mikudagur 29. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 OFFSHORE EUROPE 2007 Sosialurin 29. august 2007
Úr rúgvuni av verkætla
num, sum oljupengar til
vinnuliga førleikamenning
eru latnir til, telist verkætl
anin hjá Bárði Niclassen
úr Hoyvík. Hann hevur
vart sína doktararitgerð
um alduforsagnir, men er
longu farin víðari við eini
post. doc. Lat okkum siga,
at hann ”temur” aldur á
doktarastigi
Sum umtalað í grein aðrastaðni í
blaðnum, so bundu oljufeløgini,
ið fingu leitiloyvi á føroyska
landgrunninum í 2000 og 2004,
seg til at gjalda ávísa upphædd til
vinnuliga førleikamenning.
Skjótt stóð greitt hjá bæði
føroyskum myndugleikum og
oljufeløgunum sjálvum, at hesin
peningur ikki bert skuldi veitast
til førleikamenning við beinleiðis
tilknýti til oljuvinnuna, men
eisini øðrum vinnugreinum.
Dømi um eina tílíka verkætlan
er verkætlanin hjá 33 ára gamla
Bárði Niclassen úr Hoyvík, sum
fyrr í ár lat úr hondum Ph.D.
ritgerð innan alduforsagnir, og
sum hann stutt eftir, í apríl
mánaði, vardi á Fróðskaparsetri
Føroya. Aldufrymilin, ið hann
hevur víðariment í samband við
hesa verkætlan, tekur støði í
veðurforsagnum,
streymviðurskiftum og
botnviðurskiftum kring
oyggjarnar og kann út frá hesum
rokna seg fram til longd og hædd
á aldunum. Víðarimenningin
tekur støði í øðrum forritum, ið
eru ment gjøgnum ávísa tíð,
serliga í Hollandi.
Saman við sínum aldufrymli
megnar Bárður Niclassen at spáa
um, hvussu stór alda verður á
ymsum leiðum nær landi, um
veðurforsagnirnar annars halda.
Tað honum tørvar fyri at koma
við álítandi alduforsagnum er
nevniliga ein álítandi
veðurforsøgn yvir økið, ið mett
verður um.
Hent útróðrarkunning
Bárður Niclasen dugir ikki at
rópa á aldurnar fyri at fáa tær at
leggja seg, eins og Messias
gjørdi á Genesareth’s vatni á
sinni. Hinvegin so tørvar honum
nágreiniligar upplýsingar um
havdýbd, streym og vindmegi
sum input til eitt telduforrit, sum
kann rokna út, hvussu aldurnar
fara at hátta sær inni millum
oyggjarnar og tætt inni á
landleiðini.
Talan er um alduforsagnir ein
slakan fjórðing úr landi og út á
einar 12 fjórðingar, ella sum
Bárður skemtandi tekur til, so
eru tað landkrabbar og
frikadellufiskarar, ið fáa størstu
nyttuna av hansara arbeiði.
Samstundis er tað eisini nær
landi, at torførast er at spáa um
aldurnar, tí her hava skiftandi
streymviðurskifti og veðurlag
størstu ávirkan. Øðrvísi er longur
úti á havinum, har alduforsagnir
longu eru tøkar frá ymsum
veðurstovnum. Sostatt ber við
frymlinum hjá Bárði til at fáa
alduforsagnir ein fjórðing úr
landi og út á alt sjóøkið kring
Føroyar, sum røkkur út á 200
fjórðingar.
Telduforritið hjá Bárði
Niclassen ger nýtslu av einum
øðrum forriti innan
streymmodelering, sum
vegleiðari hansara, Knud
Simonsen lektari í havfrøði,
hevur staðið á odda fyri at
menna. Tað forritið, sum heldur
skemtiliga verður nevnt HÚK (=
Hent Útróðrarkunning), greiddi
Knud Simonsen saman við
øðrum úr hondum fyri nøkrum
árum síðani. Tað forritið hava
føroyskir útróðrarmenn og skip
og bátar annars, ið sigla inni
millum oyggjarnar, havt stóra
gleði av síðani.
Meðan streymviðurskifti eru
lutfalsliga løtt at spáa um, tí tey
eru tengd at flóð og fjøru og
astronomiskum viðurskiftum, so
sum fjarleika mánans frá jørðini,
so er verri at spáa um aldur.
Hetta kemst av, at neyvar
alduforsagnir eru treytaðar av
neyvum veðurforsagnum. Tí
gerast aldurforsagnirnar hjá
Bárði Niclassen ongantíð meiri
álítandi enn veðurforsagnirnar
annars eru.
Framvegis á aldutoppinum
Sjálvt um hann longu ”temur”
aldur á doktarastigi, so er Bárður
Niclasen ikki sokkin í nakran
aldudal enn, men granskar
framvegis innan sama
áhugaverda evnið. Nú
doktararitgerðin er løgd afturum,
er hann í gongd við víðari
gransking og eina verkætlan ið á
akademiskum máli verður rópt
ein post. doc.-verkætlan.
Bárður leggur dent á, at
neyvleikin við aldumodellinum í
stóran mun er tengdur at
tættleikanum fyri útrokningarnar
– ella sagt á annan hátt, hvussu
tætt ’grid’ ein brúkar. Um
upplýsingar um havdýbd, streym
og vind eru tøkar fyri til dømis
hvørjar 100 fermetrar, so kann
aldumodellið gera neyvari
útrokningar, enn um somu
upplýsingar bert eru tøkar fyri
hvønn ferkilometur.
Hinvegin skal havast í huga, at
so hvørt sum tættleikin minkar,
so krevst størri rokniorka, og tað
setur aftur størri krøv til
skjótleikan hjá teldunum.
Leggjast kann afturat, at
Náttúruvísindadeildin hjá
Fróðskaparsetrinum nýliga hevur
fingið dagførda telduútgerð, so
hetta fer uttan iva at betra um
møguleikarnar hjá Bárði at
menna ein aldufrymil, ið kann
gera enn neyvari alduforsagnir.
Hendan telduútgerðin, sum eisini
aðrir granskarar á
Fróðskaparsetrinum njóta gott av,
er sponsorerað av Atlantic
Petroleum og Geysir Petroleum.
Post. doc. verkætlanin hjá
Bárði Niclaseen kemur væntandi
at taka tvey ár og verður stuðlað
av Granskingarráðnum og
Fiskivinnuroyndum.
Nýtsluøkir fyri aldumodell
Ítøkiliga sæð kann aldumyndilin hjá Bárði Niclassen millum annað brúkast til:
• at útvega upplýsingar um alduviðurskiftini í samband við bygging av
havnum
• kanningar av, hvønn týdning aldurviðurskiftini hava fyri reinsan av
botninum undir alibrúkum, og annars í sambandi við dimensionering av
alibrúkum og havnum
• at verða hent amboð hjá skipaferðsluni, umframt til kanningar av undir
hvørjum umstøðum ringur sjógvur ávirkar summi økir
GRANSKING OG
FØRLEIKAMENNING
Eftir Hilmar Simonsen
Visti tú:
Aldumodellið hjá Bárði
Niclassen er ikki tøkt á
marknaðinum enn, men til
ber at síggja alduforsagnir
úti á havinum á til dømis
hesum heimasíðum:
http://vs.sigling.is
http://ocean.dmi.dk
www.met.no
Oljupengar fíggjað verkætlanina
PhD-verkætlanin hjá Bárði A. Niclasen er
fíggjað av Statoil-bólkinum, ið er eitt samtak
av oljufeløgunum Statoil, Phillips, Enterprise
og Veba. Liðugtgerð av PhD-ritgerðini er
eisini stuðlað av Vísindagrunninum hjá
Føroya Sparikassa og av
Náttúruvísindadeildini.
Bárður temur aldurnar
Bárður Niclassen, stuðul frá
oljufeløgum til doktararitgerð