Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 165 - 28. august 2007 ] Solskjær gevst Hann varð alt fyri eitt róptur fyri the bay-faced assassin, tá hann kom til Manchester United í 1996. Við mest sum barnsliga andlitsbráðnum var Ole Gunnar Solskjær í fleiri ár ein av vandamestu áleyparunum í enskum fótbólti, og 126 mál í 366 dystum fyri Manchester United tosa sítt týðiliga mál um hetta. Ikki minst, tá hugsað verður um, at Solskjær byrjaði nógvar av hesum dystunum á beinkinum. Hæddar- punktið var uttan iva 2-1 málið í Champions League finaluni á Camp Nou móti Bayern München, men á sín hátt var hetta eisini byrjanin til endan. Knæið fekk nevnliga ein løst í fagnaðarløtunum eftir málið, og síðani hava knæskaðar av ymsum slag argað nroska málrevin. Somikið illa, at hann nú hevur tikið avgerð um at gevast. Royna spælarar úr Senegal B68 og KÍ hava seinastu tíðina havt nýggjar spælarar við í venjingum sínum. Talan er um fýra spælarar úr Senegal, sum í hesum døgum eru í Føroyum. Tveir teirra hava vant við KÍ og hinir báðir hava vant á Toftum. Flytingarvindeyg- að fyri spælaraskifti er tó latið aftur á føroyska marknað- inum, og tí verður tað í fyrsta lagi til komandi kappingarár, at føroyskur fótbóltur fær gleði av spælarum úr Senegal. Hetta sjálvandi um venjingarnar hjá onkrum av spælarunum geva úrslit í einum sáttmála. Umframt Litava er talan restina av 2007 um dystir móti trimum av atta sterkastu londunum í heiminum. So skal eitt stig koma, er søguligi 12. sep­ tember helst besti møguleikin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir komu báðir á vøllin sum innskiftarar, tá Føroyar í oktober mánaði 2002 taptu 2-0 fyri Litava í Kaunas. Andrew av Fløtum stóð seg somikið væl ta ferðina, at hann vann sær pláss í byrj- unaruppstillingini til dystin móti Týsklandi fýra dagar seinni, og sum ikki eina ferð sýndi Rógvi Jacobsen óvanliga góða máltevið, sum hann hevur. Tað gjørd- ist tó ikki meira enn nær við og næstan hjá Rógva, sum móti dystarenda hevði størsta føroyska møguleik- an. Ein møguleiki, sum tó varð sendir í krovið á lita- viska málverjanum. Við dystarskránni hjá før- oyska landsliðnum í huga- umframt Litava eru dystir móti Fraklandi, Ukraina og Italia - so er útidysturin móti Litava helst besti møguleikin fyri stigum í ár. Og tó at Andrew og Rógvi ikki vilja lova nakað, so tykist eitt ávíst bjartskygni at búgva í spælarunum. - Vit trúgva avgjørt upp á eitt gott úrslit móti Litava. Her í Føroyum høvdu vit eitt hampuligt tak á teimum, og bæði í styrki og skjótleiki vóru vit á leið eins sterkir, sum teir. Landsliðshópurin er eisini sterkai nú, enn hann var í 2006. Vit hava spælt meira stabilt, og tað ger eisini, at vit tora betri at spæla, heldur Rógvi Jacobsen. Og Andrew av Fløtum var ikki ósamdur, tá hann á tíðindafundinum varð spurdur, hvørt vit nú skulu hava stigið, sum kann lyfta okkum eitt sindur á FIFA- styrkislistanum. - Eg haldi ikki, at støðan á FIFA-listanum er nakað, sum vit hugsa so nógv um. Heldur er tað so, at vit fleiri ferðir hava verið heilt nær við, so fyrr ella seinni fáa vit eitt ella fleiri stig, heldur Andrew. Seinasta útkall Kappróðrarfelagið Knørrur í Hvidovre skipaði fyri kappróðr­ arstevnuni Knørrur Regatta 2007 í Syd­ havn leygardagin 25. August regatta Tíðindaskriv Hetta var fyrstu ferð at kapp- róðrarfelagið Knørrur royndi seg sum fyriskipara av stevnu, og hóast nógvan vind og harðan streym í Kalvebodsløbet,gekk væl at avgreiða teir sjey róðrar- nar. Umframt tann góða og spennandi róðurin kundu áskoðarnir gleðast um, at tað ikki dryppaði frá teim- um gráu skýggjunum, ið sóu tung og hóttandi út tað mesta av degnum. Hetta var triðja stevnan í kappingini um at gerðast endaligur Danmarksmeist- ari í føroyskum kappróðri fyri útisetar. Fyrsta stevnan var í Nordhavn 26. mai, tann næsta var í Ishøj 9. juni. Seinasta stevnan hetta kappingarárið verður í Sorø 8. september. 20. oktober verður stór veitsla fyri rógv- arar og onnur við áhuga fyri rógving í Føroyahúsinum. Somikið nær við var Rógvi Jacobsen, tá Føroyar tann 10. oktober í 2002 taptu 2-0 fyri Litava Savnsmynd/álvur Formula-liðið Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 20. umfarinum av Formula-deildini Knørrur helt stevnu í Danmark Úrslitini og stigabýti aftaná Knørrur Regatta 2007: 6 mannafør menn tíð 1 Brundurin 5.43,10 2 Skarvur 5.43,11 3 Neystið 5.44,92 4 Knørrur 5.50,51 DM-Støða stig 1 Brundurin 9 2 Skarvur 8 3 Neystid 7 4 Knørrur 6 5 Skæling 1 6-mannafør gentur tíð 1 Neystið 6.24,48 2 Knørrur 6.31,28 DM-Støða stig 1 Neystið 11 2 Knørrur 10 6-mannafør, kvinnur tíð 1 Knørrur 6.41,08 2 Neystið 7.01,73 DM-Støða stig 1 Knørrur 12 2 Neystið 9 3 Sóljan 2 6-mannafør dreingir tíð 1 Brundurin 5.41,84 2 Knørrur 6.04,04 3 Vesturskinið 6.10,86 DM-Støða stig 1 Knørrur 9 2 Brundurin 7 3 Vesturskinið 5 4 Sverige 1 4 5 Skarvur 2 6-mannafør, nordisk tíð 1 Føroyar 5.54,52 2 Danmark 6.19,34 DM-Støða stig 1 Føroyar 8 2 Danmark 6 3 Sverige 2 4 Grønland 1 5 Ísland 0 10-mannafør, menn tíð 1 Tvørábáturin 5.18,88 2 Vágbingur 5.44,74 DM-Støða stig 1 Tvørábáturin 12 2 Vágbingur 8 3 Havnarbáturin 3 10-mannafør, veteranar tíð 1 Tvørábáturin DM-Støða stig 1 Tvørábáturin 12 2 Vágbingur 5 3 Havnarbáturin 3