Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 Á landsfundi um vikuskifti kann Javnaðarflokkurin velja at taka síni egnu stevn- umið í álvara, og stuðla royndunum at fáa ein góðan felagsskap millum Føroyar og Danmark, ella at seta seg uttan fyri alla ávirkan á størsta politiska mál í Før- oya søgu. Velur hann at standa uttanfyri, skaðar hann fyrst og fremst seg sjálvan. Kæru javnaðar- kvinnur- og menn! Eg síggi í bløðunum, at tit skulu hava landsfund um vikuskiftið, har støða skal takast til sjálvsstýrismálið, sum skilst. Fari tí í hesum sambandi virðiliga at venda mær til tykkara við nøkrum fáum orðum. Tit hava leingi ført fram, at vit skulu hava sjálvstýri. Heimastýrislógin dugur ikki, hava tit sagt í nógv ár. Og tit hava lagt fram nøk- ur stevnumið um, hvat ger- ast skal. Høvuðsstevnumið- ini eru hesi: • Vit skulu gera ein nýggj- an felagsskap millum Før- oyar og Danmark. • Í felagsskapinum skulu londini vera sjálvstøðug og javnsett. • Føroya Løgting skal vera hægsti myndugleiki í Før- oyum. • Føroyingar og danir skulu hava full rættindi hvør hjá øðrum. • Vit skulu hava egna rætt- arskipan. • Blokkurin skal minkast burtur á varligan hátt, so- leiðis at vit kunnu byggja upp ein sjálvstøðugan bú- skap. Nú er komið fram, at landsstýrið hevur tikið tykk- um upp á orðið. Øll tykkara høvuðsendamál eru vorðin til politikk landsstýrisins. Tá farið verður til Dan- markar at samráðast, eru tað í stóran mun tykkara sjón- armið, sum samgongumenn hava við í skjáttuni. Eitt sjálvstøðugt land: Tað einasta av tykkara ynskjum sum ikki er við, er, at vit skulu verða verandi undir donskum yvirvaldi. Men hesum ynski ber ikki til at eftirlíka, tí tit siga eis- ini, at Føroyar skulu vera eitt “sjálvstøðugt land”. Og fortreytin fyri vit kunnu vera eitt sjálvstøðugt land er sjálvsagt, at vit _ eru eitt sjálvstøðugt land. Og eitt sjálvstøðugt land verða Føroyar ikki, so leingi tær eru undir donskum yvir- valdi. Eg vóni at tit standa við tykkara ynski um at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land. Gera tit tað, ásanna tit at evsta vald liggur í Føroy- um og ikki í Keypmanna- havn. Sostatt mugu tit sleppa ynskinum um, at yv- irvaldið yvir oyggjunum skal liggja í Keypmanna- havn. Semjan er breið, eisini uttan tykkum: Um tit vraka tykkara egnu stevnumið og ganga ímóti ætlanini, hava vit tríggjar partar í hesum spurningi á tingi. Í einum eru seks ting- menn (tinglimir), í einum eru sjey - og í einum eru nítjan! 7. Teir seks eru sam- bandsmenninir. Teir vilja ikki hava nakra veruliga broyting. 8. Teir sjey eru javnað- armenninir. Teir hava somu stevnumið sum samgongan. Hvørja støðu teir taka um teir endaliga vraka hesi Vælsignaðu javnaðarfólk! Viðmerking: Føroya Landsstýri hevur enn einaferð lagt eina heim- asíðu um fullveldi út á int- ernetið. Ímeðan føroyskir pen- sjonistar ikki hava ráð til at halda jól, sjúkrahúsverkið noyðist at siga fólk úr starvi og Strandfaraskip Landsins sigla við hálvum seglum, so tykist einki mark vera fyri, hvussu nógvur peningur kann nýtast til fullveldis- ætlan landsstýrisins. Nú kom so aftur ein nýggj heimasíða út á internetið, sum skal _kunna“ føroy- ingar um fullveldið. Alment skal henda ”kunning” helst eitast at vera objektiv, men innihaldið líkist tó meira eini einvísari sølulýsing. Hjálparloysi ella sjálvbjargni Millum alt tað, ein kann lesa inni á hesi heimasíðu, er ein grein hjá Høgna Hoy- dal landsstýrismanni, ið kallast _Hjálparloysi ella sjálvbjargni”. Sum alt annað skrivligt frá Høgna Hoydal, so kann eisini henda greinin kallast ”eitt sálarfrøðiligt væla- verk”. Føroyingurin skal sambært greinini velja í- millum annaðhvørt at vera hjálparleysur (í ríkisfelags- skapi) ella sjálvbjargin (við fullveldi). Ótrúðliga ”smart” yvir- skrivt, tí hvør vil ikki vera sjálvbjargin og hvør vil vera hjálparleysur,? Samling av negativum orðum Inni í greinini verður nærri greitt frá, hvat ið liggur í hesum orðum. Undir mill- umyvirskriftini ”Hjálpar- loysi sum virkisskrá” stend- ur um verandi ríkisrættar- ligu støðu (legg merki til øll tey negativu orðini): ”Vit kunnu velja at leggja dent á okkara veikleikar sum eitt lítið land og ein fá- ment tjóð. Vit kunnu krevja, at vit sum ein minniluti í tí danska ríkinum skulu verða vard móti øllum vandum, alheimsgerðin hevur við sær, og at Danmark skal hjálpa okkum við øllum, ið vit ikki klára sjálvi. At Danmark skal rinda okkum stuðul so leingi vit ikki klára at fíggja okkara egna samfelag, og at Danmark skal koma at bjarga okk- um, tá vit av ábyrgdarloysi og býttiskapi eru farin á húsagang. Vit kunnu stutt sagt gera okkum ússalig fyri at yvirliva”. Víðari verður tosað um at sita óvirkin og bíða eftir at olja kanska verður funnin o. s. fr. — Sum um at tað held- ur ikki ber til at arbeiða, meðan vit eru í ríkisfelags- skapi. Einkisigandi positiv orð Síðani stendur millumyvir- skriftin ”Sjálvbjargni sum virkisskrá”. (Legg nú merki til øll tey positivu orðini, og hugsa samstundis um, hvussu lítið tey veruliga sig- a). ”Vit kunnu eisini velja at taka ábyrgdina fyri okkum sjálvum. Vit kunnu seta okkum greið mál fyr, hvussu vit kunnu leggja lunnar undir og byggja upp eitt samfelag, sum stendur á egnum bein- um”. ”Vit kunnu leggja dent á møguleikar og loysnir í staðin fyri veikleikar og av- markingar”. ”Vit kunnu grunda okk- ara politikk á teir fyrimunir, vit hava sum ein fáment tjóð. Á okkara sterku felags- kenslu. Á okkara sterka mentanarliga samleika. Á at vit eru so fá, at øll telja við (!). Á at vit hava størri møguleika enn onnur at skapa eina samanhang- andi og burðardygga polit- iska og búskaparliga eind”. Álvaratos ! — Hvørjum av øllum hesum kunnu vit liva av í framtíðini ? Danskir politikarar sum skurkar Undir millumyvirskriftini ”Avoldað nationalisma má ikki steðga gongdini”, verð- ur víst á, at alheimsgerðin av búskapi og samskifti gevur øllum smáríkjum ein- astandandi møguleikar, fyri at gerast ein virkin part- ur av heimssamfelagnum. Treytin fyri hesum sigur Høgni Hoydal tó vera, at londini eru fullveldi. Men hetta krevur vælvild frá (í okkara føri) Danmark. Og so verður víst á, hvussu fyrimyndarlig lond sum Spania, Frakland, Italia og Bretland hava verið á hesum øki, meðan danskir politik- arar hava sett seg ímóti før- oysku fullveldisætlanini. Eg gangi út frá, at greinin er skrivað, áðrenn Bretland ógyldaði Norðurírska sjálv- stýrið, og greinskrivarin hevur neyvan heldur hugsað um Baskaralandið, tá hann skrivaði um ta sponsku fyri- myndina. Men endamálið er greitt. Eftir at hava viðmælt full- veldisstøðuni við øllum positivum orðum, sum finn- ast í hugaheiminum, og eftir at hava lýst verandi støðu sum ”hjálparloysi” og ”bundinskap”, so skulu danskir politikarar gerast til skurkar. Tað ræður um at vísa før- oyskum veljarum, at danir eru okkara fíggindar, sum vit skulu sleppa okkum av við. Sambandsfólk og javn- aðarfólk eru landasvíkjarar, meðan orð ikki finnast fyri, hvussu gott sitandi lands- stýri er fyri føroya fólk. — Ikki fyri at trútta nakað ávíst niður í lesaran, - men bert fyri at ”kunna” um støðuna — fyri skattgjaldarans rokning. Helgi Abrahamsen stevnumið, veit eingin. - Men at stovna eitt “sjálv- støðugt land” undir teirri donsku grundlógini, ber ið hvussu er ikki til. 9. Í tí triðja partinum eru 19 menn úr fýra flokk- um. Teirra ætlan er fyrireik- að í skjótt tvey ár, og er tað nágreiniligasta og best und- irbygda uppskot um ríkis- rættarligar broytingar, sum nakrantíð er gjørt í Føroy- um. Tað er søguligt. Og at 19 av 32 tingmonnum semj- ast um at gera broytingar á økinum, er ikki minni søg- uligt. Tit mugu ikki halda at ætlanin (les: stevnumið Javnaðarfloksins) verður slept, fyri tað um tit ikki stuðla. Eingin vrakar sína egnu og væl tilrættisløgdu ætlan. Og so slett ikki tá hon er einasta veruliga alterna- tiv. Vælsignaðir stuðlið! Men um tit velja ikki at stuðla kann tað sjálvsagt hava við sær, at okkara sam- ráðingarmenn standa veik- ari. Kanska fáa teir tí eisini eina verri avtalu, enn teir kundu fingið. Um tað hend- ir, rakar tað alt føroya fólk. Tí vildi tað undrað meg, um tit ikki vilja landi og fólki tað besta. Eg vóni ikki at tit fara at svíkja tykkara egnu stevnu- mið. Tað fer við vissu at raka tykkum sjálvar. Tí hvat skulu tit so gera? Standa einsamallir? Ella kasta saman við Sambands- flokkinum? Hvørki av hesum kann føra til nakað úrslit. Tit fara at standa í einum politiskum tómrúmi. Og tað verður trupult at taka ein flokk fyri fult, sum gongur frá sínum egnu stevnumiðjum. Stuðla tit, kunnu tit hin- vegin vera við til at tryggja okkum øllum ein góðan fel- agsskap millum Føroyar og Danmark, har londini sam- starva sum javnbjóðis part- ar. Stuðla tit ikki, kunnu tit bara gera tykkum sjálvum og landinum skaða. Tí verður mín inniliga á- heitan á tykkum um at stuðla samráðingunum! Eingin er verri farin, um tað eydnast samráðingarmonn- unum at fáa ein góðan fel- agsskap millum Føroyar og Danmark. Jóannes Dalsgarð Tinnitus er einsligt brek Ein stórur partur av fólk- inum plágast av sjóðan ella dunið fyri oyrunum. Fyri- brigdið verður rópt »tinni- tus«, og tað er ein sann- roynd, at mong menniskju eru so hart rakt av hesum breki, at tað ávirkar alla teirra tilveru. Ofta føla fólk seg ógvuliga einsamøll við hesum, tí ilt er at fáa onnur at skilja, hvussu trupult tað kann vera at hoyra ljóð inni í høvdinum dag og nátt - altíð. Væl at merkja eitt ljós, sum onnur ikki hoyra og sum ikki kann mátast. Serliga tey, ið arbeiða í nógvum gangi og tey ungu, sum lurta eftir hørðum tón- leiki, eru útsett fyri at fáa tinnitus. Og vert er at hava í huga: tá hoyrnin er skadd, so vendist ikki aftur. So er hon skadd fyri lívið. Felagið fyri hoyribrekað savnar eisini tey, ið líða av tinnitus. Vit hava fyrr skip- að fyri tiltøkum í hesum sambandi. Men nýggj fólk koma til alla tíðina, sum kenna seg einsamøll við breki sínum. Tí skipa vit leygardagin 26. februpar fyri einum evnisdegi um tinnaður øllum teimum, ið líða av tinnitus og avvarð- andi teirra. Tiltakið fer fram í MBF-húsinum í Havn frá kl. 10 til 15. Ætl- anin er at kunna um tinni- tus frá ymiskum síðum og luttakararnir fáa eisini høv- ið til at siga frá, hvussu tey uppliva brekið. Nakrir av limum felagsins fara at leggja fyri. Oyrnalæknin og eudiologiassistenturin verða við. Fysioterapeut- urin Unn Dimon fer at tosa um avspenning í samband við tinnitus. Á middegi verður døgurði. Øll eru vælkomin til hendan evn- isdag, tó krevst tilmelding í seinast alagi mikudagin 23. feb. á tlf. 421144 ella tlf. 313320. Kostnaður fyri dagin 50 kr. Sí eisini lýsing í »Lýsingartorginum«. Tinnitus er einsligt brek - kanska verður tað lættari, tá tú veitst, hvussu onnur klára at liva við tí. Felagið fyri hoyribrekað savnar eisini tey, ið líða av tinnitus Kunning ella villeiðing Niðanfyristandandi tekstur er at finna á heimasíðu landsstýrisins. (sitat byrjað) Í sambandi við at samráð- ingarnar standa fyri durum, hevur landsstýrið sent øll- um donskum politikarum - bæði fólkatingslimum og ráðharrum - eitt eintak av Hvítubók umframt eitt bræv, har greitt verður frá fullveldisætlanini. (sitat endað) brot úr brævið - sitat byrjað) Det er landsstyrets opfat- telse, at mulighederne for at opbygge en selvstændig øk- onomi bliver væsentligt bedre, hvis Færøerne får su- verænitet. Suveræniteten vil give adgang til internation- alt samarbejde på regerings- niveau, og dermed til ud- nyttelse af de muligheder, der ligger i globaliseringen af økonomien. Bloktilskuddet er dog i dag en så stor del af den færøske økonomi, at den ikke kan falde bort fra dag til anden. Det, vi læg- ger op til, er derfor at Dan- mark og Færøerne indgår en aftale om en overgangs- ordning, hvor tilskuddet gradvis nedtrappes. Uden en sådan ordning vil udsigt- erne til økonomisk krise være så truende, at den pol- itiske proces næppe kan gennemføres. Den er så- ledes selve forudsætningen for processen. Erfaringerne viser, at til- skuddet er en spiral. Hvis det ikke aftrappes, vil det vokse. Det er derfor også i Danmarks klare interesse, at vi sammen finder en holdbar vej ud af afhæng- ighedsforholdet. Valget står mellem en lempelig overgangsordning eller fortsatte — og voks- ende — danske overførsler til opretholdelse af et sys- tem, hvor der ikke er sam- menhæng mellem magt og ansvar. Også i forsvarspolitisk sammenhæng er det yderst utilfredsstillende for den færøske nation, at den hverken har indflydelse på eller ret til at blive infor- meret om den militære ak- tivitet, der er på og omkring øerne. Det har man ikke, så længe suveræniteten over Færøerne ligger i Danmark. Landet er i militærstrategisk sammenhæng rent dansk område. Dette har adskillige gange medført konflikter mellem Færøerne og Dan- mark, og vil også gøre det i fremtiden, hvis ikke den færøske nation får bestem- melsesretten over sit land også på dette område. Dette er nogle af hoved- grundene til, at Landsstyret — med Lagtingets flertal bag sig — har sat sig som mål, at den færøske nation skal have suveræniteten ov- er sit eget land, og at der skal indgås en traktat om et fællesskab mellem Færøer- ne og Danmark, der fast- sætter, at der er tale om to formelt ligestillede parter. Det er meget vigtigt, at hvert eneste skridt i suver- ænitetsprocessen er grun- digt gennemtænkt, og at vi kender konsekvenserne så godt, som det er muligt. Dette er grunden til, at for- beredelsesfasen har taget næsten to år. Men det er også vigtigt, at man i Danmark forstår, hvorfor vi mener, det er nødvendigt at foretage disse ændringer i vores forhold. Det er vigtigt, at man i Danmark forstår, at fær- øsk suverænitet ikke be- tyder at Færøerne bliver løsrevet fra Danmark, men at hensigten tværti- mod er at skabe rammer for et nyt og bedre sam- arbejde mellem landene. Et samarbejde, hvor Færø- erne er et selvstændigt land, hvor der er klare linier mel- lem parterne, og hvor det ikke som nu er den danske skatteyder, der skal betale for velfær- den på Færøerne. (sitat enda) Tað sum danskir politik- arar fáa at vita í brævi frá landsstýrinum, er helst tað sama, sum Javnaðarflokk- urin hevur fingið sum upp- legg á ”kaffifundunum”, tí óhugsandi er, at eitt verður sagt her og annað har. Undirritaði hevur fyrr víst á, at málið hjá landsstýri- num kann náast, um bert tráanin eftir at fáa sett dato á, nær eftirkomarar okkara eru førir fyri at standa á egn- um beinum, verður slept. Munurin á hvat landstýrið vil, og hvat Javnaðarflokk- urin vil, er ofta lýstur. Hvussu ofta hevur Javn- aðarflokkurin ikki sagt at: flokkurin síðan 1981 hevur haft ætlanir um at gera mun- andi broytingar í ríkisrætt- arligur viðuskiftunum, og at skifta út heimastyrislógna við eina sjálvstyrislóg, tí galdandi heimastýislóg leggur avmarkingar fyri menningini av føroyskum sjálvstýri. Viðuskiftuni eru ógreið í okkara ríkisrættar- ligu støðu,serliga hvat á- byrgdarplasering viðvíkur. Bert hesar fáu útsagnir Javnaðarflokksins átti at verði ”gloypibiti” hjá nú- verandi samgongu fyri ein- um samstarvið. Javnaðarflokkurin skal um vikuskifti hava lands- fund - helst eisini um ríkis- rættarligu støðuna. Eitt er klettafast, Javnað- arflokkurin hevur, og hevur leingi haft eina meining, um ríkisrættarligustøðu Føroya, so tað er nokk ikki tí lands- fundur júst skal haldast nú. Sitat úr sjávstyrislóg Javnaðarflokksins Hetta vil Javnaðarflokkurin á sjálvstýrisleið Javnaðarflokkurin ásann- ar, at samstundis sum kósin úer sett móti politiskum sjálvstýri, gerst tað uppaftur meira neyðugt, at Føroyar ikki verða avbyrgdar við at avsiga sær samstarvsmøg- uleikar. Vit hava brúk fyri altjóða samstarvi, og vit hava brúk fyri norður- lendskum samstarvi. Men serliga hava vit brúk fyri tí samstarvi, sum ríkisfelags- skapur er karmur um: Í ríkisfelagsskapi hava føroyingar í dag stórar ítøk- iligar fyrimunir á t.d. út- búgvingarøkinum, sjúkra- hús- og heilsuøkinum ann- ars, tí sosiala økinum, tí fyr- isitingarliga økinum, ar- beiðsmarknaðarøkinum, uttanríkisøkinum, tí tøkni- liga økinum og tí mentun- arliga økinum. At avsiga Ikki tí tað er loyniligt, men tí tað ikki er Javnaðarflokksins politikkur Viðmerking: okkum samstarv í ríkisfel- agsskapi er at avsiga okkum tann sjálvsagda rættin til hesar fyrimunir. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at tað verður við eitt strævið og tógvið stríð at vinna Føroyum búskapar- ligt sjálvbjargni við einum minkandi ríkisstuðuli, samstundis sum vit ikki bert skulu varðveita, men eisini framvegis skulu menna tað føroyska vælferðarsamfel- agið. Tí hava vit brúk fyri tí tætta samstarvi, sum kann fáast í ríkisfela øgsskapi. Eisini fyri at eiga møguleik- an at finna serstakar loysnir, tá umstøðurnar ikki eru okkum til vildar. Javnaðarflokkurin vil fremja hetta samstarv í ein- um broyttum og meira rúmsáttum ríkisfelagsskapi millum sjálvstøðug og javn- bjóðis lond. Javnaðarflokkurin ásann- ar tó eisini, at tann stundin kann koma, at tað verður so stór andsøgn millum áhug- amálini hjá pørtunum í rík- isfelags-skapinum, at tað tænir føroysku áhugamálu- num best, at Føroyar fara úr hesum felagsskapi. Ríkisstuðulin minka burtur Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at lutfall verður sett í- millum vøksturin í føroysku tjóðarframleiðsluni og ein- ari minking í ríkisveitingu- num. Eftir hesum leisti kann ríkisstuðulin minkast burtur eftir einum áramáli, uttan at tað fær óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku væl- ferðina. Hvussu skjótt tað kann gerast, verður treytað av vøkstrinum í føroyska búskapinum. Tá eru vit komin hagar, at vit kunnu taka støðu til ríkisfelagsskapin, leys av fíggjarligum bindingum. Hetta merkir, at vit vinna okkum búskaparligt sjálv- bjargni, áðrenn vit taka støðu til, um vit skulu fara úr ríkisfelagsskapinum. Tað er greitt, at á henda hátt er nógv meira sannlíkt, at ein altavgerandi partur av fólk- inum tekur undir við teirri avgerð, sum tá verður tikin. Og á henda hátt tryggja vit, at broytingar í ríkisrættar- støðuni ikki føra við sær eitt eljustríð, ið fer at oyðileggja politiska umhvørvið í Før- oyum í mong, mong ár. Í innleidninginum til Sjálvstyislógina hjá Javnað- arflokkinum stendur: (sitat byrjað) Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir. (sitat endað) Júst hetta, at føringar sjálvir eru førir fyri at siga nær vit eru sjálvbjargnir, er avgerðandi. Tí eingin skal siga Javnaðarflokkinum, at núsitandi landstýrið hevur so profetiskar gávur, at teir vita nær tað hendir, nei tað vita okkara eftirkomarar júst tá — og kunnu taka støðu til tað - júst tá. Hvat stendur í loyniliga skjalinum í Uttanlands- nevndini er ikki okkara borð (enn) . Men vit kunnu á landsfundinum spyrja okk- ara formann, um hann held- ur, at okkara sjálvstýrisupp- skot livir upp til tað, sum landstýrið vil, gerð tað ikki tað, so eru vit ikki við, ikki tí tað er loyniligt, men tí tað ikki er Javnaðar- floksins politikkur. Birgir Waag Høgnesen Havnin segði nei Býráðið í Havn verður ikki partur av ætlanum Landsbankans um endurfíggjan av kommunu- skuldini JÁKUP MØRK Á býráðsfundi í gjár, sam- tykti Tórshavnar Býráð, at Havnin ikki verður við í eini møguligari endurfíggjan av føroysku kommunuskuld- ini. Í Hósdagsblaðnum greiddi Leivur Hansen frá, at Tórshavnar Kommuna hevur sýnt stóran solidaritet í spurninginum viðvíkjandi kommunuskuldini. Hansara fatan var tó, at føroysku kommunurnar nú vóru somikið væl fyri, at tær sjálvar megna at fáa neyð- ugu fíggingina, og at tað tískil ikki var neyðugt við eini endurfíggingarætlan. Grundarlag var ikki fyri at ákæra norska frystilínubát- in »Øyliner«, tá hjáveiðu- prosentið lá um 35 prosent. Seint hóskvøldið var øll lastin vigað og vísti tað seg at hjáveiðuprosentið lá beint oman fyri 35 prosent, og samdust so partarnir um, at reiðaríið skal bera kostnaðin av landingini. Men nú er kunngerðin um tey 30 hjáveiðuprosentini so lýst og var hon ikki tað, áðrenn »Øyliner« var tikin. Klokkan 04 hósmorgunin var »Øyliner« biðin um at sigla inn á Havnina, og ikki fyrr enn tíðliga hósdagin var kunngerðin lýst, so skipið slapp undan eini størri bót á hesum sinni. Hjáveiðuprosentið í lagi