leygardagur 19. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 35 - 19. februar 2000
Leygardagur 19. februar 2000
Dánjal Højgaard
-Je havi nógv at takka fyri. Je
eri 72, og havi arbeitt síðani je
var 10, og roykt síðani je var 11.
Tað gongur tað mesta av
fyrrapartinum áðrenn hann
odnar. Tá hann fyrst er komin í
gongd, er hann næstan ikki til at
steðga.
So fáa vit alla søguna um
Jørmund Vang.
Um hvalbingin, sum gjørdist
faðirloysingur seks ára gamal.
Sum arbeiddi í Kolinum eina
fjóðringsøld. Og sum húsastoyp-
ari og arbeiðsmaður og fiski-
maður í Grønlandi aðra fjórð-
ingsøld.
Nú er hann 72, og tær sterku
hendurnar hava lagt frá sær.
Livir sum einkjumaður í húsi
saman tveimum synum. Ein
lívskátur røktingarmaður,
barnagenta og húsmóðir, sum
elskar viski, nevaleik og enskan
dans.
Og sum ikki leggur fingrarnar
ímillum, hóast hann manglar
nakrar sjálvur.
Sprongdi fingrarnar
Ein dagin í november í 1953
varð hann fyri eini spreingi-
vanlukku í Kolinum, Vanlukkan
kostaði honum hálvan annan
fingur á vinstru hond, og skaddi
honum sjónina á øðrum eyga
fyri lívið.
-Eg dugi ikki at forklára tað.
Vit vóru ferdigir. Høvdu borað
og skotið alt og eg var farin út,
minnist Jørmund.
-Eg fór bara inn aftur. Eg veit
ikki hví. Eg setti taskuna á rygg-
in og fór heim í skotið, sigur
gamli kolamaðurin, sum helt
høvdið kalt, tá harðast leikaði á.
-Eg var púra klárur. Teir leik-
aðu steinørir í. Eg bað teir ikki
leika so í, tí vit sluppu ongan
veg, tí veðrið var so ringt, sigur
hann, sum var tað ein lítil flís,
hann hevði fingið í fingurin.
Longutong fór øll sum hon
var. Helvtin av ringfingrinum
stóð heldur ikki til at bjarga.
Men tað ringasta var kortini tann
svára pínan, tá ið læknarnir
skuldu viðgera eyguni, heldur
hann.
-Eg var blindur í 12 dagar. Oy
Jesus, oy Jesus, tá ið eg kom í
ljósið - tað rann úr eygunum.
Tað var verri enn at skjóta
meg.
Jørmund fekk avlamins-
pensjón í boði, men havnaði
tilboðnum. Helt seg vera ov
ungan at vera invalid:
-Nei, nei, ein 34 ára gamal
maður kann ikki brúka tað til
nakað. Eg havi klárað meg fínt.
Hetta hevur reddað meg, sigur
hann og peikar á tann hálva
ringfingurin.
-Eg fekk lempað sum vanligt
og høgt tað sama við vinstru
hond, sum við høgru.
Røktar seyð
Jørmund er ein partur av
bygdarmyndini í Sandvík og
Hvalba. Ein rættur gongumað-
ur, sum eigur mong sporini í bø
og haga og óteljandi gongu-
ferðir millum norðastu bygd-
irnar í Suðuroynni.
-Her eri eg, tá ið eg ikki eri
barnagenta, sigur hann og
skoðar vælhýrdur yvir trøðna í
Sandvík, har hann hevur sína
dagligu gongd.
Kappingina um teir tyngstu
veðrarnar, sum hvalbingar
KÁTUR
PENSIONISTUR.
Hann hevur verið ar-
beiðsmaður í meiri
enn hálva øld og hev-
ur livað eitt
dramatisk lív. Nú
slappar hann bara av.
Møtið pensjoneraða
arbeiðsmanninum
Jørmundi Vang í
Hvalba. Ein maður,
tey rópa Tjøran
Seyðamaður og lívsnjótari
plaga at ganga høgt upp í, kunnu
teir eiga fyri honum.
-45-60 pund, tað er ivaleyst.
Mín meining er tann, at seyðurin
sum fer upp um 60 pund fer í
skrellispannina, sigur hann.
- So lúgva teir eisini um vekt-
ina. Sum eg plagi at siga: Teir
verða ikki mettir av tí, teir lúgva,
sigur Jørmund, sum leggur
dent á, at Suðuroyggin nú eina-
ferð er soleiðis skaffað frá
náttúrunnar hond, at hon fær ikki
borið stóran seyð.
-Seyðurin á Eiði er dupult so
stórur sum okkara. Eitt krov upp
á 30-40 pund á Eiði, tað er so
lítið, at tú sært næstan ígjøgnum
síðuna á tí. Seyðurin er so stórur,
at hann krevur fryktiliga nógv, og
hann kann ikki liva hjá okkum.
Fáa vit eitt lamb upp á 25 pund,
er tað eitt gott lamb.
Fínt eyknevni
Áðrenn tú blaðar fram og lesur
víðari, so var tað líka hattar við
eyknevninum, sum hvalbingar
duga so væl at seta á hvønn
annan.
-Tað krevur so lítið at fáa eitt
eyknavn.
; -Hevur tú sjálvur eitt?
; -Jú!, svarar hann kvikliga, og
fer so at forklára. Um hina ferð-
ina tá ið hann 12 ára gamal
skuldi bera ein dunk av tjøru, tí
ein bjargalína skuldi tjørast.
-Teir skuldu brúka finska
tjøru. Nú fer proppurin av tjøru-
dunkinum, meðan eg beri
leypin, so at tað rann niður eftir
bakinum.
Síðani tann dag hava teir kall-
að hann „Tjøran“.
-Leggur tú nakað í, um tey
kalla teg Tjøran?
-Tað mann vera tað. Nei, tað
havi eg ongantíð tikið mær
notits av.
Framhald á miðsíðunum:
»Stuttligt er at liva«
Mynd: Jens Kristian Vang
Petur
Heldur tú ikki, at fólk eru troytt
av at hoyra upp á teg?
»Jú, tað ivist eg ikki í. Men
tað skulu tey eisini hava loyvi
til. Eg eri eisini onkuntíð troytt-
ur av tí, sum eg geri.« Les
meira inni í 2‘aranum.
Mynd: Jens Kr. Vang
JAN MÜLLER
-Eg eri væl nøgdur við tað,
sum er komið burtur úr, og
eg haldi vit eru klár til at
fara undir eina útbjóðing.
Hetta sigur Herálvur Joen-
sen, stjóri í Oljumálastýr-
inum og harvið ein teirra,
sum hevur lagt alla orku og
kreftir í at fáa eina olju-
leiting í gongd. Hann heldur
sjálvur, at hetta er ikki minst
takkað verið teimum sera
arbeiðssomu og dugnaligu
fólkunum í Oljumálastýr-
inum og øðrum fólkum,
sum hava arbeitt við hesum
spurningum.
Uppá fyrispurning um
hann er nøgdur við treyt-
irnar til fyrstu útbjóðing
sigur hann, at útfrá tí, sum
varð lagt fram á oljuráð-
stevnu í Aberdeen herfyri,
so hava reaktiónirnar verið
eitt sindur blandaðar. Tey
flestu feløgini hava ikki lat-
ið treytirnar ræða seg, men
ein hevur kanska ein var-
huga av, at okkurt felag,
sum man hevur havt sam-
band við, ikki verður við,
men hinvegin hava teir
eisini fingið onkrar leysar
fyrispurningar frá feløgum,
sum teir ikki hava havt sam-
band við í langa tíð.
Kunnu bora í 2001
Heldur Herálvur Joensen, at
oljufeløg verða før fyri at
bora ár 2001, nú útbjóð-
ingin verður lýst eitt sindur
seinni enn upprunaliga æt-
lað?
-Tað dugi eg ikki rættiliga
at siga. Okkara uppgáva
hevur verið at tryggja, at
møguleikar verða skaptir
fyri, at feløgini kunnu bora
í 2001. Men vit hava eina
rúgvu av tungum arbeiði,
sum skal gerast, her t.d.
trygdar- og umhvørvis-
kunngerðir ol. og tað verður
skundað undir tað arbeiðið
nú. Spurningurin um eina
tilbúgvingarskipan hevur
sera høgan prioritet.
Sjálvur heldur Herálvur
Joensen, um feløgini hava
tað sum mál at bora í 2001
og kanska entá seta tað sum
tíðarætlan í sambandi við
umsóknir á tær arbeiðsskrá-
ir tey skjóta upp, so rokni
hann við, at tey klára tað.
Flyta til Hoyvíkar
Nógva virksemið, sum
verður í kjalarvørrinum á,
at Føroyar nú loyva olju-
feløgum at bora eftir olju
og gass, setir stór krøv til
bæði pláss og fólk hjá Olju-
málastýrinum. Stýrið, sum
higartil hevur hildið til í
gróthúsbyninginum á De-
besartrøð, fer at flyta í
bygningin hjá Svend Kros-
stein í Hoyvík. Talan er um
bygningin, har Com Data
fyrr helt til. I løtuni verður
bygningurin innrættaður til
endamálið og Herálvur
Joensen sigur, at tey her fara
at fáa nógv betri arbeiðs-
umstøður. Hann vónar, at
tey kunnu flyta inn, áðrenn
1. útbjóðing letur aftur. Enn
restar so bert ein góðkenn-
ing frá Fíggjármálastýrinum
at fáa sáttmálan endaliga
uppá pláss.
Herálvur sigur, at sjálv-
andi er við blandaðum
kenslum, at man rýmir av
Debesartrøð, men her er
einki val. Tey fáa meira enn
tvífalt so nógv pláss. Sum
støðan er nú eru tey noydd
til at leiga høli í býnum til
fundir ol. Og tað er ikki
haldbart í longdini.
Tað verður so eisini brúk
fyri eksternari hjálp til tað
arbeiði, sum nú liggur fyri
framman. Her ikki minst á
jarðfrøðiliga økinum. Eitt
tað fyrsta, sum nú verður at
gera, er at fyrireika seg
uppá, hvussu viðgerðin skal
fara fram og hvussu teir
ymsu bólkarnir, sum skulu
viðgera ymsu partarnar
skulu setast saman.
Jarðfrøðin er her kanska
tað tyngsta arbeiðið og so
arbeiðsskráirnar hjá feløg-
unum. Síðani er tað vinnu-
politikkurin, og haraftrat
skulu bæði løgfrøðingar og
búskaparfrøðingar meta um
meira formell viðurskifti so
sum fíggjarstyrki og stødd
á felag, organisatiónsvið-
urskifti ol. Eisini skal ein
metan av tøkniligu kompe-
tansuni viðvíkjandi boring
gerast. Samanumtikið fer
tað at áliggja Oljumálastýr-
inum at gera eitt rættiliga
stórt arbeiði, ikki minst tá
Stórt ar-
beiði ligg-
ur fyri
framman
Vit eru nokkso klárir til 1. útbjóðing,
men enn liggja stórar uppgávur fyri
framman, sigur Herálvur Joensen,
stjóri í oljumálastýrinum
umsóknirnar verða latnar
inn. Freistin at lata inn er
17. mai og hevur landsstýr-
ismaðurin í oljumálum sagt,
at miðja verður móti at lata
loyvini í september. Tvs. at
Oljumálastýrið hevur 3 til
4 mánaðir til hetta so krevj-
andi og álvarssama arbeiði.
Herálvur Joensen torir
ikki at siga, um teir kortini
fara at verða lidnir til í au-
gust, soleiðis sum ætlanin
hevur verið áður. Tað veldst
so sjálvandi nógv um,
hvussu nógvar umsóknkr
teir fáa.
Ráðstevnur í Føroyum
heldur enn í
útlandinum
Herfyri varð skipað fyri
stórari oljuráðstevnu um
Føroyaøkið í Aberdeen við
luttøku av umboðum fyri
útlendska oljuvinnu og síð-
ani nógvum fyrilestrar-
haldum úr Føroyum eisini.
Sosialurin hevur skilt, at
føroyskir oljumyndugleikar
eru ikki so fegnir um at
slíkar stevnur um Føroyar
skulu verða í útlandinum,
men ein orsøkin til at farið
varð
á
ráðstevnuna
í
Arberdeen herfyri var helst
at kunna upplýsa olju-
heiminum um komandi
ætlaninar fyri Føroyaøkið.
Sosialurin hevur frætt, at
Euroforum, sum skipaði
fyri tiltakinum í Aberdeen
longu ætlar at fyriskipa eina
nýggja ráðstevnu í juni og
her leggja dent á trygdar-
og umvhørvisspurningar.
Men eftir hvat skilst fara
føroyskir myndugleikar ikki
at vera við til hesa stevnu,
um hon verður av nøkrum,
tí tað verður arbeitt við hes-
um spurningum í løtuni.
Vit spurdu stjóran í Olju-
málastýrinum, hvørja støðu
hann hevur til slíkar stevnur
um Føroyar, sum verða
fyriskipaðar í útlandinum?
-Eg haldi ikki vit skulu
Herálvur Joensen, stjóri í
Oljumálastýrinum er væl
nøgdur við arbeiðið, sum
er gjørt higartil.
Saman við Martin
Heinesensen, leiðara á
Jarðfrøðissavninum hevur
Her´álvur Joensen mynda
fyrireikingarnar til eina
komandi føroyska
oljuvinnu
skapa eina traditión, har
man sigur, at oljuvinna á
føroyska landgrunninum
skal viðgerast á ráðstevnum
í Aberdeen. Útgangsstøðið
má vera, at føroysk olju-
vinna gongur út frá Før-
oyum, eisini tá talan er um
ráðstevnur.