Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

’’ Dánjal Højgaard Myndir: Jens Kr. Vang BUMMM! Tað rystir í køksborðinum, tá hann letur ta stóru arbeiðsmann- ahondina detta niður á borð- plátuna. Í næstu løtu rýkur hondin upp undir kinn. Hann skriðar sær á undirarminum og klórar sær síðani í nakkanum. Orðini eru líka knøpp sum keipurnar. Setningarnir eru stuttir og mergjaðir. Tað tekur tað mesta av einum fyrraparti hjá einum norðanfjørðsoyra at venja seg við tað sermerkta hvalbiar- málið - og humorin, sum alla tíðina spøkir aftanfyri. -Tað er tiltikið hvalbingur at vera droyur. -Hvussu tá? -Rukkulív, rukkulív! -Hvussu tá...? -Ein norðingur veit ikki, hvat skemt er. Tá vit hava tráspurt eina løtuna kemur endiliga eitt dømi. Hann var í brúdleypi á Argjum. Lagið var gott og kenningin passalig. Við barrina hingu nakrir deydligir unglingar, og tá kundi tann dansikáti hvalbingurin ikki bara sær: -Hygga heimaseyðurin, har hann stendur og fær sær kraft- fóður, lat í honum. Tá stóðu teir og bíndu sum ryssa yvir deyðum fyli. -Halt kjaft hvalbingar eru droy- ir, tekur hann aftur í aftur. Føroyingar boygna Jørmund hevur verið arbeiðsmað- ur alt lívið. Hann hevur lempað kol, høgt grót, arbeitt í fiski, verið til skips og borið manga byrðuna av fugli í lívi sínum. ; -Arbeiði doyr mann ikki av. Kortanei. Eg havi arbeitt nógv, og tað er sunt at arbeiða, sigur Jør- mund, sum heldur, at fólkaheilsan er í vanda, tí føroyingar gera ikki kropsligt arbeiði longur. -Fólk tíma einki meira. Helvtin av Føroya fólki er invalidar, tí at einki verður borið á bakinum longur. Fara tey at bera so verða tey skeiv. Hetta verður ov stívt, og ryggurin verður ov linur, sigur hann og stríkur hondina eftir búkinum. -Nú enda teir á sjúkrahúsi 15- 20- 25 ára gamlir, tí teir eru sjúkir í rygginum. Tað verður borðið ov lítið, sigur hann og ger vart við, at ein góð heilsa kann ikki mátast í pengum. -Tú eigur so ríkiligt, tá ið tú eigur heilsuna. Tá ið tú onga heilsu hevur, veitst tú ikki ein- gong, hvat ið tú eigur. Hvat fanin so um tú eigur 3-4 milliónir um tú situr í einum rullistóli. Tá er lítið við tí. Nei, tá er betri einki at eiga og kunna klára seg sjálvan, sigur tann 72 ára gamli arbeiðsmaðurin, sum hevur fingið bestu skoðsmál frá læknunum. -Eg var og kannaði meg hjá Signar Dam. Hann segði, at eg kundi gott liva til eg verði 150. Nei, nei, stuttligt er at liva tá ið mann hevur heilsuna. Ringar svøvngávur Spyrt tú Jørmund hvat hann fær dagarnar at ganga við, er svarið sera einfalt: ;-Eg slappi av. ; Spyrt tú nærri, fært tú at vita, at hann er bæði kokkur og barna- genta. ; -Eg geri sjálvur døgverða, og tá sonurin og dóttirnir eru til ar- beiðis á flakavirkinum, geri eg eisini til teirra. Eg eri húsmóðir og barnagenta, sigur hann og flennir í kíki. -Hvat gjørdi tú í gjár? ; -Eg var í Sandvík í tveir tímar, og so fór eg heimaftur og gekk millum húsanna. Var í kjallar- anum og hongdi klæði upp, sum eg hevði vaskað mær. ; -Eg støvsúgvi annan hvønn dag, tí hundurin losar so illa. 8-So tú hevur ikki heimahjálp? ; -Til hvat? Eg eri so spill frísk- ur! ; Men hóast Jørmund letur væl at heilsuni so kundu svøvngávurnar verið betri. Ofta sovnar hann ikki fyrr enn klokan fýra á morgni, og tá kemur hann kanska ikki upp fyrr enn fram móti middegi. -Tey hjá mær siga, at eg kann fáa sovitablettir, men tað leggi eg ikki í, sigur hann. -Mann krevur ongan svøvn, tá mann gongur fyri einki. Tú verður ongantíð móður. Eg kann altíð slappa av. Sova kann eg ikki, so tað verður veking. Men tað ger einki. Onkuntíð eri eg ikki uppi fyrr enn klokkan 11. Tá eru hini móð av arbeiði. Skeyt seg Spreingivanlukkan í Kolinum í 1953 er ikki einasta óhappið Jør- mund hevur verið fyri. Hann hev- ur eisini skotið seg sjálvan – við eini seyðabyrsu. Hetta hendi fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann skuldi fletta tvær ær. Var einsamallur í einum kjallara, tá óhappið hendi. ; -Eg skal fara eftir byrsuni, toyggi meg niður og nú gongur skotið av. Tað fór tvørtur ígjøg- num her og útaftur hesumegin, sigur Jørmund og peikar á vinstra lær. Patrónin fór tvørtur ígjøgnum lærið. ;-Men tað var so heldigt, at einki var skalað. Jú, jú, tað var so einki annað at gera enn at seta eina nýggja patrón í og skjóta av nýggjum, sigur Jørmund sum enn eina ferð endaði undir lækna- hond á Tvøroyri -Hann tók so bara og sproytaði eitt sindur og skar hol á húðina, so at patrónin kom út aftur. So fór eg norð aftur, sigur hann. ; Tvær reisir, greiðir Jørmund frá, hevur hann verið um at dottið oman. Einaferð fór hann á glið úr fleygingarsessinum. Tað var vátt, og hann var í oljuklæðum, men til alla lukku fekk hann hildið sær við fleygingarstongini. ; Ein aðru ferð var hann á veg heim úr Villingarbergi vestanfyri Hvalba. Hevði verið og fleygað náta og missir knappliga balans- una. ; -Eg hevði 90 nátar og stóð og vigaði, antin eg skuldi fara út av ella ikki. Tað var fyri mær, sum var tað púra stilt. Men tíbetur tók stongin í niðanfyri. Ella fór eg. Eg hevði knúsað meg sundur, sigur Jørmund, sum heldur fyri, at Jesuspápin hevur verið við sær. ;-Kanska havi eg verið eitt sind- ur skjøtisleysur. Havi torað væl at gingið. Eg elskaði at fleyga. Viski og svart ball Hóast heilsan er góð, er Jørmund eingin heilsuprofetur. Nei, hann fornoktar sær hvørki tubbak ella spritt. Hann hevur altíð ein pakka av Niemeier í lummanum, og tá ið boksing og fótbóltur eru í sjón- varpinum, stendur guvanin uppí loft. -Eg brúki ein pakka um vikuna, men tá ið fótbólturin er, so strekk- ir tað ikki. So tá má eg spandera. Ein glas av viskey dámar hon- um eisini væl. Og av og á gongur leiðin á Langabakka at loysa út – Rúsuna á Drelnesi. -Tað er bara viski. Eg drekki bara viskey. Tað er tað besta, tí mann verður ikki sjúkur av tí. Eg veit ikki, hvussu tað verður hesa vikuna. Tað var einki í síðstu viku, slær hann fast. -Man má unna sær eina fløsku, tað ber ikki til. Eg plagi at siga við dóttrina, at eg fari fallit. Men hon sigur bara halt kjaft, tú hevur ov mikið av pengum, sigur hann og stórlær. Og Jørmund situr ikki heima og bínir yvir tí edla torvdrykkinum. -Tað er gjarna um kvøldið, at vit plaga at fara út og fáa okkum. Tá eru menn komnir aftur. Tað eru alt vinmenn. Eg havi ongan fígginda. Eg kann tosa við hvørt menniskja. Tað er deiligt er tað. -Humørið er gott, og eg blandi meg ongantíð upp í hetta klamm- aríið. Tað mugu tey finna út av. Veðrið er broytt Í einum neysti í Hvalba stendur Dúgvan. -Ein stórur kroppur, sigur Jør- mund og vísir okkum stóra seks- æringin, sum hoyrir til familjuna. Og er útgjørdur við nógvum snell- um og øllum nútímans tólum. Men Jørmund letur illa at fiski- skapinum. Trolararnir grópa alt upp, so at einki er eftir til smá- bátarnar, og harafturat er veðrið so vánaligt, at tú fært ikki flota bát. -Tað er stormur hvønn einasta dag. Tað var ikki fyrr. Teir kundu rógva út í eina heila viku og meira í senn í árabáti. Teir róðu líka hiðani, runt Sandvíkina og heilt suður til Fámjin. Heldur tú at vit kunnu tað í dag. Nei, slett ikki, staðfestir hann. -Vit hava 50-tonsarar liggjandi her. Teir sleppa ikki út fyri veður. Trolararnir liggja bakk undir Før- oyum fyri veður. So veðrið má vera forandrað. -Undir krígnum vóru nógvir bátar á Eiðinum. Tað komu upp í 200 sentnarar upp á land um kvøldið. Tað hava verið um 30 bátar upp á tað mesta, 4-manna- og 5-mannafør. Hvat kundi tú við teimum í dag. Tú doyði í tí svarta kolandi hungri, sigur Jørmund og slær at enda seymin í botn. -Tá eg var óviti, gekst tú í stutt- um buksum og skóleysur líka frá mai mánað, og tú fór ikki í hosur aftur fyrr enn í august. Í desemb- er, segði abbin, lógu teir einaferð samfullar 14 dagar úti á Eiðinum. 14 samfullar dagar í desember. Good Bye Jimmy Jørmundi dámar væl musikk, og tá andvekurin kemur á hann, skrúvar hann mangan norðmannin frá fyri at lurta eftir tónleiki. Meðan hann bíðar eftir møðini, festir hann sær kanska í og murrar afturvið „Good Bye Jimmy“ ella onkrum øðrum góðum slagara. Aðrar nætur er meira futtur í. Tá strýkur tann lívsfríski ung- lingin avstað eftir onkrum dansi- gólvi. -Eg svingi. Mær dámar væl at dansa. Tað er góð motión, og so sleppur mann frá at liggja við fjaðrum og sovorðnum, sigur Jørmund, og sipar til ungdómin á heilsumiðstøðunum. Tá ið dansikongar sum Fisker- Thomas og Ebbe Jularbo koma til landið, er Jørmund altíð til dystin fús. -Eg dansi hvønn einasta dans, og eg kann vinda burturúr skjúrt- uni aftaná. Tað er deiligt at kunna røra seg, sigur tann gamli sving- arin, sum heldur, at tað eru alt ov nógv ung nú á døgum, sum standa sum heimaseyður yvir kraftfóðri, heldur enn at dansa. -Nógv fara í dans og fylgja bæði við tær og mær. Tá eg dansi, so dansi eg. Eg fái einki annað við. Hví fanin dansa tey ikki, spyr Jørmund, sum hevur lítil ans fyri tíðarinnar rútum. -Gakk vekk. Hattar nytta einki. Tey ganga við ørmunum upp í loft sum sprellimenn. Nei, tað skal vera ordiligur musikkur. Stuttligt er at liva »Eg eigi einki. Bara mín egna bjølg. So tað er einki at klandrast um.« »Hvat nyttar tað at tjena nógvar pengar, tá mann brúkar alt uppaftur.« »Lat bara fólkið flyta. Einaferð verður Havnin full.« SAMRØÐA. Hann heldur, at fólkaheilsan er í vanda, tí fólk gera ikki kropsligt arbeiði longur. Sjálvur hevur hann fingið at vita at hann kann liva til hann verður 150. Og Jørmund Vang í Hvalba dugir at njóta lívið »Politikararnir eru sum óvitar: tú steinar, so steini eg aftur.« »Hundurin eitur Rosa, og tað losar so illa at eg má støvsúgva annan hvønn da.g«