Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 166 - 29. august 2007 Stutt Sagt Kann fara til Fraklands Ein dómari í Florida í USA gjørdi í gjár av, at fyrrverandi leiðarin í Panama Manuel Noriega kann latast fronsku mynd­ ugleikunum, sum vilja hava hann fyri rættin. Í 1992 varð Noriega dømd­ ur í fongsul fyri rúsevna­ handil, men hann møtti ikki í rættinum, og dóm­ urin fellur burtur í næsta mánað. Tí vilja fransmenn hava fatur á honum nú, so teir kunnu ákæra hann fyri rúsevnahandil fyri minst tríggjar mió. dollar­ ar. Verjarnir hjá Noriega hava hildið uppá, at hann hevur rættindi sum krígs­ fangi í USA, men tað held­ ur amerikanska dómsvald­ ið ikki. Sviar spara Í Svøríki hevur stjórnin samtykt at skarva tvær mia. svenskar krónur ella 1,6 mia. krónur í okkara pengum av játtanini til verjuna tey næstu trý árini. Sambært sjónvarpi­ num SVT ætlar stjórnin, at verjan skal brúka minni pengar til útgerð, enn hon hevur gjørt. Sum skilst er hetta ikki tann einasta sparingin, sum fer at raka verjuna, tí sambært keldu­ num hjá sjónvarpinum hevur stjórnin sett ein serfrøðingabólk at kanna, hvussu verjan kann spara millum tríggjar og fýra mia. svenskar krónur aftur­ at. Eygleiðarar í Stock­ holm vænta tó ikki, at tann sparingin kemur í hesum valskeiðinum. Stórt mannfall Amerikanska herleiðslan í Afghanistan vil vera við, at meiri enn 100 limir í Taleban eru falnir í bar­ døgum við amerikanskar og afghanskar hermenn har suðuri í landinum. Sambært amerikonsku keldunum bumbaðu ameri­ konsk flogfør Taleban­ støðir, eftir at deildir hjá Taleban høvdi søkt at amerikonsku og afghonsku hermonnunum. Tríggir amerikanskir her­ menn vórðu særdir í bar­ døgunum, sigur herleiðsl­ an. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Iran er ein hóttan ímóti øllum londum og má avbyrgjast. Vit fara til verka, áðrenn tað er ov seint (George W. Bush) útlond Klokkan gott 10 í gjárkvøldið komu teir fimm menninir av farmaskipinum Danica White loksins til Danmarkar. Uttanríkisráðið hevði leigað eitt týskt flogfar, sum fleyg menninar úr Djibouti til Odense. Saman við teimum vóru umboð fyri uttanríkisráðið og nakrir sálarfrøðingar, og á flogvøllinum vóru avvarðandi komin at taka ímóti teimum fimm monnunum, sum sótu gíslar hjá somalisku sjórænarunum í 83 samdøgur. Fakfeløgini hjá monnunum fara nú at krevja, at altjóða skipaferðslan skal fáa verju har, tað er neyðugt. Tey 73 fólkini vóru í lívsvanda, tá flogfar teirra royndi at neyðlenda á flogvøllinum í Kalmar í Svøríki – Flogfarið var um at detta niður. Flogskipararnir og eftirlitsmaðurin á flogvølli­ num ivaðust ikki í, at tað fór at detta niður, áðrenn tað kom niður á lendingar­ breytina. Soleiðis stendur at lesa í einari frágreiðing, sum svenska skaðanevndin almannakunngjørdi í gjár. Nevndin sigur, at í veru­ leikanum var tað eitt lítið tekniskt brek, sum mundi endað við einari stórari vanlukku. Niðurstøðan hjá nevndini er, at flogskip­ ararnir fylgdu ikki teirri føstu mannagongdini, tá flogfarið fekk trupulleikar. SAS­flogfarið var á veg úr Stockholm til Kalmar, tá ávaringartólini søgdu frá, at propellin á øðrum motori­ num var ov heit. Undir slík­ um umstøðum skal flogskip­ arin sløkkja motorin. Tað gjørdi hann ikki, men lat motorin ganga í tómgongd. Tað gjørdi, at propellin gav nógva luftmótstøðu, og at flogfarið dalaði longri og longri niður, men till alla lukku kom tað inn yvir flog­ vøllin, áðrenn ov seint var. 69 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldu fýra. Nú kann hon koma heimaftur Fyrrverandi pakistanski forsætisráðharrin Benazir Bhutto kann nú venda heimaftur eftir mong ár í útlegd Pakistanski forsetin, Per­ vez Musharaf, er í trongum skóm. Alt fleiri av hansara stuðlum vilja hava hann at lata starvið sum ovasti fyri landsins heri frá sær, so hann kann virka sum for­ seti burturav. Higartil hev­ ur hann tvíhildið um bæði embætini, men okkurt bendir nú á, at hann fer at heingja generalbúnan frá sær. Í hvussu er sigur fyrr­ verandi pakistanski forset­ in Benazir Bhutto, at Musharaf hevur boðið sær at koma heimaftur, og at tey bæði kunnu býta tað politiska valdið. – Vit hava gjørt stór framstig í seinastuni, sigur Benazir Bhutto við The Daily Telegraph. Politiskir eygleiðarar siga, at eitt samstarv ímill­ um Musharaf og Bhutto kann tryggja Musharaf afturval á forsetavalinum næsta ár, og saman eru tey bæði før fyri ay avmarka ávirkanina frá teimum víð­ gongdu islamistunum. Benazir Bhutto hevur búð í útlegd í Bretlandi í mong ár SAS-ferðafólk vóru í lívsvanda SAS-flogskipararnir fylgdu ikki teirri føstu mannagongdini, og tað kundi elvt til eina stóra vanlukku Endiliga heima