týsdagur 28. august 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 28. august 2007
23
tíðindi
revolvaranum’. Er tað ein mann
við einum revolvara, sum politiið
tók, ella var tað politiið, sum
hevði ein revolvara, tá ið teir
tóku mannin?
Eitt fremmant orð er eitt orð,
sum eg sum málbrúkari ikki
skilji. Soleiðis skriva Jørn Lund
og Erik Hansen í Kulturens
gesandter (Munksgaard, 1994).
Hesa bók nevnir André, og ganga
vit eftir definitiónini, so eru fleiri
nýorð í føroyskum fremmanda
orð, tí vit skilja tey ikki. Tað
blívur líkasum viðvent í holuni,
eins og víst verður á, og sum
hevur verið frammi í føroyskum
málkjaki fleiri ferðir. Fá kenna
atstøðingin, øll assistentin.
Eingin veit, hvat ein ferðagevi er,
øll vita, hvat ein spitari er. Tað
føroyska orðið er fremmant.
Í greinini Tann skeiva mál
røktarkósin, sum stóð í tíðar
ritinum Málting førdi André
fram, millum annað, at tvingsil
ikki skal vera í málrøktini, eins
og longu nevnt, og at mann má
ansa eftir ikki at kuta so nógv
orð burtur, at vit so at siga standa
eftir á berum. Tað er einki at taka
seg aftur í, at fleiri ikki kenna
seg aftur í nógvum tekstum, sum
skrivaðir eru serliga eftir kríggið.
Greflig dømir eru, ella hava
verið, fleiri skúlabøkur og
koyribókin.
Her hava menn brúkt nógva
orku uppá einki, tí teir ikki vilja
góðtaka føroyskt, sum tað er, sbr.
bls. 236, har tað verður ført fram,
at tað nú má vera tíð uppá, at ‘vit
sjálvi góðtaka okkara egna mál’.
Hesin spurningurin er stadi
vekk meira enn viðkomandi.
Hvat er tað, sum er galið? Tora
og tola fólk ikki nútíðarføroyskt?
Um so er, kunnu vit bara pakka
saman, tí tað er út frá nútíðar
málinum, tí málinum, sum
mamman handar barninum, at vit
mugu arbeiða. Fleiri hundrað
bond eru á Føroyamálsdeildini
og í Útvarpi Føroya við føroysk
um talumáli – m.a. gomlum
bygdamáli, og har er nógv at
heinta, sum ikki passar inn í eina
puristiska máláskoðan.
Føroyskt er søguliga nógv
ávirkað av donskum, tað vita vit,
og kemur tað, óneyðugt at siga,
av tí sambandi, sum hevur verið
ímillum málini. Føroyskt er eitt
eftirgerðarmál, eitt replika, har
danskt, fyrr eisini norskt, eru
modellmálini. Um norska
ávirkan á føroyskt, sbr. Helge
Sandøy, í Moderne lingvistiske
teorier og færøsk (ritsj. Kurt
Braunmüller og Jógvan í Lon
Jacobsen). Her vísir Helge
Sandøy á, at tað, sum mangan
verður hildið at vera danskt, líka
so gott kann vera komið úr
Noregi, tí tætt samband var
ímillum Føroyar og Bergen í
gomlum døgum.
Antin vit vilja tað ella ikki,
sleppa vit ikki undan teirri stóru
donsku (og fyrrr, norsku)
ávirkanini. André Niclasen førir
fram, at vit mugu góðtaka henda
málveruleika, sjálvt um eg meini,
at vit eiga at finna eina
millumleið. Ikki eina harða
málrøktarakós, har fleiri orð
verða útruddað, soleiðis, at vit
missa litbrigdini, sum víst verður
á aftur og aftur í Føroya mál á
manna munni, men heldur ikki
eina leið, har vit ikki hava opnan
tann møguleika at kunna fara
aftur til eldri føroyskt, til kvæða
mál til dømis, ella royna onkur
íslendsk orð. Tað skal bara ikki
vera nakar tvingsil í málrøktini.
Mann kann royna eitt gamal orð,
t.d., siga sum so, at rás kann fáa
víðkaða merking og merkja
‘kanal’, ella fáa vongbrigða inn
aftur. Fólk hava sín demokratiska
rætt at tosa sum tey vilja, tað vita
vit, men eisini at koma við
uppskotum um nýggj orð, so
leingi sum, eins og sagt aftur og
aftur, einki tvang er aftanfyri. Tí
kunnu almenn forløg, sum hava
konsulentar, ikki loyva sær at
sensurerað handrit, sum André
meinar, at tey hava gjørt, men
heldur koma við uppskotum og
rætta stavi og kommafeilir.
Ein annar spurningur, sum ikki
bara er knýttur at málinum sum
system, er sambandið ímillum
mál og samleika. Hetta nertir
André ongantíð ordiliga við.
Spurningurin er kompleksur,
serliga hjá tvímælingum sum
føroyingum. Identifisera vit
okkukm við talumálið sum tað
er, ella siga vit okkum veruliga
ikki duga tað veruliga føroyska
málið, soleiðis sum fleiri
studentaskúlanæmingar søgdu
seg gera í eini kanning, ið E.
Holm gjørdi. Tann greinin er
prentað í Máltingi 9 frá 1993. Og
hvønn týdning hevur ein sovrin
hugburður til framtíðarvánirnar
hjá føroyskum? Hevur, sum
høvundurin vísir á, tá málrøktin
verið málinum at skaða? Ilt at
siga, tí tað er so ringt at máta
sovrit.
Ferdinand de Saussure (1857
1913) skilti ímillum diakroni og
synkroni. Tað er, at í málinum er
ein søgulig dimensjón og ein
samtíðarlig dimensjón. Føroy
ingar hugsa ikki um, at tað er eitt
samband ímillum til dømis orðini
bera, barn og burður og byrða,
men søguliga eru tey ættað, og
ganga aftur til somu rót í
indoeuropeiskum: *bher. André
ger ta villu viðhvørt, at hann
brúkar ta søguligu dimensjónina,
tá ið hann argumenterar. Eitt
dømi er viðgerðin av kjak. Væl
kann vera, at Svabo hevði
merkingina ‘Trætte, Mund
huggeri, Smaaskjænden,
Skænden, Ueenighed, Skælds
Ord’, men tað kann ikki brúkast
sum próvgrund fyri, sum André
ger, at orðið í dag ikki kann
brúkast við merkingini
‘diskussión, debatt’. Víst kann
tað tað, tí einki undarligt er í, at
orð kunnu fáa flutta merking, og
av tí at lutfallið ímillum innihald
og úttrykk í tí málsliga tekninum
er arbitrert, er einki, sum forðar
fyri einari merkingarflyting.
Tvørturímóti loyvir hon tí.
Her má mann eisini kanna
eftir, hvat verður brúkt í nútíðar
føroyskum! Verður googlað eftir
orðinum kjak sæst, at tað júst
verður brúkt við merkingini
‘debatt, diskussión’.
Fleiri fittligar eygleiðingar eru
í bókini, t.d. Botnurin (bls. 188),
har víst verður á munin ímillum
animate og inanimate (í og
úrsálan). Summi orð kunnu bara
brúkast um fólk, t.e., subjektið
má hava dragið [+ísálan] ella
[+animate], sum tað verður
kallað í málbókum. Tí ber ikki
til, vísir André á, at siga, at
botnurin fekk mein. Fólk kunnu
fáa mein, neyvan ein botnur.
Eisini mugu vit ansa okkum eftir
teimum ymisku stílløgunum,
sum eru í málinum og ikki brúka
orðini bara líkasum so hissini,
sum tá tað bleiv sagt, at atom
bumbur vórðu tveittar yvir
Japan, bls. 188 og bls. 189. Ikki
er gott at brúka tveita, tí tað
hevur eina negativa merking, t.e.,
‘grýta’. Her hevði kasta hóskað
seg betur, vísir høvundurin á.
Kortini er tað eisini áhugavert at
síggja, hvussu André Niclasen
ikki bara er eftir málrøktarum,
men at hann eisini stundum finst
at bløðum og útvarpi. Pettið
Botnurin vísir júst hetta.
Spurningurin er so, um André
ikki fer í somu grøv sum teir
menn og kvinnur, hann finst at, tí
tað er kanska ikki undarligt, at
fólk, sum skulu skriva
tíðindastubbar og ikki hava
stórvegis tíð, kanska heldur ikki
holla málsliga bakgrund, fara
skeiv. At fólk fara skeiv er
væntanti, sbr. tað uppbýtið, sum
N. Chomsky ger ímillum
málførleika (competance) og
performance.
Øll hava ein íbornan mál
førleika. Børn læra mál uttan
nakran trupulleika, og tað er ikki
treytað av intellegensi. Børnini
læra málið, uttan at nakar tekur
sær serliga av at geva teimum
nakra frálæru, Chomsky Aspects
of the Theory of Syntax. Hetta er
tann sami spurningurin, sum
Eivind Weyhe setur á bakperm
uni: Hvat er móðurmálið? Og tað
verður so elegant svarað av
einum gomlum sumbingi, at tað
er málið hjá mommuni. Hetta má
øll (føroysk) málgransking og
øll, sum arbeiða við málið alla
tíðina leggja sær í geyma, t.e.,
ikki gloyma tað fríska talumálið,
sbr. tað áhugaverda brævið, sum
Heðin Brú skrivaði Christiani
Matras, og sum er prentað aftast
í bókini undir Appendiks. Heðin
Brú eggjar Christiani Matras at
koma til Føroyar at ferðast mill
um bygdir og har hoyra føroyskt.
Tað er hetta, sum André íðiliga
førir fram í bókini hjá sær, at vit
mugu leggja størri dent á talu
málið, respektera tað og ikki
kroysta eitt kunstugt mál niður
yvir fólk, við tí úrslitið, at fólk
fara at føla seg sum málloys
ingar, og her liggur fongurin í
bókini. At onkur setir spurningar
við tann førda málpolitikkin
alment og førir víðari tað kjak,
sum var í Máltingi tey árini
tíðarritið var virkið. Men eisini
André hevur stundum ringt við at
góðtaka talumálið, sum longu
nevnt. Eitt annað dømi er á bls.
159, har hann leggur eftir einum
útvarpsfólki, sum hevur brúkt
orðið kostu fyri kusu ella kjós
aðu. Eg veit ikki, um tað er
danskræðslan, sum liggur
aftanfyri, at viðkomandi hevur
valt kostu. Tað sigur André, sjálvt
um eg ivist. Málsliga haldi eg
formin vera rættiliga
interessantan, tí ein óvirkin
bendingarending verður brúkt.
Tað er hetta, sum eg meini í
fyrstini av ummælinum. Bókin er
ikki konsekvent. Høvundurin
hartar málrøktina og sigur, at
talumálið má fram, men tá ið so
onkur fer av málinum, hevur
høvundurin hug at harta. Men
hví segði útvarpsmaðurin kostu?
Tað er nógv áhugaverdari at
kanna.
Ein stubbi er Barbararnir, har
høvundurin tekur fram spurn
ingin um danskt í Føroyum. Her
kritiserar hann Móðurmáls
lærarafelagið. Eftir teimum
sitatum, hann nevnir, ger hann
tað av røttum, tí tað, sum er galið
við føroyskari málrøkt er fløkjan
av tjóðskaparøsing og máli, sum
kom í longu tá ið tjóðskapar
rørslan byrjaði. Málrøktin er ein
ideologi. Tær eru trúarmynstur
og gerðir, sum siga, at sumt er
natúrligt, annað ikki. Altso, alt
tað, sum vit gera er rætt, alt
annað, tað, sum tit gera, er
skeivt. Vit kenna hetta frá
politikki og trúgv. Út frá blindari
ideologi royna / royndu hesi fólk
at fáa danskt burtur, men hví
ikki, sum víst verður á, lata
næmingin sjálvan velja? (bls.
110). Í sama petti viðger høv
undurin stutt fleirmæli, har hann
rætt vísir á, at málpsykologar
hava víst, at fleirmælingar gerast
ekstra kimilig málsliga.
Ein túr í Rúsini hevur hann
eisini verið, og har finst hann at
hvussu eitt nú sjerri verður
stavað. Eg eri als ikki samdur
her. Tvørturímóti er tað júst at
respekterað føroyskt, at mann fer
at stava fremmandu orðini eftir
føroyskum reglum. Til dømis
skriva sjerri og viski, eisini
pubbur, men ikki kalvinistur fyri
calvinistur, tí her er talan um eitt
serligt rák, sum var í Europa.
Sama við marxistur ikki
marksistur.
Nortið verður eisini við
skriftmálið, at tað má broytast.
Jú, hvør so troystar sær at fara
undir eitt slíkt arbeiði. J.
Jakobsen kom við sínum
vælundirbygda uppskoti, ella
uppskotum, og bleiv illa viðfarin
av serliga tjóðskaparfólki. Eivind
Weyhe hevði eitt uppskot í
hálvfemsunum, men tað bleiv
tagt burtur. Tað er so hent. Bara
einki siga, ístaðin fyri at vera so
frægir ella fræg, at tora út í eitt
orðaskifti um tingini. Kanska
nevndin, sum í løtuni situr og
arbeiðir við einum áliti um
almennan málpolitikk verður
opnari og hevur okkurt at siga
um skriftmálið.
Niðurstøða
André hevur rætt tá ið hann
sigur, at vit mugu góðtaka
føroyskt sum tað er. At málrøktin
ella hvør tað so er, ikki má
sleppa at sensurera og skera fleiri
orð burtur úr málinum, tí vit
mugu hava allar nuansurnar
tøkar. Tað er ikki nógv at siga til
tað, tí tað passar. Tað kann ikki
bera til, soleiðis sum tað hevur
verið, og har eru dømir um tað,
at onkur rættlesari sleppur / slapp
at fara so illa við handritunum, at
høvundarnir so at siga ikki kendu
tey aftur. Tá hava vit ikki longur
málrøkt, men sensur. Vit kunnu
ikki hava eitt mál, sum er so
monotont, at alt verður eftir
høvdinum hjá teimum fáu. Jú,
her hevur André Niclasen rætt,
men tað er ikki altíð, at argu
mentatiónin er vatntøtt, m.a. tí
hann ikki skilir ímillum diakroni
og synkroni og onkuntíð
generaliserar hanmn, sum var
málið ein fullkomin, logisk
skipan. Bókin er yvirhøvur eitt
gott íkast til kjakið um føroyskt
og hvønn veg vit skulu fara.
akið um føroyskt