Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 19. februar 2000 19 Eyðun Klakstein Petur Pólsson Jensen var fyrsti føroyingurin, sum fekk ein veru- liga hatisíðu á alnetinum, og har regnaðu ákoyringarnar oman yvir hann. Hann er frammi sum tónleik- ari, komponistur, yrkjari, út- varpsmaður og annars ein, sum hevur meiningar um bæði líkt og ólíkt. Hetta ger, at tað eru mong, sum geva honum gætur, og meiningarnar um meiningarnar hjá honum spenna víða –;frá einum yvirberandi brosi til prutlandi øði. Hann dámar væl at provokera, og hann droymir um at gera mun. Lættari at verða til Hvat hevur tað at siga fyri teg, at fólk geva tær gætur? – Eg útnytti, at eg eri ein kendur persónur til at fáa ymiskt fram, sum liggur mær á hjarta. Við hvørt kann eg siga, hey, her eri eg, og standa fram bara fyri at fáa uppmerksomheit, men ofta er tað tí, at eg veruliga hava nakað at siga. Hevur tað nógv at siga fyri títt ego, at tú fært uppmerksomheit? –;Tað hevur ikki nógv at siga, tá eg til dømis siti einsamallur á kamarinum hjá mær, tí tá geri eg akkurát tað, sum eg havi hug til. Men tá eg til dømis fari í SMS ella í býin, tá koma fólk, sum eg ikki kenni, at tosa við meg, og tann uppmerksomheit, sum eg havi fingið, hevur gjørt tað nógv hugaligari hjá mær at vera til. Eg var –;og eri kanska eisini – eitt øðilga depressivt menniskja, men nú kann eg altíð spæla leiklutin, sum hesin almenni persónurin, sum livir lívið. –;Eg veit ikki, um tað hevur gjørt meg til eitt betri menni- skja, kanska tvørturímóti. Fólk, sum kenna meg, hava ákært meg fyri at verða blivin eitt svín. Og tey, sum kenna meg frá fjølmiðl- unum, halda meg møguliga eisini vera eitt svín, men tað er kanska bara øvund. Hvussu hevur tú tað, tá tú ert frammi? – Eg stórtrívist. Eg elski tað. Tað er einki betur. Mesta av arbeiðnum er privat. Bara eg við mær sjálvum. Eg siti vøkunætur og brúki drukktúrar, niðurtúrar og nervasamanbrot, meðan eg skrivi. Og tá eg eri komin ígjøg- num tað, eri eg so glaður fyri at verða liðugur, at eg vil út við tí. Og fólk síggja bara tað – tann hyperaktiva svaklingin. Dámar at provokera Hvat hevur størri týdning fyri teg, at fólk lurta eftir tí, sum tú sigur, ella at tey vita, at tað er tú, sum sigur tað? – Heilt klárt, at fólk lurta eftir tí, sum eg sigi. Um tað ikki var eg, sum segði tað, so var tað PROVO. Petur Pólsson Jensen stórtrívist í leiklutinum sum almennur persónur. At fólk geva honum gætur, hevur gjørt lívið lættari at liva Almenni Petur Petur Pólsson Jensen er 27 ára gamal. Hann er millum annað kendur sum yrkjari, tónleikari og útvarpsvertur. Hann hevur givið trý yrk- ingasøvn út: Afturvend- andi endurspeglingar av komandi dreymum, Eing- in sól er til og Guru. Petur hevur spælt í tón- leikabólkunum Visible Fish og Clickhaze, og hann er í løtuni ein av vertunum í fríggjakvølds- sendingini hjá ÚF, Ver. Fimm av fyrimyndunum hjá Peturi doyðu, tá tær vóru 27 ára gamlar. Petur er nú 27. Doyrt tú sum 27 ára gamal? – Ja, hví ikki. Men tað kann eisini vera, at eg livi, til eg verði 87. petur onkur annar. Tað er kanska ikki altíð, at eg havi so nógv at siga, men mær dámar øðiliga væl at provokera. Eg vil ikki prædikka nakað, men mær dámar prika til vanligar uppfatanir av ymsum viðurskiftum. Og tað hevur havt við sær, at eg eri lagdur undir alt frá at verða samkyntur til at vera satanist. Hvussu hevur tú tað, tá fólk kenna teg aftur og koma at tosa við teg? – Tað er eitt sindur løgið, tí viðhvørt er tað fryktiligt. Men mær dámar tað, og eg taki tað sum tekin um, at tað riggar, sum eg geri. Í 1996, tá eg kom heim til Føroya, ringdi eg til ein vin- mann hjá mær og segði: Veist tú hvat, nú fari eg at blíva kendur. – So tók eg yrkingasavnið hjá mær undir armin og fór til fjøl- miðlarnar. Eg helt meg fram at, og onkur hevur kallað meg mediuhora og eg veit ikki hvat. Men eg geri tað heilt bevíst. Hevur tú síðani dyrkað tað at koma fram? –;Tað gjørdi eg í fyrstani, tá var tað ein drift. Men tað er tað ikki longur, tí eg havi ikk brúk fyri tí. Eg havi uppmerksom- heitina. Og soleiðis er tað, tá tú hevur fingið uppmerksomheit, kemur hon av sær sjálvari. Sjálvt um fólk ikki dáma, at eg eri nógv frammi, hava tey vant seg við, at eg eri har. Ein sól er til Heldur tú ikki, at fólk eru troytt av at hoyra upp á teg? –;Jú, tað ivist eg ikki í. Men tað skulu tey eisini hava loyvi til. Eg eri eisini onkuntíð troyttur av tí, sum eg geri. Men eg elski tað, sum eg geri, og eg geri tað ikki fyri at sára nakran ella plága nakran. Eg skrivi, spæli tónleik og eri útvarps- vertur, tí eg haldi meg kunna brúkast til tað. Hvat vilt tú helst verða kendur fyri? –;Tað er tann ultimativa kli- sjéin. Eg hevði gjarna viljað verið kendur sum ein, sum vísti á nøkur ting, sum eisini kundu hugsast sum ein partur av til- veruni. Sjálvt um tað ikki endi- liga broytti heimin. Og kanska sum ein, sum gjørdi av við nakr- ar fordómar. –;Tá eg gav mítt fyrsta yrk- ingasavn út, var eg tann yngsti yrkjarin, sum gav út, síðani Róa Patursson. Nú hava fleiri ungir yrkjarar givið savn út, og um eg havi nakað við tað at gera, eri eg ómetaliga glaður. –;Eg vil ikki verða kendur, sum tann besti til nakað, men heldur fyri at hava verið við til at broyta okkurt. Eg havi ein dumman idealist inni í mær, og skalt tú gera ein mun, so krevur tað, at tú rópar hart. Tú fært einki burtur úr at teska heima í stovuni. Nær heldur tú, at tú hevur fingið nóg mikið av uppmerk- somheit? –;Tað havi eg langt síðani fingið. Kanst tú so ikki bara gevast í Útvarpinum og annars við at verða frammi? – Jú, tað kann eg saktans, men mær dámar bara so væl tað, sum eg geri. Eg kundi givist við at skriva yrkingar og spæla tónleik, og eg kundi sagt nei til hetta interviewið, men eg havi hug til tað. Tað er sum ein fótbólts- spælari, sum hevur gjørt 10 mál. Hann vil gjarna gera fleiri mál. Er eingin sól til? –;Jú, men tað var hon ikki, tá eg skrivaði tað. Eg hevði tað ómetaliga illa í eini tvey ella trý ár, og eg avgjørdi, at eg skuldi skriva um tað til mín sjálvan. Meðan eg skrivaði, kom hasin setningurin – eingin sól er til – og eg haldi, at hann segði tað gott, hvussu eg hevði tað tá. Mynd: Jens Kristian Vang Henrik Nordbrandt er føddur í 1945 og vaks upp í Korsør. Á ungum árum fekk hann navnið Jern-Henrik, tí hann hevði altíð eina jarnstong í skúlataskuni. Honum møtti ein grov og hørð verð í einum hørðum útflytara- býlingi. - Børn eru ikki ósek. Eg lærdi skjótt at berjast - og at gentur eru eitt sindur stutt- ligari, hevur Nordbarndt greitt frá. Hann byrjaði at yrkja sum 16 ára gamal, og soleiðis fekk hann greiði á ymiskum í sínum annars kaotiska og myrka tannáringa hugaheimi. Fyrsta savnið kom í 1966 og nevndist Digte. Síðani eru Nordbrandt í stuttum komin 20 søvn. Umframt høvundavirksemið, hevur Nordbrandt lisið kinesiskt, turkiskt og arabiskt við Lærda Háskulan í Keyp- mannahavn og uttanlands. Dráp at eiga børn Hann hevur ummælt bók- mentir og skrivað ferðafrá- sagnir. Hann hevur verið giftur fleiri ferðir, men eigur eingi børn. - Tað er dráp at seta børn í heimin, heldur hann. Nordbrandt hevur fingið nógvar virðis- og heiðurs- lønir, og í 1980 fekk hann tað, ið danir nevna »Kunst- fondens livsvarige ydelse«. 18 Nr. 35 – 19. februar 2000 Droymarin sum rakar sær uttan at hyggja í spegil YRKJARI. Henrik Nordbrandt er millum mest lisnu yrkjarar í Danmark. Hann hevur millum annað skrivað eina turkiska kókibók við lystvekjandi heitinum Dámulør og aðrir serrættir Dagfinn Olsen Henrik Nordbrandt fekk Bók- mentavirðisløn Norðurlanda- ráðsins í ár fyri yrkingasavnið Drømmebroer. Hann er millum mest virdu og lisnu yrkjarar í Danmark, og danir fegnast um, at hann gjørd- ist tann 9. í røðini av donskum høvundum, sum fær hesa viður- kenning. Hetta var fjórða ferðin, at Nordbrandt var innstillaður og mangir danir tordu ikki at vænta, at Danmark aftur „átti tørn“ í ár, eftir at Pia Tafdrup vann í fjør. Ikki eingang ein spegil Henrik Nordbrant er millum teir fáu donsku yrkjararnar, sum fólk veruliga lesa. Síðsta, og nú virðislønta, yrk- ingasavnið er selt í 4000 ein- tøkum. Tað er ikki einki, tá talan er um yrkingasavn. Hann er fjálturstungin á at líta, tá hann luttekur í almennum upplestri, men lurtað verður eftir honum. Heilar tríggjar ferðir áður hevur 54 ára gamli Nordbrant verið innstillaður, men hesaferð fullu tær 350.000 krónurnar til hansara. Og harvið eisini tann mest virðismetta virðislønin í Norðurlondum. Men danskir fjølmiðlar fingu Samstundis verður útlegdin søgd at geva skaldskapinum mentanarligt flog, ið kennist frígerandi í danska básinum. Eisini verður sagt um Henrik Nordbrandt, at hann er maður, ið hevur tikið sær rætt til at vera súrur og tvørur. Hann skrivar í dagbók síni „Ruzname“ , ið kom út í 1996: »Ein eigur at royna at njóta hvørja stund í lívinum. Hvør hevur funnið uppá tað? Í mínum oyrum ljóðar hetta sum kórsangur frá einum sinnis- sjúkrahúsi« Og hann er súrur um nógv. Annað enn danska veðrið. Millum annað um at danir eru so upptiknir av sær sjálvum. „Um Danmark flutti eyguni frá egnum nalva og hugdi í spegilin, hevði tað doyð í látri“, segði Nordbrandt, tá hann fekk heiðursløn frá Det Danske Aka- demi. Kókibók Nordbrandt hevur eisini skrivað barnabøkur og eina njósnara- skaldsøgu. Eisini gav hann í 1993 út eina turkiska kókibók við lystvekj- andi heitinum „Dámulør og aðrir serrættir“. Kelda: Aktuelt, 27. januar 2000 ikki orð á yrkjaran beint eftir, at hann hevði vunnið. Hann var staddur í Malaga í Suðurspania, og fartelefonin var sløkt. Tað sigst, at hann elskar at hata virðislønir, og at hann sigur seg ongantíð lesa ummæli. - Eg orki heldur ikki at síggja meg sjálvan í spegilinum. Tað er ov mikið. Tí havi eg funnið út av, hvussu eg kann raka mær, uttan at hyggja at mær sjálvum, hevur Henrik Nordbrandt sagt. Høvuðsevnini í skaldskapi hansara eru millum annað deyðin, fráferð, koma, longsul eftir tí stað, ið ein ikki er, og dupulta upplivingin við at vera fremmandur allastaðni, men tó hava verið allastaðni áður. Drømmebroer kom út í 1998 og fekk góða móttøku. Mergurin í savninum eru 13 dreymayrk- ingar. Útilagstur yrkjari Nordbrandt verður sagdur at vera nakað so sjáldsamt, sum ein maður við eini lagnu: yrkj- arin í útlegd. Maðurin, ið ikki orkar at búgva í „lítla Dannevang“, men sum síðani 1977 hevur búð í Spania Grikkalandi, Egyptalandi og Turkínum. Orsøkin sigst verða, at hann tekur avleið- ingarnar av, at hann orsakað av vantandi ljósi „fer í kolkjall- aran“