Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 28 tíðindablaðið sosialurin Nr. 35 - 19. februar 2000 T o l l - o g S k a t t s t o v a F ø r o y a , S t ý r i ð 2 løgfrøðingar Søkt verður eftir tveimum løgfrøðingum til lógardeildina í Stýrinum at byrja 1. apríl 2000 ella so skjótt til ber. Høvuðsuppgávur hjá løgfrøðingunum verða: • Málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt, toll og onnur avgjaldsumráði • innheintingarmál • at ráðgeva Toll- og skattstovuni kring landið í løgfrøðiligum spurningum innan umsitingarumráði stovnsins • at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum • at gera ummælir í kærumálum og • at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði. Førleiki: Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum cand. jur. ella líknandi útbúgving og kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Stýrið tekur sær av yvirordnaðari planlegging, stýrings-, eftirlits- og menn- ingaruppgávum, av sambandinum við Toll- og Skattaráðið, aðalstýrið og landstýrið, og virkar sum ráðgevi hjá økjunum í løgfrøðiligum og øðrum fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og innheinting. Á lógardeildini eru 7 størv. Vit bjóða: • spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga • flex tíð • sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og tann, sum settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið: Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Hovgaard, tlf. 35 20 26. Umsóknir: Umsóknir við avviti av prógvi og upplýsingum um viðkom- andi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 14. mars 2000. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postboks 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya er stovnur hjá landinum hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg- og inntøkuskattalóggávuna. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á Argjum. Tær seks økisskrivstovunar, sum eru í Klaksvík, Saltangará, Sørvági, Skopun, á Tvøroyri og í Tórshavn, røkja raksturin. Prísir við litmyndum verða sendir kring landið og til útlandið Til útisetar í Danmark Vit kunnu seta gravsteinar upp í Danmark uttan eyka kostnað Tel. 318323 Tel. 447512 Tel. 217512 Fax 449961 www.danstein.fo Viðmerking: Tann nógv umrødda og eft- irlýsta breiða semjan mill- um Javnaðarflokkin og samgonguflokkarnar í sjálv- stýrisspurninginum gerst al- samt kámari. At síggja til eru partarnir so grundleggj- andi ósamdir um spurning- in, at einhvør semja tykist ómøgulig. Tó so. Um ein hugsar seg um, og eftir besta førleika roynir at síggja málið við óheftum eygum, so er í veruleikanum ikki talan um ein spurning, men heldur tveir spurning- ar, sum ikki kunnu svarast undir einum. Samgongan spyr í sínum lag, um vit skulu hava full- veldi (t.e. evsta vald/fult sjálvstýri) ella ikki, meðan Javnaðarflokkurin í sínum lag spyr um vit skulu vera partur av danska ríkinum (t. e. undir donsku grundlóg- ini) ella ikki. Her er talan um tveir spurningar, sum krevja hvør sítt svar, og tí er tað í løtuni skilaleyst at tosa um nakran semings- møguleika; tí hvønn spurn- ing skulu partarnir semjast um? Flestir føroyingar siga seg í dag taka undir við, at før- oyingar fáa evsta valdið her á landi, og tí er tann fyrri spurningurin, tann hjá sam- gonguni, í veruleikanum longu svaraður av Føroya Fólki. Hettar varð staðfest á seinasta løgtingsvali, eins og tað aftur varð staðfest á seinastu meiningakanning. Javnaðarflokkurin hevur eina ferð í søguni svara hes- um spurningi, og tað var í faldarnum, sum flokkurin lat bera í hvørt hús fyri góð- um ári síðani ella tveimum. Har segði flokkurin seg taka undir við, at føroyingar sjálvir skulu hava evsta vald í landinum, og tí skuldi spurningurin longu tá verið avkláraður; men flokkurin hevur síðani førkað seg so mikið nógv, at vit í dag kunnu siga, at hann ikki longur tekur undir við hes- um sjónarmiði. Ella kunnu vit nú tað? Javnaðarflokkurin hevur við stórum hepni megna at gjørt tað sama hesaferð, sum hann gjørdi í 1946, tá hesin spurningur seinast varð umrøddur í álvara. Hann hevur megna at skúgva sær undan at taka støðu til sjálvstýrisspurn- ingin, við at taka fram ein annan spurning og gera hann til høvuðsspurning. Nú er spurningurin ikki longur: skulu føroyingar hava fullveldi ella ikki? Nú er spurningurin: skulu vit verða í danska ríkinum ella ikki? Eins og tann endaligi spurningurin gjørdist á fólk- aatkvøðuni í 1946, tí part- arnir tá, eins og nú, ikki kundu semjast um sjálvt út- gangsstøðið. Soleiðis, held- ur Javnaðarflokkurin, kann hann broyta politisku dags- skránna til sín egna fyri- mun, við at grugga fullveld- ismálið mest møguligt. Tað er greitt, at spyrt tú fólk um vit skulu hava sjálv- stýri ella ikki, so kunnu fólk fyrihalda seg ítøkiligt til spurningin, tí hann er bein- leiðis avleiddur av okkara grundleggjandi lívsvirðum og áhaldandi stríðnum fyri frælsi og fólkaræði, bæði fyri einstaklingar og tjóðir. Hin spurningurin, hvørt vit skulu halda fram í ríkisfel- agsskapinum ella ikki, er ein leiðandi spurningur, har føroyingar ikki verða spurd- ir um, hvat vit vilja, men heldur hvat vit ikki vilja. Hesin spurningur er nógv torførari at svara uppá, tí tað, at fara úr danska ríki- num merkir ikki í sjálvum sær tað sama sum at fáa fult sjálvstýri. Í prinsippinum kundu vit sagt, at vit vilja úr danska ríkinum fyri at kunna fara uppí eitt eitt ann- að ríki. Tí er hesin spurn- ingur ikki viðkomandi í dag, og hann var tað heldur ikki í 1946; hinvegin er tað áhugavert, at hóast tað nær- um ikki ber til at svara spurninginum, so atkvøddu meira enn helvtin av føroy- ingum Føroyar uttanfyri danska ríkið í 1946. Kann ætlað, at um spurt varð um fyrra spurningin, so hevði meirilutin á fólkaatkvøðuni kanska táttað í teimum 100%, men lat tað fara. Vit kenna øll ta ógreiðu støðuna eftir fólkaatkvøðuna í 1946, tá ongin uttan danski kong- urin visti, hvat føroyingar høvdu atkvøtt um, og har avleiðingarnar vórðu at før- oyingar fingu nakað, sum vit slett ikki høvdu biðið um, og sum vit ongantíð síðani tá eru blivin spurd um. Tað sum vit í dag mugu ansa eftir er at vit ikki gera sama mistak nú sum í 1946, við at gera spurningin um sjálvstýri til ein spurning um støðu Føroya í danska ríkinum. Spurningurin er, um ikki Javnaðarflokkurin heldur átti at sagt sum so, at um flokkurin ikki kann ella vil taka støðu í sjálv- stýrisspurninginum, so er tað heldur ikki rætt at halda fram við at grugga málið; tí tað er ikki vist, at føroyingar í veruleikanum vilja taka støðu til, um vit skulu vera innanfyri ella uttanfyri mørkini hjá einum øðrum landi ella ríki. Kanska eru tað fleiri við mær, sum halda hendan spurningin vera óviðkomandi og ó- møguligan at svara. Kanska halda fleiri, at hesin spurn- ingur verður svaraður av sær sjálvum, tá ið vit hava tikið støðu til, um vit skoyta Fortreytin fyri semju í fullveldismálinum: Svarið sama spurningi! Vit mugu ansa eftir, at vit ikki leika sama leik, sum vit gjørdu í 1946, tá ið Føroya Fólk, hóast við bindi fyri eyguni, staðfesti støðu Føroya uttanfyri danska ríkið — men varð skúgvað til viks. Í hesum leiki var bara ein tapari: føroyska tjóðin um tey grundleggjandi rætt- indini til at skipa egin við- urskifti, við fólkaræði, sjálvstýri, evstavaldi, full- veldi ella hvat tað nú í dag hevur hug til at eita. Tað er í øllum førum greitt, at tá nú hendan sam- gonga hevur sett spurningin um fullveldi á dagsskránna, og tá tað er hendan spurn- ing, Landsstýrið ætlar sær niður til Danmarkar at sam- ráðast um, so átti Javnaðar- flokkurin, eins og hinir flokkarnar, at givið sítt svar uppá hendan spurningin, heldur enn áhaldandi og kompromisleyst at seta ein heilt annan spurning á dags- skránna, sum í besta føri verður tagdur burtur, men sum í ringasta føri kann av- sporað viðgerðina so nógv, at fólk ikki longur vita, hvat tað er, vit skulu taka støðu til. Hesin seinni møguleikin, sum er ein endurtøka av 1946, má ikki undirmetast. Í øllum førum kunnu allar vónir um nakra breiða semju sleppast, so leingi partarnir ikki viðgera sama spurning. Við hávirðing fyri full- veldismálinum. Arnbjørn Ó. Dalsgarð 2000 2000 20002000 -ver við frá byrjan! Haldarar í Føroyum: 320,-/ársfj. Haldarar í Europa: 490,-/ársfj. Onnur lond: Ymiskir prísir Internet: 240,-/ársfj.