leygardagur 21. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 21. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 76 - 21. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
TRÚÐARLÍV
Stefan í Skorini
Um páskirnar hevði Frels-
unarherurin í Føroyum
vitjan av majorunum Ada
Cecilie og Thorbjørn Vang.
Hjúnini eru væl kend í
Føroyum og hava starvast
bæði í Frelsunarherinum í
Vági og í Tórshavn. Tey eru
nú bæði farin frá eftir at
hava verið í evangeliskari
tænastu í 30 ár. Tey hava
fyri tað mesta starvast í
Noregi.
Majorarnir Ada og Thor-
bjørn Vang vóruí Føroyum
í sambandi við páskastevnu
Frelsunarhersins, sum var í
Havnini
12.-16.
apríl.
Hjúnini leiddu hesi møtini,
men vitjaðu eisini suðuri í
Vági, har tey hava virkað
fyrr.
Hóast tey eru farin frá
vegna aldur, hjálpa tey
javnan føroyinginum Njáli
Djurhuus í arbeiðnum mill-
um heimleys í Oslo. Eisini
taka tey lut í øðrum evan-
geliskum arbeiði í Noregi.
INNFLYTING
Stefan í Skorini
Joen H. Andreasen, sum
verður Løgtingsins um-
boðsmaður, hevur fingið
arbeiðshøli, har hann skal
halda til komandi tíðina.
Arbeiðshøli
hansara
verða í Niels Finsensgøtu
37 í gamla Fossbankanum.
Umframt Løtingsins um-
boðsmann heldur Real-
kreditstovnur Føroya eisini
til í gamla Fossbankanum.
Í sambandi við at Løg-
tingsins umboðsmaður fer
undir virksemi sítt, verður
móttøka hildin fyri innbod-
num í hølunum í Niels
Finsensgøtu tann 1. mai,
har høvi verður at síggja
hølini.
Løgtingsins
umboðsmaður
flytur inn
Maðurin, ið ikki vil
rinda útvarpsgjaldið,
tí hann sigur seg ikki
hoyra Útvarp Føroya
nóg væl, hevur fingið
greið boð frá
rættinum um at
gjalda. Maðurin sigur
seg fara víðari í
rættin við málinum
ÚTVARPSGJALD
Stefan í Skorini
– Eg fari framhaldandi at
stríðast fyri hesum málin-
um, og eg ætli mær ikki at
gjalda fult útvarpsgjald, so
leingi eg ikki hoyri Útvarp
Føroya, sigur Sigurd Jo-
hannesen.
Sigurd fekk á stuttum
rættarfundi hósdagin boð
um at gjalda útvarps-
gjaldið. Dómarin segði seg
ikki kunna fyrihalda seg til,
at Sigurd sigur seg ikki
hoyra útvarpið, men at
dómarin má syrgja fyri, at
lógin verður hildin.
Sigurd sigur, at hann
fekk at vita frá rættinum, at
um hann ikki rindar út-
varpsgjaldið, so kann Út-
varp Føroya taka pant í
húsunum hjá honum.
Hóast
hesar
hóttanir
hevur hann tó ongar ætlanir
um at gjalda í bræði.
– Eg fari ikki at gevast
við hesum málinum. Eg
fari at stríðast til tann
beiska enda, sigur Sigurd
Johannesen.
Nú fer hann at gera vart
við, at hann ikki hevur í
hyggju at gjalda útvarpin-
um peningin, og so verður
málið væntandi tikið upp í
Føroya Rætti.
Sigurd hevur ikki havt
nakran sakførara at hjálpa
sær enn, men hann fekk at
vita í rættinum, at tað er
sera torført at klára seg
uttan ein sakkønan løgfrøð-
ing. Enn hevur hann ikki
tikið støðu til, um hann fer
at søkja sær hjálp hjá sak-
førara.
Sigurd sigur seg ikki vera
bangnan fyri at fara í
geglið, um tað kemur so
langt.
Útvarpsgjaldið
skal rindast
Sigurd Johannesen vil ikki gjalda útvarpsgjaldið, tá hann ikki
hoyrir Útvarp Føroya. Nú endar málið væntandi í Føroya
Rætti
Mynd: Jens Kr. Vang
Frelsunarherurin
havt vitjan úr Noregi
Majorarnir Ada Cecilie og Thorbjørn Vang vóru í Føroyum og
luttóku á páskastevnu Frelsunarhersins um páskirnar
Føroya Tele kann nú bjóða tær eina heilt nýggja
tænastu, ið kallast sn@rNET. Hetta er eitt fast
samband bygt á ADSL tøknina, ið gevur tær eina
móttøkuferð upp til 1024 k/sek*), har tað vanliga
uppringda sambandið, vit kenna í dag, bert kann
móttaka og senda upplýsingar við eini ferð millum
28 og 56 k/sek. Umframt skjótu ferðina eru eisini
hópin av fyrimunum og nýggjum møguleikum við
tænastuni.
Vilt tú vita meira um sn@rNET, er tú vælkomin
inn í eina av Telebúðunum eftir einum faldara ella
vitja okkara heimasíða á www.tele.fo.
Fyri fyrstu ferð í Føroyum
Við sn@rNET hjá Føroya Tele kanst tú ferðast á internetinum
við rúkandi ferð alt samdøgrið.
Føroya Tele • Postboks 27 • 110 Tórshavn • Tel 30 30 30 • Fax 30 30 31 • e-mail: ft@ft.fo • www.tele.fo
petur & petur • 3 208 70
Fleirfalda ferðina
á internetinum..!
*) Galdandi fyri virki. Fyri privat kann hægsta móttøkuferðin vera 512 kb/sek.
Avmarkingar: Av tí at ADSL-tøknin setur stór krøv til telefonlinjuna, eru
avmarkingar fyri, hvar Føroya Tele kann veita sn@rNET.
Downstream Upstream Stovningargjald Mánaðargjald
256kbps
64kbps 3.995,-
449,-
512kbps
128kbps 3.995,-
649,-
Dátamongdir verða avroknað við 1,50 kr. fyri hvørt megabýt fyri útland
og 0,50 kr. fyri hvørt megabýt fyri innanlands dáta. Prísirnir eru við MVG.
Downstream Upstream Stovningargjald Mánaðargjald
256kbps
256kbps 9.996,-
1.545,-
512kbps
512kbps 9.996,-
1.396,-
1024kbps
512kbps 9.996,-
1.716,-
Dáta verða avroknað við 0,80 kr. fyri hvørt megabýt. Prísirnir eru uttan MVG.
Skapið framtíðina saman við okkum
P
R
I
V
A
T
V
I
N
N
U
L
I
G
T
Føroyski fólkatings-
limurin Óli Breck-
mann hevur í brævi
til danska menta-
málaráðharran,
Elsebeth Gerner
Nielsen, heitt á hana
um at syrgja fyri, at
Føroyar eisini fáa
umrøðu á altjóða
Grand Prixnum, sum
verður í Keypmanna-
havn 12. mai
MELODI GRAND PRIX
Stefan í Skorini
Tann 12. mai í ár verða
Danmark og Danmarks
Radio vertir fyri altjóða
tónleikakapping, sum verð-
ur hildin í Ítróttarparkini í
Keypmannahavn. Í hesum
sambandi framleiðir DR
nøkur postkort, og tað er
Danmarks Turistråd, sum
stuðlar framleiðsluni av
teimum 23 postkortunum.
Tað hevur fingið ilt í
føroyingar og grønlending-
ar, at einki av postkortun-
um vísa myndir úr teimum
báðum londunum, sum tó
eru í danska ríkinum. DR
hevur noktað ferðaráðunum
í Føroyum og Grønlandi at
sleppa við á hesi postkort-
ini, sum skulu sendast
undir kappingini.
T ó n l e i k a k a p p i n g i n
verður sjónvarpað kring
allan heim, og væntandi
fara milliardir av fólki at
sita frammanfyri sjónvarps-
skíggjan hetta kvøldið. Um
allir partar av danska
ríkinum vórðu umboðaðir á
postkortunum, hevði tað
givið hyggjarum eina betri
mynd av Danmark, heldur
Óli Breckmann. Í tí sam-
bandi kann nevnast, at und-
ir teimum Olympisku leik-
unum í Sydney í Australia
seinasta summar, varð ein
mynd av Gásadali nýtt á
heimasíðuni hjá tí danska
olympiska liðnum.
Óli Breckmann vísir á, at
Føroyar og Grønland hava
stórslignari nátturu av vísa
enn Danmark, og tí hevði
tað verið upplagt, at havt
tey við í postkortunum.
Eisini hevði tað verið við til
at styrkt føroyska og grøn-
lendska ferðavinnu, og
harvið styrkt tann einstátt-
aða búskapin í Føroyum.
Formaður Fólkafloksins
heitir á Elsebeth Gerner
Nielsen um at gera alt fyri
at geva Føroyum og Grøn-
landi henda einastandandi
møguleikan at marknaðar-
føra sína ferðavinnu.
Framyvir verða
mánaðarroknskapirn
ir hjá almennum
stovnum lagdir út á
alnetið, so at øll
kunnu síggja , hvussu
umsitingin húsast við
skattaborgarans
peningi
ROKNSKAPUR
Stefan í Skorini
Opinleiki er grundgevingin
hjá Karsteni Hansen, lands-
stýrismanni við fíggjar-
málum, fyri at almanna-
kunngera teir mánaðarligu
roknskapirnar hjá almenn-
um stovnum. Almenna
fyrisitingin verður framyvir
meira opin av hesum til-
taki.
Eitt av endamálunum er,
at nú skal hvør einstakur
áhugabólkur kunna gera
sær sínar egnu metingar av
roknskapinum, sum fyrr
bara hava verið lagdir fyri
serfrøðingar at meta um.
Við hesum kunnu eitt nú
tíðindafólk,
lesandi,
kommunur og politikarar
gera sínar egnu metingar av
støðuni og altíð vita á leið,
hvussu búskaparstøðan er.
Mánaðarroknskapirnir
verða almannakunngjørdir
á heimasíðuni hjá gjald-
stovuni 15. í øðrum mánaði
eftir mánaðarlok. Adressan
á
heimasíðuni
er
www.gjaldstovan.fo.
Fíggjarmálastýrið metir,
at størri tilvitan um lands-
búskaparhaldið fer at seta
politikarum størri krøv og
skapar aðrar fortreytir.
Mánaðarroknskapir
hjá landinum
lagir á netið
Óli Breckmann heitir danska
mentamálaráðharran um at
lova Føroyum og Grønlandi
við á postkortini, sum verða
framleidd til Grand Prixið
Óli Breckmann krevur Føroyar á postkort
Karsten Hansen hevur gjørt av, at allir roknskapir hjá
almennu fyrisitingini skulu leggjast út á alnetið