mikudagur 29. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 166 - 29. august 2007
tíðindi
- Fiskiflotin stendur
yvirfyri stórum
avbjóðingum við
hækkandi rentu,
hækkandi oljuprísum,
lækkandi dollarvirði
– og at enda vantandi
arbeiðsmegi.
Skipini tjena ikki
»yvirnormalan
profitt«, og tí eiga
myndugleikarnir ikki
at leggja meira skatt á
flotan. Vit eiga heldur
at geva vinnuni betri
og tryggari karmar
at virka undir, sigur
Bjarni Arnason,
sum helst kennir
gongdina í føroyska
fiskiskipaflotanum
betur enn tey flestu
FiskiFlotin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjarni Arnason, ið starvast
hjá grannskoðarafyritøkuni
Rasmussen & Weihe, hevur
seinastu árini greinað rokn
skapirnar hjá føroyska fiski
skipaflotanum, sum er yvir
100 tons og er fevndur av
lógini um vinnuligan fiski
skap.
Greiningin byggir á al
mennar roknskapir og yvir
tøl,
sum
Bjarni
hevur
útvegað sær í aðrar mátar
yvir gongdina hjá flotanum.
Hann má tí metast at vera
ein av teimum, sum rættiliga
kann sigast at hava sett seg
inn í gongdina hjá okkara
fiskiskipaflota
seinastu
árini.
Misjøvn gongd
Bjarni Arnason var ein
teirra, sum hevði framløgu
á fiskivinnuráðstevnuni í
Klaksvík herfyri.
Vit hava soleiðis gjørt
kanningar av at kalla øllum
fiskiskipaflotanum,
segði
hann.
Á hvørjum heysti hevur
grannskoðarafelagið skipað
fyri framløgu á skrivstovu
felagsins, har viðskifafólk
hjá felagnum eru boðin
við.
Sosialurin hevur soleiðis
eisini við stórum áhuga
luttikið á fleiri av hesum
framløgum, ið Rasmussen
& Weihe hava skipað fyri.
Á ráðstevnuni í Klaksvík
segði Bjarni, at tað eru tveir
skipabólkar
–
pelagiski
flotin og verksmiðjuflotin
– sum kanska eru førir fyri
at endurnýggja seg við
teirri gongd, sum hevur
verið og er í løtuni. Hesir
hava
havt
eina
fína
forrenting av eginognini,
meðan hon hevur verið
negativ hjá øðrum skipa
bólkum.
Flestu skipabólkar hava
tískil ikki fíggjarliga orku
til endurnýggjan, men hava
so dánt pening til viðlíka
hald og at seta skipini í tann
stand, sum sjófólkið í dag
krevur
av
sínum
arbeiðsplássi.
Hann ásannaði, at tað eru
skipabólkar, sum hava tað
trupult, og har lønsemið
einki er at reypa av.
Gongdin røkkur ikki til,
at feløgini hava nóg stóra
fíggjarliga
orku
til
at
dagføra flotan, sum innan
ávísar skipabólkar longu
hevur nógv ár á baki.
Bjarni vísti eisini á, at
ársverkini í flotanum sam
bært uppgerðini hjá honum
fækka í tali.
Avlop til hall
Vit síggja, at samfelagið
er ógvuliga væl koyrandi í
løtuni, og tað merkir, at
torført er at útvega fólk til
fiskivinnuna, bæði á sjógvi
og landi. Neyðugt verður tí
at hyggja eftir, hvar og
hvussu
man
kann
fáa
arbeiðsmegi at fylla tey
plássini, har tørvurin er.
Hann segði, at árið 2001
var eitt serliga gott ár hjá
fiskiskipaflotanum
sum
heild – og 2002 var eisini
eitt rímiliga gott ár.
Men síðan hevur gongd
in verið heldur vánalig hjá
fleiri skipabólkum.
Heldur tryggari karmar
Flogfar rendi á fugl
Eitt rutuflogfar hjá norska flogfelagnum
Widerøe noyddist at venda aftur fyrrapartin í
gjár, eftir at tað hevði stoytt saman við ein
fugl. Nordlys skrivar, at flogfarið var júst farið
á flog av flogvøllinum í Bodø, tá tað stoytti
saman við ein fugl. Flogskiparin gjørdi av at
venda aftur, og løtu seinni setti flogfarið seg í
øllum góðum. Flúgvileiðarin í Bodø sigur, at
eingin vandi var á ferð, men flogfarið skal
kannast, áðrenn tað sleppur aftur á flog.
Bjarni Arnason, sum situr
fremstur vinstrumegin á
myndini, má metast at vera
ein av teimum, sum rættiliga
kann sigast at hava sett seg
inn í gongdina hjá okkara
fiskiskipaflota seinastu árini.
Hann hevur nevniliga gjørt
regluligar greiningar yvir
meginpartin av fiskiflotanum
yvir 100 tons, sum er fevndur
av lógini um vinnuligan
fiskiskap
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vænta lítlan ís
Íslendingar vænta ikki nógvan havís fram við
landi í Grønlandsfjørðinum í vetur. Ta seinastu
tíðina hevur hann verið vestan í ættini, og tað
hevur gjørt, at nakað av ísi er komin undan
Eysturgrønlandi og eystur við Vestfirðum. Men
royndirnar vísa, at ísurin hevur verið minkandi
tey seinastu umleið 30 árini orsakað av, at
sjógvurin er vorðin lýggjari, skrivar Morgun
blaðið. Tað ger millum annað, at ísurin bráðnar
skjótari enn fyrr.