Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 165 - 28. august 2007 tíðindi Ummæli Hjalmar P. Petersen Eg skal ikki fara inn í hvørt einstakt petti, sum André Niclasen hevur í bókini. Sigast skal kortini, at hon er spotsk til tíðir og eisini stuttlig. Hann er beinrakin í eygleiðingum sínum, men vihvørt fer hann skeivur og kemur við órímiligum argument­ um. Eg skal royna at taka fram dømir við hesum, og skal samstundis gera vart við, at bókin er ring at ummæla, tí hon er eitt savn av málteigum, sum hava staðið í Sosialinum. Tessvegna manglar eitt grund­ leggjandi, málvísindaligt arbeiðslag, sjálvt um eg veit, at høvundurin hevur holla málsliga bakgrund. Longu í bókarheitunum liggur, at høvundurin leggur dent á tað talaða málið, og í allari bókini, mestsum, er tann reyði tráðurin, at málrøktin er skaðilig fyri føroyskt. Serliga tí hon útihýsir fleiri orðum, soleiðis at nógv litbrigdir fara fyri skeytið. André metir eisini, at tað verður roynt at beina fyri kenniorðinum, genitivendingini, at kunstigir grammatiskir formar koma inn, og at fakmálini verða illa viðfarin. Hvussu er tað við hesum? Eg veit ikki rættiliga, hvør tað er, sum roynir at beina fyri kenniorðinum, ella um tað er bevíst, at onkur ger tað. Um so er, fer royndin at miseydnast, tí føroyskt fer sínar leiðir, líka­ mikið, hvat nakrir fáir mál­ røktarar pásettliga vilja trútta ígjøgnum. Hetta manglandi kenniorðið er í setningum sum skip kom inn á Miðvág ístaðin fyri eitt skip kom inn á Miðvág. Mann hevur ikki tað bundna kenniorðið í íslendskum, og tí er tann fyrri setningurin eftirlíkning eftir íslendskum. Tann fyrri setningurin er óvanligur í føroyskum talu­ og skriftmáli. Rættast er at brúka kenniorðið. Har hevur høvundurin rætt, men mann skal kortini hava rúm fyri tí fyrra setninginum. Hann skal vera ein møguligur stílvariantur. Ansast má eftir í málkjakinum ikki at fara for langt hvørki tann eina vegin ella hin. So koma fleiri dømir við hvørsfallinum, bæði har tann gamla endingin fungerar sum eitt klípi, og har orðarøðin er broytt, t.d. Felag skuldara Fossbankans p/f í konkursi og Felag grindamanna (bls. 107). Stórur skaði er í hesari orðarøðini, tí hon er óføroysk. Tað rættara er, at hvørsfalsliðurin stendur frammanfyri, sum í Karla­ magnusar kvæði ella Tofta sangkór (bls. 108). Eg veit ikki, hvussu stórur hesin skaðin er, tí hvørsfallið er rættiliga marginalt í føroyskum, meira at siga deytt sum aktivt fall. Hetta hava vit m.a. víst á í Faroese: An Overview and Reference Grammar, og Eivind Weyhe viðger spurningin í greinini Genetiven i færøske grammatikker – et problembarn frá 1996. Mann sær, hvussu tað er viknað í kvæðatekstum, t.d.: í Sjúrðakvæðunum, ørindi 85 í Brynhildartátti, har tað stendur: “Hoyr tað snari Sjúrður, ver nú ei so bráður, gakk teg í mín faðirs garð, leita við hann ráð. Her verður sagt mín faðirs garð ikki, um tað skuldi verið rætt míns faðirs garð. Óteljandi eru eisini frasur sum kongins garð fyri kongsins garð. Aftur at hesum eru dømini, sum nevnd verða við hvørsfals­ liðinum standandi aftanfyri, flest við sernøvnum, og tey hava ein tendens til at ganga eftir øðrum reglum enn teimum vanligu, tí tey eru indeksikal í natúru síni. Tað tykist mær ikki vera annað enn tómt eymk og venilsi, tá ið hesi dømini verða nevnd, tí tey, sum nevnt, eru so marginal í málinum, og hátta sær málsliga annarleiðis. Annað er, tá ið nevndir verða kunstigir, grammatiskir formar. Tað er púra rætt, at vit eiga at skriva temur og eygur (úttalað: / te:mir, ei:jir/). Her er tann normativa grammatikkin ov strong, og eigur hon eisini at loyva bøkrinar til dømis og hendrinar og eisini teir vanligu bøkurnar, hendurnar. Teir fyrru formarnir eru gamlir í før­ oyskum. Hyggið bara í kvæða­ bøkrinar. Eisini skulu loyvast formar sum bløðini eru følnaði saman við bløðini eru følnað. Í fleiri nýggjari tekstum síggjast følnaði og eisini eygur, men ikki hendrinar. At fakmálini verða illa við­ farin, ja, einki er sannari enn tað. Hví skal tað ikki bera til í fysikk at tosa um massa og smeltipunkt o.s.fr., og hví skulu tangentarnir eita nertlar? Dømini eru ótelj­ andi, og fleiri hava suffað yvir skúlabøkrinar, tí tær stundum eru óskiljadi. Tær eru fullar av fremmindum orðum, t.e., nýfør­ oyskum orðum, sbr., at eitt fremmant orð er eitt orð, sum eg sum málbrúkari ikki skilji. Tí verður bræðingarmark, tað nýgjørda orðið, fremmant, meðan lániorðið smeltipunkt er føroyskt, sjálvt um tað er lænt úr donskum. Ferdinand de Saussure førdi fram, at tað málsliga teknið hevur tvær síður: eitt innihald og eitt úttrykk. Úttrykkið kunnu vit hugsa okkum sum úttaluna – til dømis /hundur/. Soleiðis nøkun­ lunda, hóast talan ikki er um ta veruligu úttaluna, men um eina abstraktión av ljóðunum, men lat tað fara. Innihaldið er so okkurt sum, halda vit okkum til orðið hundur ‘dýr við fýra beinum og hala, besti vinur menniskjans’. Lutfallið ímillum innihald og úttrykk er arbitrert, segði Saussure. Tað er einki í eitt nú ljóðinum /u/, sum sigur, at tað skal verða brúkt í hundur. Samansetingin av r, n, u, d, h til hundur er tilvildarlig. Hetta ger, at mál kunnu læna orð inn, og øll mál læna. Einki nýtt er í tí. Mál læna ikki bara orð, men í einari typiskari málstøðu, har samband er millum tvey ella fleiri mál, kann alt lænast. Líka frá ljóðum yvir bendingarendingar og syntaks til diskurs. Nú lutfallið millum úttrykk og innihald er arbitrert, so loyvir tað orðasmíði, tað má mann so góðtaka. Føroyskt og íslendskt eru ættað. Eyðvitað eisini føroyskt og danskt. Tað er sosum almenn vitan, og av tí at tað málsliga teknið er arbitrert í natúru síni, er einki í vegin fyri, at gomul orð kunnu fáa nýggja merking. Hetta arbeiðið byrjaði við J. Jacobsen, og haðani hava vit orð sum bókmentir. Hann skrivar m.a. í greinini Nogle ord om færøsk samt et forslag til en ny færøsk retskriving, at tað ber til at uppfríska ‘gamle uddøde former og gamle uddøde Ord’. Her nevnir hann kærleiki fyri kjerligheit og hóttan (bls. 25, 26). Ikki haldi eg annað enn, at kærleiki er rættiliga vanligt í dag; sama við hóttan. Tað ber altso stundum til at uppfríska gomul orð, ella læna úr íslendskum sum við bókmentir. Leitar mann á Google eftir kærleiki, sæst, at orðið kemur fleiri túsund ferðir fyri. So er ikki við kjerligheit. Áhugavert er at síggja, at André sjálvur kemur við einum slíkum uppskoti, sbr. (bls. 254), har hann sigur tað vera spell, at tað góða gamla orðið vongbrigða / vombria/, brúkt um ‘teir báðar stóru veingjamusklarnar, sum fuglur hevur báðu megin bringubeinið’, nú verður trokað burtur av ‘fuglabróst’ og ‘fuglabringa’. Her vil hann hava eitt gamalt orð inn aftur í málið. Og hví ikki royna? Tað tykist sum um summi nýorð sláa ígjøgnum, onnur ikki. Øll sige helst telda í dag, og til dømis undraðist eg yvir, tá ið eg undirvísti í Føroyum á sinni, at ungdómar púra natúrliga brúktu orðið røkil. Mann kann sostatt ikki konsekvent siga, at mál­ røktin skal halda uppat, sum André ger (bls. 263); tað hevur mann mestsum heldur ongan demokratiskan rætt til, men eg eri samdur við André Niclasen í, at eingin tvingsil skal vera í málrøktini, og spurningurin er, um tann stranga røktin ikki hevur beint fyri sær sjálvari. Til ber ikki, sum hann vísir á fleiri ferðir, at úthýsa orðum, sum hava verið í málinum í fleiri tíggju­ áraskeið, líkamikið um tey so eru donsk ella ikki. Serliga hevur tað ein tendens at ganga útyvir be­, an­, for­ og –heit orðini. Hann nevnir eisini til dømis, hvussu nes (bls. 142) knappliga verður brúkt fyri hálvoyggj. So seint sum í dag (20/08/07) var tað í útvarpinum, har tað varð brúkt um Yukatanhálvoynna. Hetta er ein undarlig nýtlsa av nes, haldi eg, sjálvt um tað verður definerað í Føroysk orðabók sum ‘heldur mjátt og langt landøki sum stingur út í sjógv’. Eisini reisir høvundurin spurningin um, hvat hendi við ABCnum. Tað er hetta, sum er, ella heldur v a r so karakteristiskt fyri sumt, ið hevði við mál at gera í Føroyum, at tað ikki hevur verið diskuterað opið um fleiri stórbroytingar. Eitt dømi er navnalógin. Ella, tað kann faktiskt ikki rættiliga brúkast sum dømi, tí politikararnir samtyktu lógina (uttan kanska at hava lisið hana), men kortini varð hon ongantíð diskuterað manna millum opið. Endin varð, at hon mátti broytast. Eitt petti er um orðið brand, bls. (52). Her fýlist André Niclasen á, at brandmaður m.a., nú skal eita sløkkiliðsmaður o.s.fr. Aftur er eygleiðingin fittlig, og hann argumenterar sum so, at verður alt skift út við brand­, so skal ein brandvakt eita sløkkivakt og brandventilur skal eita sløkkismog. Men mál eru ikki logiskt, soleileiðis, sum høvundurin her setur tað upp. Fyri tað um ein samanseting er í málinum, ella nakrar við sama fyrra ella seinna liðið, merkir tað sjálvandi ikki, og tað veit høvundurin væl, at tað verður generaliserað. Alt kann ikki skerast yvir ein kamb soleiðis. Tað kann gerast fyri at fáa speisemið fram, og tað er helst tí hann ger tað, men tá er tað eitt sindur órættvíst móti fakta. Hol eru í málstrukturinum, og hóast so er, generaliserar André uppá henda mátan aðrasteðs eisini, men argumentatiónin er skeiv, júst tí mál ikki eru logisk, sbr. tvítýdningin í einum setningi sum ‘politiið tók mannin við Gott íkast til kja André hevur rætt, tá ið hann sigur, at vit mugu góðtaka føroyskt, sum tað er. At málrøktin ella hvør tað so er, ikki má sleppa at sensurera og skera fleiri orð burtur úr málinum, tí vit mugu hava allar nuansurnar tøkar. Tað er ikki nógv at siga til tað, tí tað passar, skrivar Hjalmar P. Petersen m. a. í ummælinum av bókini “Føroya mál á manna munni” eftir André Niclasen Bókarheitið: Føroya mál á manna munni Eftir: André Niclasen Útg. Lærubókafelagið, 2007