Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 Fundarboð við Áir Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík, boðar nú høgum og lágum til fundar um ALV skúlan. Orsøkin er kjakið um, hvørt ALV skúlin og Brandskúl- in kunnu liggja lið um lið og hvør teirra hevur loyvi at vera á staðnum DAGFINN OLSEN Fyri tíð síðani var nakað av kjaki (serliga í Sosialinum, sum tók málið upp, blðm) um ALV skúlan, sum liggur norðuri við Áir, har Brand- skúlin eisini liggur. Tað kom fram, at ALV skúlin fleiri ferðir hevur kært sína neyð fyri mynd- ugleikunum, tí illa er livandi fyri royki og hita, tá venj- ingar eru hjá grannanum, Brandskúlanum. Jógvan Mørkøre, bygdar- ráðsformaður í Hósvík, legði uppí kjakið og vísiti á aðra forvitnisliga síðu í mál- inum. Hann vísiti á, at frá kommununi hevði ALV skúlin ikki neyðugu loyvini. Tað vísiti seg, at hetta var mál við nógvum ymsum síðum og kenslum. Nakað av kjaki stóðst av manna millum í bløðunum. Men málið steðgaði upp, doyði burtur. Jógvan Mørkøre, bygdar- ráðsformaður í Hósvík hev- ur fylgt málinum við stórum áhuga. Hann vil fegin hava greiðu á málinum og tí hev- ur hann boðað myndugleik- um, landsstýrismonnum, nevndum og øðrum til fund- ar norðuri á ALV skúlanum tann 6. mars. Jógvan Mørkøre vil hava at vita, hvat gongur fyri seg og um ætlanin er, at báðir skúlarnir skulu vera á øki- num við Áir. Ein av ætlanum hansara er at vísa á, at tá almennir myndugleikar koma inn á kommunualt øki, so eiga teir at lutrta eftir og ráðføra seg har. Tað metir hann verður ikki altíð gjørt og er ikki gjørt viðvíkjandi skúl- unum við Áir, tí lítið og einki er í pappírsgoymslu- num hjá Hósvíkar komm- unu um ALV skúlan. Jógavn Mørkøre sigur, at longu nú er greitt, at lands- stýriskvinnan Helena Dam á Neystabø kemur ikki á fundin, tí tað liggur ikki fyri og heldur ikki kemur Yvir- friðingarnevndin, tí hon metir seg ikki eiga lut í mál- inum. Bygginevndin á ferð til Svøríkis Bygginevndin á Landssjúkrahúsinum er farin til Svøríkis og til Oslo at hyggja, hvussu tey har bera seg at. Peningurin til ferðina hevur einki við dagliga rakstur- in av Landssjúkrahúsinum at gera, frættist úr Almanna- og Heilsumálastýrinum DAGFINN OLSEN Mary í Garði í Almanna- og Heilsumálastýrinum sig- ur, at að er vanligt at fara slíkar ferðir. Nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum er komin so mikið langt, at nú skal projekterast. - Hetta er ætlan, sum kostar nógvan pening, so ein má tryggja sær, at alt er sum tað skal. Alt annað hevði verið løgið, heldur Mary í Garði. Bygginevndin hyggur seg um í Svøríki og í Oslo. Í slíkari nevnd eru t.d. umboð fyri Landssjúkrahúsið, um- boð fyri serkunnleika, t.v.s. læknar og sjúkrasystrar og arkitektar. Mary í Garði sigur, at kostnaðurin av slíkari ferð hevur einki við vanliga raksturin av Landssjúkra- húsinum at gera. - Í 1999 vóru 14 milliónir settar av til útbyggingina.Í 2000 eru 10 milliónir settar av, sigur Mary í Garði, sum ger vart við, at vit í Føroy- um eiga ikki royndir við ný- bygging á hesum økinum, tí tá seinast var talan um slíkt, so var tað á sjúkrahús- inum í Suðuroynni og har var talan upp at byggja uppí. Nýbyggingin á Lands- sjúkrahúsinum er nú komin til 2. byggistig, tað vil siga Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík fundament og kloakkering. Endalig projektering skal gerast í ár. Men høg og lág hava fingið fundarboð til fundin norðuri við Áir tann 6. mars. -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA COROLLA 1,6 Xli H/B Skrás.: 31-10-96 Km.: 35.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 05-08-92 Km.: 107.000 Prísur: 45.600,- FORD MONDEO 1,8 Skrás.: 07-05-97 Km.: 12.000 Prísur: 149.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 66.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 XL Skrás.: 21-12-91 Km.: 80.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 GL L/B Skrás.: 21-08-90 Km.: 124.000 Prísur: 60.600,- TOYOTA CARINA 2,0 Gli SEDAN Skrás.: 13-11-96 Km.: 27.000 Prísur: 142.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 GL Skrás.: 01-11-89 Km.: 154.000 Prísur: 49.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 L/B TERRA Skrás.: 27-02-98 Km.: 30.000 Prísur: 120.600,- Garanti** Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 VØRUVOGNUR AVHEINTINGARTILBOÐ * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 14-10-98 NISSAN SUNNY 1,4 LX SEDAN Skrás.: 01-11-91 Km.: 146.000 Prísur: 49.600,- MITSUBISHI PAJERO VAN Skrás.: 05-10-95 Km.: 80.000 Prísur: 154.600,- TOYOTA CAROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 12-02-96 Km.: 16.000 Prísur: 97.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 Xli Skrás.: 24-06-97 Km.: 43.000 Prísur: 112.600,- Garanti** Sýnaður 01-04-99 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- TOYOTA HIACE 10 PERS. BUSSUR Skrás.: 16-06-95 Km.: 160.000 Prísur:138.600,- Garanti* Sýnaður 01-12-99 Sýnaður 01-06-99 Sýnaður 01-10-98 SERTILBOÐ Skrás.: 16.04.98 Km.: 13.000 Prísur: 98.600,- Garanti* -í besta standi !! KIA CLARUS 1,8 SEDAN Støkkið inn á gólvið! MITSUBISHI GALANT T DIESEL Skrás.: 25-08-89 Km.: 287.000 Prísur: 19.000,- OPEL KADETT Skrás.: 01-06-86 Km.: 97.000 Prísur: 10.000,- HONDA CIVIC 1,5 Skrás.: 01-06-86 Km.: 175.000 Prísur: 15.000,- FORD SIERRA 1,6 AUT. GEAR Skrás.: 01-07-87 Km.: 117.000 Prísur: 7.000,- Støkkið inn á gólvið! Hava ilt við at hyggja í eyguni á hvørjum øðrum – Samgongan, sum tingmenn úr útjaðaranum skipaðu í heyst hevur longu fingið so nógv skot fyri bógvin, at henni var ikki lív lagað, sigur Jóannes Eidesgaard nú tingið skuldi atkvøða um at leggja oljuhavn í Suður- oy. — Tá var Jógvan við Keldu burturstaddur, um- framt at teir báðir vágating- menninir atkvøddu ímóti. Bar til viðhvørt Jóannes Eidesgaard sigur, at annars bar tað til hjá útjað- aratingmonnunum at standa saman í vissum førum. – Eitt nú vóru ferðaseðla- prísirnir hjá Strandferðsluni nógv viðgjørdir í útjaðara- samgonguni og tá eydnaðist tað okkum at standa saman, so at landsstýrið ikki slapp at hækka prísirnar. – Men tá ið tað so kom til onnur øki, sum vóru minst líka átrokandi, kom split í. Og Jóannes Eidesgaard sigur, at lagnan hjá øllum hesum málinum hevur gjørt, at tingmenninir úr út- jaðaranum hava eitt sindur ilt við at hyggja í eyguni á hvørjum øðrum, tá ið tosað verður um at menna út- jaðaran. Hann heldur tí, at tað er frægast, at útjaðarasam- gongan verður slept í fyrstu syftu. – Tað eru enntá teir út- jaðaratingmenn, sum eru so vónbrotnir, at teir halda slett ikki, halda fram yvirhøvur. – Men eg haldi í øllum førum, at tað er neyðugt at lata eina tíð ganga. So kann hon møguliga takast upp- aftur undir onkrum øðrum formi, sum er meiri skip- aður, enn hesuferð. Og Jóannes heldur av- gjørt, at tað kundi verið nyttugt, at tingmenn úr út- jaðaranum, sum allir hava somu trupulleikar at dragast við, tosaðu meiri saman um, hvussu tey ymsu økini í landinum kunnu styrkjast. – Eitt nú kundu útjaðara- politikarar verið við til at lagt eina heildarætlan fyri, hvørjar tænastur møguliga kunnu flytast úr Havnini, heldur Jóannes Eidesgaard. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking fra Jógvani við keldu, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vegur í Vági skal flytast og økið, har Trýkanturin er, og har vegurin nú ligg- ur, kann gerast til eitt frí- økið. Forkemur grasvølli Avgerðir í Vágs Býráð eru oftast einmæltar. mn í hesum málinum kom split í. Tí tann eini býráðslim- urin, Páll Augustinussen, var avgjørdur ímóti hesi ætlanini. Hann segði, at verður vegurin lagdur, soleiðis, sum landsverkfrøðingur- in vil, kemur hann at liggja ígjøgnum eina av teimum heilt fáu, grønu blettunum, sum eru eftir í Vági. Men hann hugsaði eis- ini um framtíðina. Hann segði, at einaferð verður tað eitt krav, at fót- bóltur verður spældur á grasvølli og tískil fer eis- ini krav sett vágbingum um at útvega ein grasvøll. Men stykkið, sum veg- urin nú skal ígjøgnum er avgjørt einasta plássið í Vági, har tað ber til at gera ein grasvøll. So verður vegurin lagd- ur, fer tað at forkoma øll- um møguleikum at gera grasvøll í í Vági, tá ið tann tíðin kemur Hann skeyt ístaðin upp at fylla Sandin upp utt- anfyri vegin, har hann nú liggur, tí so bar tað væl til at gera ein tíðarhósk- andi veg har. Hann vísti eisini á, at Sandurin var altíð so skit- in av øllum tí, sum rak á land, at tað gjørdi onki, um tað varð fylt upp. Men royndirnar hjá Páll Augustinussen hjálptu einki tí ein meiriluti av býráðnum samtykti ætlanin. – Tað fer at for- koma øllum møguleikum at gera grasvøll í Vági einaferð í framtíðini, sigur Páll Augustin- ussen ÁKI BERTHOLDSEN Nú skal vegurin tvørtur um Sandin í Vági flytast. Hann hevur altíð ligið dygst framvið sjálvum Sandinum, men á fundi mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at flyta vegin longur vestur. Nú farið er undir ar- beiðið at fríðka Trýkant- in, har m.a. nýggjársbálið verður brent, hevur bý- ráðið eisini biðið Lands- verkfrøðingin gera eina meting av, hvar vegurin tvørturum Sandin liggur frægast. Vegurin tvørturum Sandin er bindiliðið ímill- um bygdirnar sunnanfyri og Vág- og bygdirnar norðanfyri og er sostatt ein høvuðsvegastrekki í Vági. Landsverkfrøðingurin heldur, at tað er óheppið at vegurin liggur dygst framvið mølini. Landsverkfrøðingurin hevur heldur tí, at tað er frægast at leggja vegin longur vestur og at binda í sjálvan høvuðsvegin í Vági nakað vestan fyri Báruna. Landsverkfrøðingurin heldur, at hetta evur eina betri vegaføring. Men samstundis verður vegurin leysur av mølini Sølustevna á Tvøroyri Aftur í ár verður skipað fyri sølustevnu í ítróttarhøllini á Tvøroyri á páskum ÁKI BERTHOLDSEN Ítróttarhøllin á Tvøroyri verður aftur á páskum í ár karmurin um eina stóra sølustevnu. Seinast, sølustevna var á Tvøroyri á páskum, var fyri tveimum árum síðani, og tann stevnan var so mikið væl egnað, at fyrireikararnir hava dirvi til at royna tað einaferð enn. Tó vóru onkur mistøk seinast, men hesumferð hava teir so tann fyrimun, at teir hava lært av teimum mistøkum, teir gjørdu sein- ast og fáa tískil rætta tey. Stevnan í ár verður í døg- unum 13. 16. apríl og eins og í fjør, ætla fyrireikararnir at gera tað, teir kunnu, fyri at bæði framsýnarar og gestir koma at føla seg væl. Fyri at fáa stevnuna so áhugaverda sum gjørligt, er ætlanin at framsýningin skal vera so fjølbroytt sum gjørligt, sigur ein av fyri- reikarunum, Jóan Petur Olgarsson. Hann sigur, at seinast var tað ein fragd, hvussu nógv framsýnararnir gjørdu burt- urúr at pynta básarnar. Og aftur í ár verður kapping ímillum framsýnararnar um tann vakrasta básin. Á stevnuni verður eisini skipað fyri undirhaldi fyri gestirnar, umframt at skipað verður fyri tiltøkum fyri tey, sum sýna fram. Men enn er tað ikki lagt í fastar karmar, hvørji tiltøk, talan verður um. Eins og seinast, kunnu framsýnarar leiga básar fyri fast gjald fyri fermeturin. Men bilasølur, sum hava brúk fyri serliga stórum bás- um, fáa avsláttur. Básarnir eru í trimum støddum, 8-12 og 14 fermetrar, men teir fáast eisini eftir avtalu. Upprunaliga vórðu 35 básar til taks og farið verður fram eftir aðalregluni um, at tann sum verður fyrstur, sleppur eisini fyrstur at velja sær bás. Leivur Nygaard, sum er við til at legja til rættis, sigur at stórur áhugi er fyri at sleppa við á framsýningina og meiri enn helvtin av básunum eru longu seldir. ÁKI BERTHOLDSEN Tann nógv umrødda útjað- arasamgongan er longu far- in í søguna. Tað var í heyst, at stig vórðu tikin til eitt samstarv ímillum tinglimirnar av bygd, tí hildið var, at tað kundi verið eitt gott tiltak at savna tingmenn uttanfyri Havnina í eini roynd at menna útjaðaran. Men hendan útjaðara- samgongan, sum hon nevndist ímillum manna livdi ikki árið út, og nú er hon heilt sovnað burtur. Og fyribils røkist onki fyri, at stig verða tikin til at reisa hana aftur. –Hendan útjaðarasam- gongan kundi verið eitt skilagott tiltak, tí har um- røddu vit nøkur viðurskifti, sum hava týdning fyri út- jaðaran, sigur Jóannes Eid- esgaard útjaðaraløgtings- maður fyri javnaðarflokkin. – Eitt nú var niðurstøðan, at tað hevur týdning, at út- jaðarin nvarðveitir nakrar grundleggjandi tænastur. – Og í tí sambandinum eru tað ikki minst sjúkra- húsini og samferðslan, sum hava stóran týdning. – Men Jóannes Eides- gaard sigur, at tað var bein- anvegin, at hendan sam- gongan fekk so mein skot fyri bógvin - og tað enntá frá sínum egnu - at hon kundi ikki yvirliva. Og hann dugir ikki at síggja nakran møguleika fyri at endurreisa hana aftur. Í hvussu so er kann hon ikki endurreisast í bræði og heldur ikki undir sama formi, sum hon var. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað var ikki minst, tá ið atkvøðast skuldi um fíggj- arlógina, at split kom í út- jaðarasamgonguna. – Ikki minst var tað sjálv- ur stigtakarin til útjaðara- samgonguna, Jógvan við Keldu, sum gjørdi sítt til at søkka útjaðarasamgonguna. Jóannes Eidesgaard vísir til, at tá ið løgtingið skuldi atkvøða fyri meiri peningi til Suðuroyar Sjúkrahús, varð tað felt, kendi Jógvan við Keldu seg so bundnan at samgonguskjalinum, at hann vildi ikki atkvøða fyri. – Hevði hann so hildið fast við tað, so kundu vit góðtikið tað sum ein part av bindingunum, sum liggja í at vera í samgongu. –Men tað gjørdi hann ikki, tí tá ið eitt uppskot kom frá andstøðuni um at játta pening til autistaheim- ið í Klaksvík, var hann bein- anvegin klárur og atkvøddi fyri. –Tá ið hann sá, at hann kundi fara saman við and- støðuni um at fáa nakað til Klaksvíkar, stóð ikki á. – Men tá ið tað galt um at vinna øðrum økjum í landinum ein bata, bar ikki til. Jóannes Eidesgaard sigur, at avgerðandi banahøggið fekk útjaðarasamgongan, – Samgongan ímillum tingmenn úr útjaðaranum hevur fingið so nógv skot fyri bógvin seinastu tveir mánaðirnar, at henni var ikki lív lagað. Íkki minst var tað støðan í heilsuverkinum, sum beindi fyri hesum samstarvinum