mikudagur 29. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 166 - 29. august 2007
enn skatt á fiskiflotan
Bjarni helt, at eitt samlað
avlop upp á einar 34
miljónir krónur í 2005 er
einki at reypa av.
- At eginognin minkar,
avspeglar
hinvegin
ikki
veruligu
gongdina
hjá
flotanum, tí nógvar sølur
hava verið, og hesar hava
eisini ført til, at kapitalur er
farin úr vinnuni.
Hann segði, at tað týdn-
ingarmesta er, at vinnan er
»røsk« av savna pening,
men tað hevur hon ikki
verið nóg góð til seinastu
árini.
- Í so máta liggur fiski-
vinnan næstan øll árini
lægri enn aðrar vinnur.
Til
stuttleikar
nevndi
hann, at eitt nú bakarar
liggja ovarlaga, tá ræður
um forrentning av vinnu-
ligum virksemi.
Veksandi veðskuld
- Soliditeturin hjá fiski-
flotanum er góður hjá
summum skipabólkum og
minni góður hjá øðrum,
men miðaltalið er 29,2%,
og tað er ikki nøktandi. Vit
kunnu ikki siga, at hetta er
ein serliga sterk vinna.
Millum bólkarnar er onkur,
sum er væl fyri, og hesi
skip toga miðaltalið upp-
eftir, segði Bjarni.
Hann vísti eisini á, at tá
skip verða seld og keypt,
soleiðis sum tað hevur verið
seinastu árini, skulu tey
sjálvsagt eisini fíggjast, og
tá veksur veðskuldin.
- Skip og veiðiloyvi hava
verið dýr seinastu árini í
mun til tíðina beint eftir
kreppuna, tá vinnutólini
fóru fyri ein lutfalsliga
bíligan pening.
Bjarni helt, at serliga
pelagiski flotin hevur gjørt
nógvar
og
spennandi
íløgur.
- Tað gekk ógvuliga væl
hjá hesum partinum av flot-
anum í fjør, bæði í nøgd og
prísum, og tað var serliga
prísurin,
sum
gjørdi
útkastið.
Stórar avbjóðingar
Bjarni Arnason segði, at
við veksandi veðskuld í
fiskiskipaflotanum og økt-
ari rentu, kemur markn-
aðarrentan at merkja rakst-
urin av flotanum.
Hann man soleiðis eisini
við tey trý viðurskiftini,
sum kunnu koma at merkja
gongdina frameftir.
- Renta og olja ganga
okkum ímóti, og dollarvirði
hevur verið lækkandi og fer
væntandi at lækka uppaftur
meira. Lækkandi dollarin
merkir, at tað gerst tyngri
hjá eitt nú upsa at kappast á
evropeiska
marknaðinum
móti pollokkinum úr dollar-
londunum.
Hann legði tó aftrat, at
kortini hevur upsaprísurin á
evropeiska
marknaðinum
verið góður, og tað hevur í
fyrsta lagi havt stóran
týdning fyri partrolararnar
og onnur før, sum veiða
upsa.
- Fiskiflotin stendur tískil
yvirfyri
stórum
avbjóð-
ingum við hækkandi rentu,
hækkandi oljuprísum, lækk-
andi dollarvirði – og at
enda vantandi arbeiðsmegi.
Tilfeingisrenta – nei!
Í framløgu síni segði Bjarni,
at fiskiflotin als ikki tjenar
»yvirnormalan
profitt«,
sum hann tók til.
Hann nam eisini við nógv
umrøddu tilfeingisrentuna
– ella tilfeingisgjaldið, ið
afturvendandi hevur verið
frammi í politiska kjakinum
seinnu árini.
- Spurningurin er, hvat
man
ynskir
við
eini
tilfeingisrentu? Royndir úr
øðrum londum vísa, at
slíkir skattir ikki hava gjørt
tað lættari fyri fiskiflotan.
Hann helt, at soleiðis,
sum gongdin hevur verið í
seinastuni við, at virkir og
skip í størri mun aftur eru
savnað undir sama hatti,
verður
ikki
lættari
at
praktisera eina tilfeingis-
rentu.
- Veiðiloyvi eru handlað,
og spurningurin er, um
keyparar skulu betala tvær
ferðir fyri rættindini? Tað
gevur væl onga meining.
Hann helt, at tað skapar
ótryggleika í vinnuni og ger
karmarnar
ótryggari,
tá
áhaldandi verður tosað um
at leggja hægri skatt á
vinnuna.
- Spurningurin er eisini,
um nóg nógvir keyparar
verða á marknaðinum í
framtíðini, tá karmarnir fyri
tey vinnurekandi kunnu
kennast so ótryggir og
truplir.
Bjarni segði seg vera av
teirri áskoðan, at myndug-
leikarnir ikki eiga at leggja
meira skatt á vinnuna, men
heldur eiga at fokusera upp
á at geva vinnuni betri
karmar at virka undir.
Dagføringar
- Sjálvandi treingir ein og
hvør skipan til dagføringar,
og sum eg skilji Kjartan
Hoydal, eiga vit bara at
regulera veiðitrýstið, um
tað broytist, men til tess er
so eisini neyðugt, at vit
kenna veiðitrýstið, segði
Bjarni Arnason, eftir at
Kjartan Hoydal í síni fram-
løgu hevði eftirlýst teirri
kanning ella gransking av
veiðitrýstinum,
sum
ongantíð er gjørd.
Ráevni í Eysturgrønlandi
Grønmlendska felagið Nuna Minerals er í ferð við at
kanna, hvørji ráevni eru at finna fram við grønlendsku
eysturstrondini. Tær seinastu fimm vikurnar hava fólk hjá
felagnum tikið umleið 1.000 ymsar royndir frá Tasiilaq
og suðureftir, og tær skulu nú kannast. Jarðfrøðingurin
Anders Lie, sum stendur á odda fyri kanningunum, sigur
við útvarpið í Nuuk, at nakrar av royndunum eru
áhugaverdar, og tí eru vónirnar góðar, sigur hann.
Brekkubrothers
við nýggjari útgávu
Brekku Brothers leggja í løtuni seinastu hond á komandi
útgávu teirra, »From Boston to Tórshavn« ið plátufelagið Tutl
gevur út í næstum. Fløgan er tikin upp i Airplay í Århus í
samband við Brekku Brothers Nordic Relation Tour 2006. Á
fløguni arbeiðir bólkurin víðari við verkætlanini, at læra tey, ið
vanliga ikki lurta at jassi at elska jass, siga Brekku brøðurnir í
tíðindaskrivi. Brekku Brothers Vol II kemur í handlarnar
7. september.
- Flestu skipabólkar hava
ikki fíggjarliga orku til
endurnýggjan, men hava so
dánt pening til viðlíkahald
og at seta skipini í stand.
Lønsemi er einki at reypa
av, og flotin verður ikki
dagførdur, samstundis sum
ársverkini fækka, sigur Bjarni
Arnason
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á Føroya Sjómannadegi var Klaksvíkin enn einaferð vertur fyri
stórari fiskivinnuráðstevnu, har »tungir« dreingir í vinnuligum
høpi søgdu sína hugsan um gongdina í fiskivinnuni, bæði á
sjógvi og landi
Mynd: Vilmund Jacobsen