mikudagur 29. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 OFFSHORE EUROPE 2007 Sosialurin 29. august 2007
Hetta eru ikki tey, sum eru
mest sjónlig í oljuvinnuni,
men tey hava ein fingur
við í spælinum á nógvum
økjum
Tað er ikki at dylja, at oljuvinnan
er ein ógvuliga samansett og fjøl
táttað vinna, har summir partar
eru sjónligari enn aðrir.
Ein av teimum føroysku fyri
tøkunum, sum í fleiri ár hevur
gjørt seg galdandi í oljuvinnuni á
mongum økjum, er fyritøkan,
Virkisráðgeving, í Runavík.
Hóast Virkisráðgeving ikki er
tann fyritøkan, sum er mest
umrødd í oljuvinnuhøpi, hevur
hon verið í vinnuni í nógv ár, og
tey hava eisini verið við á olju
messum tey seinastu nógvu árini.
Tað, sum tey serliga hava lagt
seg eftir, er at veita virkjum og
fyritøkum í oljuvinnuni
ráðgeving á nógvum økjum.
Eitt, sum vit gera serliga
nógv við, er at hjálpa fyritøkum,
sum ætla sær upp í oljuvinnuna
at lúka øll tey krøvini og at fáa
tær góðkenningar, sum oljuvin
nan setir til sínar veitarar, sigur
Símun Hammer, stjóri á Virkis
ráðgeving.
Her kann talan vera um góðsku
skipanir, heilsu og trygdarskip
anir, sum oljuvinnan setir stór
krøv til og umhvørvisskipanir.
Tað merkir, at ein fyritøka,
sum hevur hug at royna seg í
oljuvinnuni, kann venda sær til
Virkisráðgeving og fáa hjálp til
at lúka allar tær treytir, sum
oljuvinnan setir.
Og hetta er eitt virki, sum tey
hava rakt blett við, tí Símun
Hammer sigur, at tað eru fáar
føroyskar fyritøkur í oljuvinnuni,
har tey ikki hava havt ein fingur
við í spælinum undir einum ella
øðrum formi.
Tað eru í allar mesta mun
føroyskar fyritøkur, tey arbeiða
fyri, men viðskiftafólk eru eisini
uttanlands.
Tað eru nógvar fyritøkur, sum
venda sær til okkara og har vit
hava hjálpt teimum at fáa tær
neyðugu góðkenningar.
Hevur ein fyritøka brúk fyri
fólki, kann ráðgevingarvirkið í
Runavík eisini hjálpa til við tí.
Vit hjálpa fyritøkum at finna
tey røttu starvsfólkini til millum
leiðararstøði á ymsum stigum, og
tað er eisini ein stórur partur av
okkara virksemi.
Á Virkisráðgeving eru 3,5
størv í løtuni, og tey hava útbúgv
ingar í búskapi, virkisbúskapi,
fiskivinnubúskapi og marknaðar
føring.
Uppfata tað ikki bindandi
Ein stórur spurningur í sambandi
við eina føroyska oljuvinnu
hevur verið, í hvønn mun
føroyingar skulu krevja at sleppa
upp í part, tað verði seg bæði
føroyskar fyritøkur og føroysk
arbeiðsmegi.
Vit krevja, at vørur og tænastur
í sambandi við oljuvinnuna skulu
um føroyskan bryggjukant.
Eg ivist ikki í, at
oljufeløgunum høvdu dámað best
at sloppið at brúkt tær tænastur
og teir hentleikar, tey eru von at
brúka, og sum tey kenna, eitt nú í
Hetlandi og Aberdeen, tí
vinnuliga hevði tað uttan iva
verið tað besta, sigur Símun
Hammer.
Men hinvegin er tað eisini
avgjørt hansara fatan, at feløgini
uppfata tað ikki serliga bindandi,
at vørur og tænastur skulu um
føroyskan bryggjukant.
Eg haldi ikki, at oljufeløgini
halda, at tað er eitt órímiligt krav,
at tey skulu brúka eina føroyska
oljuhavn, tí lutfalsliga er tað ein
ógvuliga lítil meirkostnaður at
brúka eina føroyska havn
framum eina útlendska havn,
vissi talan er um ein meirkostnað
yvirhøvur.
Tað er meiri tað, at teimum
dámar uttan iva best at brúka tað,
tey kenna. Men tá ið kravið um
føroyskan bryggjukant er har,
halda tey seg bara til tað, og tað
er ikki mín uppfatan, at tað er
nakar stórvegis trupulleiki hjá
teimum.
Hinvegin heldur Símun
Hammer ikki, at tað er rímiligt,
at føroyingar skulu hava framíhjá
rætt til at virka í oljuvinnuna
framum onnur.
Men eg haldi, at vit eiga at
halda fast við kravið um, at
føroyskar fyritøkur skulu hava
ein veruligan møguleika at koma
uppí, har tær eru kappingarførar.
Tað er skeivt, at føroyskar
fyritøkur ikki skulu sleppa
framat, bara tí at tær eru ókendar,
og tí er tað rætt at krevja, at vit
fáa ein veruligan møguleika, har
vit eru kappingarførir, sigur
stjórin í Virkisráðgeving.
Og hann hevur heldur onki
ímóti, at vit halda fast við
bryggjukantin.
Skal vera eitt miðvíst val
Men hvussu er so hjá føroyskum
fyritøkum at gerast partur í
oljuvinnuni?
Tað letur seg væl gera, og
veruleikin er, at tað longu nú eru
nógvar føroyskar fyritøkur við í
oljuvinnuni, staðfestir Símun
Hammer.
Men hann leggur eisini dent á,
at tað er ikki bara sum at siga
tað.
Skal ein føroysk fyritøka upp
í oljuvinnuna, skal tað vera eitt
miðvíst val, og tað skal leggjast
ein miðvís ætlan og ein miðvísur
málsetningur fyri at koma uppí.
Tað er ikki ein verkætlan, sum
gongur yvir 14 dagar, men
nakað, sum tekur nógva tíð og
krevur nógva fyrireiking, tí tað
skulu nógvar góðkenningar til og
mangan eisini nógv trygdarskeið
og onnur skeið til starvsfólk, eitt
nú, tá ið ætlanin er at virka í
frálandavinnuni.
Eg haldi ikki, at føroysku
krøvini eru órímilig. Hinvegin
haldi eg, at tað hevur elvt til
nógv størri trupulleikar, at vit
ikki hava havt eina
tvískattaavtalu við Bretland. Eg
havi avgjørt uppfatan av, at tað
hevur verið ein nógv størri
trupulleiki
Men hon er so komin, so nú
er tann forðingin burtur.
Sjálvur væntar Símun
Hammer, at tey næstu árini fara
vit at síggja eitt føroyskt
vinnulív, sum er nógv virknari í
oljuvinnuni, enn vit hava sæð
higartil og umframt tær fyritøkur,
sum longu eru í oljuvinnuni, eru
tað fleiri aðrar fyritøkur, sum
miðvíst arbeiða fram í móti eini
oljuvinnu.
Veruleikin er, at hóast vit ikki
hava nakra beinleiðis oljuvinnu í
Føroyum, hevur virksemið, sum
hevur verið rundan um okkum,
latið eyguni upp hjá føroyskum
fyritøkum fyri, at hetta er ein
møguleiki, sum er verdur at taka
við, sigur hann.
Hava ein
fingur við
í spælinum
á nógvum
økjum
Oljuvinna
Eftir Áka Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit eiga at seta krøv og eg
havi ikki vargugan av, at
oljufeløgini hava uppfatað
føroysku krøvini sum serliga
tyngjandi, sigur Símun Hammer
á Virkisráðgeving í Runavík