Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 19. februar 2000 23 Sarpsborg. Pápi Roald var fram- vegis lítið heima, og Erik var sum ein pápi fyri lítla Roald. Hann gjørdu honum tær fyrstu skíðirnar, og lítið mundi hann gruna, at hesar lítlu føtur, sum hann evnaði skíðurnar til, eina- ferð skuldu standa allan teinin heilt til Suðurpólin á skíð. Tilvildin vildi, at Roald Amundsen gjørdist ein av teim- um størstu pólfarunum nakran- tíð. Sum 15 ára gamal fær hann hendur á bókunum hjá Sir John Franklin um hansara rannsókn- arferðir í norðara parti av Kan- ada, og hann avgjørdi lívsleið sína. „So løgið tað ljóðar, so vóru tað ræðuleikarnir, sum Sir John Franklin og hansara menn liðu undir, sum góvu mær íblásturin og sum søgdu mær mest í hans- ara frásøgn. Ein løgin tráan eftir, at eg einaferð skuldi uppliva tað sama. Allarhelst var tað ung- dómsins idealisma, sum ofta byggir á matýrium, ið fekk meg at síggja meg sjálvan sum ein krossfara í pólferðum. Eg vildi líða í eini søk, ikki í eini heitari oyðimørk ávegis til Jerusalem, men á ferðum í kuldanum fyri norðan.“ skrivar Roald Amund- sen. Eitt annað, sum sama ár skundaði undir dreymin hjá Amundsen um at gerast pólfari var roysni- hjá landsmanninum Nansen, tá hann saman við øðr- um hevði gingið tvørtur um Grønland á skíð við sleðu. Amundsen har heilt bergtikin av hesi ferð, og í hansara unga hjarta teskaði: „Kanska tú verð- ur tann, sum fyrst siglir útnyrð- ingsleiðina norður um Amer- ika.“ Hendan leið var funnin 40 ár fyrr, men enn hevði onki skip siglt hana. Amundsen lærdi ikki væl i skúlanum. Mamman helt hann til bókina, men striltið gekk. Hann fekk studentsprógv og royndi seg síðan á universiteti- num. Hann læs medisin. Men hugurin stóð ikki til hendan lesnað, og hann gavst. Hann fór at sigla og síðan á Sjómanns- skúla, har hann tók prógv sum skipsførari av 2. grad. Áðrenn Amundsen gjørdist kendur pólfari, er hann at síggja einaferð í norsku bløðunum. Ein eftirlýsing er í bløðunum eftir Roald og Leon beiggjanum. Teir vóru farnir ein skíðtúr á Hardagervidda og skuldu halda leiðina fram til Vesturlandið. Hetta var mitt um veturin, og teir høvdu roknað við, at túrurin fór at taka eina viku. Men tvær vikur gingu, og ongin hevði hoyrt frá teimum. Farið varð at leiða, men teir blivu ikki funnir. Tríggjar vikur seinni komu teir aftur íaftur. Teir vóru illa komnir á holdum. Illveður var komin á teir, og teir høvdu sovið fleiri nætur niðurgrivnir í kavan. Roald var illa frystur um fingr- arnar, og eina tíð var vandi fyri at hann fór at missa fingrarnar. Men hann fekk heilsuna aftur. Hesin túrurin skuldi seinni leggja grundarlagið undir tær næstu stóru ferðirnar hjá Amundsen á pólleiðunum. Móti Suðurpólinum Vit flyta okkum eitt sindur longur fram á lívsleiðini hjá Amundsen. Suðurpólurin er bert ein landafrøðiligur blettur á einum risastórum fastlandi, ið verður nevnt Antarktis. Vanliga kalla vit alt hetta land á okkara leiðum fyri Suðurpólin. Amund- sen vitjaði fastlandið, har Suður- pólinum liggur, heili 16 ár áðr- enn hann stóð á sjálvum Suður- pólinum, og hesa fyrstu ferðina fara vit at greiða eitt sindur nærri frá. Vit eru stødd í árinum 1897 umborð á belgiska skipinum Belgica. Annar stýrimaðurin er tann 25 ára gamli Roald Amund- sen. Tað var eydnast honum at fáa kjans við Belgicu, og skipari var belgumaðurin Gerlache. Ætlanin hjá Gerlache var at sigla til Kap Adere á Suðurpólinum og vera tann fyrsti, sum lá ein heilan vetur har. Skip høvdu verið við Suðurpólin fyrr, og kendasta ferðin var ivaleyst tann hjá Ross, men enn hevði ongin verið á fastlandinum um veturin og enn var fastlandið lítið kannað. Amundsen hevði bjóðað seg fram óløntur. Hann hevði ongar royndir í ísinum, men hann hevði stórar ætlanir, og hendan ferðin við Belgicu rokn- aði hann upp í lærtíð sína sum pólfari. Hann hevði heldur ikki tær stóru royndirnar sum sjó- maður, men hann hevði árræði. Ein annars kendur pólfari var við. Tað var ongin minni enn Frederik A. Cook, sum hevði verið lækni á ferðum saman við Peary í norðara parti av Grøn- landi. Peary og Cook klandr- aðust seinni um, hvør teirra hevði verið fyrstur á Norðpóli- num. Amundsen helt nógv av Cook og lærdi nógv av hansara royndum. Tað viðraði væl, tá teir komu suður um Kap Horn, og 19. januar fingu teir eyga á fyrsta ísfjallið. Dagin eftir kom oyggjabólkurin, Suðurhetland undan havsbrúnni. Men so var eisini endi á allari eydnu. Teir sigldu á eitt sker, men tað eydn- aðist teimum at koma av aftur. Gerlache helt leiðina suður eftir. Teir sigldu á nærum heilt ókendum leiðum, og tey kort, sum teir høvdu umborð, vóru ikki álítandi. Belgica sigldi sum fyrsta skip nakrantíð millum Snow Island og Smith oynna, og fyri sunnan lá tað ókenda. Fyri teimum lá eitt sund, sum teir hildu leiða beinleiðis til Wendelhavið. Men teir tóku feil. Sundið var einans millum nakar oyggjar og fast- landið. Teir sigldu sum fyrsta skip nakrantíð gjøgnum hetta sund og teir sigldu sum í blind- um. Ódnarveður kom á teir og teir sóu einki fyri kavaroki. Vindurin hasaði av aftur, og innanfyri teir lá antarktiska fastlandið í øllum sínum veldi. Hetta var eitt løgið land, oyði og óbygt. Fjallatindar sløddust í landslagnum, men annars var alt klætt í kava og ísi so langt eyga røkk, heilt úr fjøru og í fjalla- tind. Teir vóru beint uttanfyri Graham land, og her hevði ong- in verið í seksti ár og ongin hevði siglt ta leið teir vóru komnir. Veturin var í nánd, og teir strembaðu á fyri at koma heim aftur við útslitum. Teir nýttu tríggjar vikur at koma ígjøgnum sundið og fóru ofta í land fyri at taka grótroyndir. Fleiri vísinda- menn vóru við, bæði jarðfrøð- ingar og djórafrøðingar. 26. januar fór Amundsen á land á Two Hummrocks oynni, og hann er ivaleyst tann fyrsti, sum hevur staðið á skíð á Suður- pólinum. Hann kundi havt nýtt hetta sum eitt fyrstahondskrav seinni, tá kann kappaðist við Scott um at verða fyrstur at náa Suðurpólin, tað gjørdi hann ikki. Tann 31. januar var ein ser- ligur dagur. Hetta var dagurin tá tann fyrsta sleðuferðin var gjørd á fastlandinum á Suðurpólinum. Luttakararnir vóru millum annað Gerlache, Amundsen og Cook. Teir fóru á land á tí nýfunnu Brabrant Oynni við sleðu og við mati til eina viku. Teir ætlaðu at fara heilt upp á oynna upp á ein fjallatind og haðani gera land- frøðiligar uppmátingar av sundi- num, sum teir høvdu uppdagað. Hetta gjørdist ein torfør ferð og Amundsen sannaði, at tað var ikki nakar góður ferðingarháttur her í ísoyðuni at nýta menniskju at draga eina sleðu. Teir hildu leiðina fram suður gjøgnum sundið og komu í reka- ísin. Gerlache hevði bara greitt yvirmonnunum frá, at hann hevði í hyggju at sigla skipið fast í ísinum, síðan lata tað reka so langt suður sum møguligt í veturin. Hann ætlaði at seta met. Hann roknaði við, at manningin fór at gera mótstøðu. Amundsen var ógvuliga fegin um avgerðina hjá Gerlache. Hann skrivar í dag-bókini: „Vísundamenninir eru ótta- fullir. Teir vilja helst ikki longur suður. Men hví eru vit komnir her. Er tað ikki júst fyri at kanna ókendar leiðir. Tað letir seg ikki gera við at liggja stillir uttanfyri ísin.“ Tá tað var vorðið alment, at teir ikki vendu heim aftur fyri veturin skrivar Amundsen í dag- bókini: „Einki kann vera betri. Nógv hevur tú longu hjálpt okkum við Gud og meir fer tú at hjálpa okkum. Lat okkum fara hvar tað skal vera, eg skal gera mítt besta til tað seinasta.“ Fyrsti veturin menniskjan baldist á við Suðurpóls strendur var ein harður vetur. Manningin var lumpað og lagið var ringt. Myrkrið var ógvuliga tyngjandi og skyrbjóð herjaði. Tað tykist, sum bara Amundsen og Cook trivust. Uttan iva vóru tað eisini teir og serliga Cook sum bjarg- aðu manningini. Teir tvingaðu teir til at eta fekst pingvinakjøt og kópatvøst sum heilivág móti skyrbjóð. Á teimum døgum visti lækna- vísindin ikki, at skyrbjóð kemur av vitaminmangli og serliga um einum vantar C vita-minir. Tó vóru gomul heimaráð millum kópaveiðumenn, at fekst kjøt hjálpti. Belgica kom heim aftur í øll- um góður, men Amundsen gjørdist ikki kendur av hesi ferð, hóast hon var góður skúli hjá honum. Vinstrumegin er Belgica avmyndað, meðan hon liggur innifryst um veturin uttanfyri stredurnar á Suðurpólinum. 16 ár seinni stóð Roald Amundsen,myndin høgrumegin, sum eisini var við Belgicu, á sjálvasta landafrøðiliga punktinum Suðurpálinum, sum tann fyrsti nakrantíð 22 Nr. 35 – 19. februar 2000 Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Tá eg var smádrongur, bergtóku mangan sendingarnar í útvarpi- num um tær stóru rannsóknar- ferðirnar, sum menn gjørdu í farnum øldum, meg. Útvarpið er ein sera góður miðil til at gera frásagnir livandi við hoyrispøl- um. Eg hoyri enn fyri mær tón- leikin og dramatikkin frá Svarbar Robinson við røddunum hjá Tongla-Tummas, sála, Oskar Hermansen, sála, Benny Sam- uelsen og øðrum góðum monn- um. Áhugin fyri gomlu rannsókn- arferðunum er ikki minni í dag. Úti í heimi sær tú javnan í sjón- varpi og í bløðunum, at hesi evni verða tikin uppaftur og tey, sum dáma at lesa, troyttast ikki av teimum mongu nýggju bók- unum. Bøkur um djarvar menn, sum slóðaðu fyri og nøktaðu ómetaliga tørvin av vanligum forvitni hjá vesturevropearum, at kanna nýggjar leiðir. At nema nýtt land. Og nýggju bøkurnar, sum nú koma út um hesar ferðir eru munandi meira áhugaverdar enn tær fyrstu, sum mangan var hetjuskriving úr einum enda í annan. Nú fær tú eina kristiska søguliga lýsing, og samtíðin verður mangan tikin við í lýs- ingina Evropearin hevur verið á odda í strevinum at nema nýtt land í ártúsund. Fyrst grikkar, síðan rómverjar, seinni spániumenn, portugisarar, bretar og hálend- ingar og seinni í tíðini norðmenn og sviar. Ikki er hetta heilt rætt, tí okkara forferdrar, víkingarnir, teir vóru sanniliga eisini rann- sóknarmenn, langt áðrenn lond- ini á meginlandinum fóru at leita út í heim. Ein tann mest áhugaverdi rannsóknarfarin her á okkara leiðum man ivaleyst vera norð- maðurin Roald Amundsen. Ikki tí, hansara ferðir fingu ikki somu avleiðingar fyri heimin, sum eitt nú rannsóknirnar hjá bretanum James A. Cook, sum uttan ivan man vera tann størsti rannsóknarfarin yvirhøvur. Hann var í hvussu er tann sum sigldi longst og uppdagaði mest. Með- an James A Cook fann Tasman- iu, Ný Zealand, Hawai og sigl- ingarleiðina heilt norður í Ís- havið úr Kyrrahavinum, fann allar teir stóru oyggjabólkarnar i Suðurhavinum og var fyrsti maður, sum ikki færri enn tríggj- ar ferðir sigldi suður um syðra pólsirkul á somu ferð, fann eina rúgvu av landi, sum fólk kundu búðleikast á, so hevði Amund- sen bara áhuga fyri ísbardu oyð- uni fyri norðan og sunnan. Ikki ein livandi sjel, undantikin eksi- moar, kundu búleikast á teimum leiðum, sum Amundsen ferðað- ist. Hansara mál var ongantíð at finna nýggjar leiðir, har menn- iskjan kundi búgva. Hansara setningur var at fáa undan kavi, hvat goymdi seg í oyðuni. Og hann var heldur ikki vísinda- maður, sum starvsfelagið Nansen. Hann var rannsókn- arfari burturav. Í komandi greinum fari at royna at lýsa lívið hjá Amund- sen. Fyrst hansara barnaár og hansara fyrsta rannsóknarferð á Suðurpólinum. Síðan spennandi ferðina, tá hann sigldi útnyrð- ingasigligarleiðina norður um amerikanska meginlandið úr Atlantshavi í Kyrrahavi. Síðan verður ferðin til Suðurpólin lýst og tá ein lýsir hesa, so slepst ikki undan at nema við bretan Scott og tað kapping, ið var millum hesar báðar garpar. Høv- uðskelda til Suðurpólsferðina verður bókin hjá Bretanum Ro- land Huntford um Amundsen og Scott. Annars nýti eg aðrar keld- ur. Eitt nú bøkurnar hjá Amund- sen um Suðurpólsferðina og um ferðina norður um Amerika. Og troyttast lesarin ikki ov nógv, so verður kanska ein grein skrivað um seinastu stóru ferðina hjá Amundsen norður um Asiu, og annars hvussu hansara æviskeið endaði. Høvuðskeldan verða bøkurnar hjá bretanum Roland Huntford um Amundsen. Hann man iva- leyst verða tann maðurin sum mest hevur skrivað um og kann- að lívssøguna hjá Amundsen. Eisini verða Amundsens egnu orð nýtt sum keldur, hann skriv- aði fleiri bøkur um ferðir sínar. Reiðarasonur Amundsen var reiðarasonur og varð borin í heim 16 juli 1972. Páði hansara at Jens Engebreth og hann átti saman við brøðrum sínum ikki færri enn 30 handils- skip. Pápin sigldi, sum siður var tá, sjálvur sum skipari á einum av teirra skipum. Hetta førdi við sær, at hann var lítið heima. Tá Roald varð borin í heim, búðu tey í Sarpsburg, sunnalaga á eystara armi á Oslofjørðinum. Men meðan hann var heilt lítil smádrongur, fluttu tey til Oslo, som tá kallaðist Kristiania. Teir vóru fýra brøður og ongin syst- ur. Pápin var strangur, men sam- anhaldið var gott í familjuni, og synirnir hildu nógv av pápanum. Longu sum smádrongur hevði Roald áhuga fyri at standa á skíð. Húskallurin hjá teimum at Erik. Hann hevði siglt við pápa- num og kom við húskinum úr Fyrsti veturin á Suðurpólinum RANNSÓKNARFERÐIR. Brot úr lívssøguni hjá størsa víkinginum í nýggjari tíð, Roald Amundsen, sum megnaði meir enn nakar í ísoyðuni