Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 • 29. august 2007 MIÐvIkaN 19 sildadøgum, sum er fyrsta viku­ skifti í august, og eru skipaðir eins og ein føroysk stevna við ymiskum tiltøkum. Vit fiskaðu við nót, og henda veiðan var nógv øðrvísi enn í dag. Nótin var umborð í tveimum smærri bátum, sum róðu nótina út hvønn sín veg. Eydnaðist kastið varð sildin hovað umborð í skipið. Ofta kundi fáast uppí eftir einum kasti, umleið 70 tons. Manningin var einir 12 menn. Sildin í lastini varð vanliga landað til sildamjølsvirki, og tað vóru fleiri slík á Siglufjørðinum. Longu tá høvdu teir nútímans landingarútgerð. Tann sildin, sum var á dekki­ num, varð vanliga landað til saltingar. Her var hópur av fólki, serliga konufólki, sum avhøvdaðu og síðan varð sildin saltað í tunnur. Avhøvdingin var uppá akkord. Tá ið vit seinni komu inn við føroy­ skum skipum, plagdu vit at fara at hjálpa gentunum at avhøvda. Hetta varð væl dámt. ”Blessaðu feyringarnar” var ummælið, vit fingu frá gentunum. Tá vóru fitt av føroyskum skipum, sum luttóku í hesi sildaveiðu. Tíð at fara heim Norðstjørnan, sum Thorvald bróður áttu og førdi, var eisini á sildaveiðu hetta árið. Tá ið sildasesongin var liðug, komu teir inn á Siglufjørðin, og eg fór heim til Føroya við teimum. Sostatt kom eg heim í 1946 eftir at hava verið burtur í tvey ár. Thorvald var elstur av okkum og føldi eisini eina ábyrgd av mær, so hann gav mær mestsum boð um at koma heimi við sær. Hann mundi halda, at nú var tíð uppá hjá mær at koma heim. Tað mundi mamma eisini halda! Við Norðstjørnuni við olju á dekkinum Thorvald var ein ungur og raskur skipari, og eg fór at sigla við honum í nøkur ár við Norðstjørnuni. Hon var keypt úr Onglandi undir krígnum og var eitt gott skip at vera við. Hon var gjørd so væl í stand. Vit vóru altíð upp í teimum bestu skipunun at fiska og vit fortjentu gott. Vit fóru fyrst til Ísland við línu, og síðst í apríl fóru vit til Grønlands, har vit vóru fram til oktober. Har var nógvur fiskur at fáa. Tá ið vit fóru til Grønlands við Norðstjørnuni máttu vit fylla dekkið við oljutunnum. Tangarnir vóru ikki stórir, og tað var ikki so lætt at fáa olju í Grønlandi. Vit mátti tí forsýna okkum so nógv sum tað bar til. Skipið var tískil nógv lastað. Tað síðsta tey heima høvdu frætt frá okkum var, at vit høvdu illveður á Kappanum. Men tá gjørdist veðrið betri. Vit komu so í Føroyingahavnina og koyrdu tunnur og salt í land, sum vit kundu taka umborð aftur, tá ið tørvur var á tí. Thorvald fór í land at senda telegramm heim um, at vit vóru komnir til Grønlands í øllum góðum. Vit fóru síðan út at fiska, og vit høvdu verið úti í 14 ella 16 dagar, tá kallar Skálanes á okkum. Skiparin, Óli hjá Dáva, hevði fingið telegramm frá pápa, har hann spurdi, um hann visti nakað um Norðstjørnuna. Tey heima vóru bangin um okkum, tí einki telegramm var komið um, at vit vóru yvirkomnir. Óli sendi telegramm aftur beinanvegin til pápa og sigur frá, at Norðstjørnan hevði fiskað í einar 14 dagar og hevði fingið nógvan fisk. Thorvald ringdi so í Føroyinga­ havnina at fáa at vita, hvar telegrammið var blivið av. Nei, tað var ongantíð sent, tí tað var goldið ov lítið fyri tað. Tá var Thorvald ikki blíður, tí tað var so ikki hansara mistak, at ov lítið varð tikið fyri telegrammið. Men vit fingu nógvan fisk. Eg haldi, at vit landaðu 1880 skippund, og vit høvdu so fult skip heimaftur. So á ísfiskaveiðu Tá fóru vit á ísfiskaveiðu. Tað var nógv lættari.Túrarnir vóru styttri, og vit sluppu til Bretlands at selja fiskin. Men tað var ofta ringt veður, og tað varð altíð siglt við fullari ferð fyri at náa tann besta marknaðin. Eg kann minnast ein túr í ein útnyrðing úr Mykinesi. Tað var nógvur fiskur. Allir høvdu arbeitt uppá fisk, so einki var egnt. Tað var landnyrðingur í ættini. So tók hann undan út á Føroya Banka. Tá varð lagt at egna, síðan varð sett. Vit fingu 470 kurvar. Tá var skipið fult. Fiskurin varð shelfaður, t.v.s. hann var lagdur omaná ís á hyllum í lastini. Tá sá fiskurin út sum um hann framvegis var livandi, og kundi hann tí fáa nógv betri prís. Vit seldu fyri gott 4.000 pund, tað var ein stak góður túrur. Vit tóku agn og ís. Tá ið vit komu á Munkagrunnin settu vit fýra setur. Tá var skipið aftur fult. So aftur til Aberdeen, har vit hesa ferð seldu fyri 4.500 pund. So fóru vit at sigla heim og høvdu eina góða reisu. Tá var gott at koma til hús at hvíla seg. Tað varð ofta vakt nógv undir fiskarí. Tað var ikki óvanligt at vera upp 30­40 tímar, so tað var eitt hart lív. Vit vóru einir 20 mans við Norðstjørnuni. Í 1948 fóru vit á sild við snerpunót og landaðu í Íslandi. Vit fingu eisini væl av sild. Á land við Havfrúnni Summarið 1949 fór eg sum motorpassari við Havfrúnni, sum beiggi mín Wolfang førdi. Fyrst er at siga um Havfrúnna, at Hans Olsen í Innarstovu skipari í Vestmanna lat hesa 3 mastraða skonnart byggja í 1931/32 á Frederikssøen í Svendborg hjá Ring Andersen skipsbyggjara. Hon var 151,25 tons brutto ella 76,74 t. netto og hevði 135 hk Tuxham motor. Hann fekk skeytið uppá skonnartina 4. februar 1932, men hann seldi helvtina 8. juni 1933 til Óla Jákup Olsen, skipara á Fitjunum. Hon tók 1.000­1.200 skippund. Hans í Innarustovu førdi so Havfrúnna meginpartin av tíðini frá 1932 til úti ímóti 1949, tá ið Wolfang fór at føra hana. Fyrst fóru vit ein túr til Grønlands. Síðan fóru til Íslands við línu. Ingolf beiggi var eisini við, so vit vóru tríggir brøður við. Mamma hevði pakkað klæð­ sekkin, og tí lá Bíblian og sálmabókin ovast í sekkinum. Tað gjørdu allar møður tá í tíðini. Meðan vit fiska á Norðlandi­ num, gjørdist satt ódnarveður við kavaroki av landnyrðingi. Wolfang avgjørdi tí at fara inn á Siglufjørðin at kroka. Eisini skuldu vit keypa meira agn, tí agnið hjá okkum var farið at ganga undan. Í ódnarveðrinum og kavaroki­ num sigldu vit inn móti landi. Har Tað var á hesum leiðum, at Havfrúgvin fór á land Havfrúgvin var ein stór trýmastrað skonnast Hans Jocob Abrahamsen stóð á einum kneysa og hálaði Havfrúnna í land