Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 19. februar 2000 17 Eyðun Klakstein Ein dagin á várið 1976 stóð landsstýrismaðurin í lógar- málum fyri Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, tá hann kom aftur av floti. Landsstýrismaðurin vildi hava Eyðun at verða formann í Films- eftirlitinum, sum skuldi setast á stovn um hesa tíðina. Orsøkin til tað var, at eitt rok, sum neyvan hevur havt sín líka áður ella síðani, hevði tikið seg upp um amerikanska ræðufilm- urin, The Excorsist, sum gekk í biografinum í Havn. Fólk vóru stoytt av filminum, og lesara- brøvini í bløðunum funnust harðliga at hesum filmi. Tí vildu myndugleikarnir seta á stovn eitt óheft Filmseftirlit, sum kundi taka støðu til, um filmar skuldu bannast í Føroy- um. Eyðun Joensen tók av tilboð- num, og tað fyrsta Filmseftirlitið gjørdi, tá tað fór at virka í juni mánaði í 1976, var at bannað The Excorsist. Í síðsta mánaði vísti Sjónvarp Føroya hendan film, og tað var gjørt uttan nakað hóvasták - eingi mótmæli, eingin øði, einki lesarabræv. SvF vísti hendan mánaðin eisini kontroversiella filmin Blikktrumman og Life of Brian, sum framvegis er bannaður av Filmseftirlitinum í Føroyum. Eisini uttan klagur og grenj frá misnøgdum hyggjarum. Rætt at banna filmum Eyðun Joensen var formaður fyri Filmseftirlitið frá tí, at tað varð stovnað og fram til 1996. - Hugburðurin hjá føroyingum hevur broytt seg nógv seinnu árini. Fólk eru vorðin so von við at síggja líkt og ólíkt í fylgi- sveinasjónvarpi, at tey hava trupult við at reisa uggafjarðar- nar, tá Sjónvarp Føroya sendir filmar, sum ikki eru verri enn tað, sum er at síggja aðrastaðni, heldur Eyðun Joensen. Sálarfrøðingurin heldur, at tað er einki skeivt í at vísa filmar, sum áður vórðu mettir at verða ov harðligir, ógvusligir ella blas- femiskir, hóast lógin, sum Filmseftirlitið arbeiðir eftir, er tann sama í dag, sum hon var fyri 24 árum síðani. Óhóskandi fyri børn EFTIRLIT. Filmar, sum vóru bannaðir av Filmseftirlitinum í 70’unum og 80’unum, verða nú sendir uttan hóvasták í Sjónvarpi Føroya. Føroyingar tola meira av í dag, enn teir gjørdu fyri 10 árum síðani - Andin í lógini skal verða í samsvar við hugburðin hjá fólki- num, og tað, sum vit mettu at verða “moralskt anstødeligt” fyri 20 árum síðani, er ikki longur tað. Fólk hava broytt hugburð, og tey verða ikki líka stoytt av filmum nú, sum tey áður vóru. Eyðun Joensen heldur, at filmslistin er farin frá at hava verið undirhald hjá tíggjunda hvørjum føroyingi í 60’unum til at verða undirhald fyri øll fólk í dag. – Í dag er tað neyvan nakar, sum ikki hyggur eftir einum filmi av og á. Tað er eingin, sum forbjóðar hesum longur. Ongar klagur longur Filmseftirlitið í Føroyum heldur eygað við teimum filmunum, sum skulu vísast í brografinum, skulu seljast ella leigast út. Sjónvarp Føroya kemur ikki undir hetta eftirlit, og tí eru tað ábyrgdarfólkini í almenna sjón- varpinum, sum sjálvi gera av, um ein filmur skal vísast ella ikki. – Vit halda, at metingarnar hjá rásum, sum vit sammeta okkum við í øðrum londum, eru góðar hjá okkum at halda okkum til. Vit eru á sama mentanarliga støði sum onnur Norðanlond, sigur Tróndur Djurhuus, sjón- varpsstjóri. – Sjónvarp Føroya skal ikki sigla uttan um kontroversiellar filmar, men við hvørt gera vit tó eitt strangari aldursmark, enn tey til dømis gera í Danmark. Tað kemur sjáldan fyri, at føroyingar klagað í sjónvarpi- num, tá umstríddir filmar skulu sendast. – Frá tí at Sjónvarpið byrjaði og í nógv ár eftir tað, var tað púra vanligt, at fólk, sum vóru misnøgd við okkurt, sum SvF hevði sent, kærdu til Sjónvarpið ella sjónvarpsnevndina. Í dag er tað ikki meira, enn at vit uppliv- að fólk sum klaga, sigur Tróndur Djurhuus. Hann sigur tó, at í sambandi við, at SvF fyri kortum vísti filmin Jesus úr Montreal var tað onkur, sum gjørdi vart við seg hjá SvF. –;Fólk hava eitt nógv størri úrval av rásum nú, enn tey høvdu fyrr, og eg haldi avgjørt, at SvF er í tí sobra endanum av teimum rásum, sum fólk hava møguleika at hyggja eftir, sigur SvF-stjórin. Ov strangt eftirlit Føroyska samfelagið er í støðug- ari broyting, og seinastu 15 árini er nógv hent á miðlaøkinum. Fylgisveinasjónvarp er púra vanligt, og internetið hevur havt við sær økt samskifti við út- heimin. – Føroyingar hava eisini broytt seg nógv hesi árini, og hugsa vit um filmar og undir- hald í sjónvarpi, so tola føroy- ingar nógv meira av nú, enn teir gjørdu fyri 10-15 árum síðani, heldur Eyðun Andreassen, fólka- lívsfrøðingur. – Í dag eru fólk von við at síggja og uppliva ting í sjón- varpi og aðrastaðni, sum vóru óhugsandi fyri fáum árum síð- ani. Tí tola føroyingar eisini nógv meira av í dag, enn teir gjørdu áður. Slík mørk flyta seg skjótt, og tey flyta seg allatíðina. Eyðun Andreassen er ein av teimum, sum heldur, at eftirlitið hjá Filmseftirlitinum var ov strangt í 70‘unum og 80‘unum. –;Tað er altíð ein spurningur um, hvør skal avgera, hvat fólk tola at síggja, men eg ivist í, um tað markið, sum Filmseftirlitið setti í 70‘unum og 80‘unum, var rætt. Eg haldi, at teir skuldu havt loyvt meira, sigur hann. – Nú er nógv broytt, og tann broytingin er millum annað komin av, at føroyingar hava ferðast nógv í Danmark, og har hevur verið gjørligt at síggja harðskaps- og pornofilmar. Í dag kemur heimurin til okkum gjøg- num fylgisveinar og internet, og tí verður ongin longur stoyttur av ógvusligum filmum Eyðun Andreassen heldur, at tað er meiningsleyst at banna filmar í Føroyum, sum fólk kunnu síggja á fylgisveinasjón- varpi. – Blasfemiskir filmar kunnu framyvir helst elva til mótmæli, tí religiøsitetur er framvegis aktuellur í Føroyum, og hesi hava ofta mælskar talsmenn. Life of Brian, sum varð mettur at verða gudsspottandi, tá hann kom út, er framvegis bannaður í Føroyum. Men hann fæst til keyps í landinum –;uttan mótmæli... Filmurin Life of Brian, sum menninir aftanfyri Monty Python gjørdu, var bannaður, tá hann kom út, og hóast Filmseftirlitið framvegis hevur filmin á sínum svartalista, hevur hann júst verið sýndur í SvF, og hann fæst til keyps í landinum 16 Nr. 35 – 19. februar 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Eyðun Klakstein Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard hevur í løtuni framsýning í Føroyahúsi- num í Keypmannahavn. Hetta er bara eitt av mongum tiltøkum, sum vanliga eru í húsinum. Men fyri Vígdis fekk framsýningin eina óvænt- aða vend, tá stjórin fyri gallarínum Skt. Gertrud í Keypmannahavn kom til ferniseringina, gekk runt og hugdi í hálvan annan tíma, og síðani bað Vígdis koma at hava eina fram- sýning á gallarínum hjá sær. Skt. Gertrud er eitt av teimum kendum gallarí- num í danska høvuðsstað- num, og onkrir av teimum stóru føroysku listar- monnunum hava havt framsýningar har. - Eg eri sera spent uppá hesa framsýningina, sum hetta verður helst størsta uppgávan hjá mær higar- til, sigur listakvinnan, sum serliga fæst við at gera klipp. Hon hevur havt 14 verk við á framsýningini, sum var liðug í gjár, og stjórin fyri Skt. Gertrud dámdi eftir øllum at døma so væl hesi verkini, at hann vildi lata høli til eina framsýning hjá Vígdis. Framsýningin í Skt. Gertrud verður 1. septem- ber í ár. - Eg bað um góða tíð til at fyrireika framsýningina, tí eg ætli mær at gera nøkur nýggj klipp til fram- sýningina, sigur Vígdis. Klippir listarverk Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard hevur fingist við list í nógv ár. Hon hevur verið við á ólav- søkuframsýningini í eini 30 ár, hon hevur havt framsýningar í Smiðjuni og hon hevur áður stillað út í Føroyahúsinum í Key- pmannahavn. Vígdis hevur bæði mál- að olju- og akvarellmáln- ingar, men seinastu mongu árini hevur hon serliga lagt seg eftir at klippa listarverk. - Mær dámar væl at klippa, sjálvt um tað er nógv arbeiði av at gera eina mynd. Eg plagi fyrst at tekna eina skitsu av tí, sum eg skal klippa, og so arbeiði eg út frá tí, greiðir Vígdis frá. Á framsýningini, sum júst hevur verið í Føroya- húsinum, hevur hon havt myndir úr Havn, Kunoy, Bø og øðrum støðum í landinum. Hon leggur seg eftir at fáa myndirnar at líkjast tí, sum sæst við berum eyga. - Eina ferð, tá eg gjørdi eina mynd úr Vík, hevði eg gloymt litin á einum húsum, so eg mátti koyra norður aftur fyri at finna út av tí, sigur hon. Tíðin fyri til at klippa Tað er hugtakandi at síggj- a verkini hjá Vígdis, og føroyingum dámar iva- leyst eisini tey. Tá Vígdis her fyri gjørdi eina plakat av einum av myndunum hjá sær, var plakatin útseld eftir stuttari tíð. Plakatin var uppaftur prentað, og nú er seinna upplagið LIST. Framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hevði við sær, at Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard var biðin um at hava framsýning á kendum gallaríi í danska høvuðsstaðnum Klipp klipp eisini við at vera útselt. Vígdis hevur arbeitt sum sjúkrasystur, men hon er givin við tí, og nú brúkar hon stóran part av tíðini til tað, sum áður var eitt ítriv hjá henni. - Mær hevur altíð dámt væl at fingist við ymiskt hondverk, og nú havi eg góðar stundir til at klippa hesar myndirnar, sigur hon. Tað tekur millum 20 og 30 tímar at klippa eina vanliga mynd, og tá er tíðin, sum fer til fyrireik- ing og at gera skitsuna, ikki tald við. Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard saman við familjuni, tá famsýningin í Føroyahúsinum lat upp. Mynd: 3‘arin Pappírsbrúkið hjá dønum er økt við einum fjórðingi seinastu 10 árini, og í dag brúkar hvør dani 50 kilo av pappíri um árið. Hetta upplýsir Den Danske Presses Fællesindkøbs- Forening, haðani føroysku bløðini eisini fáa sítt pappír. Samlaða pappírsbrúkið í Danmark er er økt við 243.000 tonsum síðani 1992. – Flestu bløðini er undir trýsti, tí upplagið minkar, men tey bjóða samstundis lesarunum størri bløð, segði Roben Dalby Larsen, formaður fyri innkeypsfelagið hjá donsku pressuni, tá felagið hevði aðalfund í síðstu viku. – Tað hava verið umfatandi broytingar í 90’unum, og næstu 10 árini fara eisini hava nógvar broytingar við sær, men tað prentaða blaðið er ikki í vanda, tí tað hevur sína heilt serligu uppgávu. Tí verður eisini brúk fyri avíspappíri framyvir, segði hann. Felagið fær sítt pappír frá skógídnaðinum í Norður- londum, og her verður ansað væl eftir, at fleiri trø verða plantað, enn tað verða feld. Næstan 70% av avíspappírinum í Danmark verður savnað inn til endurnýtslu. Í fjør seldi Den Danske Presses Fællesindkøbs-Forening fyri umleið 1,4 milliardir krónur. FJØLMIÐLAR. Danir brúka meira avíspappír, hóast økt útboð av loftmiðlum, internetið og øðrum undirhaldi Bløðini brúka meira pappír Walkers aftur til gongu TÓNLEIKUR. Bólkurin, sum hevði sína stórtíð í 70’unum, roynir seg nú við nýggjum sangum á nýggjari útgávu Tey, sum vóru ung fyri tríati árum síðani, minnast helst danska bólkin The Walkers, við sangaranum Torben Lendager á odda. Hann var millum stórstu donsku teenageidol hesi árini við sangum sum "Littel Kitty", "Striptease", "Forever together" og "Marry Me". Útvarpið spældi hesar sangir upp í saman, og mangir blómuprýddir plátuhúsar munnu enn hýsa Walkers plátum. Millum allar hinar progressivu við Taste, Cream og øðrum á føroysku hillunum. Eftir at hava spælt saman í úti við 10 ár fóru teir í Walkers hvør til sítt í 1977. Tá hevði bólkurin givið út 4 LP plátur og ikki færri enn 16 single plátur. Nú hittast teir í Walkers aftur og geva út eina tví- fløgu. Millum gomlu kendu løgini eru eisini tveir nýggir sangir. Knut Haavik hevur lagt til rættis hesar báðar nýggju Walkers-sangir, eins og hann hevur ljóðblandað teir góðu gomlu, kendu sangirnar av nýggjum. Ferjan sum ikki leggur frá landi Sangarin í Walkers, Torben Lendager hevur egnan bólk, Torben Lendager Band, sum spælir ymsastaðni í Danmark. So at siga hvørt vikuskifti eru boð eftir teimum, millum annað á ferjuni Sjælland, har enn ein aldrandi donsk stjørna, Birthe Kjær, nú ger seg til reiðar at spæla. Ferjan Sjælland leggur aldri frá landi. Hetta er vorðið spælistaðið fyri tey ungu, sum hava sæð yngri dagar - men ikki gloymt teir. Við nøvnum sum Clifft- ers, Walkers og Birthe Kjær er trupult at gloyma søguna. Í hvussu er tað søguna, sum livir á plátum... Ivaleyst spyr onkur, hvør sjangran er, sum harra Lendager heldur seg til, nú tríati ár eru farin, síðani hann sang um "Little Kitty". Ein tíð, sum var merkt av tíðarrøttum poppnøvnum sum Donny Osmond, The Partridge Family og David Cassidy. Jú, Torben Lendager gjørdist víðagitin, tá hann nøkur ár herfyri skrivaði ein sang til Richard Ragn- wald. "Kære Lille Mormor" er heitið. Syngið so við, øll sum vóru ung fyri tríati árum síðani. Kanska verða stundir til ein swing-om eisini.