leygardagur 19. februar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 35 - 19. februar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 35 - 19. februar 2000
J. Broncksg¿ta 15 - Tlf. 310 600
Rover 75 1.8 Classic 4 hurÝar
Kr. 260.000,-
120 HK
T
Rover 620 SI
Kr
Rover 75 2.0 V6 Club
Kr. 300.000,-
. 236.800,-
131 HK, 0-100 km/t 9,5 sek.
150 HK
Fleiri og fleiri velja teir sera
vælumtóktu Rover bilarnar!
Rover 623 SI "Automatic"
Kr. 298.800,-
158 HK, 0 - 100 km/t 9,5 sek.
Rover 214 SI - 5 hurÝar 103 HK,
0-100 km/t 10,3 sek.
Rover 420 SI
Kr. 199.800,-
Kr. 149.800,-
Kr. 177.800,-
136 HK,
0-100 km/t 9 sek.
Rover 416 SI 5 hurÝar 111 HK, 0-100 km/t 10,7 sek.
Sosialurin - 311820
Rover - ein bilur fyri seg!
Løgmaður letur vera at melda
Formansskapur Løgtingsins vísir á, at løgmaður kann
velja at melda Heðin Mortensen til løgregluna fyri at
hava brotið tagnarskylduna í fullveldismálinum, men løg-
maður ælar sær ikki víðari við málinum
JOHN JOHANNESSEN
»Um tygum meta, at málið
eigur at verða meldað løg-
regluni fyri brot á revsilóg-
ina, eru tað tygum, sum tann
órættaði í málinum, sum
eigur at taka hetta stig«
Hetta er høvuðsniður-
støðan hjá formansskapi
løgtingsins í sambandi við
kæruna, sum løgmaður
sendi formansskapinum um
tingmannin og uttanlands-
nevndarlimin, Heðin Mort-
ensen, mikudagin.
Løgmaður metti, at Heðin
Mortensen hevði brotið
tagnarskyldu sína í sam-
bandi við upprtið til ríkis-
rættarligu samráðingarnar,
tá hann í samrøðu við
Dimmalætting segði, at í
uppritinum varð bert tosað
um fullveldi, meðan einki
varð nevnt um skiftistíð.
Men løgmaður ætlar sær
ikki at fara víðari við máli-
num. Hann metir ikki, at
Heðin Mortensen hevur
framt eitt so mikið álvar-
samt brotsverk, at tað eigur
at verða latið løgregluni.
Greiðar linjur
Tað, løgmaður vildi við
kæruni um Heðin Morten-
sen, var at fáa greiðar linjur
um, hvussu samskiftið mill-
um landsstýrið og uttan-
landsnevndina skal fara
fram.
Anfinn Kalsberg vísir á,
at tað ikki stendur í lógini,
um hetta samskiftið skal
vera alment ella ikki. Og tá
uppritið er stemplað í trún-
aði og Heðin Mortensen
tosaði við fjølmiðlarnar á
ein hátt, ið bendi á, at hann
beinleiðis endurgav partar
av innihaldinum í tí, helt
løgmaður tað vera rætt at
kæra hetta fyri løgtingsins
formansskapi.
– Eg haldi tað vera sera
umráðandi, at upplýsingar-
nar, landsstýrið letur uttan-
landsnevndini kunnu hald-
ast í trúnaði, so tað ber til at
lata uttanlandsnevndini all-
ar upplýsingar, sigur Anfinn
Kallsberg og leggur dent á,
at hetta ikki bert skal vera
galdandi, tí talan er um full-
veldismálið, men í samráð-
ingarmálum sum heild.
Løgmaður vísir á, at um
neyðuga samskiftið millum
landsstýrið og uttanlands-
nevndina ikki verður hildið
í trúnaði, er vandi fyri, at
tað kemur víðari til triðja
partin, ið er parturin, sam-
ráðast skal við, og tá er sam-
ráðingarstøðan longu vikn-
að.
Týdningarmikið at
kunna fólkið
Hóast løgmaður leggur stór-
an dent á at trúnaðarskydan
verður hildin, er hann kort-
ini sannførdur um, at tað er
alneyðugt, at Føroya fólk
verður kunnað mest møgu-
ligt í fullveldismálinum.
– Tað er ikki fyri at halda
nakað loyniligt fyri Føroya
fólki, at stórur dentur verður
lagdur á, at trúnaðarskyldan
verður hildin. Orsøkin er
bert tann, at vit mugu verja
samráðingarstøðu okkara.
Løgmaður sigur, at hann
higartil er ógvuliga glaður
fyri, at limirnir í uttanlands-
nevndini higartil hava hild-
ið tagnarnarskylduna, so
væl.
– Eg haldi veruliga, at
uttanlandsnevndarlimirnir
hava hildið tagnarskylduna
fantastiska væl, og vóni eg,
at hetta góða arbeiðslag
kann varðveitast.
Anfinn Kallsberg sigur, at
hann orsøkin til, at hann
kærdi Heðin Mortensen
nevniliga var tann, at hann
vildi tryggja hetta góða ar-
beiðslag.
– Tað, sum Heðin Mort-
ensen segði við Dimmalætt-
ing, hevði í veruleikanum
ikki so nógv upp á seg, men
kærdi eg hann ikki, var
Formansskapurin valdi at lata vera við at viðgera kæruna um Heðin Mortensen ser-
stakt, men vísir løgmanni á, at hann, sum tann órættaði í málinum, kann melda Heðin
Mortensen til løgregluna
vandi fyri at aðrir uttan-
landsnevndarlimir fóru at
halda seg kunna endurgeva
úr uppritinum, og so kundi
vandi staðist av hesum.
– Tað má fyri alt í verðini
ikki henda, at landsstýrið í
hvøjum einstøkum føri skal
verða noytt at meta um,
hvørjar upplýsingar kunnu
latast uttanlandsnevndini,
sigur løgmaður.
Neyðugt at stempla
skjølini í trúnaði
Hvørki stýrisskipanarlógin ella tingskipanin vísa á nakrar trúnaðarreglur í
samskiftinum millum uttanlandsnevndina og landsstýrið
JOHN JOHANNESSEN
Formanskapurin í løgtings-
ins vísir í svarinum til løg-
mans upp á kæruna um
Heðin Mortensen, at tað er
neyðugt at stempla øll skjøl,
landsstýrið vil halda í trún-
aði, við einum trúnaðar-
stemplið, skulu tey haldast
í trúnaði.
Formansskapurin vísir
løgmanni á, at hann bæði í
tinginum og í fjølmiðlunum
hevur ført fram, at øll mál,
sum verða løgd fyri uttan-
landsnevdina eftir grein 54
í stýrisskipanarlógini, eiga
at verða viðgjørd í trúnaði.
Men somuleiðis vísir for-
Í dag fara tær báðar
genturnar í poppbólkinum
Creamy at vitja í 3’aranum
í SMS í Havn.
Bólkurin fer at signera
fløgur, og tað fara tey at
gera frá klokkan 11.30 til
12.00. Hendan hálva tíman
kunu fólk, sum vilja hava
nøvnini á føroysku Rannvu
og donsku Rebekku á
Creamy-fløguna, støkka inn
á gólvið í 3’aranum.
Creamy eru í Føroyum í
samband við tvær konsertir,
sum verða í dag og í morgin.
Bæði ítróttarhøllin á Hálsi
og í Runavík var á tremur
við børnum og vaksnum, tá
Creamy fara at spæla í dag
og í morgin.
Konsertirnar verða báðar
kl. 17.00. Í dag í Havn og í
morgin í Runavík.
Creamy í
3’aranum
mansskapurin løgmanni á,
at fyri at hetta skal bera til,
mugu øll tey skjøl, lands-
stýrið ikki vil hava al-
mannakunngjørd í hesum
samskifti, stemplast í trún-
aði.
Formansskapurin sigur
seg ásanna, at innihaldið í
flest øllum málum, sum
verða løgd fyri uttanlands-
nevndina, eru mál, sum eiga
at verða viðgjørd í trúnaði.
Men hvørki reglur ella sið-
venja eru fyri hesum, og tí
er neyðugt við stemplinum.
Framsýning av handarbeiði, café og
opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya
Skeiðið á Húsarhaldsskúla
Føroya er við at verða liðugt
og í tí sambandi skipa næm-
ingarnir á skúlanum fyri
stórari framsýning av tí han-
daliga arbeiðinum, sum teir
hava gjørt. Framsýningin í
ár er størri og fjølbroyttari
enn vanligt av tí at skeiðið
nú er longt við seks vikum.
Undirvíst hevur verið í
hondarbeiðslærugreinun-
um, binding, tilskering,
seyming, leður og skinn,
patchwork,
silkimáling,
brodering, føroyskt bond,
arbeitt hevur eisini verið við
turkaðum blómum.
Í samband við framsýn-
ingina verður eisini høvi hjá
teimum vitjandi at fara á
café, og fáa okkurt gott aft-
urvið einum góðum kaffi-
munni.
Sum nakað nýtt verður
opið hús, har vitjandi,
kanska serliga komandi
næmingar og foreldur teirra,
kunnu fáa meira at vita um
skúlan.
Framsýningin er opin týs-
dagin 22.2. frá kl. 16-21.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Javnstøðunevndin hevur
nú í eina tíð roynt seg á
internetinum við eini
heimasíðu, har til ber hjá
áhugaðum at kunna seg
um m.a:
Javnstøðulógina
Útgávur
Tíðindaskriv
Sig tína ákoðan
Slóðir
Javnstøðulógin
Nú er høvi at kunna seg
um innihaldið í lógini,
sum vit fingu tann 3. mai
1994. Eisini eru nakrar
viðmerkingar um nakrar
av paragraffunum. Tað
eru ikki so mong ár síð-
ani, at vit fingu eina javn-
støðulóg, í mun til okk-
ara grannalond, og tí er
tað serliga neyðugt við
kunning um lógina og
møguleikarnar hon gevur.
Javnstøðulógin er til at
brúka, og kemur man
fram á okkurt, ið ikki er í
samsvar við lógina, so er
at venda sær til javnstøð-
unevndina.
Útgávur
Har ein kann lesa ársfrá-
greiðingar og annað frá
nevndini.
Tíðindaskriv
Eru um ymisk aktuell
mál, sum kunnu vera upp-
lýsandi ella geva okkurt
at hugsa um viðvíkjandi
javnstøðu.
Slóðir
Her kemur tú lætt til yms-
ar stovnar í Føroyum, sum
kunnu hava áhuga í slík-
um samanhandi, ella ein
kann koma út um land-
oddarnar at síggja, hvat ið
hendir innan fyri javn-
støðu í øðrum londum.
Sig tína áskoðan
Her er møguleiki at siga
tína hugsan! Tað kann t.d.
vera, hvat tit meina um
javnstøðu? Hvat skuldi
verið gjørt meira við?
Hvussu eru møguleikarnir
hjá kvinnunum og munn-
um innafyri øll samfel-
agsøkir í Føroyum, viðv.
arbeiði, útbúgving, yrki-
ligari og mentanarligari
menning. Hvør fær løn-
arviðbøturnar? Hvussu
við virðismetingni av ar-
beiði, er tað ikki nakað
fyir fakfeløgini at hugsa
um. Evnini eru mong at
hugsa um og gera nakað
við.
Samleiki og mál, er eis-
ini eitt evni sum kundi
verið áhugavert at kjakast
um, hvat finna vit okkum
í av ókvæmisorðum?
Hvat vilja vit líknast sam-
an við? Hvar orðalag góð-
taka vit, og hvar seta vit
markið?
Javnstøðunevndin hev-
ur virka rættiliga nógv
fyri at fáa barnsburðar-
grunnin, sum eisini er við
í samgonguskjalinum, at
gerast veruleiki. Uppskot
um hvussu hesin kann
gerast og útrokningar
hevur nevndin eisini gjørt
og sent landssýrismann-
inum í vinnumálum og
landsstýriskvinnuni
í
heilsumálum. Barnsburð-
argrunnurin, sum vónandi
verður veruleiki skjótt,
skal virka fyri, at allar
kvinnur á arbeiðsmarkn-
aðinum, fáa farloyvi við
fullari løn. Eisini skulu
menn kunna fara í far-
loyvi, uttan at tað skal
haldast at vera løgið ella
óhóskandi.
Javnstøðunevndin hev-
ur í umbúna at fara í
gongd við eitt skúlapro-
jekt um samskifti millum
gentur og dreingir. Hetta
er tó ikki heilt klárt enn,
men vit rokna við at tað
verður bæði spennandi og
áhugavert.
Við heimasíðuni heldur
javnstøðunevndin at í hes-
um tøkni tíðum er hetta
ein lættur møguleiki at
koma í samband við javn-
støðunevndina, og henda
vegin at fáa gott og gev-
andi orðaskifti um javn-
støðumál.
Jansy Olsen, skrivari
Javnstøðu-
nevndin á
internetinum