týsdagur 28. august 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 165 - 28. august 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Johan er ein spælari, sum kann røkja øll
pláss í verjupartinum
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari
Við leikbanni til Óla
Johannesen, avboð
frá Marna Djurhuus
og linligum avrikum
frá Mortan úr Hørg
og Rasmus Nolsøe
var tað verjuparturin,
sum gav Jógvani
Martin Olsen størsta
høvuðbrýggið undan
landsliðsúttøkuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Landsliðshópurin til Litava-
dystin telur bara fimm
verjuspælarar, og tað er
nakað væl minni, enn tað
vanliga er. Jógvan Martin
Olsen,
landsliðsvenjari,
duldi heldur ikki fyri, at
hetta var tann parturin av
liðnum, sum hann hevur
hugsað mest um, nú hópurin
skuldi setast saman.
- Óli Johannesen er leik-
bannaður, so tað gevur seg
sjálvt, at hann ikki er við.
Hartil hevur Marni Djur-
huus givið avboð av persón-
ligum ávum, og tað er ein
dyggur smeitur. Hann er
ein spælari við einum høg-
um botnstøði, og sum altíð
leverar vøruna á vøllinum.
Taka vit so hinar, sum hava
verið í myndini, so hava
bæði Mortan og Rasmus
havt eina down-periodu í
HB, har teir partvíst hava
mist sítt pláss á liðnum. Tað
er sjálvandi ikki nøktandi
hjá teimum og HB, og tað
er enn minni nøktandi hjá
landsliðnum, segði Jógvan
Martin Olsen.
Ístaðin eru Herbert í Lon
Jacobsen og Johan Troest
Davidsen tiknir við í hóp-
in.
- Herbert hevur spælt væl
fyri B36. Og hann er vanur
at spæla saman við Fróða
og Jákupi, so har eru fleiri
lutir, sum tala til hansara
fyrimun. Og Johan er ein
spælari, sum kann røkja øll
pláss í verjupartinum. Hann
er kropsliga væl fyri, og eis-
ini í luftspælinum er hann
sterkur, so hann er heilt víst
ein spælari, sum vit hava
havt eitt vakið eyga við,
segði Jógvan Martin.
Johan er annars eisini
tikin út til U21-landsliðið,
sum spælir móti Italia tann
8. september. U21-ferða-
lagið verður aftur í Føroyum
leygarkvøld, og sunnudag
skal hann so av landinum
aftur við A-landsliðnum.
Umframt teir fimm í
verjupartinum eru tó eisini
aðrir
møguleikar.
Bæði
Christian Høgni Jacobsen
og Jákup á Borg hava nevn-
liga áður røkt bakk-pláss á
landsliðnum, og tað er væl
hugsandi, at hetta eisini
verður støðan í Litava um
tvær vikur.
Verjan var spurningurin
At Rene Tórgarð og Hans
Pauli Samuelsen aftur eru
í landsliðshitanum, skal
ivaleyst síggjast í ljósinum
av avrikunum hjá teimum
í steypafinaluni
Fótbóltur
jakup@sosialurin.fo
Hjá Rene Tórgarð er talan um
fyrstu landsliðsúttøkuna yvir-
høvur. Hansara navn hevur verið
nevnt áður sum ein møguleiki,
men seinast tóktist landsliðsvenj-
arin geva til kennar, at hann held-
ur vildi hava Meinhardt Joensen
hjá KÍ.
Ársins málverji í fjør var tó ein
av avgjørdu lyklaspælarunum
hjá EB/Streymi, tá teir vunnu
finaludystin um løgmanssteypið,
og ivaleyst hevur hetta vigað
nógv, tá endaligi hópurin er tikin
út. Nakað sum eisini sæst aftur í,
at Hans Pauli Samuelsen aftur er
í landsliðshitanum, meðan Mort-
an úr Hørg og Rasmus Nolsøe
fyri eina tíð eru í kuldanum.
- Tað er ikki so, at ein dystur
ger av, hvussu úttøkan er. Rene
hevur støðugt verið í myndini, og
hesa ferð hava vit so valt at geva
honum møguleikan. Eisini tí
hann við hesum veruliga fær
høvið at vísa okkum, hvør dugur
er í honum. Hans Pauli hevur
áður verið í myndini, men seinast
segði eg, at hansara avrik hava
sveiggjað ov nógv. Seinastu tíð-
ina hevur hann tó avgjørt víst
betri støði, og tí haldi eg, at valið
av honum er náttúrligt.
- Hartil skal eisini hugsast um,
at miðvøllurin í aðrar mátar er
skerdur. Sámal Joensen hevur
verið nógv skaddur, og tað sama
má sigast um Inga Højsted, so
teir báðir eru ikki við. Bergur
Midjord hevur somuleiðis verið
nógv skaddur, og Hanus Thor-
leifsson hevur ikki víst sama
støði í ár, sum hann áður hevur
gjørt. Og tí er eingin ivi um, at
Hans Pauli í løtuni er besta
alternativið til eitt pláss á kantu-
num,
segði
Jógvan
Martin
Olsen.
Hópurin
Málverjar
Jákup Mikkelsen, B36
Rene Tórgarð, EB/S
Verjuspælarar
Atli Danielsen, Frem
Herbert í Lon Jacobsen, B36
Johan Troest Davidsen, NSÍ
Jón Rói Jacobsen, AaB
Fróði Benjaminsen, B36
Miðvallarar
Súni Olsen, AaB
Mikkjal Thomassen, B36
Hans Pauli Samuelsen, EB/S
Jákup á Borg, HB
Símun Samuelsen, Keflavík
Pauli G. Hansen, Skála
Hjalgrím Elttør, NSÍ
Áleyparar
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Andrew av Fløtum, HB
Rógvi Jacobsen, HB
Christian Lamhauge Holst, Lyngby
Finalan vigaði nógv
Tað vóru tveir áleyparar,
sum sótu undir liðini á
Jógvani Martin, tá landsliðið
varð úttikið. Men tað var
nú verjuparturin, sum
landsliðsvenjarin hevur
hugsað mest um undan
úttøkuni