Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í bókini ”Á Høgabóli” eftir Sverra Joensen verður greitt frá, at Jóhannes Sólheim á Glyvrum hevði leingi verið kokkur við Verdandi, og hann skuldi eisini fara hendan túrin. Tann morgunin, sum teir skuldu fara avstað, kom Sólheim, sum hann vanliga var nevndur millum manna, umborð við klæðsekkinum. Men komin niður í lugarið fær hann eina óhugnaliga kenslu. Tað var sum ein rødd segði við seg, at hann mátti ikki fara við. Kenslan bleiv so sterk, at hann fór til skiparan og segði við hann, at hann kom ikki við. Eingin fataði hetta rættiliga, tí hetta líktist als ikki Sólheimi. Hann var kendur sum ein álitis­ maður í allar mátar og sum ein maður, ið plagdi at halda sítt orð. Men her batti einki. Hann fór til hús aftur við klæðsekkinum. Skipið lá nú við ongum kokki, so teir máttu fáa ein nýggjan kokk sum skjótast. Símun og Óli í Bústovu vóru báðir aftur hjá Sólheimi og tosaðu við hann, men hann var ikki til at vika. Óli tosaði so við beiggja sín Jakku, sum tá búði í Saltangará, um at koma við. Hann hevði ikki so góðan hug at fara, tí hann var í ferð við at flyta til Fuglafjarðar, har hann hevði bygt eini nýggj hús. Men fyri at hjálpa teimum úr teirra ringu støðu, so játtaði hann og fór við. Eftir hann sat konan við níggju børnum. Tað yngsta var ikki føtt. Marna, dóttir Sólheim, segði, at hon týðiliga mintist tann dagin, Verdandi fór avstað sína seinastu ferð. Verdandi fór siglandi yvir móti Saltnesi, og áðrenn hon fór aftur undir, fór hon at rúka so illa, at hon hvarv í roykinum. Tað seinasta tey sóu til hennara var eitt svart roykskýggj. Tað gav teimum eina óhugnaliga ófrættakenslu. Eisini varð sagt frá, at áðrenn Verdandi fór út av Siglufjørðinum hevði bestimaðurin, Jens Knud­ sen í Saltangará, Jens á Volla, nevndur, fingið sær ein blund. Stutt áðrenn farið var, kemur hann upp úr kahúttini. So sigur ein maður av einun øðrum skipi skemtandi við hann: ”Tað er ikki lukkuligt, sum tú fekk tað gott, soleiðis at kunna liggja og sova dagarnar burtur”. ”Tú skal ikki øvunda mær hesa stuttu frívaktina, tí at eg fái onga aftur her í verðini,” svaraði Jens álvarsamur. Skiparin á Galatheu, Nickel, greiðir eisini frá, at tá ið teir koma niður ímóti Hetlandi, droym­ di hann skiparan á Verdandi, Óla í Búrstovu. Í dreyminum sigur Nickel við Óla: ”Á Jesus, hvussu bóru tit tykkum at?” Óli svaraði: ”Vit sigldu á Reykjanesboðarnar tann 8. oktober klokkan hálvgum fýra um morgunin”. Tá vaknaði hann. Reykjanesboðarnir vóru teir boðar, sum liggja upp í Húna­ flógvanum, og eftir tíðini kundi væl verið, at hon var komin hagar náttina 8. oktober. Simona gjørdist einkja við Verdandi Naena Danielsen, f. Mikkelsen, greiðir frá einum serligum minni hon hevur í samband við Verdandi. Hetta kann vera vert at taka fram nú Simona Petersen, Syðrugøtu, sum var einkja eftir Sámal Petersen úr Rituvík, sum fórst við Verdandi, er deyð fyri kortum, 90 ára gomul. Minnið stavar frá eini missións­ viku í Gøtu. Hon var júst byrjað. Tað var illfýsið, og tað var ikki nógv fólk á møti. Tá fer hurðin upp og 4­5 mans, teir vóru rituvíkingar, koma inn eftir gólvinum og seta seg á fremsta bonk. Tað stendur framvegis fyri Naenu, hvussu væl teir dugdu at syngja. Ein teirra var Sámal, maður Simonu. Afturat honum vóru Kristian Marius Højgaard og sonur hansara Hans, sum var ein vakur og prúður unglingi. Hesir fórust allir við Verdandi stutt eftir. Simona, sum átti tvær døtur, kom at sita einkja í nærum 63 ár. Maria býr í Havn, og eigur trý børn, og Erna, sum býr niðri, eigur ein son. Skrivarin av hesi greinarøð og Erna vóru skúlafelagar í Gøtu skúla. Visti tá væl, at mamman var einkja. Men so lítið hevur verið tosað og spurt, at ikki fyrr enn nú, meira enn 50 ár seinni, kenni eg hesa søgu. Simona var ein av teimum stillu í landinum, og tí er hetta eitt gott høvi at minnast hana. Simona fór sum vanligt hjá ungum gentum tá á døgum til Danmarkar. Her fór hon fyrst á Tórhallur: Tríggir brøður kundi eins væl farist við Havfrúnni Vit halda áfram við frásøgn­ ini um Verdandi. Í 1946 hevur Tórhallur skjótt verið tvey ár í Íslandi, og nú er tíð til at fara heim. Í fyrsta umfari fer hann við Norð­ stjørnini, har beiggin Thor­ vald er skipari. Í 1949 fer hann við Havfrúnni, har beiggin Wolfang er skipari. Teir sigla á land, og tað kundi eins væl hent, at eingin teirra kom aftur íaftur. Men fyrst til Verdandi og hennara lagnutúr Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo