Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 21. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 76 - 21. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 – Eigarin rennur undan trupulleik- unum alla tíðina og nú er tolið uppi, sigur Ingeborg Vinther BOYKOTT Áki Bertholdsen Eitt fiskavirki, sum ætlanin var at seta á stovn í Lopra, hevur fingið tað ringast hugsandi byrjanina. Tí longu áðrenn fyrsti stertur- in er virkaður, hevur lands- ins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag, gjørt at boykotta virkið. Føroya arbeiðarafelag hevur gjørt av at nokta lim- um sínum at hava nakað sum helst við virkið at gera. Sostatt kunnu limir í Før- oya Arbeiðarafelag t.d. ikki avgreiða fisk, sum hetta virkið keypir á uppboðssøl- uni, hvørki at fáa fiskin av uppboðssøluni, ella lossa, ella koyra, ella nakað ann- að. Og undir slíkum umstøð- um, verður tað ómetaliga trupult, fyri ikki at siga heilt ómøguligt hjá virkin- um at fáa nakran fisk at ar- beiða. Rýmir undan Talan er um fiskavirkið Viking Fisk, sum Hendrik Tausen hevur. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at viðurskiftini hjá hesum virkinum eru so ógreið, at tiltøk verða sett í verk ímóti til, tí viður- skiftini eru fingin í rættlag aftur. – Virkið hevur flutt fleiri ferðir. Fyrst var tað í Vík, síðani í Fuglafirði og sein- ast var tað í Oyndafirði, áðrenn tað nú er flutt suður til Lopra. Samstundis hevur hann skift partafelag einar fýra, fimm ferðir. Ingeborg Vinther sigur, at allastaðni, har virkið hevur verið, hevur arbeiðarafelag- ið havt stórar trupulleikar at fáa eigaran at røkja síni viðurskifti, eitt nú at gjalda limagjald, eftirlønargjald og lívstrygging. – Vit hava havt stríð av honum alla tíðina. Hann vil ikki røkja sínar skyldur, fyrrenn hann er trýstur til tað. Og hvørja ferð trupul- leikarnir á einum stað hópa seg nóg nógv upp, stingur hann av og flytir onkra aðrastaðni. – Hann er heldur ikki limur í Føroya Arbeiðsgev- arafelag. – Ein trupulleiki er eisini, at hesin arbeiðsgevarin hevur einar 10-15 teilend- ingar í arbeiði. Men Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðara- felag vil eisini hava prógv fyri, at hesi fólkini fáa í løn. – Vit hava fingið kærur um, at tey fáa ikki meiri enn 30 krónur um tíman. Men tað er vónleyst at fáa at váttan fyri, at tey fáa sátt- málaásettu tímalønina. Vit hava ikki sæð ein einasta tímaseðil og vit sleppa heldur ikki í samband við sjálvt arbeiðsfólkið. – Nú er tolið uppi og tí hava vit steðgað arbeiðs- plássinum. Ingeborg Vinther sigur, at tiltakið ímóti arbeiðspláss- inum, verða ikki avblást, fyrrenn Føroya Arbeiðara- felag hevur fingið trygd fyri, at arbeiðsgevarin ætlar at røkja sínar skyldur, mót- vegis fakfeløgunum og at hann rindar arbeiðsfólkin- um lønina, sum er ásett í sáttmálanum Sambært útvarpinum, hevur heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini havt trupulleikar av sama arbeiðsgevara. Eitt nú var tað komið so langt, at Starvsstovan gav einaferð boð um at steingja virkið hjá honum, tí tað gekk so illa at fáa hann at lúka treytirnar í matvørulógini. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á mann- inum, men við útvarpið vísti hann kærunum frá Føroya Arbeiðarafelag frá sær og hann segði sam- stundis, at tær fáa lønina, sum er ásett í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðara- felag og Føroya Arbeiðs- gevarafelag. Orsøkin til, at hann hevur teilendingar í arbeiði er, at føroyskt ar- beiðsfólk var ikki at fáa, táið hann byrjaði virkið í Oyndafirði. Føroya Arbeiðarafelag boykottar virki í Lopra Ætlanin var at seta eitt nýtt fiskavirki á Stovn í Lopra. Men virkið fekk so ringa byrjan, sum hugsast kundi Fær Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri,un dirtøku fyri ætlanum sínum at geva vinnu- lívsfólkum fríari ræs- ur at keypa og selja fiskirættindi, fara øll fiskiloyvini at enda í Havn og á Skálafirði, sigur ein annar fólka- floksmaður, Jóanis Nielsen MIÐSAVNING Áki Bertholdsen – Hetta verður uttan iva ein fyrimunur fyri hvønn einstakan reiðara. Men fyri landið verður tað ein stórur vandi. Jóanis Nielsen, løgtings- maður fyri fólkaflokkin, er hart ímóti ætlanunum hjá partamanninum, Jørgen Niclasen, fiskimálaráð- harra á fiskivinnuøkinum. Fyrr í vikuni legði Jørgen Niclasen eina frágreiðing fram, har hann stingur út í kortið, hvussu tann førdi fiskivinnupolitikkurin skal vera framtyvir. Eitt nú heldur hann, at tað hevur stóran týdning fyri fiskivinnuna, at reiðar- ar fáa so fult frælsi sum gjørligt at keypa og selja fiskirættindi. Hetta skal vera galdandi fyri skip og bátar heilt niður í 15 tons. Onkrar einstakar avmark- ingar skulu tó vera, eitt nú skal ongin einstakur reiðari kunna eiga meiri enn ein ávísan prosentpart av fiski- rættindunum. Partamaðurin ósamdur Men tað er longu nú greitt, at fiskimálaráðharrin hevur ikki fulla undirtøku fyri ætlanum sínum. Heldur ikki í fólkaflokk- inum er semja um hesa kós- ina í fiskivinnupolitikkin- um. Ein, sum er avgjørdur ímóti ætlanunum hjá Jør- gen Niclasen, er sjálvur varamaður hansara á tingi, Jóanis Nielsen, løgtings- maður úr Sandavági. – Fær Jørgen Niclasen viðhald fyri sínum ætlan- um, verður endin tann, at øll fiskiloyvini í Føroyum enda í Havn og á Skála- fjørðinum, sigur Jóanis Nielsen. Hann heldur, at tað ein- asta rætta hevði verið at býtt fiskiloyvini út á øki, so at hvørt øki í landinum skal hava rætt til eitt ávíst tal av fiskiloyvum. Hann heldur, at skulu vit tosa um økismenning, hev- ur tað alstóran týdning, at útjaðarin varðveitir ar- beiðsplássini í fiskivinnuni, tí tað vísir seg at vera í hvussu so er at vera ómeta- liga trupult at flyta onnur arbeiðspláss út um landið. – Tað ræður um at varð- veita arbeiðsplássini í fiski- vinnuni úti um landið – og so at fáa nøkur afturat flutt úr miðstaðarøkinum, út á bygd. – Men skulu reiðarar hava fríar ræsur at keypa og selja fiskirættindi, fer tað í longdini at drena útjaðaran fyri fiskiloyvir so at øll fiskivinnan at enda verður miðsavnað í Havn og á Skálafjørðinum. Jóanis Nielsen sigur, at orsøkin til tað er, at tað mesta ev pengunum er mið- savnað í Havn og rundan- um Skálafjørðin. – Tað er í hesum økjum, at fólk hava nógv tær hægstu inntøkurnar. Tað vísa hagtølini svart upp á hvítt. Og av tí sama fara fólk í útjaðaranum ikki at formáa sær nógv ímóti fólkinum í miðstaðarøkin- um í kappingini um at keypa fiskirættindi. Gongdin eyðsæð Fólkafloksmaðurin í Vág- um heldur somuleiðis, at tann sannroynd, at upp- boðssølan er á Toftum, fer eisini at stuðla uppundir tað gongd, at verður tað givið leyst at keypa og selja fiski- rættindi, fer tað at loysa seg best at miðsavna fiskivinn- una rundanum uppboðssøl- una, heldur enn at føra fisk út um landið at verða ar- beiddan. – Men eg dugi væl at síggja, at fríar ræsur at keypa og selja kvotur kann vera ein stórur fyrimunur hjá tí einstaka reiðaranum. – Hinvegin dugi eg eisini at síggja, at fyri samfelagið sum heild, verður tað ein stórur vansi. Hann sigur, at hesi sein- astu árini hevur gongdin verið tann, at fiskiloyvi eru flutt frá útjaðaranum, inn ímóti miðstaðarøkinum. So vítt hann minnist, vóru eini sjey fiskiloyvi í Sandavági og Miðvági 15 árum síðani, at fáum árum síðani. Nú eru bara tvey eftir. Og tað er hendan gongdin, sum má vendast, heldur sanda- vágsmaðurin. Ikki umaftur Fyri nøkrum árum síðani varð ein líkandi roynd gjørd at varðveita fiskivinnuna úti um landið. Tað var tá ið ætlanin var at gera eitt ráfiskabýti, har hvørt øki í landinum skuldi fáa rætt til eitt ávíst tonsatal av tí fiski, sum varð fiskað- ur. Men tað datt skjótt nið- urfyri aftur. Jóanis Nielsen heldur ikki, at hetta, at býta fiski- rættindi sundur ímillum økini, kann samanberast við ráfiskabýtið. – Tað í lagi at kapping er um fiskin á landi, tí tað kann ongin ivi vera um, hvønn týdning uppboðssøl- an hevur havt fyri fiskaprís- irnar. – Hinvegin eigur hvørt øki at hava rætt til eitt ávíst tal av fiskilrættindum. Er tað so okkurt øki, sum ikki fær brúkt sína »kvotu« av fiskirættindum, er tað sjálvsagt væl hugsandi, at vinnulívsmenn úr øðrum økjum seta seg niður í tí økinum og leggja sítt virk- semi har. Jóanis Nielsen sigur, at hann fer at gera alla sína ávirkan galdandi fyri at ætl- anin hjá Jørgen Niclasen ikki verður sett í verk. – Tað skal fyrst og fremst gerast innanhýsis í fólka- flokkinum. Hvat úrslitið verður, veit eg ikki, men eg havi varhugan av, at eg eri ikki einsamallur í flokkin- um um mína støðu, sigur løgtingsmaðurin úr Vágum. – Eg eri heldur ikki meiri enn varamaður hjá Jørgen Niclasen, so tað kann vera so skjótt, at eg eri farin úr Løgtinginum aftur, leggur hann afturat. Øll fiskiloyvini enda í Havn og á Skálafirði Fiskivinnupolitikkurin hjá Jørgen Niclasen er ein fyrimunur fyri hvønn einstakan reiðara, men fyri landið er tað ein stórur vansi, sigur partamaður hansara, Jóanis Nielsen, tingmaður úr Vágum fyri fólkaflokkin Javnaðarflokkurin tekur eftir viðgerð í uttanlandsnevndini undir við at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks. Hetta ger til skammar pástandin hjá løgmanni, tá hann sýtti Høgna Hoydal at leggja slíkt uppskot fram, tí andstøðan fór at vera ímói SJÁLVSTÝRI John Johannessen Fyri nøkrum vikum síðani hótti Anfinn Kallsberg, løgmaður, við at tveita Tjóðveldisflokkin úr sam- gonguni, tí Høgni Hoydal hevði borið eitt uppskot í tingið um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks. Løgmaður segði tá, at hann vildi ikki hava eitt uppskot um nakað eins sjálvsagt, sum dagin í dag fyri tingið, so andstøðan kundi atkvøða ímóti tí. An- finn Kallsberg vildi nevni- liga ikki hava, at nakar kundi siga, at løgtingið ikki var samt um, at Føroya fólk hevur fullan sjálvsavgerð- arrætt. Men uppskotið kom kort- ini fyri tingið. Tó ikki sum sjálvstøðugt uppskot, men sum inngangur til uppskot- ið til samtyktar um sjálv- stýri Føroya fólks. Og júst hesum inngang- inum tekur Janaðarflokkur- in sum stórur partur av and- støðuni av fullum huga. Tískil ber til at staðfesta, at grundgevingin móti Høgna Hoydal í stóra sam- gongustríðnum um sjálv- stýrisleistin er gjørd til skammar av stórum parti av andstøðuni í álitinum hjá uttanlandsnevndini til upp- skotið um sjálvstýri Føroya fólks. Løgtingið viðgjørdi í gjár, eftir at Sosialurin var prentaður, uppskotið til samtyktar fyri aðru ferð. Upplýsingar um samferðslutrupulleik ar eiga at vera partur av tíðindasendingun- um í loftmiðlunum. Tað heldur Jógvan við Keldu, sum hevur sett Bjarna Djurholm skrivligan fyrispurn- ing um hetta FYRISPURNINGUR John Johannessen Tað eigur at verða álagt Strandfaraskipum Landsins saman við einum loftmiðli at kunna um samferðslu- trupulleikar. Hetta heldur Jógvan við Keldu, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Jógvan við Keldu hevur tí sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, skrivligan fyri- spurning, har hann spyr, hvussu tað ber til, at upp- lýsingar um samferðslu- trupulleikar hjá SL á sjógvi ikki eru ein partur av tíð- indasendingunum í Útvarpi Føroya ella í Rás 2. Í øðrum lagi spyr Jógvan við Keldu, um landsstýris- maðurin ætlar at taka hend- an tátt upp við antin Útvarp Føroya ella Rás 2. Jógvan við Keldu vísir á, at føroyska samferðslan á sjógvi tíðum verður órógv- að av vánaligum verðri, av breki ella onkrum øðrum. Og tí heldur hann tað vera átrokandi, at ein kunda- tænasta kemur at virka, so brúkarin av samferðslu- kervinum fær upplýsingar um møguligar ferðslutrup- ulleikar gjøgnum eina út- varpsrás. – Í grannalondum okkara er vanligt, at upplýsingar verða givnar um ferðslu- trupulleikar hvønn tíma, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Eisini verður brotið inn í sendingar, um tað verður hildið neyðugt, tí ein ella annar trupulleiki brádliga hevur tikið seg upp, sigur Jógvan við Keldu í við- merkingunum til fyrispurn- ingin. Jógvan við Keldu heldur, at um vit sammeta Føroyar í stødd við londini uttan um okkum, hava Føroyar helst tann mest vánaliga regular- itetin og mest vánaligu upplýsingartænastuna. FYRISPURNINGUR John Johannessen Jenis av Rana vil hava at vita frá ríkisumboðkvinn- uni, nær hjúnabandslógin verður sett í gildi fyri Føroyar. Løgtingið hevur samtykt ríkislógartimæli um at seta í gildi fyri Føroyar hjúna- bandslógina, ella rættari »lov om ægteskabets ind- gåelse og opløsning«. Jenis av Rana vísir í við- merkingunum til fyrispurn- ingin á, at hann áður hevur spurt ríkisumboðskvinn- una, hví lógin ikki enn var sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Tá svaraði ríkisumboðið, at tað helst fór at vera klárt at seta lógina í gildi í endan- um av 2000. – Eitt fjóðringsár er nú liðið, gott og væl, uttan at nøkur loysn er í ljósmála – tí hendan fyrispurning, sig- ur Jenis av Rana í fyri- spurninginum til ríkisum- boðskvinnuna. POLITIKKUR & SAMFELAG Meiriluti fyri sjálvsavgerðarrættinum Útvarpið eigur at kunna um samferðslu Jenis krevur svar um hjúnabandslóg