Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 29. august 2007 valfepur Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð gjørt tað til eina dygd, at hann var ein sosialliberalur flokkur, og soleiðis sum einasti flokkur rakk tvørtur um gjónna millum vinstra og høgra í føroyskum politikki. Hvat leggja tit í tað? Grundleggjandi, so er flokk­ urin liberalistiskur. Privatur ognarrættur og tað fría initiativið mugu vera í hásæti, men tá ið tað er sagt, so ásannar flokkurin, at tað almenna hevur eina skyldu at stýra í summum førum. Marknað­ urin má sleppa at virka, men marknaðarkreftirnar mugu ikki sleppa at gerast lóg. Stýring er neyðug í summum førum, m.a. tá ið tað ræður um at røkja tað, vit nevna ognir Føroya fólks. Tað almenna hevur eina serliga uppgávu, tá ið tað ræður um at tryggja lívsgrundarlag og politisk rættindi hjá tí einstaka borgara­ num. Ikki minst eitt sosialt rættvísi. Tað er her, at tað sosiala kemur inn. Nógv av hasum kunnu flestu flokkarnir taka undir við í dag. Stórir flokkar, sum Javnaðar­ flokkurin og Tjóðveldisflokkurin ganga í dag inn fyri einskiljing og taka á flestu økjum marknaðin fram um almenna stýring. Sam­ bandsflokkurin tykist at vilja styrkja um sín sosiala profil. Ja, og tá ið sjálvt Fólkaflokk­ urin við sínum nýggja formanni lýsir seg sjálvan sum ein sosial­ liberalan flokk, so haldi eg, at vit kunnu siga, at vit vunnu tað ideologiska stríðið. Nú eru allir flokkar meira ella minni har, ið Sjálvstýrisflokkurin alla tíðina hevur verið, og allatíðina hevur sagt vera tað rætta staðið at vera. Teir hava upp á ein máta givið okkum rætt. Er nakar serligur uggi í tí, tá ið tit við bert einum tingmanni og í andstøðu hava hug at hvørva í rúgvuni? Nei, tað er ikki altíð lætt. Men vit kunnu ikki annað enn halda fast við tað, sum vit altíð hava trúð uppá. So má tað vera upp til veljararnar at meta um ta røttu vøruna. Vit eru ein lítil flokkur, men teir, vit kappast við, hava mangan tann trupulleika, at har er hart stríð ímillum vengur. Tað eru ikki øll tingfólk hjá flokk­ unum á høgra veingi, ið eru líka hugað fyri teimum sosialu málunum. Og stóru flokkarnar til vinstru í politikki hava tað ikki altíð líka lætt innanborða, tá ið einskiljingar koma fyri, og tá ið tað skal verða forðað tí almenna at hava ein leiklut. Har vita fólk, hvar tey hava Sjálvstýrisflokkin. Vit eru bjartskygd, tí ivaleyst er boðskapur floksins náddur út til fólkið. Seinasta veljarakanningin gav Sjálvstýrisflokkinum tveir tinglimir, og so gott úrslit í einari kanning hjá Gallup, skalt tú leita langt aftur fyri at finna. Tit verða sum miðjuflokkur mangan samanborin við Radikale Venstre í Danmark. Hava tit nakað samstarv henda vegin. Ella við aðrar flokkar? Sjálvstýrisflokkurin hevur samstarv við Radikale Venstre. Tað gongur aftur til samstarvið hjá Edward Mitens og Jóannes Patursson við henda danska flokkin fyrst í farnu øld, annar á fólkatingi, hin á landstingi. Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini samstarv við íslendska Fram­ sóknarflokkin. Í Norðurlanda­ ráðnum eigur Sjálvstýrisflokk­ urin annan limin, hesin er politiskt virkin í Midtergruppen. Almenn stýring er í dag eitt illavorðið orð í politiska orðaskiftinum. Kortini hava tit tað við í stevnuskránni? Her leggja vit serliga dent á, hvussu vit fara um náttúruna. Hvussu tað verður farið við okkara tilfeingi, fiskurin, jørðin og oljan. Og ikki minst, at vit minka um útlátið og dálkingina. Hatta við ogn Føroya fólks, sum tað eitur so vakurt, elvir mangan til trupulleikar. Ikki minst á fiskivinnuøkinum. Ja, stýring av fiskivinnuni elvir støðugt til stríð í løgtinginum. Men her er neyðugt, at landið stendur fast og ikki alla tíðina gevur eftir. Tað, sum vit eru vitni til í dag, er ábyrgdarleyst. Polit­ iskt ábyrgdarloysi. Veiðitrýstið er vaksið óhugnaliga, síðani lógin um fiskidagar kom í gildi, tí skerjingin í fiskidøgum hevur sum oftast bert verið eitt eiti. Vit síggja, hvussu fiskiførini í stórum tali verða longd og effektiviserað, men uttan at tað verður tikið inn aftur í fiskidøgunum. Her er neyðugt við almennari stýring. Einari nógv fastari stýring, enn vit uppliva í dag. Ikki bara fyri at verja fiskastovnarnar. Burðar­ dyggur fiskiskapur skal jú eisini tryggja, at vinnan og landið bera seg. Sjálvstýrisflokkurin leggur samstundis dent á, at landið fær sín part, tá ið tað verður handlað við fiskiloyvum í vinnuni. Tann spekulatión, sum í dag fer fram, er hvørki í tráð við eina liberal­ istiska hugsjón og uppaftur minni kann tað forlíkast við sosialt rættvísi. Landbúnaðurin tykist somu­ leiðis at hava eitt serligt pláss hjá tykkum. Men øðrumegin vilja tit hava eina studningsfría vinna, har vinnubøndur fáa lættari atgongd at keypa jørð og fjós, men samstundis vilja tit, at fólk í øðrum starvi skulu kunna ogna sær áhugabrúk. Hvussu fáa tit tað at hanga saman? Tað verður avmarkað, hvussu nógv fullrikin vinnubrúk, vit kunnu hava í Føroyum. Seinastu árini hava vit sæð eina minking í talinum av mjólkabóndum, tí at mjólkakvotan er uppkeypt. Vit Lítli flokkurin Sjálvstýrisflokkurin átti miðjuna í føroyskum politikki. Har aðrir flokkar løgdu seg annaðhvørt í vinstra ella høgra borð, gjørdi hann tað til eina dygd at vera hvørki – ella bæði/og. Sama í stríðnum millum loysing og samband. Her var hann heimastýrisflokkurin, ið virkaði fyri sjálvstýri. Men nú treingist. Bæði í búskapar- og sosialmálum og í sjálvstýrismálinum hava teir stóru flokkarnir førkað seg inn móti miðjuni. Vit hava skift orð við formannin í Sjálvstýrisflokkinum, Kára P. Højgaard um, hvussu tað er við bert einum tingumboði at virka sum miðjuflokkur, tá ið aðrir og størri flokkar leggja seg so tætt uppat Nú stundar móti løgtingsvali, sum í seinasta lagi verður 19. januar, er Sosialurin farin undir eina nýggja greinarøð um politisku flokkarnar, skrivað av einum av okkara mætastu samfelagsfrøðingum og politisku viðmerkjarum. Fyrsta greinin var um yngsta flokkin á tingi, Miðflokkin, og hendan greinin er um minsta flokkin, Sjálvstýrisflokkin. 12 tíðindi Sjálvst_risflokkurin á løgtingsvalum 8,2 7,1 5,9 5,9 4,9 5,6 7,2 7,2 8,4 8,5 7,1 8,8 5,6 7,6 4,4 4,6 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 08.11.1950 08.11.1954 08.11.1958 08.11.1962 08.11.1966 07.11.1970 07.11.1974 07.11.1978 08.11.1980 08.11.1984 08.11.1988 17.11.1990 07.07.1994 30.04.1998 30.04.2002 20.01.2004 % Sjálvstýrisflokkurin á løgtingsvalum