Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 JÁKUP MØRK Í hósdagsútgávu okkara skrivaðu vit, at Landsbank- in og Unibank seinastu tíð- ina hava arbeitt við eini møguligari umfíggjan av føroysku kommunuskuld- ini. Ætlanin við hesum var, at Málið er als ikki viðgjørt Karl Heri Joensen, býráðslimur í Klaksvík, gjørdist ikki sørt ovfarin, um viðmerkingarnar, sum borgarstjórin, Jógvan við Keldu, hevði um ætlanir Landsbankans um eina møguliga endurfígging av føroysku kommunuskuldini nýtt felag skuldi stovnast, sum við hjá av lánsbrøvum skuldi endurfíggja føroysku kommunuskuldina. Landsbankastjórin, Sig- urd Poulsen, segði tá við Sosialin, at skuldi ætlanin gerast veruleiki, var alneyð- ugt at stóru kommurnar vór- u við í hesum, soleiðis at samlaða peninganøgdin gjørdist nóg stór. Jógvan sigur ósatt Til hetta segði Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík, at Klaksvíkar bý- ráð hevði eina greiða støðu í hesum máli. Hann greiddi frá, at býráðið var komið ásamt um, at teir ikki vildu vera við í eini slíkari loysn. Hinvegin varð avgjørt, at kommunan í beinleiðis samstarvi við lánveitararnar skuldi greiða málið, og at einki millumlið skuldi vera í hesum sambandi. Karl Heri Joensen, sum situr í andstøðuni í býráð- num, sigur við Sosialin, at hann gjørdist ikki sørt skelkaður, tá hann las grein- ina, tí honum kunnugt hevur málið ongantíð verið til við- gerðar í býráðnum. - Tá Jógvan við Keldu sigur við Sosialin, at bý- ráðið hevur eina greiða støðu í málinum, er hetta beinleiðis ósatt, sigur Karl Heri Joensen. Hann leggur afturat, at honum kunnugt, hevur einki umboð hjá bý- ráðnum somikið sum verið á fundi við Landsbankan í hesum máli. Andstøðulimurin finst so- statt hvassliga at, at býráðs- formaðurin úttalar seg veg- na býráðið, uttan at málið hevur verið til viðgerðar. Mugu kanna møguleikarnar Karl Heri Joensen heldur annars, at tað er skyldan hjá býráðnum at kanna allar møguleikar, sum kommun- an hevur, í sambandi við, at kommunuskuldaravtalan fer úr gildi 30. november í ár. Eftir hansara tykki kann Klaksvíkin ikki á nakran hátt loyva sær at seta seg sjálva uttanfyri eini møgu- ligari loysn, men eigur bý- ráðið hinvegin at vera opið yvir fyri teimum loysnum, sum Landsbankin hevur at bjóða. Endaliga niðurstøðan má so vera tann, sum tænir borgarunum í kommununi JÁKUP MØRK Tá vit spurdu bogarstjóran í Klaksvík, Jógvan við Kel- du, um hansara støðu til omanfyrinevndu atfinning- ar, gjørdi hann púrasta greitt, at hann als ikki er samdur við andstøðuni í hesum. Vísandi til býráðssamtykt frá 27. januar 1999 greiddi borgarstjórin frá, at eitt samt býráð tá gjørdi av, at Klaks- víkar Kommuna skuldi gera krav upp á sítt innistandandi í kommunala kreppuláns- grunninum, eftir at ein ein- gangsupphædd var útgoldin ringast støddu kommunu- num. Samtyktin tað ferðina bygdi á tilmæli frá fíggjar- nevndini, sum hevði havt málið til viðgerðar 13. jan- uar. Valár er í ár Sum nevnt varð hetta sam- tykt fyri góðum ári síðani, og borgarstjórin sigur seg alla tíðina hava hildið seg til arbeiðssetningin hesum viðvíkjandi. Hann leggur afturat, at hann javnan hevur kunnað býráðið um støðuna í mál- inum, seinastu ferð 14. de- sember 1999, og ongantíð hevur nakar mótmælt tí ar- beiði, sum er farið fram í málinum higartil. -Tískil metti eg, at tað var greið semja í býráðnum um, at kommunan sjálv avgreið- ur síni lániviðurskifti, sigur Jógvan við Keldu. -Alt gongur í friðartíð, sigur borgarstjórin, sum við hesum sipar til at talan í ár er um valár, og andstøðu- politikararnir tískil helst vil- ja manifestara seg. Sjálvur vil hann tó ikki hava ákæ- rurnar sitandi á sær, og ger hann tí greitt, at hann hvørki hevur logið ella dult nakað fyri andstøðuni. Jógvan við Keldu sigur at enda, at málið verður lagt fyri á býráðsfundi í kom- andi viku, soleiðis at endalig greiða fæst á málinum. best. - Klaksvíkar Kommuna er á ongan hátt somikið væl fyri, at vit kunnu loyva okk- um at taka av einum fígg- ingartilboði, uttan at vit fyrst hava kannað allar møguleikar. Talan er her um eina avgerð, sum hevur al- stóran týdning fyri framtíð- ina og fíggjarligu disposi- tiónsmøguleikarnar hjá Klaksvíkini, og tískil er neyðugt, at býráðið ger nýt- slu av øllum tí fólki, sum kommunan hevur, og, um tað er neyðugt, fær hjálp frá serkunnleika uttan fyri kommununa, sigur Karl Heri Joensen Skilagott við serkunnleika Torleif Sigurðsson, sum eis- ini situr í andstøðu í bý- ráðnum sigur við Sosialin, at hann er samdur í tí, sum Karl Heri Joensen førir fram. -Mær kunnugt hevur mál- ið ongantíð verið viðgjørt í býráðnum, og heldur í fíggj- arnevndini, har eg eri limur, sigur Torleif. Hann leggur afturat, at eftir hansara tykki er tað avgjørt skilagott, um kommunan tekur serkunn- leika við upp á ráð, tá slíkar avgerðir skulu takast. Í hesum sambandi sigur hann eisini, at ein skuldi trúð, at serkunnleikin, sum í hesum føri er Landsbank- in, er betri førur fyri at taka eina støðu til málið, enn vanligu leikmenninir, í hes- um føri býráðslimirnir. -varð serkunnleikin tikin upp á ráð í sínari tíð, tá fleiri stór og dýr lán vórðu tikin, er als ikki víst, at øll hesi lán vórðu upptikin, sigur Torleif Sigurðsson at enda. Í fyrstu atløgu hevur and- støðan gjørt av, at borgar- stjórin á fyrstkomandi bý- ráðsfundi skal geva býráð- num eina frágreiðing um mannagongdina í málinum, og harumframt ætlar and- støðan at krevja, at býráðið í víðari mun kann møgu- leikarnir fyri eini framtíðar fígging. Býráðið er kunnað í málinum Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, sigur seg alla tíðina hava arbeitt eftir býráðssamtykt Karl Heri Joensen gjørdist ikki sørt skelkaður, tá bý- ráðsformaðurin í Klaksvík segði, at eitt samt býráð ikki tók undir við ætlanum Landsbankans SVEINUR TRÓNDARSON Landsstýrismaðurin í vinn- umálum hevur sett sær fyri, at fara kanna møguleikarnar fyri útlisiteringum innan sítt málsøki. Hann hevur sett sær fyri at lýsa hetta fyribrigdið, sum er privatisering, men bara á ein annan hátt, enn privatisering! Úrslitið skal vera ein listi yvir tær útlis- iteringsmøguleikar á hans- ara øki og so ein generel lóg, sum heimilar útlisiter- ingum. Ikki nógv brúkt í Føroyum Í eini greini í seinastu út- gávuni av Nýriti, kunning- arskrivinum frá Miðfyrisit- ingini, greiðir Finnbogi Arge frá sínum ætlanum, og hann nertir eisini við hug- tøkini. Er tað eitt orð, sum kann fáa politisku sinnini í kók, so er tað tá talan fellur á privatisering. Ideologiskt er ofta stórur munur á uppfat- anini av hesum hugtaki, og í flestu førum eru tað tey, sum eru vinstru megin miðjuna, sum eru ímóti, meðan tey høgru megin hava lyndið til at taka undir við privatiseringum. Tó er tað so, at vinstra- flokkarnir í Evropa - og eis- ini í Danmark - ikki smæð- ast burtur, tá tosað verður um privatisering. Eitt dømi er TeleDanmark, sum sit- andi danska stjórn privatis- eraði. Her heima er minni gjørt við prvatiseringar hóast vit í seinastuni hava sæð fleiri Finnbogi Arge í Nýriti: Lýsa møguleikarnar fyri útlisiteringum Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, í seinastu útgávuni av Nýriti, kunn- ingarskrivinum frá Miðfyrisitingini, ætlar sær at lýsa møguleikarnar fyri út- lisiteringum innan sítt málsøki, við tí fyri eygað, t gera ein lista yvir útlisiter- ingsmøguleikarnar og eina lóg, sum heimilar útlisiteringum almenn partafeløg, sum eru eitt stig á vegnum til priv- atiseringar. Útlisiteringarnar øðvísi Finnbogi Arge staðfestir, at hugtøkini privatisering og útlisitering, ofta verða brúkt hvørt um annað, hóast stór- ur munur er á teimum. Tá alment virksemið verður privatiserað, fer bæði ábyrgdin av virksem- inum, sum oftast við yvir til privata felagið, men so- leiðis er ikki tá talan er um útlisitering, skrivar lands- stýrismaðurin. – Við útlisiteringini liggur ábyrgdin fyri, at uppgðávan, verður loyst, hjá almenna myndugleikanum, hóast uppgávan verður boðin út til privatar veitarar at út- inna. Endamálið við útlisit- eringini er, at uppgávan verður loyst bíligari og betri, av tí at privattir veit- arar í summum førum betri kunnu gagnnýta fyrimunir við stórrakstri og skjótari kunnu laga og samskipa uppgávurnar til broyttar fyritreytir. Tað er ein sannroynd, at útlisiteringar verða alsamt meira brútkar í grannalond- unum, serliga við tí fyri eyga at spara pening og at rationalisera ávísar almenn- ar uppgávur. Finnbogi Arge skrivar at royndir vísa, at almennir myndugleikar kunnu spara upp í ein triðing av útreiðsl- unum av ávísum uppgáv- um, uttan at hetta førir við sær verri tænatur fyri borg- aran, men at sparingar mill- um tíggju og fimtan prosent eru vanligari. Starvsfólkið flytir við Sum vera mann er vandin við privatiseringum og út- lisiteringum ofta, at alm- ennu starvsfólkini, sum hava havt uppgávurnar um hendi, detta niðurímillum. Men, skrivar landsstýris- maðurin, við útlisiteringun- um flyta almennu starvs- fólkini við til privata ar- beiðsgevaran og tey siga seg ofta fáa meiri at gera og meira skiftandi uppgávur aftur fyri í flestu førum eina hægri løn. Hann leggur afturat, at flestu teirra samstundis eru væl ella betri nøgd við starvið eftir skiftið av ar- beiðsgevara. Almenn kapping Sum nevnt frammanfyri er hvørki privatisering ella út- lisiteringar serlia nógv brúkt hugtøk í Føroyum. Hetta staðfestir landsstýrismaður- in eisini og hann sigur, at ein partur av osrøkini til tað kann vera avmarkaða kapp- ingin innan tær ávísu vinnu- greinarnar. Útboðið av fyri- tøkum, at loysa ávísar upp- gávur, er ikki stórt kanska serliga tí, at tað almenna hevur gjørt arbeiði sjálvt Aðrastaðni er kappingin størri og tí eisini betri møg- uleikar fyri størri effektivi- sering, og tí heldur Finn- bogi Arge, at ein slík gongd í Føroyum kann hava við sær eina menning av før- oysku virkjunum, sum á tann hátt gerast meira kapp- ingarfør. Harafturat kann tað hava við sær, at føroysk virkir, sum vinna almennar lisita- tiónir megna at gerast kapp- ingarfør við útlendsk virkir um uppgávur - bæði innan- og uttanlands - sum í dag verða latnar útlendskum fyritøkum, mestsum av gomlum vana. Økir veljast út Sambært landsstýrismann- inum í vinnumálum, eru á- vís økir, sum eru serliga væl egnað til útlisitering. Alm- enn framleiðsla og tænastur verða nevnd sum øki, sum eru uppløgd til útlisitering, tí har ber væl til at seta krøv til dygdina á uppgávuni, hin privati skal útinna og har skal ikki brúkast stórvegis orka at kanna, um uppgávan verður røkt, sum hon skal. Samstundis er hetta eitt øki, har vit við fyrimuni kunnu læra av royndum gjørdar aðrastaðni og á tann hátt sleppa undan barna- sjúkum. – Serliga avgerandi er, at stórt arbeiði verður lagt í at lýsa ta uppgávu, ið skal røkjast, seta krøv til privata veitaran og fylgja krøvun- um upp. Finnbogi Arge sigur, at royndir uttanlands vísa, at uppgávur innan tekniska økið og KT-økið, reingerð og viðlíkahald eru serliga væl egnaðar at útlisterra, men hann leggur afturat at listin yvir uppgávur, ið tað ber til at útlisiterað er lang- ur. Tí heldur hann at tað er neyðugt, at felags almennar leiðreglur verða gjørdar fyri, hvussu farast skal fram, tá uppgávur verða út- lisiteraðar, og royndirnar av útlisiteringini eiga at verða savnaðar á einum stað, sigur Finnbogi Arge og hann end- ar við at siga, at hann vænt- ar, at arbeiði verður liðugt, so at lógin kann fara til pol- itiska viðgerð í komandi tingsetu. Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at kanna møguleikarnar fyri útlisiteringum og at gera eitt uppskot til eina lóg, sum heimilar útlisiteringum savnsmynd. Mugu fara varisliga fram Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at myndugleikarnir eiga at fara sera varisliga fram tá tosað verður um privatisering og útlisit- ering, men kortini fegnast hann um at evnið verður tikið upp SVEINUR TRÓNDARSON Ideologiskt eru neyvan tveir flokkar, sum liggja longri frá hvørjum øðrum enn Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin. Hetta er galdandi í nógvum málum, men tá tosað verður um privatisering og útlisitering kemur tað í øllum førum heilt greitt til sjóndar. Vit ringdu tí til formann Javnaðarfloksins og bóðu hann geva sítt boð upp á tað arbeiði, sum lands- stýrismaðurin í vinnumál- um ætlar sær at gera. Fara varisliga fram Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er hansara fatan, at vit eiga at fara so sera varisliga fram, tá vit tosað um hasi fyribrigdini. – Fyri tað fyrsta eiga vit at seta okkum spurningin um tað er neyðugt at priv- atiserað, og hvør ið tað er, sum fær gagn av privat- iseringini, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at tað eftir hansara meting er trupult at síggja nakað positivt í at útlisitera ein stovn, sum er væl rikin, og tað argu- mentini fyri útlisiteringini skulu vera sera góð. – Men hetta skal ikki skiljast, sum vit eru ímóti bara fyri at vera ímóti, leggur hann afturat. Jóannes leggur afturat, at hann heldur, at tað skal vera púra greitt, hvør tað er, sum far fyrimunin av privatiseringini - um tað er tað almenna, ella um tað er tann fyritøka, sum yvirtekur uppgávuna. Landið er so lítið Ein orsøk til varsemi Jó- annesar er, at landið er so lítið, sigur hann. – Í Danmark er ein rúgva av privatum fyri- tøkum, sum bjóð-a upp á almennu uppgávurnar, men vit kunnu í fleiri før- um vænta, at tað bert verður tann eina. Tá er tað ein spurningur um hvussu stórur vinningurin er fyri tað almenna, sigur Jóann- es. Tí heldur hann, at myndugleikarnir eiga at gera eina ella aðra mát- ingarskipan, sum ger greitt hvussu stovnurin virkar nú, og sum eisini kann brúkast tá gerast skal upp, hvør vinningur- in skal verða, skal stovn- urin - ella tænastan - út- lisiterast ella privatiser- ast. Og hóast ikki heilt samdur við landsstýris- mannin, so heldur Jóann- es tað vera á góðari leið, at kjakið um privatiser- ingar og útlisiteringar verður tikið upp nú, tí hugtøkini eru ógvuliga nógv frammi í tíðini. – Hesi hugtøkini taka myndugleikan frá politik- arunum og tað eru dømi, sum vísa at privatisering ikki var rætta leiðin, sigur Jóannes og vísir á Skot- landssiglingina, sum eitt heimligt dømi og bretska vatnverkið, sum eitt út- lendskt dømi um mis- eydnaða privatisering. Privatisering er ikki eitt mál í sær sjálvum, men má gerast við góðum fyriliti til brúkaran og tað al- menna, sigur Jóannes Eidesgaard savnsmynd