mikudagur 29. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. august 2007 OFFSHORE EUROPE 2007 19
Vit mugu ikki koma okkum
sjálvum í ta støðu, at vit ikki seta
trygdina og umhvørvið í hásæti,
sigur Jens Meinhard Rasmussen,
stjóri í Supply Service Leirvík
- Vit mugu ikki vera bangin fyri at
seta krøv til oljufeløgini, sum virka
og fara at virka í føroyskum sjóøki.
Tað heldur Jens Meinhard
Rasmussen, stjóri í Supply Service í
Leirvík.
Supply Service hevði veitingar-
skip frá Havila við í leitingar-
umfarinum í 2001.
- Síðani tá hava vit fylgt gongdini,
og í fjør fingu vit høvi at keypa skip.
Tey hava síðani gjørt sáttmála um
fýra nýbygd veitingarskip, men hava
síðani selt tað eina skipið til Noregs.
Sostatt hava tey trý skip eftir, sum
øll eru í gerð og verða liðug næsta ár
og í 2009.
Talan er um PSV skip, ella
“Platform Supply Vessel”.
- Tað er ógvuliga hørð kapping um
at verða við í oljuvinnuni, og tað
skal nógv til at sleppa upp í part.
- Á okkara øki er tað serliga
kapitalkrevjandi, men vit eru so
heppin, at vit hava fingið samstarv
við Havila, sum eigur í Supply
Servive, og í gjøgnum teir hava vit
atgongd til ein ógvuliga stóra vitan á
økinum, og tað er ein stórur
fyrimunur.
- Men skulu vit fóta okkum í
oljuvinnuni, er tað ein fortreyt, at vit
koma upp á sama støði, sum
kappingarneytar okkara, tí eru vit
ikki kappingarfør, kunnu vit gloyma
alt um hesa vinnuna.
Mugu ikki vera bangin
Hinvegin heldur Jens Meinhard, at
alt hetta er samantvinnað við tær
treytir, vit seta oljufeløgunum, og
her heldur hann ikki, at føroyingar
eiga at smæðast burtur.
- Norðmenn seta oljufeløgunum
stór krøv til trygd og til at verja
umhvørvið og teir seta krøv til
kunnleika til norðurlendskt mál.
- Tað ber til at hava ein illgruna
um, at summi av hesum krøvum
verða sett til oljufeløgini fyri at verja
norsk áhugamál og norskt vinnulív,
men í síðsta enda er tað krónur og
oyru, alt snýr seg um.
Men undir øllum umstøðum
heldur Jens Meinhard Rasmussen, at
vit eiga at seta stór krøv til ta útgerð,
sum kemur inn á føroyskt øki at
arbeiða.
- Vit eiga at gera sum norðmenn
og seta oljufeløgunum krøv, so at tey
bara sleppa at brúka tey nýggjastu og
bestu skipini, sum dálka minst, her
um okkara leiðir. Vit eiga fyri alt í
verðini at forða fyri, at tey vánaligu,
illa dálkandi skipini, har trygdin ikki
er í topp, enda inni hjá okkum, bara
tí at vit ikki tora at seta
oljufeløgunum krøv.
Hann sigur, í Føroyum hava vit
lagt okkum eftir at lúka altjóða krøv.
Men í Noregi hava tey sett síni
egnu krøv til skip, sum arbeiða í
norsku oljuvinnuni, og hetta eru
krøv, sum koma omaná tey altjóða
krøvini.
- Eitt nú hava tey serligt avgjald á
NOX. Tað merkir, at hámark er sett
fyri, hvussu nógv skaðiligt úrlát
kann koma frá einum skipi. Í praksis
merkir tað, at skip, sum dálka illa,
skulu betala so nógv í avgjaldi, at tey
verða ikki kappingarfør, og sostatt
forbjóðar tað seg sjálvt at brúka tey í
norsku oljuvinnuni.
Hann sigur, at í Noregi hava tey
sett hetta avgjaldið á øll skip og
sostatt eisini á fiskiskip. Men hann
ivast í um tað er rætt av føroyingum
at seta slík krøv til øll skip, tí hann
heldur, at vinnan, sum longu er,
eigur at fáa nøkur ár at tillaga seg.
- Men í Føroyum er oljuvinnan ein
nýggj vinna, og sostatt ber væl til at
seta avgjald á skipini í oljuvinnuni
frá fyrsta degi.
Hann heldur eisini, at vit eisini
kunnu krevja, at skipini skulu hava
tveir skrokkar fyri at forða fyri
dálking, skuldu tey verið fyri óhappi.
- Skip við tveimum skrokkum eru
rættiliga nógv tryggari, tá ið tað
kemur til at leka olju, enn vanlig
skip, so tað er eisini eitt krav, vit eiga
at umhugsa, sigur stjórin í Supply
Service.
Í hesum sambandi leggur hann
afturat, at skipini, sum Supply
Service nú byggir, lúka øll tey
nýggjastu krøvini um okkara leiðir
og nakað væl afturat, og tey hava
tveir skrokkar. Samstundis hava tey
lagt stóran dent á, at manningin fær
so góðar umstøður sum gjørligt fyri
at fáa fólk at trívast umborð. Her
hugsar hann bæði um larm og um
hentleikar umborð við interneti á
hvørjum kamari og so framvegis.
Røtt javnvág
Hinvegin heldur Jens Meinhard tó, at
vit eiga at vara okkum fyri at seta
krøv, sum vit ikki megna at hava
eftirlit við.
Eitt av krøvunum, hann hugsar um
í hesum føri, er kravið um, at allar
vørur skulu um føroyskan
bryggjukant.
Hann heldur, at so leingi vit leita
eftir olju, kann tað forsvarast. Men
spurningurin er, hvussu tað verður at
hava eftirlit við einum slíkum kravi,
tá ið ein verulig oljuvinna tekur seg
upp.
- Eg sigi hvørki at eitt slíkt krav er
rætt ella skeivt. Eg sigi bara, at vit
eiga at hugsa okkum um, so at vit
ikki gera skipanina ov ósmidliga við
at seta krøv, sum tað er torført at
hava eftirlit við.
- Eitt krav um, at alt skal ganga
yvir føroyskan bryggjukant, krevur
eisini stóra arbeiðsmegi, og tað er
ein spurningur, hvaðani hon skal
koma, sum støðan í samfelagnum er.
Hann heldur, at ein máti er
sjálvandi at lata dyrnar upp fyri
útlendskari arbeiðsmegi, men at fáa
útlendska arbeiðsmegi til eitt lítið
samfelag, sum Føroyar í stórum tali,
førir eisini sínar avbjóðingar við sær.
- Men tað er heilt greitt, at enda
vit í eini støðu, har vit seta krøv, sum
vit ikki klára at halda, skapa vit ikki
vøkstur, og so koma vit ikki víðari,
sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Har eiga vit heldur at gera tað
áhugavert hjá oljufeløgunum við at
hava eina lóggávu, sum er smidlig at
umsita, so at tað verður lætt at
arbeiða í Føroyum, ístaðin fyri at
seta loyvishavarum krøv, har vit ikki
fáa kannað eftir, hvussu tey vera
hildin, sigur Jens Meinhard
Rasmussen.
Hann sigur, at hann hevur varhuga
av, at føroyingar eru eitt sindur
bangnir fyri at seta oljufeløgunum
krøv av ótta fyri at styggja tey vekk.
-Men tað haldi eg ikki, at nøkur
orsøk er til, tí so leingi oljuprísurin
er á hesum støðinum, eru Føroyar
avgjørt áhugaverdar, og oljufeløgini
eru von við, at londini um okkara
leiðir seta teimum krøv, sigur Jens
Meinhard Rasmussen.
Trygd og umhvørvi
Eftir Áka Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
T
Ó
R
S
H
A
V
N
Conference city in the blue ocean
A city where visitors are still guests and where
guests are still welcomed as friends
Vit mugu ikki vera bangin fyri at seta krøv