Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 29. august 2007 11 viðmerkingar Vælferðarpolitisk stórmál eru á skrá hjá samgonguni at fremja í heyst – tí er hetta ein innilig áheitan á allar sam­ gongulimir, um at taka viljan til at fullføra arbeiði við teim­ um politisku stórmálunum fram um valtaktiska politiska egoismu Tað var ein klók avgerð um eina góða semju, sum løgmaður og floksformenninir í samgonguni tóku í málinum um at skipa Føroyar sum eitt valdømi, so avgerðin fær gildi aftaná fyrstkomandi løgtingsval, og at Suðurstreym í millumbilinum fær eina størri umboðan við einum tinglimi aftrat. Samgonguumboðini, sum eru ímóti einum valdømi, hava sagt, at tey kunnu liva við hesum, og taka tí undir við semjuni. Og sjálvandi eiga tey sum eru fyri einum valdømi, eisini at kunna taka undir við hesum. Tí hetta gevur øllum pørtum tað neyð­ uga skotbráðið til at fyrireika seg og innstilla seg til hesa víðgongdu broytingina í val­ skipanini. Tey samgonguumboðini, sum kortini ikki vilja tað, mugu hava okkurt annað í kvittanum – okkurt taktiskt lokabragd ­ annars er tað ikki til at skilja. Tí um samgongulimir fara at svíkja semjuna, sum løgmaður og floksformenninir hava gjørt – eftir at málið hevur verið viðgjørt bæðí á samgongufundi og í tingbólkunum ­ so stinga teir samgonguna í ryggin, ilt kemur millum flkkarnar, samgongan slitnar, nýval verður útskrivað – og øll stórmálini sum samgongan hevur eftir at fremja í heyst, detta niðurfyri. Her eru nevnliga nógv og góð vælferðarpolitisk mál, sum ymisku landsstýrismenninir skulu leggja fram vegna samgongu okkara. Úr rúgvuni frá Almanna­ og heilsumálaráðnum: • Bústaðarpakkin: Luta­ íbúðalógin er á veg í tingið. Í oktober kemur nýggja bústað­ arpartafelagið sum skal lætta um hjá veikum bólkum at fáa fígging, og samstundis veita pensjonistum orku­ og bjálv­ ingarstuðulslán. Í oktober kemur eisini leigulógin. • Fyritíðarpensjón: Lægsta verður nógv hækkað, inn­ tøkumarkið hækkað og mót­ rokningin lækkað – í tingið í næsta mánaða. • Barnaískoytisstuðul til stakar uppihaldarar ­ er á veg í tingið. • Barnsins 1. sjúkradagur, endurgjald til tímalønt ­ er á veg í tingið • Nýggj sjúkrakassaskipan: lógin er á veg í tingið. • Nýggj tubbakslóg, sum ger almenna rúmið í Føroyum roykifrítt, í tingið í okt. • Nýggj sálarsjúkulóg: nýggj tíðarhóskandi lóg í staðin fyri 70­ára gomlu psykiatrilógina – í tingið síðst í sept. • Endurbúgving: betri stuðul, sum skal gerast óheftur av inntøkuviðurskiftum hjá hjúnarfelaga – lógin er á veg í tingið • Frí koppseting: lóg um at veita fólkapensjonistum ókeypis influensakoppseting Hesar verklagslógir verða lagd­ ar fyri tingið í næsta mánaða: • Sambýli til sálarsjúk í Havn • Økisdepil fyri sinnisveik í Suðuroy • Røktarheimsbygging í Norðoyggjum Úr rúgvuni frá øðrum aðalráðum: • Fastognarkeypilóg: lóg sum ásetir krøv í smb. við húsa­ keypi og sølu – kemur seinni í heyst (Innlendismálaráðið) • Arbeiðsskaðartrygg­ ingarlóg: nýggj lóg at nútím­ ansgera reglur um trygd og upphæddir – kemur í sept. (Vinnumálaráðið) • Endurgjaldsábyrgd: nýggj lóg við ásetingum um endur­ gjald til persónar, ið hava verið fyri skaða – kemur í heyst (Innlendismálaráðið) • Brúkaravernd: Nýggj lóg um marknaðarføring og brúkara­ vernd – frá Vinnumálaráðnum í sept. (Vinnumálaráðið) • Nýggjar útbúgvingarlógir: um miðnáms­, lærara­ og pedagogútbúgving og lóg um Føroya Lærda Háskúla (Mentamálaráðið) • Nýggj eftirlønarskipan: Lóg um uppsparing til eftirløn (Fíggjarmálaráðið) Onnur stórmál hjá landsstýrissamgonguni: • Umhvørvisvernd: Løgtingssamtykt um stað­ festing av Kyotosáttmálanum og verju av osonlagnum (Løgmansskrivstovan) • Náttúruvernd: Nýggj lóg um nýskipan av føroyskari náttúru­ vernd (Innlendismálaráðið) • Yvirtøka av vinnulóggávuni: Løgmansskrivstovan og Vinnumálaráðið • Búskapargrunnur: lóg um búskapargrunn til inntøkur frá einskiljingum og møgl. oljuvinnu (Fíggjarmálaráðið) • Sandoyartunnil: lóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy (Vinnumálaráðið) • Trygdarmiðstøð: verklagslóg um nýggja trygdarmiðsstøð í Klaksvík (Fiskimálaráðið) • Kringvarpshús: verklagslóg um útbygging av kringvarpshúsið í sortudíki (Mentamálaráðið) • Útlendingalóg: broytingar reglunum í útlendingalógini um innflyting av arbeiðsmegi úr ES­londum (Innlendismála­ ráðið) • Kirkjulógir: 7 løgtingslógir um kirkjuviðurskifti í smb. við yvirtøkuna av Fólka­ kirkjuni (Mentamálaráðið) Latið góðan samstarvsanda ráða Slitnar samgongan nú í heyst, detta øll hesa góðu politisku stórmálini niðurfyri. Tað hevði verið ein sonn vanlukka. Tað kann ein og hvør skilja, sum hyggur henda langa listan ígjøgnum. Og tað hendir, um samgongulimir ikki vilja fylgja teirri skilagóðu semju, sum er gjørd millum løgmann og formenninar í samgongu­ flokkunum. Latið okkum heldur øll í samgonguni sleppa allari val­ taktiskari politiskari egoismu, og leita tann framúr góða sam­ starvsandan framaftur, sum higartil hevur rátt okkara millum í hesum samgongu­ skeiðinum. Hesin samstarvs­ andin hevur givið megnarúrslit í framdum avrikum á øllum økjum, og lat okkum halda á hetta árið út, so vit eisini kunnu fullføra okkara arbeiði við eisini at fremja hesi politisku stórmálini, sum eru á okkara skrá í heyst. Vestmanna, tann 25. aug. 2007 landsstýrismaður Hans Pauli strøm Politisk egoisma má ikki forkoma stórmálum Eingi útlit eru til, at átrok­ andi mál fáast frá hondini, og skjýtur Tjóðveldisflokk­ urin ma. upp, at vit sum skjótast fáa avgreitt nøkur av sáttmálabundnu viður­ skiftum okkara mótvegis útlandinum. Tað kann skjótt gerast ein størri smeitur fyri okk­ um, um vit ikki seta í verk og fylgja teimum altjóða sáttmálum, sum vit hava samtykt at seta í verk og fylgja. Víst verður ma. til upp­ skotini um lívfrøðiligt margfeldi og Kyoto­frum­ skjalið, sum bæði vóru reist í farnu tingsetu. Lívfrøðiligt margfeldi Løgtingið samtykti í fjør at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og at lýsa margfelda lívið í før­ oysku náttúruni. Tíverri røkist einki fyri, at vit í heila tikið ætla okk­ um at halda altjóða skyldur okkara á hesum øki. Tað tekur fleiri ár at savna neyðugu vitanina, og einki røkist fyri, at fakligur førleiki verður settur av til hetta arbeiðið. Løgtingið hevur fyri aðru ferð samtykt at fylgja síni egnu samtykt í hesum sáttmála, og heitt á lands­ stýrið um at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni. Landsstýrið liggur tíverri framvegis ímóti løgtingsins vilja á málinum og sátt­ málabundnu skyldum okk­ ara mótvegis útlandinum. Kyoto ­ frumskjalið Løgtingið feldi uppskotið um at seta altjóða sáttmál­ an um umhvørvisvernd, Kyoto­frumskjalið, í gildið, vísandi til, at landsstýrið arbeiddi við málinum. Sáttmálin liggur tíverri framvegis óvirkin, tí at landsstýrið fær ikki tikið seg saman til at fylgja honum. Føroyar liggja í atgerðar­ loysi á umhvørvisøkinum og eru á ongan hátt partur av teimum framtøkum, sum grannalondini og flest øll heimsins lond eru partar av. Veðurlagsbroytingarnar ávirka vistskipanirnar á sjógvi og landi kring allan knøttin, og Føroyar merkja eisini hesar veðurlagsbroytingar á yms­ an hátt. Tjóðveldisflokkurin hev­ ur mælt til, at landsstýrið tekur upp samráðingar bein­ leiðis á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleiðis mótvegis altjóða stovnum Skotið verður nú upp av nýggjum, at løgtingið tekur hetta stigið. Tað áliggur okkum sum tjóð at taka umhvørvislig og menniskjalig atlit og at vísa, at vit eisini taka fulla ábyrgd av, at okkara eftir­ komarar fáa møguleikan at liva eitt virðiligt lív í reinum umhvørvi. Tað er bæði átaluvert og óheppið, at landsstýrið framvegis stendur á berum, tá tað um slík átøk ræður. Einki fyrireikingararbeiði er gjørt í mun til eitt sam­ skipað átak á økinum, og teir ymsu landsstýrismenn­ inir hava ongar avtalur gjørt, og eingin ætlan av nøkrum slagi er tøk. Meðan vit liggja sjóvar­ fallið av okkum hevur ES hevur orðað nýggja dags­ skrá um avmarking av CO2 útlátinum við upp til 30%. Vit hava ongan rætt til at gykla fyri okkum sjálvum og umheiminum, at lands­ stýrið arbeiðir við einum ávegis máli um umhvørv­ isvernd, sum onnur lond fyri nógvum árum síðan hava avgreitt og eru ávegis nýggjum málum. Vit noyðast at staðfesta, at Føroya Landsstýrið ikki tekur hóttanina móti um­ hvørvinum í álvara, og at løgtingið tí eigur at taka um endan og vísa hesum atgerðarloysi frá sær. Henda mannminkandi støða kann koma Føroyum og føroyingum aftur um brekku í altjóða samfelag­ num, og mæla vit tí til at raðfesta umhvørvismálini av nýggjum við einum umhvørvisvinarligum og samhaldsføstum hugburði. Líkasælan á umhvørvisøkinum Hergeir nielsen