leygardagur 21. apríl 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 21. apríl 2001
3
gult3 cyan3 magenta3 svart3
2
Nr. 76 - 21. apríl 2001
gult2 cyan2 magenta2 svart2
Tøkk
Hjartaliga verður takkað øllum fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá ið kæra systir mín, fastir og mostir
okkara
Jacobina Andrea Samuelsen
(Diddan í Horni í Havn)
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar og fyri gávur til KFUK,
og takk tit mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Eva
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra mamma, vermóðir, omma og langomma
okkara
Hjørdis Therkelsen
búsitandi í Tårnby,
ættað úr Kvívík
doyði og varð jarðað.Tøkk fyri blómur og kransar,
og tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Poul, Ingibjørg, Einar og Elinborg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum vístu okkum
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi,
abbi, verfaðir, sonur og bróðir
Poul Johannes Hansen
Hósvík
f. 22/1-1952 d. 8/2- 2001
lá sjúkur, doyði og var jarðaður.Tøkk til starvsfólkini
á E3 fyri tíðina hann var hjá tykkum.Tøkk til Eiðis
lækna og heimasjúkrasystrarnar, ið gjørdu tað
møguligt hjá honum at vera heima til tað seinasta.
Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og tit, sum
hjálptu til við ervinum.Tøkk fyri blómur og kransar
og takk tit mongu, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk fyri ta stóru
peningagávu, ið kom inn til Nýrafelagið.
Fyri tey avvarðandi
Dagny
Eftir eykaaðalfundin hjá
Føroyar
Astma-
og
allergifelag varð nevndin
skipað, og sær hon soleiðis
út:
Snæbjørg
Ørvarodd,
Tórshavn, formaður
Sigrun Rubeksen, Tórs-
havn, næstformaður, kassa-
meistari og skrivari
Elisabeth
Z.
Jacobsen,
Klaksvík, nevndarlimur.
Tiltakslimir
eru
Birita
Durhuus,
Tórshavn
og
Petur Mortensen, Tórshavn
Nevndarval í Føroya
Astma- og Allergifelag
TÍÐINDASKRIV
frá IRF
Í maimánaði fer IRF at
skipa fyri, at pappír og
papp, sum kann endurnýt-
ast, verður heintað fyri seg.
Í hesum tíðindaskrivinum
verður greitt frá teimum
t ý d n i n g a r m e s t u
broytingunum, sum skulu
gerast í innsavning av ruski
og burturkasti frá húsar-
haldum.
Skiljing og endurnýtsla
Ein stórur partur av okkara
ruski og burturkasti kann
brúkast aftur, um tað verður
skilt á ein skinsaman hátt.
Hesin parturin av burtur-
kastinum er tí ikki burtur-
kast, men týdningarmikið
tilfeingi. Lyklaorðini eru
skiljing og endurnýtsla.
Týdningarmesta skiljing-
in fer fram heima við hús
og
á
bingjuplássunum.
Skiljing av ruski og burtur-
kasti, tá tað er savnað
saman í stórar rúgvur, letur
seg ikki gera.
Tríggir posar til
húsarhaldsrusk
Fyrst í 2002 skulu øll húski
í IRF-økinum hava tríggjar
ruskposar; nevniliga ein
gráan posa til tað vanliga
burturkasti,
ein
hvítan
pappírsposa til pappír og
papp og ein grønan posa til
serliga dálkandi burturkast.
Tann grái ruskposin
Tann grái ruskposin skal
brúkast til tað dagliga ruski
frá húsarhaldinum, sum
skal brennast. Posin skal
standa í einum góðkendum
stativi. Plássið, har posin
stendur, skal vera gjørt
soleiðis, at posin kann tak-
ast og flytast uttan trupul-
leikar og uttan vanda fyri
heilsuskaða hjá innsavn-
ararunum. Strekkið millum
koyrivegin og ruskposan
skal vera ljóst, fast, og so
slætt og stutt sum gjørligt. Í
flestu førðum merkir tað, at
tann grái ruskposin skal
standa í stativi við ta síðuna
á húsunum, sum vendir út
móti koyrivegi.
Tað er neyðugt, at vit øll
royna at gera arbeiðsum-
støðurnar hjá innsavnar-
unum so góðar sum gjør-
ligt. Hugsa um, at teir
innsavnararnir, sum koma í
túnið hjá tær einaferð um
vikuna, skulu í 400 til 600
onnur tún um dagin at taka
ein posa, sum vigar 12 kg í
miðal. Kanst tú stytta
teimum gongdina nakrar
metrar og ikki minst nøkur
trapputrin, ert tú við til at
bøta um arbeiðsumstøður
teirra. Verður leiðin stytt
t.d.10 metrar í miðal fyri
hvørt húski, merkir tað 400
til 500 km stytri gongd um
árið við 12 kg á bakinum
fyri hvønn teirra, sum ber
posan til bilin, ella einar 6
túrar færri millum Kirkjubø
og Leirvík við 12 kg á
bakinum. Annars verður
víst til Reglugerð um rusk-
innsavning frá 1994.
Tann hvíti pappírsposin
Tann hvíti pappírsposin
skal brúkast til reint pappír
og papp. Tann hvíti posin
kann standa úti í regntøtt-
um stativi, men hann kann
líka væl standa inni, tí hann
er bert ætlaður til reint og
turt pappír og papp. Stend-
ur hvíti pappírsposin inni,
er tó neyðugt at seta hann
út til gráa ruskposan,
áðrenn
innsavnararnir
koma eftir posanum, tann
dagin hann verður heint-
aður. Annars eru somu regl-
ur galdandi fyri tann hvíta
posan sum fyri tann gráa
posan.
Innsavningin av pappíri
frá húsarhaldum verður sett
í verk í stigum sum víst er í
Talvu 1. Byrjað verður í
Eysturoynni
og
Norð-
streymoynni. Hvørt húski
fær teir pappírsposarnar,
sum tað hevur brúk fyri til
februar næsta ár. Í heyst fáa
norðoyingar og vágafólk
sínar pappírsposar. Fyrst í
2002 byrjar innsavningin
av pappíri í Suðuroynni og
Sandoynni.
Fimtuhvørja viku verður
bæði tann hvíti pappírs-
posin og tann grái plast-
posin heintaður sama dag. Í
fyrsta umfari fær hvørt
húski allar teir pappírs-
posarnar, tað hevur brúk
fyri til februarmánaða í
2002. Síðani fær hvørt
húski í IRF-økinum allar
pappírsposarnar til eitt ár í
senn.
Tann grøni posin
Tann grøni posin er til
serliga dálkandi burturkast.
Tann grøni posin verður
framvegis savnaður tvær
ferðir um árið. Lýst verður
í fjølmiðlunum, nær inn-
savningin fer fram. Tann
grøni posin má verða settur
til gráa ruskposan, áðrenn
innsavnararnir koma, tann
dagin hann verður heintað-
ur. Tað er sera umráðandi,
at bundið er um kjaftin á
grøna posanum, so at børn
ikki sleppa niður í posan.
Bingjuplássini
Allar kommunur skulu
hava
eitt
bingjupláss.
Kommunan ræður yvir,
hvar plássið liggur, hvussu
tað er opið, og um tað er
mannað, tá tað er opið. IRF
letur bingjurnar og røkir
tær.
Bingjuplássið er ætlað til
burturkast frá húsarhald-
um, sum ikki hóskar at lata
í vanligu ruskposarnar.
Harafturat kunnu plássini
eisini brúkast til vanligt
húsarhaldrusk, tá ið nøgdin
er so stór, at pláss ikki er í
rætta posanum.
Neyðugt
verður,
at
kommunurnar
skipa
bingjuplássini soleiðis í
framtíðini, at møguleiki
verður fyri at lata skilt rusk
frá sær á bingjuplássunum.
Treytin fyri, at IRF setur
fleiri bingjur til skilt rusk
og burturkast inn á bingju-
plássini er, at pláss er fyri
teimum og at bingjuplássini
eru mannað, tá tey eru
opin.
Á bingjuplássunum, sum
eru mannað, skal vera
møguligt at skilja ímillum:
• burturkast, sum skal
brennast,
blandað rusk, lívrunnið
tilfar, timburleivdir, vátt
og skitið papp og pappír
v.m.
• papp, sum skal endur-
nýtast,
pappeskjur, bylgjupapp
v.m.
• jarn og metal, sum skal
endurnýtast,
hvítvørður, hitaketlar,
súklur v. m.
• glas, sum skal endur-
nýtast,
øll vanlig glasíløt og
fløskur
• elektronikkur, sum skal
endurnýtast/serviðgerast
útvørp, sjónvørp, teldur
v.m.
• burturkast, sum skal
tyrvas
rotviðgjørdur
vigur,
rútaglas, bilrútar v.m.
• serliga dálkandi burtur-
kast
málingaleivdir, ljósrør
v.m.
• bildekk, sum skal endur-
nýtast
Kommunurnar hvør sær
ella saman gera av, hvussu
plássini verða skipaði í
komandi árum. Tað er sera
umráðandi, at plássini eru
opin soleiðis, at tíðirnar
hóska til so nógvar av
íbúgvunum í kommununi
sum gjørligt, og serliga til
yngru familjurnar, sum
hava ein rættuliga press-
aðan gerandisdag við børn-
um, arbeiði, húsi o. s. fr.
IRF hevur ætlan um at
skipa fyri skeiði fyri veg-
leiðarum á bingjuplássum.
Ivast tú í onkrum, spyr so
vegleiðaran á bingjupláss-
inum ella set teg í samband
við IRF.
Í felag fáa vit eitt HEILT
OG REINT umhvørvið.
IRF økir skiljingina av ruski og burturkasti