Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 35 – 19. februar 2000 post@sosialurin.fo Subject: Teldubræv Date: Tue 8. feb. 1999 To: post@sosialurin.fo From: argr@tv2bornholm.dk Reply to: argr@tv2bornholm.dk Hálvthundrað kommunur í Føroyum. Sundurbýtingin hevur mangan fingið útlendingar til at øtast, tá ið teir hava hoyrt, hvussu kommunuskipanin í Før- oyum virkar. 45.000 fólk býtt í 50 eind- ir halda teir vera ómetaliga nógv. So nógv, at tað helst er ómøguligt at stýra. Nú sær so út til, at broytingar fara at henda í kommunulógini. Óvist er kort- ini, hvussu verður við samanleggingum. Og undir ongum umstøðum verður talan um stórar kommunur, sæð í mum til tær kommunueindir, sum finnast i grannalondum okkara. Her á Bornholm búgva 45.000 fólk - eins mong sum í Føroyum. Stýrisskip- anin í Danmark er eitt sindur øðrvísi: her er bæði kommunur og amtskomm- unur. Lat meg greiða eitt sindur frá, hvussu henda skipanin virkar her á Bornholm, og hvat politikararnir halda um hesa skipanina. Amtskommunan tekur sær fyrst og fremst av heilsuverkinum, hægri undir- vísing (studentaskúlanum), vegakervi- num, sum svarar til landsvegirnar í Føroyum og eitt sindur av mentan. Ein kann lættliga fáa tað fatan, at amtskommunan á mangan hátt kann berast saman við okkara løgting. Altso eitt forum, sum tekur sær av tí sum skal samskipast, meðan kommunurnar taka sær av restini. Men soleiðis hongur tað ikki saman. Fyrst og fremst tí „amtið“ ikki hevur lóggávuvald. Tað vil siga, at í veru- leikanum hevur „amtið“ ongan møgu- leika at áleggja kommunum nakað. Kommunurnar, fimm í tali á Born- holm, hava hinvegin stórt vald. Í Dan- mark hevur gandaorðið seinastu mongu árini verið nærdemokratið. Alt skal leggjast út til kommunurnar, so tær kunnu avgera, hvussu nærsamfelagið verður samansett. Uttan iva ein røtt hugsan, men nú eru fleiri kommunalpolitikakrar farnir at muta ímóti. Eindirnar gerast ov smáar, og tað gerst alt meira torført at taka avgerðir, sum ganga ímóti áhugabólk- um í tí lítla samfelagnum. Birte Skot-Hansen eitur leiðarin fyri Borgaralistanum í Nexø. Hon og henn- ara sita í samgongu við javnaðarflokki- num. Birte Skot-Hansen er lærari - um seksti ár. Fríggjakvøldið í seinastu viku gjørdi hon vart við seg. Hon hevði fingið nóg mikið. Skipanin riggar ikki. Alt ov nógv tíð verúr brúkt til fjast. Rapportir, frágreið- ingar, projekt, skipanir o.s.v. Ikki tí at hon heldur, at alt hetta ikki skal gerast, men tí hon heldur alt hetta pappírarbeiðið bert tekur tíð. Onki kem- ur burturúr. „Høvdu politikararnir heldur sett seg saman og gjørt av, hvat vit vilja við samfelagnum, so hevði nógv meira komið burturúr“, sigur hon. Hon segði eisini, at tær fimm komm- unur er ov nógv til bert 45.000 fólk. Tær hava uppgávur hvør sær, sum eru á stødd við tær uppgávur, kommunur við 50.000 borgarum gera. Og tað ber ikki til, heldur hon. Í veruleikanum er tað helst so, at tá ið talan er um so smá samfeløg, sum Bornholm - og partvís eisini Føroyar - so eiga avgerðir ikki at takast á sama hátt, sum avgerðir verða tiknar í størri eindum. Hagtøl kunnu mangan vera góð, men ofta byggja tey ikki á allan veruleikan, men heldur á tað sum er skrivað á pappír onkustaðni. Ikki altíð veruleikin heldur. Í smáum samfeløgum ber til at hyggja at veruleikanum, sum hann er. Tær avgerðir sum skulu takast eru ofta fyri so smáar bólkar, at tað ber til at hyggja og meta um hvørjar avleið- ingarnar av avgerðum verða, bert við at hyggja at sjálvum bólkinum. Tosa við tey, og spyrja tey, hvat tey halda, og so Størri kommunur ella? taka avgerðir. Fólkatingsmaðurin Harald Kjøller, sum er borgarstjóri í einari av teimum fátækastu kommunum í Danmark, segði fyrr í vikuni, at demokratiið nú er býtt so smátt, at politkararnir ikki hava dirvi til at taka rættar avgerðir. Teir taka avgerðir, - ja, men teir taka ikki røttu avgerðirnar. Teir tora ikki, tí teir møta áhugabólkunum í smáu samfeløgunum. Hvat skal so gerast í Føroyum? Eg havi ikki svarið, men avgerandi er, at politikarnir hava dirvi at taka avgerðir og standa við tær. At politikarnir siga tað, teir meina. Ikki undan einari at- kvøðugreiðslu tosa ímóti einum máli, og so tá tað kemur til skarpskeringar atkvøða fyri. Tað gagnar ongum í longdini. Hvørj- um skal veljarin trúgva? Tí talaða orði- num, ella tí sum atkvøtt verður? Spentur fylgi eg við, hvør loysn verð- ur vald á kommunumálinum. Skal bert siga, at klókir menn í Danmark halda, at sjálvt um kommunurnar gerast størri, so verða tær ikki bíligari at reka. Árni Gregersen, Bornholm FJØLMIÐLAR. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein mynd hjá einum donskum myndamanni kosin at verða tann besta fjølmiðlamyndin á árinum. Hetta avgjørdi ein altjóða dómsnevnd í Amster- dam fyri lítlari viku síðani. Tað var Claus Bjørn Larsen, sum dagliga starvast hjá Berlingske Tid- ende, sum vann virðislønina, sum er tann mest virda av sínum slagi. Filmarnir til Oscar innstillaðir OSCAR. Týsdagin varð avdúkað, hvørjir filmar eru útnevndir til at verða við í kappingini um Oscar- virðislønirnar í ár. Filmurin American Beauty var innstillaður í átta ymiskum kapp- ingum, millum annað fyri besta sjónleikara, sjónleikarinnu og leikstjóra. Í høvuðsleiklutunum í hesum filmum eru Anette Bening og Kevin Spacey. Filmirnir The Insider og The Ginger House Rules vóru innstill- aðir til sjey ymiskar kappingar hvør. Tann seinna av hesum film- um hevur sviin Lasse Hallstrøm leikstjórnað. Ein danskur filmur slapp upp í part, og tað var barnafilmurin Bror, min bror, sum er við í kappingini um ársins stuttfilm. Hinvegin eydnaðist tað ikki Mi- funes sidste sang at gera seg gald- andi í ársins kapping, hóast hesin filmurin hevur verið nevndur sum ein møguligur kandidatur í kappingini um besta útlendska (tað vil siga ikki-amerikanska) filmin. Oscar-virðislønirnar verða latn- ar 26. mars á stórum hátíðarhaldi, har tað enn einaferð er sjónleikarin Bill Crystal, sum skal vera vertur. Dani tók ársins fjølmiðlamynd LIST. Tað stóðst stórur hávi av eini framsýning, sum lat upp á savninum Trapholt í Kolding sein- asta vikuskiftið. Millum verkini, sum vórðu sýnd fram, var eitt hjá Marco Evaristtis. Hann hevði funnið fram 12 hvirlur, fylt hesar við vatni, koyrt ein gullfisk í hvørja hvirlu og sett streym til. Síðani var tað upp til fólkini, sum komu á framsýning- ini at gera av, um tey vildu seta hvirluna í gongd, og harvið gera gullfiskasúpan burtur úr gullfiski- num og vatninum. Ein djórarverndarfelagsskapur meldaði framsýningina til løgregl- una, sum gav stjóranum á savn- inum boð um at sløkkja fyri streyminum. Tað vildi hann ikki, tí tað helt hann var at gera seg inn á listarliga frælsi hjá listarmanni- num. Nógv var skrivað um framsýn- ingina í donsku bløðunum í farnu viku, og hetta hevði sjálvandi við sær, at ein rúgva av fólki fór á framsýningina í Kolding. Hetta Tá hesar linjur vóru skrivaðar umhugsaði løgreglan, um hon skuldi reisa ákæru móti savninum. Eingin hevði tá setta hvirlvurnar í gongd. Gullfiskar í hvirlu 42.215 myndir hjá 3981 myndamonnum úr 122 londum vóru við í kappingini. Myndin, sum dóms- nevndin helt verða tað bestu í 1999, var tikin í eini flóttafólkalegu í Kukés í Albania. Á myndini sæst ein særdur kosovo-albani. Hetta er 43. árið, at ársins fjølmiðlamyndir verða kosnar. 3. januar fingu Elin Maria í Homrum og Grettir Hamm- er, Kollafjørður, ein son. Hann var 34 cm. langur og vigaði 815 gr. Hann er doyptur Kjartan í Homrum eftir abba sínum í Kolla- firði. 8. februar fingu Kristina Hansen og Rói á Rógvu Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3650 gr. 10. februar fingu Barbara Olsen, Tórshavn og Pætur S. Rasmussen, Søldafjørð- ur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 11. februar fingu Elsa G. og Mogens Lützen, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3300 gr. 11. februar fingu Rannvá M. Ólavsdóttir og Suni Hansen, Miðvágur, eina dóttir. Hon var 56 cm. long og vigaði 4000 gr. 13. februar fingu Armgarð Hammer og Atli Godtfred, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3700 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR ANDLÁT 8. februar: Elisabeth Fugl Jensen, fødd Olsen, ættað av Viðareiði, 83 ár 11. februar: Martin Mikkelsen, Tórshavn, 86 ár 12. februar: Símun Petur Rasmussen, Haraldsund, 73 ár 14. februar: Hjørleif Poulsen, Kaldbak, ættað av Tvøroyri, 71 ár 15. februar: Kristianna Samsonsen, Tvøroyri, 74 ár 16. februar: Simona Hansen, Glyvrar, 86 ár Septuagesima Havnar kirkja: kl. 11, Bent Falk og Bjarni Bæk Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Argir: kl. 11, Heri Joensen Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg., Jónsvein Bech Svínoy: kl. 12, altarg., Meinhard Bjartalíð Haldarsvík: kl. 12, Marjun Bæk Miðvágur: kl. 12, Uni Næs Skála: kl. 11, Sjóvar kirkja: kl. 12.10, Jógvan Fríðriksson Sørvágur: kl. 12, altarg., David Johannesen Gjógv: kl. 12 messa (útvarpað) Funningur: kl. 17, altarg., messa, Emil Olsen Porkeri: kl. 12. Elsa Funding Skálavík: kl. 12, Jákup R. Hansen Tvøroyri: Petur M. Rasmussen Sandvík: kl. 12, Ólavur Rasmussen Frá Ebenezer Í dag leygardag kl. 16.00 Samkoma fyri eldri. Sunnudagin kl. 12.00 Sunnudagsskúli, kl. 18.00 Evangel- iskt møti, kl. 21.00 Útimøti. Mánadagin kl. 20.00 Bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11 morgunmøti, kl. 12.15 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00 sunnudagsskúli, kl. 19.00 er møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Fríðtór Debes talar. Eisini verður vitnisburður og solosangur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06.00 morgunbøn, kl. 17.00 landsbøn, í morgin kl. 06.00 morgunbøn, kl. 11.00 morgungudstænasta, kl. 18.00 møti, kl. 22.00 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 06.00 morgunbøn, kl. 20.00 bønarskúlin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17.30 er bøn og kl. 18 møti við Jónfinn Olsen. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Egin og Maritu, Børkugøta 35. Verið øll hjartaliga vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoma v/Una Næs presti. Evni: Fjósið í Bethlehem fyri 2000 árum síðani í samband við 1000 ára haldið fyri kristniboðanini. Týsdagin kl. 16.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin kl. 11 Møti, Sofía Jacobsen, kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn, kl. 18.00 Øll meinigheitin syngur. Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygarkvøldið kl. 20, allar kvinnur eru vælkomnar. Kvívík Møti verður í Glæmuni leygarkvøldið kl. 20. Talari: Bergur D. Joensen. Sangur: Magni og Øssur Christiansen. Endi: Vivi Hammer. Sunnukvøldið kl. 18 Møti. Talari: Regin Høgnesen. Sangur: Gullak og Jónhilda. Saron, Vestmanna Sunnukvøldið kl. 18 møti. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Missiónshúsið, Vestmanna Á ungdómsmøtinum sunnukvøldið kl. 20 verður filmurin »Prince of Egypt« sýndur. Aftaná verður grýturættur at fáa. Havið 10 kr. við. Øll eru vælkomin! Sion, Kollafjørður Ungdómsmøti verður aftur í kvøld kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitin á Skála Kvinnumøti hjá Sjómanskvinnuringunum sum verða skuldi mánakvøldið 21. februar er útsett til 6. mars. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 19. feb.: Hálvdan Simonsen, tlf. 441490 Sunnudagin 20. feb.: Andrias Petersen, tlf. 441086 Norðoyggjar: Sigvald Kristiansen, tlf. 455045 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30: Vón fyri framman, luttøka við David Bech. Leygarkvøldið kl. 21.00: Opið hús við Hendrik Olsen. Sunnudagin kl. 17.00: Familjumøti, øll eru vælkomin. http://kort.olivant.fo/~keldan/ Samkoman Ørkin Evangelisk møti verða í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará leygardagin. 20 v/Oddur Lamhauge. Sunnudagin kl. 17 v/Theodor (Teddy) Petersen, sum talar og syngur. Húsmøti verður týsdagin kl. 20 hjá Jonnu og Palla Højgaard, Saltangará. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Onki møti í Skopun 20.2. vegna felagsmøti í Missións- húsinum í Skálavík kl. 19. Manskórið syngur. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Jørgen Frants og Hjørdis. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11: Breyðbróting, kl. 13.30: Sunnudags- skúli, kl. 18: Evangel. fundur. Mánadagin kl. 20: Bønarfundur. Týsdagin kl. 20: Ungdómsfundur Ónsdagin kl. 20: Uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Aglow Suðuroy Fundur verður í Porkeris skúla leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Porkeri Ungdómsmøti verður í Missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20. Talari: Alfred Petersen. Sunnukvøldið kl. 18 Møti. Talari: Tom Skaale. Missiónshúsið í Sumba Møti verður fríggja- og leygardagin kl. 20.00 og sunnu- dagin kl. 18.00. Talarar: Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Øll eru hjartaliga vælkomin. Århus Møti verður í missiónshúsinum »Carmel« í Århus leygarkvøldið 19. feb. kl. 19.30. Luttøka úr Esbjerg. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólka- kirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024. Føroysku gudstænasturnar í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. (Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146. Brúdleyp Leygardagin 11. mars 2000 giftast í Hvalbiar kirkju, Noomi Hammerfoss, Froðba og Danjal Olsen, Hvalba. Vælkomst verður í Royn-høllini kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 375071 ella 375129 í seinasta lagi 26. feb. 2000. 80 ár 18. februar varð Dávur Isaksen, Tjørnuvík, 80 ár. Dagurin verður hildin 19.2. í Bygdarhúsinum. Jens Eystein Jacobsen, Miðvágur hevur lokið yrkis- útbúgving sum flogmekanikari. Lærupláss: Atlan- tic Airways, Sørvágur. Jón Suni Christiansen, Saltangará hevur lokið yrkisútbúgving sum bakari. Lærupláss: Miðberg´s bakarí, Saltangará. Tinna Djurhuus Johansen og Joan Mikkelsen, Toftir, hava tikið prógv sum sosial- og sunnheits- assistentar við skúlan í Hammerbakken, Ålborg. Prógv 14. februar fingu Durita og Fróði Gregersen, Syðru- gøta, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 14. februar fingu Tove Midjord Jansen og Niels- Peter Mangor Jansen, Tórs- havn, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3850 gr. 15. februar fingu Katrina og Alvin Joensen, Kollafjørð- ur, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3350 gr. 16. februar fingu Tórfinnur Dalsgarð og Jóhanna Rubeksen, Velbastaður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr. 16. februar fingu Tamara og Óli Hans í Sjúrðagarði, Løddekøpinge, Svøríki, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3540 gr. 17. februar fingu Laila Zachariasen og Bent H. Jakobsen, Hoyvík, eina dóttir. Hon var 57 cm. long og vigaði 4300 gr.