TURID
JçKUP
Úr Løg-
tinginum
Eykajáttan til
pensónistar
Uppskot um at hækka viðbót pen-
sjónistanna til sjón- og útvarpsgjal
var til fyrstu viðgerðar hósdagin
JOHN JOHANNESSEN
Eitt av teimum fýra mál-
unum, ið vóru til fyrstu
viðgerðar á tingfundinum
hósdagin, var eitt uppskot
frá Sambandsflokkinum
um at hækka pensjóns-
viðbótina fyri sjón- og út-
varpsgjald. Talan er um
eitt eykajáttanaruppskot.
Sambandsflokkurin
heldur, at tá bæði útvarps-
gjald og sjónvarpsgjald
eru hækkað, eigur viðbót-
in, ávísir pensjónistar fáa
fyri hesi gjøld, eisini at
verða hækkað.
Flokkurin vísir í við-
merkingunum til upp-
skotið á, at talið av pen-
sjónistum, sum í dag fáa
slíka viðbót, er 3.829. Til-
samans eru sjón- og út-
varpsgjøldini
hækkað
231,27 krónur. Tískil
mælir Sambandsflokkur-
in at hækka kotoina til
hesa viðbót við 886.000
krónum.
Útvarpsgjaldið
fyri
1999 var 1.384,38 krónur
við, meðan sjónvarps-
gjaldið fyri 1999 var
1.384,35 krónur . Fyri
2000 eru bæði
útvarps- og sjónvarps-
gjøldini sett at vera 1.500
krónur. Útvarpsgjaldið
hækkar við 115,62 krón-
um, meðan sjónvarps-
gjaldið hækkar við111,65
krónum.
Uppskot
Sambands-
floksins varð á tingfund-
inum hósdagin beint í
fíggjarnevndina.
Granskoðan til
fyrstu viðgerðar
JOHN JOHANNESSEN
Umframt fyrstu viðgerð-
ina av uppskotinum um,
at hækka pensjónsviðbót
pensjónistanna,
vóru
tríggjar aðrar fyrstu við-
gerðir á dagsskránni.
Talan var í øllum trim-
um førum um viðgerðir
av grannskoðan av al-
mennum roknskapum.
Tann fyrst av teimum
trimum almennu rokn-
skapunum var av rokn-
skapinum hjá Menningar-
grunni Ídnaðarins fyri
fíggjarárið 1998.
Næsta
almenni
roknskapurin, ið var til
viðgerðar, var tann hjá
Føroya Ídnaðargrunni, og
var eisini í hesum føri-
num talan um roknskapin
fyri fíggjarárið 1998.
Seinasti roknskapurin
var tann fyri Íleggingar-
grunnin fyri Føroyar, og
var talan enn einaferð um
roknskapin fyri fíggjarár-
ið 1998.
Eftir
fyrstu
við-
gerðirnar skuldi Signar á
Brúnni, landsstýrismaður,
svara Rúni Sivertsen, løg-
tingskvinnu uppá fyri-
spurning nummar 100-
18/1999 um Skúlan á
Trøðni og Sernámsdepil-
in.
Næstseinasta punktið á
dagsskránni var svar uppá
fyrispurning frá Lisbeth
L. Petersen, løgtings-
kvinnu, til Finnboga Arge
Landsstýrismann viðvíkj-
andi barnsburðargrunni.
Seinast á dagsskránni
fyri tingfund nummar 53
hesa tingsetuna var fram-
løga.
Aðalorðaskifti um
búskaparvøkstur
JOHN JOHANNESSEN
Tingformaðurin
hevur
sett næsta tingfund at vera
týsdagin
22.
februar
klokkan tíggju fyrrapart-
in.
Á skránni er eittans
mál, og er tað tingmál
nummar 101-6/1999, sum
er aðalorðaskifti um frá-
greiðing frá landsstýris-
manninum í vinnumálum
um gagnligastu fíggjar-
og lógarkarmar til at
fremja búskaparvøkstur
og økja íløgurnar í Før-
oyum.
Fundurin endar við
framløgu.
ÓLAVUR Í BEITI
Tað er Pf. Hvalnes í Klaks-
vík sum eigur bæði »Gard-
ar« og »Norðborg«, og nú
»Gardar« verður yvirtikin
mánadagin yviri í Noregi, í
Haugesund, verður »Norð-
borg« tikin úr flotanum og
samráðingar eru í løtuni við
felag í Ghana í Afrika at
keypa »Norðborg«.
Fríggjadagin
legði
»Norðborg« sína seinastu
last upp í Bodø í Noregi og
sama dag fekk skipið navn-
abroytan til »Norðborg II«.
»Gardar« verður
yvirtikin mánadagin
Og sama dag sum skipið verður yvirtikið, fær »Gardar« navnabroytan til
»Norðborg«. Og í gjár landaði »Norðborg« sína seinastu last í Noregi og
fekk navnabroytan til »Norðborg II«. Mánadagin verður »Næraberg« helst
eisini yvirtikin, so hetta verður minniligur dagur í Klaksvík
28 mans
Mánadagin
verður
so
»Gardar« yvirtikin av før-
oyska felagnum og fær
sama dag navnabroytan til
»Norðborg«.
Og sambært Pf. Hvalnes,
so verður útgerð tikin um-
borð beinanvegin og seinni
í vikuni er so ætlanin at fara
til fiskiskap, so skipið kem-
ur ikki hendavegin nú.
Helvtin av manningini er
í Noregi í løtuni og riggar
skipið til, og seinni verður
hin helvtin av manningini
flogin yvir til Noregs, helst
við leiguflogfari.
Tá ið farið verður til fisk-
iskap við »Norðborg« verð-
ur manningin 28 mans. Av
hesum koma 9 norðmenn at
vera við frá byrjan, verður
sagt frá reiðarínum.
400 mió. krónur
Tað er stórur dagur í Klaks-
vík mánadagin, tí um sama
mundi, sum Pf. Hvalnes yv-
irtekur »Gardar«, verður
helst eisini stóri trolarin
»American Empress«, sum
JFK Trol í Klaksvík skal
hava, yvirtikin. »American
Empress« hevur nú fingið
navnabroytan til »Næra-
berg«, og týsdagin ella mik-
udagin verður hann í Før-
oyum, tá vit fara at hoyra
meiri um hesa áhugaverdu
verkætlan.
Samlaðu íløgurnar hjá
hesum báðum vinnufyritøk-
um í Klaksvík liggja um
400 milliónir krónur, so á
mangan og ein hátt er hetta
minniligur dagur í Klaks-
vík.
ÓLAVUR Í BEITI
Lisbeth L. Petersen spurdi
herfyri Finnboga Arge nakr-
ar spurningar um Barns-
burðargrunnin og vildi hon
hava at vita, hvussu langt
fyrireikingarnar eru komn-
ar, nær grunnurin verður
settur á stovn og hvussu
grunnurin skal fíggjast.
Lisbeth L. Petersen vísti
á í viðmerkingunum, at við-
víkjandi teim alment løntu
er nú ein skipan galdandi,
tá avtala er gjørd um spurn-
ingin við sáttmála, sum
tryggjar kvinnuni fulla løn,
tá hon fer í barnsburðarfar-
loyvi, men á privata ar-
beiðsmarknaðinum er støð-
an ikki hin sama.
– Í mongum føri er tað
arbeiðsgevarin, sum ger av,
hvussu málið um barsilsfar-
loyvi verður umsitið. Fíggj-
arliga orkan hjá arbeiðsgev-
ara kann vera avgerandi
fyri, hvørjar sømdir kvinn-
an, sum verður við barn,
fær. Hetta sást og eru dømi
um, tá kreppan í nítiárunum
leikaði harðast á, og kvinn-
urnar á arbeiðsmarknaði-
num vórðu mettar sum ein
fíggjarlig byrða fyri summi,
segði Lisbeth L. Petersen í
viðmerkingunum.
Nevnd sett
Finnbogi Arge, landsstýris-
maður, sigur í svarinum, at
nevnd er sett at gera uppskot
um, hvussu grunnurin kann
skipast, og nevndin er farin
til verka at fyrireika uppskot
til løgtingslóg um grunnin,
sum verður lagt fyri Løg-
tingið í komandi tingsetu.
– Barnsburðargrunnurin
kann setast á stovn tá og um
Løgtingið hevur samtykt
uppskotið, og tað er staðfest
og lýst sum løgtingslóg,
vónandi í hesum árinum, og
ætlanin er, at grunnurin skal
fíggjast av pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum, sigur
Finnbogi Arge í svarinum.
Barnsburðargrunnurin fíggjast av
pørtunum á arbeiðsmarknaðinum
Nevnd er sett at gera uppskot um, hvussu Barnsburðargrunnurin kann
skipast, og nevndin er farin til verka at fyrireika uppskot til løgtingslóg um
grunnin, sigur Finnbogi Arge í svari til Lisbeth L. Petersen
Lisbeth L. Petersen,
tingkvinna
Sambandsfloksins
Fríggjadagin legði »Norðborg« sína seinastu last upp í Bodø í Noregi og sama dag fekk skipið navnabroytan til
»Norðborg II«