Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 Við útlendskum venjara og fleiri útlendskum spælarum skulu vágamenn í summar royna at endurvinna plássið í fremstu fótbóltsdeildini. Heimadystirnar skulu teir spæla í Sørvági. Men áðrenn vágafólk sleppa at síggja fótbólts- flaggskipið í oynni royna seg í landskappingini á Sør- vágssandi, skulu teir av bygd. Á ársaðalfundinum hjá FSF, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum fyrra- partin í dag, fer kapping- arnevndin at leggja uppskot um kappingarskrá fyri fe- løgini. Sambært uppskoti- num skal FS Vágar í fyrsta umfarinum spæla á Svanga- skarði. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verða tvey lið við nógvum nýggj- um fólki, sum skulu royna seg ímóti hvørjum øðrum. Hjá B68 er Jóannes Jakob- sen nýggjur venjari, og aft- urat sær hevur hann fleiri spælarar, sum ikki spældu við B68 í fjør. Hinir dystirnir í fyrsta umfarinum í landskapping- ini eru hesir: B36–GÍ, Sum- ba–VB, B71–HB og KÍ– NSÍ. Fyrsta umfarið verður spælt 2. páskadag, sum er 24. apríl. Nógv fyrilit Dánjal Andreasen er for- maður í kappingarnevndini. Hann er eisini kappingar- stjóri, og hann man eiga stóran part í skránni, sum verður løgd fyri feløgini í dag. – Talan er um eitt upp- skot. Mannagongdin er JÁKUP MØRK Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, so verður tað eitt skert neistalið, sum sunnudagin skal leika oddadyst móti ver- andi føroyameistarunum úr Klaksvík. Hóskvøldið varð nevn- liga greitt, at ein av føstu leikarunum á liðnum, Kári Mortensen, ikki verður at síggja aftur á neistaliðnum, í hvussu so er ikki fyribils. Jón Kragesteen, for- maður í Neistanum, sigur við Sosialin, at tá hann enn ikki er formliga kunnaður um málið, fær hann ikki gjørt nakrar viðmerkingar. Ónøgd við mannagongd Kári Mortensen sigur sjálvur, at orsøkin til, at hann hevur tikið hesa av- gerð, er, at hann er alt annað enn nøgdur við mannagongdina, tá leið- sla felagsins gjørdi av at siga Rene Kristensen úr starvinum sum venjari hjá besta kvinnuliði felags- ins. Sjálvur er Kári sera har- mur um íkomnu støðuna, og hann leggur dent á, at málið als ikki viðkemur besta mansliði felagsins, har hann hetta kapping- arárið hevur trivist sera væl á vinstra veingi. Kári kundi tó einki siga um, hvørt hetta fór at verða hansara endaliga farvæl til hondbóltin. Vit fingu eisini orðið á Páll Poulsen, venjara hjá Neistanum, og harmaðist hann sjálvsagt um avboð- ið, sum hann nú hevði fingið. Hann segði, at talan sjálvsagt er um ein stóran miss fyri liðið, og legði í sama viðfangi afturat, at um Kári seinni skuldi fingið hug at vent aftur til liðið, skuldi hann altíð vera vælkomin. Onga orsøk Sum nevnt í týsdagsblaði okkara, so var orsøkin til uppsøgnina av Rene Kristensen, at sonevnda kemiin millum leikarar og venjara ikki riggaði. Rene sigur tó sjálvur, at hann so at siga als einki kennur til hetta. Hann sig- ur seg ongantíð hava fing- ið nakra grundgeving fyri uppsøgnini, annað enn tað, at hann sjálvur átti at hava sæð teir trupulleikar, sum vóru. Fyrrverandi venjarin leggur afturat, at hann hevur verið sera glaður fyri ta tíðina, sum hann hevur havt í Neistanum, og tískil er tað við einum ávísum sorgblídni, at hann nú sigur farvæl til felagið. Enn hevur hann so ikki til støðu til, hvat framtíðin hevur at bjóða, men fyri fyrst gongur leiðin aftur til Danmarkar, og so má tíðin vísa, hvussu leikur ferst. Fyribils farvæl Orsøkin til, at Kári Mortensen nú gevst við hondbóltinum, er onøgd við uppsøgnina av Rene Kristensen FSV leggur fyri á Svangaskarði Farið verður undir landskappingina annan páskadag, og síðsta umfarið verður 30. september Tað hevur ikki gingið na- kað serligt í kvinnufót- bóltinum tey seinastu ár- ini. Hetta eru feløgini, spælararnir og Fótbólts- sambandið samd í. Og nú verður ein roynd gjørd fyri at fáa kappingina meiri livandi og fyri sam- stundis at røkka einum øðrum máli, sum er at kvinnufótbóltur verður spældur so nógva staðni kring landið, sum tað ber til. Í uppskotinum um skrá, sum FSF á aðalfundinum í dag fer at handa feløgu- Um tríggjar vikur verður farið undir fótbóltskapping- arnar í ár 2000. Á ársað- alfundinum hjá Fótbólts- sambandinum, sum verður í Norðurlandahúsinum fyr- rapartin í dag, verður lutur kastaður í kappingini um løgmanssteypið. Fyrsti kappingardagurin verður sunnudagin 12. mars, sum er grækarismess- a. Tá verða fýra dystir. Á heimavølli fara at spæla ÍF, LÍF, TB og Royn, og í luta- kastið verður gjørt av, hvørji liði hesi skulu hava vitjan av. Møguleikarnir eru EB/ Streymur, Skáli, AB og Fram. Sunnudagin 19. mars spæla teir fýra vinnararnir tann, at feløgini fáa eina viku at koma við viðmerk- ingum til okkara, men tað skulu sera góðar grundir til at fáa okkum at broyta skip- anina. Og tað vil við øðrum orðum siga, at skipanin verður ikki broytt fyri tað, at eitt lið sigur, at teir halda tað vera óheppið fyri teir at hava útivøll í fyrsta umfar- inum. Hvørji fyrilit hava tit tik- ið, tá tit hava lagt skránna? – Eitt er, at tað hevur týd- ning nær og hvar summar- stevnurnar eru. T.d. skal KÍ hava heimavøll á norðoy- arstevnu, og NSÍ skal hava heimavøll á skálafjarðar- stevnu. Ferðaætlanina mug- u vit altíð hava í huga, og so hava vit eisini hugt at undanfarnu árum, soleiðis at somu feløg ikki altíð hitta tey somu í t.d. síðsta umfari, og at heimavøllurin í síðsta umfari skiftir millum feløg- ini. Fleiri undan summarsteðginum Hesi seinastu árini hava níggju umfør verið undan summarsteðginum og níggju umfør eftir summar- steðgin. Í níti árunum hava onkuntíð fleiri umfør verið undan summarsteðginum enn eftir summarsteðgin, og onkuntíð hava tað verið færri umfør undan summar- stegðinum. – Síðsta umfar undan summarsteðginum í ár verð- ur sunnudagin 25. juni, og so verður finalan um løg- manssteypið, áðrenn summ- arfrítíðina. Undan summar- steðginum verða tíggju um- før. Tað verða tíggju umfør undan summarsteðginum, tí tá verða eingir landsdystir. Eftir summarsteðgin fer eitt umfar til landsdystin móti Solvenia, sigur Dánjal And- reasen, formaður í kapping- arnevndini og kappingar- stjóri. Fyrsta umfarið eftir summarsteðgin, sum altso verður tað 10. umfarið, verður sunnudagin 5. au- gust. 2. og 3. deild fara undir sína kapping eina viku aft- aná at besta deildin er farin í gongd, og 2. og 3. deild spæla síðstu ferð eina viku frammanundan at 1. deild gevst. Leygardagin 30. sep- tember verður síðsta um- farið í 1. deild spælt. JH um tvey pláss, og so verður farið undir bólkaumfarið. Talan verður um tríggjar bólkar við fýra liðum í hvør- jum. Talan verður um tey tíggju liðini í 1. deild og so tey bæði liðini, sum vinna 19. mars. Fyrstu dystirnir í bólkaumfarinum verða spældir sunnudagin 26. mars, og síðstu dystirnir verða spældir leygardagin 22. apríl, sum er páskaaftan. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll 1. deildarliðini skulu spæla í steypakapp- ingini páskaaftan og so í fyrsta umfarinum í lands- kappingini 2. páskadag, sum er 24. apríl. JH num, stendur, at kvinnur- nar undan summarsteðg- inum skulu spæla í tvei- mum bólkum. Eftir summarsteðgin skulu trý tey bestu liðini í hvørjum bólkinum spæla um FM heitið. Í bólki A skulu hesi lið- ini spæla ímóti hvørjum øðrum: HB, Skáli, VB, Sumba, GÍ og AB. Í bólki B skulu hesi liðini spæla ímóti hvørum øðrum: NSÍ, B71, KÍ, EB/ Streymur og B36. JH Sjøttul settur á grækarismessu Síðsta umfarið í bólkaspælinum verður spælt páskaaftan Kvinnurnar spæla í bólkum FSF roynir at finna eina skipan, sum skal gera kvinnukappingina meiri áhugaverda Líkt er til, at stórdysturin fyrsta umfarið verður, tá Gí kemur á vitjan í Gundadali JÁKUP MØRK Fýra dystir verða leiktir hetta vikuskiftið, tveir í hvørjari deild. Nakað av flytingum hevur verið, or- sakað av steypakappingini, og ein av útsettu dystunum verður í Klaksvík um viku- skiftið. Harumframt er dyst- urin millum H71 og VÍF fluttur til komandi mikudag. FM-heitið nærkast Hjá kvinnunum verða tveir dystir leiktir hetta vikuskift- ið. Í høllini á Hálsi verður endurtøka av steypafinalu- ni, tá VB skal royna at hevn- a seg fyri 14 daga gamla ósigurin, tá tær sera tepurt taptu við einum máli. Dysturin tað ferðina kann tó helst ikki sammetast við dystin sunnudagin. VB kvinnurnar hava so at siga einki at spæla fyri hesuferð. Tær liggja í løtuni á einum fimta plássi landskapp- ingini, og verða tær helst liggjandi har, tað sum eftir er av kappingini. Kyndilskvinnurnar hava hinvegin í hvussu so er eitt silvurmerki at stríðast fyri, og enn er møguleikin fyri gullinum so framvegis ikki fokin, hóast tað kann gerast meira enn torført at fáa Stjørnuna aftur. Lítið er tí at ivast í, at Kyndil er favorittur undan dystinum, men hinvegin verður eisini spennandi at síggja, hvussu stórur viljin hjá VB liðnum er, nú tær skulu royna at hevna steyp- atapið. Í Klaksvík verður dystur millum Stjørnuna og Neist- an, og hóast neistaliðið enn stríðist fyri silvurinum, so er lítið at ivast í, at Stjørnan er risa stórur favorittur und- an dystinum. FM heitið nærkast fyri hvørt stig, og vil væl til, ganga ikki meira enn einar tvær vikur afturat, áðrenn seinasti teoretiski møguleikin hjá hinum lið- unum er fokin. Neistin hevur, sum sagt, silvurið at stríðast fyri, men nógv er, sum bendir, at tað ikki er í hesum dystinum, at tær skulu rokna við nøk- rum stigum í so máta. Neistin uttan Kára Hjá monnunum verður stór- dystur á Hálsi, tá verandi føroyameistararnir vitja Neistan. Ein dystur sum væl kann hava stóran týdning fyri, hvar komandi FM vinnari skal finnast. Neistin hevur so at siga alt kappingarárið stríðs fyri at fanga vestmenningar og strandingar aftur, og við sig- rinum á VÍF seinasta viku- skifti, megnaðu teir at koma ájavnt hesum báðum liðum á stigatalvuni. Tá dysturin, sum skuldi verða í dag, millum H71 og VÍF er útsettur til mikudag- in, kann vinnarin av hesum dysti rópa seg oddalið eftir dystin, og í hvussu so er einar tríggjar dagar fram. Neistaliðið er tó nakað skert til dystin, tí hóskvøld- ið frættist, at Kári Morten- sen ikki longur verður at síggja í bláa búnanum, meira er at lesa um hetta aðra staðni á hesum síðum. Seinni dysturin hjá monn- unum hetta vikuskiftið verður í Vestmanna, har Tjaldur kemur á vitjan hjá KÍF. Síðani endaspælið byr- jaði, hevur Tjaldur tapt allar sínar dystir, meðan kollfirð- ingar hinvegin hava fingið tveir sigrar, og tískil hava lyft seg tvey pláss upp á stigatalvuni. Skal Tjaldur hava møgu- leika at vinna kollfirðing- arnar aftur, er helst neyðugt, at stig fáast burtur úr dyst- inum sunnudagin. Kollfirð- ingar kunnu hinvegin sleppa rættuliga leysir av botninum, um teir fáa stig- ini, og tískil skuldu verið útlit fyri einum spennandi dysti. Kári Mortensen sagt farvæl Hondbóltur um vikuskiftið: Neistin má vera veteranin fyri uttan, tá teir sunnudagin skulu leika toppdyst móti StÍF. Hjá kvinnunum kann Stjørnan um vikuskiftið taka enn eitt fet móti FM-heitinum vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Stjørnan4 4 - 0 - 0 402 314 88 17 2 VÍF 5 3 - 0 - 2 380 339 41 13 3 Kyndil 4 2 - 0 - 2 336 295 41 11 4 Neistin 4 3 - 0 - 1 298 290 8 11 5 VB 4 1 - 0 - 3 354 366 -12 6 6 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 268 434 -166 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 VÍF 6 4 - 0 - 2 519 416 103 19 2 Neistin 5 5 - 0 - 0 505 427 78 19 3 StÍF 5 4 - 0 - 1 498 427 71 19 4 Kyndil 6 4 - 0 - 2 508 441 67 15 5 KÍF 6 2 - 0 - 4 401 518 -117 5 6 H71 6 1 - 0 - 5 428 508 -80 4 7 Tjaldur 6 0 - 0 - 6 438 560 -122 3 Støðan, 1. deild kvinnur Støðan, 1. deild menn SVEINUR TRÓNDARSON Meistaraheitini í flogbólti verða eftir øllum at døma avgjørd um vikuskiftið. Kvinnuliðið hjá Mjølnir og mansliðið hjá Fleyr, nýtast bert ein sigur afturat í ár áðrenn liðini kunnu kalla seg meistarar. Hjá monnum er Fleyr í veruleikanum meistari und- an dystinum, tí hóast Fram og Mjølnir kunnu koma á- javnt í stigum, er settmun- urin hjá Fleyr so nógv betri, at teir gerast meistarar kort- ini. Stríð um annaðplássi Men tá dysturin móti SÍ er leiktur sunnudagin, er vænt- andi at teir vera átta stig frammanfyri næsta liðið. Men tá eru bert tríggir dystir eftir, og so er einki at gera hjá hinum liðunum. Tá er bara silvurið at spæla um. Sørvingarnir hava annars sítt stríð í botninum, tí ÍF er komið ájavnt teir í stigum. Hvussu teir eru fyri til dyst- in sunnudagin er ikki gott at vita, men møta teir við sterkasta liðið, verður dyst- urin ikki lættur. Og tann dysturin verður í Klaksvík leygardagin. Mjølnir fær vitjan av Fram og skulu klaksvíkingarnir gera sær nakrar vónir um at fáa klørnar í silvurmerkini, so skal dysturin móti Fram vinnast. Og sum støðan er, hevur Mjølnir gott tak á Fram. Seinasta vikuskiftið hittust liðini í hálvfinaluni í steypa- kappingini og tann dystin vann Mjølnir greitt. Tí kunnu vit siga, at teir eru betri fyri til dystin um viku- skiftið. Harafturat hava klaksvíkingarnir heimavøll, og tað ger tað uppaftur verri hjá Fram at fáa stig frá Mjølnir. Liðini eru bæði góð, men spurningurin er um ikki breiddin hjá Mjølnir, við Trygva, Jóannesi, John og Borko fer at tryggja teimum sigurin. Hjá Fram eru Rúni og Jens Heri ov einsamallir at bera byrðarnar. Ikki tí, teir hava megnað tað í nógvum dystum, men hesin er so serliga týdningarmikil. Oddadysturin Hjá kvinnum er talan um eina beinleiðis toppupp- gerð. Mølnir er fremst og væl og virðiliga tað, og TB er nummar tvey. Men stiga- munurin er so stórur at tað er valla hugsandi, at TB skalar Mjølnir í Klaksvík. Og serliga ikki tá tær ikki gjørdu tað seinasta viku- skiftið í Trongisvági. Tá høvdu tær møguleikan at minka um munin upp til Mjølnir, men so var ikki. Til tað var Mjølnir liðið ov sterkt og ov vælleikandi. Tí er lítið annað hugsandi, enn at Mjølnir leygardagin vinnur bæði dystin móti TB og endurvinnur meistara- heitið í kvinnudeildini. Hin dysturin í kvinnu- deildini er millum Drátt og ÍF. Seinasta vikuskiftið klá- raði ÍF at koppa Drátti á Kambsdali og tí er hugs- andi, at vágagenturnar vilja hevna tapið. Tí tað kom teimum uttan iva eitt sindur tvørt fyri at tær taptu. Støð- an var - og er - tann, at Dráttur kann koma ájavnt við TB á øðrum plássi um tær vinna, og so er kapp- ingin um silvuri meira spennandi. Fuglfjarðakvinnurnar hava kortini eisini sítt at berjast fyri, tí vinna tær dystin á Giljanesi sunnu- dagin, so eru tær ikki aft- astar longur, men næstaft- astar. Tær fara nevniliga framum Fleyr, sum bara hevur tað eina stigi meira enn ÍF. Fleyrkvinnurnar spæla ikki um vikuskiftið, og hava tí ikki møguleika at verja støðuna. So tað skuldu verið góðir Avgerðin fellur nú Flogbóltur: Avgerðin um Fleyr og Mjølnir gerast meistarar fyri ávikavist menn og kvinnur kann fella - og fellur væntandi - um vikuskiftið. Mjølnir og TB hittast hjá kvinnunum og SÍ og Fleyr hjá monnunum og vinna oddaliðini sínar dystir eru tey meistarar møguleikar hjá fólkið í Vágum og í Norðoyggjum at sæð góðan flogbólt um vikuskiftið. Dystirnir í Klaksvík verða leygardagin, har kvinnurnar leika klokkan 13 og menn- inir klokkan 15. Dystirnir í Vágum eru á hvør sínum stað, og til hvør sína tíð. Kvinnurnar spæla á Gilja- nesi klokkan 14, meðan menninir spæla í Sørvági klokkan 16. Lesið alt um ítróttin um í vikuskiftið í ÍtróttaSosialinum týsdagin